leygardagur 3. september 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 167 - 3. september 2005
Monza formel 1
breytin er seinasta
veruliga háferðs-
breytin á formel 1
skránni. Breytin setur
nøkur heilt serlig
krøv til bilarnar, og
ikki minst motorar-
nar. Tí er ringt at gita,
hvør fer at blanda seg
í stríðið um sigurin
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at
McLaren-Mercedes
og
Renault eru bestu boðini,
um hvør vinnur formel 1
koyringina í Italia. Serliga
hevur McLaren bilurin
verið sera sannførandi sein-
astu tíðina. Renault hevur
væntandi stórar aerodyna-
miskar broytingar klárar til
koyringina í Brasil, men
hetta er ikki fyrr enn um
tríggjar vikur, so inntil tá
átti McLaren at verið besta
boð.
Í løtuni er finski McLar-
en koyrarin Kimi Räik-
könen einasti maður, ið
kann
avbjóða
spanska
Renault koyraranum Fern-
ando Alonso í stríðnum um
heimsmeistaraheitið. Räik-
könen hevur 71 stig móti
teimum 95 hjá Alonso. 5
koyringar eru eftir, sigrar í
øllum fimm gevur 50 stig,
men sjálvt hetta er ikki nóg
mikið fyri Räikkönen, uttan
so at Alonso endar aftarliga
í nøkrum av koyringunum.
Hetta hevur tó ikki fingið
liðfelagan hjá Räikkönen
kolumbiumannin
Juan
Pablo Montoya at gera hon-
um nakrar tænastur. Mon-
toya sigur, at hann koyrir
fyri at taka sigurin í hvørj-
ari koyring. Tað kann so-
statt enda við, at tað verður
Montoya, ið forðar McLar-
en í at fáa heimsmeistara-
heitið fyri koyrarar.
Speedarin í botn
Monza er ein heilt serlig
breyt, sum ikki líkist nakr-
ari aðrari núverandi formel
1 breyt. Speedarin á formel
1 bilunum er trýstur heilt í
botn á 70% av Monza
breytini, og hetta setur stór
krøv til motorarnar.
Í ár er fyrsta ár at koyrast
skal tvær koyringar við
hvørjum motori, og harða
viðferðin av motorum á
Monza kann geva teimum
bilunum, ið hava motorar,
sum longu eru brúktir eina-
ferð, trupulleikar. Hinir bil-
arnir eru ikki nógv betur
fyri, tí teir koma til koyr-
ingina í Belgia um eina
viku við einum sera slitnum
motori.
Men Monza setur eisini
høg krøv til bremsurnar. Tá
bilarnir koyra skjótast er
ferðin umleið 370 km/t.,
hetta er stutt áðrenn eitt
sving, har koyrast skal
umleið 80 km/t., her skal
bremsast harðliga. Hetta er
eisini kropsliga hart fyri
koyrararnar.
Broyttur
aerodynamikkur
Ferrari, Toyota og BAR-
Honda høvdu í royndar-
koyringunum í seinastu
viku gjørt nakrar aerodyna-
miskar broytingar fyri at
gera bilin betur egnaðan til
háferðsbreytina. Hvat úr-
slitið verður av hesum,
verður spennandi at síggja.
Hesi trý lið kunnu eisini øll
blanda seg í stríðið um sig-
urin í sunnudagin. Toyota
hevur ein av bestu- og tann
mest álítandi motorin í
formel 1 í ár. Hetta kann
gerast avgerandi á Monza.
Jarno Trulli hevur ferð eftir
ferð megnað at blanda seg í
oddastríðið.
BAR-Honda
koyrarin
Jenson Button byrjaði av 13
plássi fyri tveimum vikum
síðan í Turkalandi, og end-
aði á 5 pláss, har hann legði
trýst á Giancarlo Fisichella í
Renault. Var Button byrj-
aður frammaliga hevði hann
kunna verið við í odda-
stríðnum. Við teimum um-
fatandi
aerodynamiskum
broytingunum og einum
kraftmiklum Honda motori,
kann Jenson Button væl
gerast stóra jaliga upp-
livingin hetta vikuskiftið.
Stóri trupulleikin er, at
Honda als ikki hava havt ein
serliga álítandi motor í ár.
Tifosi krevur Ferrari
sigur
Italska fomel 1 koyringin á
Monza er heimavøllur hjá
Ferrari, og kravið frá
áskoðarunum er ein Ferrari
sigur. Seinastu nógvu árini
hevur Monza verið ein
veitsla har Ferrari longu
vóru meistarar, og komu
heim at takka sínum trú-
fasta italska viðhaldsfólki,
teimum sonevndu Tifosi.
Eisini í fjør vann Rubens
Barrichello fyri Ferrari,
men hetta var í einum
formel 1 ári, har Ferrari
vóru heilt framúrskarandi.
Árið í ár er slakasta ár hjá
Ferrari í nógv ár, og teirra
nógvu Tifosi, hava ikki havt
nógv at gleðast um, men
vinna Ferrari á heimavølli,
so er ikki heilt galið alíka-
væl.
Sjeyfaldi heimsmeistarin
og formel1 koyrarin Micha-
el Schumacher letur væl at
bilinum. Schumacher segði
aftan á royndarkoyringina
at bilurin royndist væl.
Jordan kastaðu lut
Jordan Toyota, ið vanliga
liggja og kappast við Min-
ardi um næst aftarstu pláss-
ini, hava ein nýggjan og
betri bil við, men tíanverri
hevur liðið bara ein av
slagnum Tí hava tey kastað
lut, um hvør av koyrarun-
um skal fáa nýggja bilin,
úrslitið var, at Tiago Mon-
teiro fekk nýggja bilin,
meðan Narain Karthikeyan
noyðist í gomlu útgávuna
av bilinum.
Áðrenn Monza:
370 km/t á heimsins skjótastu
formel 1 breyt
HM fyri koyararar
1 Fernando Alonso
95
2 Kimi Räikkönen
71
3 Michael Schumacher
55
4 Juan-Pablo Montoya
40
5 Jarno Trulli
39
6 Giancarlo Fisichella
35
7 Ralf Schumacher
32
8 Rubens Barrichello
31
9 Nick Heidfeld
28
10 Mark Webber
24
HM fyri lið
Renault F1
130
McLaren-Mercedes
121
Scuderia Ferrari
86
Toyota Racing
71
BMW WilliamsF1
52
Red Bull Cosworth
27
BAR Honda
24
Sauber Petronas
14
Jordan Toyota
11
Minardi Cosworth
7
Um italsku koyringina á Monza
Umferðir: 53
Breytarlongd: 5,793 km
Skjótast umferð: Rubens Barrichello (Ferrari) 1
minutt 21,046 sekund
Longdin á koyringini: 306,720 km
Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Monza:
David Coulthard 1995 (McLaren-Mercedes)
Michael Schumacher 1996, 1998, 2000, 2003
(Ferrari), Juan Pablo Montoya 2001 (Williams-
BMW),
Rubens Barrichello 2002, 2004 (Ferrari).
Keldur: www.f1.com og www.forix.com
FAKTA