Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 167 - 3. september 2005 Avloysari fyri skrivstovufólk Leirvíkar kommuna søkir eftir avloysara fyri skrivstovufólk í farloyvi at byrja skjótast tilber og fram til 31. juli 2006. Starvið sum avloysari er hálva tíð og fevnir um alt vanligt skrivstovu- arbeiði. Førleiki: Viðkomandi má hava góðan kunnleika til teldu og bókhald. Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur. Løn: Lønin verður goldin sambært galdandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Upplýsingar og umsókn: Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006 ella Fríð- gerð Heinesen, borgarstjóra, tlf. 743006. Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. september 2005. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík leirvik@leirvik.fo www.leirvik.fo