Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 • Vikuskiftið 3.–4. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tinghellan s. Ferðabræv úr Íslandi ROKKUR Niels Uni Dam Garrvilli rokkbólkurin 48 Pages er aftur í venjingarhølunum á Margarinfabrikkini og fer skjótt undir at spæla aftur. Teir siga, at teir ætla at rokka Føroyar sum ongantíð fyrr. 48 Pages gjørdi í fjør nógv um seg. Við hópin av konsertum bæði her heima og í útlandinum, og við luttøku á fløguni Ampa- ljóð, var hetta ein av virknastu bólkunum í landinum. Men so var knappiliga stilt. Brølini og frumskríggini vóru tagnað, gittarhelvitið slóknað og eingin trumma sló longur. Útisetar Orsøkin til tøgnina var tann mest vanliga í føroyskum tónleiki: tveir av limunum fóru av landinum í lestrarørindum, og tí hevur bólkurin verið óvirkin seinasta hálva árið. Seinasta konsertin var í Aalborg, har bólkurn luttók á "Europas største ungdomsfestival". Sangarin í bólkinum Franz Jónas Galán gjørdist við 48 Pages, eitt kent annlit á føroyska rokkpallinum. Hann hevur síðan gjørt vart við seg í bólkunum einkikanndiskuterast.altkann, Fólkayvirlitinum, The Headliners og nú seinastu tíðina, sum gittar- leikari í Sic, og andlit úr lýsingarheiminum. Nýggjur gittarleikari Í summar hevur bólkurin vant á Margarinfabrikkini í Havn, trummuleikarin Eyðun Müller er komin aftur til Føroyar, men gittarleikarin Bjartur Dal- Christiansen enn er uttanlands, tí er Edmund í Garði nýggjur gittarleikari. Edmund er millum gávuríkastu ungu gittarleik- ararnar í landinum, hann hevur fyrr spælt við Krit, Side Effect og Zink. DVD útgáva Meðan bólkurin var í Aalborg, vóru teir í upptøku-høli, og tóku níggju løg upp, enn er eingin avgerð tikin um ella hvussu upp- tøkurnar skulu útgevast. Men á heimasíðuni sigur bólkurin, at teir hava arbeitt við ætlanum um eina DVD, við ljóð og myndum. Umframt upptøkurnar í Aalborg, hava teir eisini gjørt eitt sjónbandalag til sangin "Irish Wimp", og ein lítlan dokumentarfilm um upptøkurnar av Ampaljóð. Tó er henda DVD’in enn bert ein møgulig ætlan. 48 Pages gera aftur um seg 48 pages hevur altíð verður ein sera visuellur bólkur, nógv hevur verið gjørt burturúr pallframførsluni. Í løtuni verður arbeitt við ætlanum um eina afturkomu konsert, har pallframførslan verður størri og betri enn nakrantíð fyrr, tað verður uttan iva garrvilt.