leygardagur 3. september 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 167 - 3. september 2005
SJÁLVMORÐ
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Talið á sjálvmorðum í Føroyum
er ikki høgt, men tað ger tað ikki
minni svárt hjá teimum, sum sita
eftir. Kanska tvørturímóti, tí aft-
urat sorgini nívir einsemiskensl-
an, sum bara verður sterkari av,
at ongin vil tosa við tey avvarð-
andi um tað, sum er hent. Tí vita
fakfólk og onnur eisini so lítið
um, hvørjar kenslur bylgjast inni
í teimum, og hvussu tey kunnu
hjálpa. Í vón um at fáa gagn av
royndunum hjá hvør øðrum, hava
stigtakarnir av Alheimsdegnum
fyri sjálvmorðfyribyrging 10.
september tí valt, at lata ein part
av degnum snúgva seg um
støðuna hjá teimum avvarðandi.
Sluppu ikki at hjálpa
Kathrina L. Joensen er sálarfrøð-
ingur og hevur millum annað
arbeitt nógv við kreppuraktum
menniskjum og avvarðandi eftir
deyðstilburðir. Hon er eisini sjálv
avvarðandi eftir eitt sjálvmorð,
og kann tí út frá egnum royndum
vísa á, at sorgin tá uppá fleiri
mátar er øðrvísi, enn tá sjúka er
orsøkin. Kathrina heldur, at mun-
urin kanska er mest sjónligur, tá
tey avvarðandi eftir sjálvmorð
aftur og aftur seta sær spurning-
in: Hví sluppu vit ikki at hjálpa?
Kathrina greiðir frá, at vanliga,
tá fólk hava mist ein av sínum
kæru, hjálpir tað nógv at tosa um
til dømis sjúkugongdina og
tíðina beint frammanundan, hvat
læknarnir søgdu, hvussu man
sjálvur royndi at vera um tey
o.s.fr. Hetta er ein nátúrligur
liður í sorgarbeiðinum og ein
partur av minninum og søguni
um tann deyða, sum tey avvarð-
andi bera við sær víðari.
- Tey, sum sita eftir aftan á eitt
sjálvmorð, eru avskorin frá
øllum hesum. Ikki bara, tí tey
ikki sluppu at vera um tann, sum
tók lívið av sær. Men eisini tí
ongin orkar at hoyra um ein, sum
gjørdi sjálvmorð og enn minni
um mátan, tað hendi. Tey avvarð-
andi eru tí ikki bara nívd av
skelkandi missinum. Tey mugu í
stillum eisini ásannað, at teirra
sorg onki pláss eigur nakra-
staðni, tí ongin vil vita av henni,
sigur Kathrina.
Eitt er, at tey avvarðandi ikki
fingu møguleikan at hjálpa.
Tormóður Stórá, sálarlækni vísir
á, at tað slepst heldur ikki undan,
at tey avvarðandi spyrja seg
sjálvan, hví tann deyði ikki
skoytti um teirra hjálp og tí sita
eftir við eini kenslu av at vera
avvíst.
– Eitt menniskja, sum ger
sjálvmorð, velur ikki bara lívið
frá. Tað velur eisini at avskriva
sín maka, familju, síni børn,
foreldur og vinfólk. Tí er tað
eisini lætt at skilja, at tey sum
sita eftir spyrja seg sjálvan, hvat
tey gjørdu skeivt, ella hvat var
galið við teimum, sigur hann.
Søgan um tann deyða
Kathrina og Tormóður ivast ikki
í, at eitt sjálvmorð í Føroyum
ofta hevur aðrar og sterkari
avleiðingar, enn í einum stór-
býarumhvørvi. Vanliga verður
mett, at á leið fimm fólk verða
rakt av hvørjum einstøkum sjálv-
morði. Lítil ivi er tó um, at í
Føroyum kunnu vit lættliga
tvífalda hetta talið, um vit hugsa
um, hvussu lítið samfelagið er,
og hvussu tætt samband familjur
oftast hava við hvønnannan. Tey,
sum sita eftir, eru sjálvandi full-
greið yvir, at øll onnur vita, hvat
er hent í teirra familju, men
mugu í flestu førum bara gita seg
til, hvat tey hugsa. Tøgnin ger, at
søgur byrja at trívast um, at tann,
sum gjørdi sjálvmorð, má hava
verið ein sjálvsøkin hjartaloys-
ingur ella øvut, at tað má hava
verið ein ræðulig familja ella
maki, sum dreiv hann til tað.
Søgur frá farnarí tí, har fólk, ið
høvdu tikið seg sjálvi av døgum,
ikki sluppu at verða jarðað í
vígda jørð, spøkja aftur, og enn
eru tað tey, ið eru skjót at vísa á,
at sjálvmorð er ein deyðssynd
sambært Bíbliuni. Í øllum hesum
skulu tey, sum sita eftir, onkus-
vegna royna at fóta sær í sorgini.
- Ikki minst tí, tey sosialu sam-
bondini eru so tøtt, kennist tað
serliga svárt og ørkymlandi, at
tað ikki ber til at tosa um makan,
foreldrið, barnið ella vinin, sum
tók seg av døgum. Onnur hava jú
Avvarðandi eftir sjálvmorð:
Sorgin eigur onki pláss
Sorgin eftir eitt sjálvmorð kann illa
samaberast við nakað annað. Svári og
skelkandi missurin níva, og pínan verður
ikki minni av, at ongin vil tosa um hana.
Á Alheimsdegnum fyri
sjálvmorðsfyribyrging verður ljós varpað
á støðuna hjá teimum avvarðandi og
burturtagdu sorgina
Ynski hjá teimum avvarðandi
Í sambandi við útgávuna av bókini Sorgen ved selvmord eftir Inger
Anneberg varð skipa fyri temadegi um evnið í Kolding í novembur
2002. Dagurin førdi millum annað til, at danska Landsfelagið fyri
avvarðandi eftir sjálvmord varð stovnað. Aðalmálið hjá felagnum er
at tryggja teimum avvarðandi stuðul og hjálp, at brúka teirra royndir
sum tilfeingi í stuðlandi og fyribyrgjandi arbeiðinum sum heild,
umframt at gera mynduleikar og onnur varug við, hvørjar trupul-
leikar tey standa við.
Í kunnandi tilfarinum um sítt arbeiði vísir Landsfelagið til eina
norska kanning frá 1999 hjá Kari Dyregrov av støðuni og tørvinum
hjá teimum avvarðandi. 128 foreldur og 70 systkin, sum høvdu
upplivað at teirra barn, systur ella beiggi gjørdi sjálvmorð, tóku lut í
kanningini.
Samanumtikið vísir kanningin, at tey avvarðandi ynskja bæði
serkøna hjálp, stuðul frá familju og vinum og serliga at hitta onnur í
somu støðu.Tey leggja dent á, at tey ikki ynskja at gerast lívslangir
brúkarar í eini viðgerðarskipan, men heldur ynskja hjálp til sjálvhjálp.
Kanningin hjá Dyregrov váttar, at tey flestu avvarðandi fáa dyggan
stuðul frá nærmastu familjuni, vinum og starvsfeløgum beint eftir
sjálvmorðið og fram til jarðarferðina. Eftir hetta hvørvur stuðulin
spakuliga, og tey avvarðandi kenna seg vónbrotnan av, at tá eitt
hálvt ár er liðið, tykjast tey flestu at hava gloymt tann deyða og tað,
sum hendi.
Sjálvi siga tey, at tað hevði hjálpt munandi við meir almennari
upplýsing, so onnur fingu eina betri fatan av fløktu sorgini eftir eitt
sjálvmorð, og hvussu drúgført tað kann verða at finna inn til sín
sjálvs aftur.
Kelda: www.efterladte.dk
– Ongin orkar at hoyra um ein, sum gjørdi sjálvmorð og enn minni um mátan, tað hendi. Afturat
pínuni mugu tey avvarðandi tí ásanna, at tað ikki er pláss fyri teirra sorg nakrastaðni, sigur Kathrina
L. Joensen, sálarfrøðingur og avvarðandi og stigtakari til Alheimsdagin fyri sjálvmorðfyribyrging 10.
september