Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 195 - 11. oktober 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Tilbúgvingin tikin í álvara EFTIR at hava ligið sum tongul í brimi nú í longri tíð hava landsins myndugleikar nú lok- sins gjørt av, at ein komandi tilbúgving í Før- oyum skal vera heimahoyrandi í Fiskimála- stýrinum ella neyvari hjá Vaktar og Bjargingar- tænastuni. Alt gott um hetta. Undan tí lá málið í Vinnumálastýrinum men lutvíst eisini í øðrum stýrum. Og fara vit eitt sindur longur aftur lá tað hjá fleiri ymsum landsstýrismonnum. Tað tænir ongum endamáli at vera bakklókur og klikkja niður á henda ella handa myndugleikan fyri, at málið ikki er tikið meira alvorligt. Nú má hyggjast frameftir og arbeiðast miðvíst. NÚ er so avgerð fallin um, hvar tilbúgvingin skal hoyra heima og hvør hevur ábyrgdina av henni. So far so good. Hetta er annars eitt mál, sum nettupp vegna tvørrandi ábyrgdar- stað, ongan góðan hevur havt. Tó at tað hava verið persónar, sum aftur og aftur hava gjørt vart við álvaran í hesum máli. Ikki fyrr enn oljuvinnan bankar á dyrnar rakna fólk við og innsíggja, at okkurt má henda. Man kann tí siga, at oljuvinnan kemur her sum ein kær- komin gestur, tí hon fær skundað undir eitt álvarsligt samfelagsligt mál, sum ein tilbúgving jú er. Eitt mál, sum hevur ligið á láni. Tá hetta er sagt eiga vit tó ikki at gloyma tað risastóra arbeiði, sum Færørenes Kommando hevur staðið á odda fyri. SAMBART frágreiðing frá Fíggjarmálastýrinum, sum verður viðgjørd meira nágreiniliga í blað- num í dag, er talan um eitt øki, sum vit sjálvi ikki hava ábyrgdina av í dag. T.d. er føroyskt havøki partur av skotskum og íslendskum øki, tá tað ræður um leiting og bjarging. Hesa uppgávuna hevur annars danska sjóverjan røkt væl og virðiliga í mong ár, men nú oljuvirksemið kemur inn í myndina verður hetta ábyrgdarøkið víðkað. Og sum skilst á Fiskimálastýrinum eru danskir sjóverjumyndugleikar ikki sinnaðir til at økja um verandi virksemi sítt til eisini at fevna um eina oljutilbúgving. Tí eru vit sjálvi tvingað til at taka málið í egnar hendur, og her er tað so, at V&B skal til at víðka um sítt arbeiðs- og ábyrgdarøki. Í hesum sambandi verður tosað um at seta á stovn eina MCRR-bjargingar- miðstøð. V&B hevur í hesum sambandi lýst eftir fólki til at taka sær av hesum nýggju uppgávunum. Vónandi fara fólk at søkja starvið, sum hava bæði beinini á jørðini, sum hava arbeitt við hesum málum longu ella sum hava greiðar meiningar um, hvussu nakað ítøkiligt kann fáast burtur úr. Rætt og slætt fólk, sum hevur veruligt innlit í hetta málið. Og ikki minst: hevur áhuga fyri tí. Tilbúgvingin má og skal raðfestast nógv hægri enn higartil og vónandi eru nú útlit til, at henda raðfesting verður tikin í álvara av land- sins myndugleikum. Av royndum vita vit, at sera nógv verður skrivað, tá val er í hondum. Tí hev- ur blaðleiðslan gjørt av, at innsent politiskt tilfar í samband við kommunu- valið komandi verður av- markað í longd til eina A4 síðu í vanligari skrift - ella áleið 3.000 tekn - saman við andlitsmynd av val- evninum. Øll valevni er kortini vælkomin at skriva í Sos- ialinum, men tilfar, ið ikki lýkur treytirnar, kemur ikki í blaðið. Blaðleiðslan Treytir fyri valgreinar Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 9/7. Vinarligar heilsanir Karin Johannesen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi og abbi okkara OLAF SUNDAR HANSEN doyði og varð jarðaður. Sigrid, Unn, Guðrun, Eirikur og Magni Konsert í Leirvík týskvøldið Konsertin við Moniku S. Joensen, violin og Helene Rinngenberg, cembalo, sum varð lýst í blaðnum í gjár, er týskvøldið 10. oktober kl. 20:30 í Listasavninum í Leirvík og ikki mikukvøld- ið. At lyktirnar lýsa, er tín ábyrgd! Tað er rætt og slætt vandamikið, at bilar koyra við ljósum, sum ikki eru í lagi. Endamálið við tiltak- inum ”Lyktakanning” er stutt og greitt at fáa hvønn einstakan bilførara at steðga á og kanna viðurskiftini. Tað skal ikki nógv meira til enn at ganga eina ferð rundan um bilin og hyggja eftir, um øll ljósini lýsa, sum tey eiga. Best er at vera tvey um uppgávuna: annað situr í bilinum og tendrar fjarljósini, blunkljósini og bakkiljósini og traðkar á bremsuna, so bremsuljósini lýsa. Kanningarseðilin, sum verður útflýggjaður, tá ið tú keypir bensin ella olju, er ætlaður sum ”kekklisti”, tá ið hetta verður gjørt. Finnur tú brek, má tað sjálvandi verða rættað! Lýsir onkur pera ikki, má sjálvandi nýggj setast í. Er t.d. nærljósið øðrumegin farið, er best at skifta út hinumegin eisini, annars verður munur á ljósstyrkini, og tað kann elva til ótrygg- leika. Tað er ikki altíð, at tað er peran, sum er farin. Mangan stavar brekið frá vánaligum elektriskum sambandi vegna rust ella irr. Um tað ikki hjálpir at skava og reinsa, er neyðugt at fara á verkstað, har kønar hendur kunnu rætta brekið. Tú fært eina peru afturfyri... Tá ið tú keypir bensin ella olju í vikunum, tá ið lykta- kanningin er, fært tú ein kanningarseðil útflýggjað- an. Á hesum seðili eru 8 spurningar um ljós. Tá ið tú kanst seta kross í allar kass- arnar, er kanningin liðug fyri títt viðkomandi, og tú kanst lata seðilin inn aftur á eina bensinsølustøð hjá Statoil ella Shell. Letur tú seðilin inn, fært tú ein peru afturfyri – at eta! Hetta er løn fyri gott arbeiði. Lyktakanningin 2000 – er peran í lagi? Lyktakanningi og politiið Lyktakanningin er í veru- leikanum í tveimum pørt- um. Fyrri parturin er upp- lýsingarátakið, meðan hin seinni er eftirkanningin, sum politiið tekur sær av. Fyrstu vikurnar í november verður serligt átak at kanna bilar. Vinn ein tanga av bensini ella olju Drigið verður ímillum inn- Tíðindaskriv: Frá mánadegnum 16. oktober til sunnukvøldið 29. oktober verður skipað fyri lyktakanning Fólk, sum lesa Internet- Sosialin, hava nú møgu- leika at vísa, hvønn tey vilja hava til borgarstjóra í Havn. Møguleiki er at velja ímill- um tey seks fólkini, sum fingu flestar atkvøður á teimum seks listunum til kommunuvalið í 1996 - og sum eisini stilla uppaftur hesaferð. Ávíst fyrifarni skal sjálv- andi takast fyri slíkar at- kvøðugreiðslur, tí tilvildar- lig fólk verða ikki spurd, men tey, ið klikkja seg inn komnu seðlarnar um at vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,- . Sein- asta freist at lata svarseðilin inn er mánadagin 30. oktob- er 2000. Tjúgu vinningar verða latnir, og Shell og Statoil lata helvtina hvør. Drigið verður í Breytini í Rás 2 fríggjadagin 13. no- vember 2000, sigur Ferðslutrygd. Vel borgarstjóra í Havn í Sosialinum á InternetSosialin, hava møguleikan at velja. Tó ber bert til at velja eina ferð frá hvørjari teldu. Á middegi í gjár høvdu 143 valt, og var úrslitið hetta: (A) Jan Christiansen 10% (B) Heðin Mortensen 12% (C) Elin Lindenskov 25% (D) Ronald Poulsen 6% (E) Leivur Hansen, 32% (M) Jenis av Rana 15% Meira sæst á www.sosialurin.fo STEFAN Í SKORINI Í enska blaðnum Sunday Times 10. september í ár er ein listi prentaður yvir tjúgu tey bestu og tjúgu tey vána- ligastu flogfeløgini í heim- inum. Millum flogfeløgini, sum fáa besta skoðsmálið, eru Air Canada, Swissair, British Airways og SAS. Í hinum endanum er tað skelkandi at síggja svart uppá hvítt: Atlantic Airways Faroe Islands, Denmark millum Krasnoyarsk Airlin- es, Aserbadjan Airlines og Mongolian Airlines og øðrum flogfeløgum úr til- afturskomnum londum. Okkara flogfelag verður mett at hoyra heima millum tey flogfeløgini, har møgu- leikin fyri at koma út fyri flogóhappi ella -vanlukku er størstur. Ófullfíggjað kanning Atlantic Airways er í Sun- day Times skrásett fyri eitt óhapp. Hetta gevur felag- num 13,35 óhapp fyri hvørj- ar 100.000 fráferðir, og tað er eitt høgt tal sammett við onnur flogfeløg. Í stigatalv- uni fær Atlantic 0,8 stig, men hetta talið er ikki rætt sambært Atlantic Airways. - Í kanningini er roknað við, at Atlantic Airways bara hevur tólv fráferðir um vikuna, men í veruleikanum hava vit 42 fráferðir í miðal um vikuna, sigur Jákup Egil Jensen, sum er Quality Manager hjá Atlantic Air- ways. Hesin skeivleiki ger, at Atlantic Airways endar millum tey niðastu á stiga- talvuni. - Um roknað varð við rætta talinum, sum er 42 fráferðir um vikuna, hevði Atlantic Airways verið í tí ovasta triðinginum av stiga- talvuni, sigur Jákup Egil Jensen. Á Atlantic verður hetta kanningarúrslitið tikið í sera stórum álvara, síðan tey vóru varug við tað mið- skeiðis í september mánaða, tí tey ásanna, at hetta kann gera óbótaligan skaða. Kanningin er í hesi vikuni eisini prentað í einum svenskum blað, og fleiri hava gjørt vart við hjá Atlantic Airways, at felagið verður mett at hava eina vánaliga trygd. Kanningin er ikki heilt eftirfarandi, tí jú færri frá- ferðir eitt felag hevur, tess størri verður talið, sum sigur, hvussu nógv óhapp eru fyri hvørjar 100.000 fráferðir. Øll flogfeløgini hava fingið minst eitt óhapp í sín lut, tí tað verður altíð mett, at eitt flogfelag kann hava eitt óhapp. Tí er tað eina óhappið, sum Atlantic er skrásett fyri, ikki hent í veruleikanum. Óhappið 2. august í 1989, tá flogfarið fór av breytini undir lend- ing, hevur ikki verið við, men í nýggju tølunum verð- ur eisini roknað við hesum óhappinum. Tey flogfeløgini, sum hava nógvar túsund fráferð- ir hvørja viku, hava tískil ein fyrimun í tí útrokning- arháttinum, sum verður nýttur. Atlantic Airways hevur bara tað eina flog- farið, og tí eru fráferðirnar heldur ikki so nógvar í tali. Atlantic kláraði seg tó væl Kanningin er bygd upp á tann hátt, at mett verður um trygdina á tíggju ymsum økjum. Her verður ein karakterur givin, sum liggur ímillum 0 og 1. Summurin av hesum tíggju karakter- unum verður faldaður við ein safetymultiplier, sum hjá Atlantic Airways verður mettur at verða 0,105 í kanningini. Orsøkin til, at hetta talið er so lágt, kemst av at roknað hevur bara verið við 12 fráferðum um vikuna ístaðin fyri 42. Um roknað varð við røttu tølunum hevði safetymulti- plier ístaðin verið 0,522 sambært Jákupi Egil Jen- sen, sum hevur sett seg í samband við John Trevett, ið stendur fyri kanningini. Hann hevur heitt á Trevett um at fáa tølini í rættlag, so Atlantic Airways kann sleppa úr botninum á stiga- talvuni. Nú tá røttu tølini eru komin á borðið, ber til at rokna seg fram til, at At- lantic Airways hevði fingið 4,0 stig í alt. Í Sunday Times fær føroyska felagið 0,8 stig, sum eftir øllum at døma ikki er heilt rætt. Jákup Egil Jensen hevur hugt nærri at øllum rokni- stykkinum og tølunum, sum roknað verður eftir. Hann heldur, at á teimum tíggju økjunum, har mett varð um trygdina, kláraði Atlantic seg heilt væl. Tað, sum oyðileggur alt, eru skeiva talið av fráferðum, sum ikki er rætt, og sum dregur nógv niður. Tey tíggju trygdarøkini, sum verða tikin við í kanningina eru av ymsum slag, og her eru nøkur av Atlantic Airways illa viðfarið í altjóða kanning Í eini kanning av 477 ymsum flog- feløgum í øllum heiminum verður føroyska flog- felagið Atlantic Airways mett at vera millum tjúgu tey vánaligastu. Jákup Egil Jensen av Atlantic Air- ways sigur, at kanningin als ikki er eftirfarandi, og tey hava sett seg í samband við mannin, sum hevur staðið fyri kanningini, fyri at rætta mistøkini teimum mest áhugaverdu. Fyri aldurin av flogfarinum fekk Atlantic 0,57 stig, tí flogfarið er 13 ára gamalt. Fyri flogvøllin og umhvørv- ið verður givið fult stigatal. Tornið á flogvøllinum fær eisini fult stigatal. Eftirlitið við flogførum í Føroyum fær fult stigatal. Tá hugt verður eftir eig- araviðurskiftunum fær At- lantic ikki fult stigatal, tí felagið er alment og ikki privat. Leiðslan av felag- num fær tó fult stigatal. Trevett ásannar mistakið John Trevett, sum stendur fyri kanningini fyri Flight- Safe Consultants Limited í Onglandi, ásannar mistøk- ini, ið eru gjørd. Hann hevur tí rætta tey inni á heima- síðuni hjá FlightSafe. Har fær Atlantic Airways nú 4,0 stig. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, heldur, at hetta er á góðari leið, tí hetta er tað vanliga stigatalið hjá teimum smærru flogfeløg- unum. Illa ber til at koma longri upp, tí talið av frá- ferðum er so lítið. Tey stóru flogfeløgini liggja um 7-8 stig Kanningin er løgd fram á eini ráðstevnu fyri trygd og góðsku innan flogferðslu í Brussel. Hon er ætlað størri fyritøkum, sum senda síni starvsfólk kring jørðin í arbeiðsørindum, so tær kunnu velja tey flogfeløg- ini, sum ery tryggast. OGP (Association og Oil and Gas Producers) hevur tikið kanningina til sín og ætlar at marknaðarføra hana fyri sínum limum, sum eru tey størstu oljufeløgini í heim- inum. Nú oljuvinnan stend- ur fyri durum, er tað um- ráðandi, at Atlantic Airways ikki fer at standa niðast á stigatalvuni. Millum tjúgu tey niðastu flogfeløgini hava níggju teirra heimstað í gamla Sov- jetsamveldinum. Vanda- miklast er at flúgva við Air Georgia, sum er skrásett fyri fimm óhapp, og tað eru 300 óhapp fyri hvørjar 100.000 fráferðir. Magni Arge er nøgdur við tað samlaða úrslitið av kanningini, nú tey røttu tølini eru komin á borðið Atlantic Airways varð fyrst mett at vera á sama støði sum Krasnoyars Airlines og Aserbadjan Airlines, men kanningin er ikki rættvís. Hetta hevur kanningarleiðarin nú ásannað, og Atlantic hevur nú tikið seg fram á pláss, sum kann góðtakast