leygardagur 3. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
25
Hóast tað neyvan
verður roknað við
nøkrum skreytum frá
okkara monnum
hesaferð, so eru tað
eisini fronsk við-
haldsfólk, sum tykjast
stuðla liðnum
FJEPPARAR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Bethune, Frakland: Gjøg-
num tíðina hevur føroyska
fótbóltslandsliðið vunnið
sær hópin av vinum uttan-
lands. Smáu oyggjarnar,
sum í so nógvar mátar hava
bjóðað teimum stóru tjóð-
unum av, eru á sín hátt
ímyndin av dystinum mill-
um David og Goliath. Ein
ímynd, ið mest sum altíð
vinnur
samkenslu
og
áhuga.
Og Frakland er einki
undantak í so máta. Eini
20-30 fjepparar sóust so-
leiðis longu til fyrstu venj-
ingarnar, og spent stóðu
hesi og bíðaðu, meðan liðið
vandi. At sleppa framat
spælarunum, var tó ikki
bara sum at siga tað.
Trygdin kring landsliðið
hevur sjáldan verið so góð,
sum er tað á hesi ferðini, og
meðan
ferðalagið
alla
staðni hevur eskortu av
løgreglubilum og - motor-
súkklum, standa vaktar-
menn eisini við venjingar-
vøllin, soleiðis at eingin av
áskoðarunum sleppur inn
um gyrðingina.
Eftir venjingina góvu
føroyingarnir tó loyvi til, at
fjeppararnir kundu sleppa
so nær stjørnunum, sum tey
sjáldan munnu sleppa tað,
tá meira navnframar fót-
bóltstjóðir enn tann før-
oyska vitja.
Og serliga mundi ein av
fjepparanum vera fegin um
hetta høvi. Kvinnan, sum
talan er um, hevði gjørt sær
eina stóra plakat, har hon
hevði savnað myndir av
øllum teimum føroysku
spælarunum, og gleðin var
stór, tá spælararnir ein og
ein settu navn sítt á plakat-
ina. Og tá hon so eisini
fekk loyvi at verða av-
myndað mitt í leikarahóp-
inum, mundi frøin ongan
enda taka. Í øllum førum
var orðafloymurin øgiligur,
tá myndin varð tikin, og tó
at spælararnir ikki mundu
skilja stórvegis av hesum,
so høvdu teir eisini hug at
smílast.
So hvør veit, um tað ikki
eru fleiri enn bara føroying-
arnir á leikvøllinum, sum
fara at díkja á Føroyar leyg-
ardagin. Kundi hent seg, at
stuðulsrópini eisini koma á
fronskum - og tey skulu so
undir øllum umstøðum vera
vælkomin.
Franskir føroyafjepparar
Hóast fjepparin ivaleyst hevði gjørt sær stóran ómak, so var onkur myndin komin skeivt fyri.
Nakað sum føroysku spælararnir hildu vera óføra stuttligt