leygardagur 3. september 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
29
eisini kent viðkomandi og eru
ein partur av minninum og søg-
uni um tann deyða. Øll avvarð-
andi hava brúk fyri søguni um
tann deyða fyri at koma víðari.
Tí hevur mátin, tey sleppa at
fortelja hesa søguna fyri sær
sjálvum og øðrum, so ómetaliga
stóran týdning, sigur Kathrina.
Hon leggur afturat, at sorg
ongantíð er støðug, men ein
kensla, sum allatíðina broytist.
Hevur tú hinvegin ongan at deila
tínar kenslur við byrja tankarnir
at mala í ring, og sorgarbeiðið
kann tí ikki fara fram, sum tað
átti.
So leingi sjálvmorð er eitt so
stórt tabuevni, hóttir einsemis-
kenslan við at fáa fastatøkur á
teimum, sum sita eftir. Í eini
roynd at forða hesum er partur av
Alheimsdegnum fyri sjálv-
morðsfyribyrging tí tillutaður
teimum avvarðandi fyri at vísa,
at tey ikki eru einsamøll, og at
eisini teirra sorg og søga eiga eitt
pláss í gerandisdegnum.
Kenslur og reaktiónir
Á Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrging
10. september í Miðlahúsinum verður millum
annað vístur ein danskur dokumentarfilmur
um støðuna hjá teimum avvarðandi eftir
sjálvmorð.Tað er Inger Anneberg, journalistur,
sum hevur gjørt filmin. Inger Anneberg hevur
granskað nógv í hesum evni, og í bókini Sorg-
en ved selvmord tekur hon soleiðis samanum
kenslurnar og reaktiónirnar hjá teimum avvarðandi:
Sjokk - av at finna tann deyða, av at sjálvmorðið kundi henda
Lætti - yvir at hóttaninar nú eru av, at lívið aftur verður normalt, og
at tann deyði ikki longur pínist
Avvnoktan - tey, sum sita eftir, vilja ikki trúgva tí, sum er hent, vilja
ikki trúgva, at tað var sjálvmorð
Ræðsla - við tankan um, hvussu nógv tann deyði píndist, áðrenn
hann andaðist
Hvussu og hví? Hvør máti varð brúktur, hvørjar umstøður førdu til
deyðan, hvussu hevði tann deyði tað beint áðrenn sjálvmorðið?
Skuldarkensla - kenslan at vera samsekur í sjálvmorðinum, av ikki
at hava forðað sjálvmorðinum, av at hava verið vánalig foreldur, av at
hava verið tann, sum gjørdi tað liðugt, av at hava skeldast við tann
deyða beint áðrenn sjálvmorðið. Skuldarkensla av ikki at hava sæð
ávaringartekinini, meðan tíð var, av at hava ynskt viðkomandi
deyðan, av at kenna deyðfallið sum ein lætta, av innihaldinum í
skilnaðarbrævinum - ella skuldarkensla, sum ein máti at revsa seg
sjálvan.
Ábreiðslur - móti øðrum fyri at hava havt lut í ella ikki hava forðað
sjálvmorðinum
Afturvísing - kenslan av at vera svikin og snýttur
Skomm - av eitt nú sálarstøðuni ella rúsevnamisnýtsluni hjá tí
deyða, av ábreiðslum frá øðrum ella av síni egnu skuldarkenslu
Vreiði - móti tí deyða fyri at hava verið atvold til so nógva pínu,
vreiði yvir verða álagdur so nógvar eyka pliktir og byrðar og yvir ikki
at hava møguleika at løna tí deyða aftur ella fáa hevnd yvir
"systemið", fjølmiðlarnar, Gud, sálarfrøðingin o.s.fr
Álitismissur - tey avvarðandi hava ilt við at halda fast í gomlum
sambondum ella knýta nýggj.Tey kenna seg einsamøll og avbyrgja
seg sosialt
Mistir møguleikar - sorgin yvir evnini og møguleikarnar, sum nú
ongantíð verða brúktir
Ivi í virðum - missa sjálvsvirði, koma í iva um síni persónligu og
eksistentiellu virði og sína trúgv
Sjálvmorðstankar - ynskja at sleppa sama veg sum tann deyði,
burtur frá meiningsloysinum ella gerast tunglynt og fáa tí
sjálvmorðstankar
Ræðsla fyri fleiri sjálvmorðum - royna av øllum alvi at verja onnur í
familjuni móti trupulleikum og svárum kenslum.
Harumframt nevnir Inger Anneberg tørvin hjá teimum avvarðandi á
at fortelja tí deyða, hvussu nógv tey elskaðu hann ella hana og
sorgina yvir ikki at hava møguleika at enda ósemjur á ein virðiligan
hátt.
Kelda: Inger Anneberg, Sorgen ved selvmord, Høst & Søn, 2002