mikudagur 11. oktober 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 195 - 11. oktober 2000
Nr. 195 - 11. oktober 2000
JAN MÜLLER
– Sum landsstýrismaður í
olju- og umhvørvismálum
og við teimum royndum eg
havi
innan
arbeiðsum-
hvørvi, haldi eg, at tað er
av størsta týdningi, at
heilsu-, trygdar- og um-
hvørvisstøðið er so gott sum
gjørligt á øllum arbeiðs-
plássum segði Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í olju-
málum á fyrsta fundinum
hjá nýstovnaða Oljutingin-
um í Havn mikukvøldið.
Hann vísti á 17. august ár
2000 sum ein merkisdag í
Føroya søgu. Tá vórðu tey
fyrstu 7 loyvini latin altjóða
og føroyska oljuídnaðinum
at leita eftir olju og gassi á
føroyska landgrunninum.
– Nú eru vit so komin
JAN MÜLLER
Eisini føroyska løgreglan
er av álvara farin til at
fyrireika seg til komandi
oljuútviklingin. Á tíðinda-
fundinum í Tinganesi her-
fyri varð eisini leikluturin
hjá løgregluni á skránni.
Løgreglan í Føroyum
hevur fyrireikað seg til
fylgjandi arbeiðsuppgáv-
ur:
arbeiðsvanlukkur,
stórar vanlukkur, um-
h v ø r v i s v a n l u k k u r,
arbeiðs- og uppihalds-
loyvi, hóttanir móti olju-
vinnuni, aðrar kriminell-
ar atgerðir og trupulleikar
við umhvørvisfelagsskap-
um.
Tað, sum løgreglan ikki
hevur tann stóran kunn-
leikan til, er, at hesar upp-
gávur skulu í flestu førum
loysast langt til havs.
Hetta krevur eitt stórt fyri-
reikingarbeiði. Løgreglan
er farin í holt við hetta
arbeiði og er komin langt
áleiðis, hóast nógv er eftir.
Løgreglan hevur m.a.
gjørt avtalu við politistar
hjá løgregluni í Stavanger
um at fáa serfrøðingar til
Føroya at útbúgva eitt ser-
ligt føroyskt løgreglulið,
Politiið fyrireikar
seg til oljuna
sum skal átaka sær at fara
út á boripalllarnar. Henda
útbúgvingin byrjar fyrst í
komandi ári. Løgreglan
hevur eisini gjørt avtalur
við oljufeløg og oljumála-
stýrið, sum skulu kunna
løgregluliðið um tey ser-
ligu viðurskiftini og skip-
anirnar, sum eru galdandi
í sambandi við frálanda-
virksemi.
Løgregluliðið fer eisini
at útbúgva seg hjá Danish
Offshore Scholl á Fanø og
hjá Ríkispolitiknum.
Farið er eisini undir at
gera samstarvsavtalur við
starvsfelagar í granna-
londunum í bæði Stavan-
ger og Aberdeen, um stór-
ar vanlukkur skuldu hent.
Eisini verða avtalur
gjørdar við danska ríkis-
politiið um at fáa hjálpar-
manning og annan stuðul.
Løgreglan í Føroyum
hevur eisini gjølla kannað,
hvussu løgreglan í Norra
og Danmark og lutvíst
Skotlandi hevur fyrireikað
seg til oljuvinnuna. Eftir
tíðarætlanini hjá løgregl-
uni í Føroyum verður alt
tilbúgvingararbeiðið lið-
ugt á sumri 2001.
JAN MÜLLER
Í farnu viku varð tíðinda-
fundur í Fiskimálastýrinum
har greitt varð frá ætlanun-
um á tilbúgvingarøkinum.
Ein bólkur, sum hevur ar-
beitt við tilbúgvingarspurn-
ingum mælir í fyrsta lagi til
at avklára ríkisrættarligu
viðurskiftini viðvíkjandi til-
búgving, í øðrum lagi til at
tilbúgvingarlóg verður at
galda fyri Føroyar og í triðja
lagi til at skipað verður ein
tilbúgvingarumsiting
og
eftirlit.
Tilmæli er longu gjørt
um, hvat tilbúgvingarlógin
skal umfata og er hetta rætt-
iliga rúgvusmikið tilfar,
sum fæst til vega frá Fiski-
málastýrinum fyri tann og
tey, sum vilja vit meira um
málið. Annars er endamálið
við lógini at kunna staðfesta
og fremja eina skipaða til-
búgving fyri Føroyar og við
tí endamáli at fyribyrgja,
avmarka og veita hjálp, tá
skaðar henda á persónar,
ognir og umhvørvi, orsakað
av vanlukkutilburðum og
katastrofustøðum, ella tá
stórur vandi er fyri hesum.
Í sambandi við tilbúgv-
ingarumsiting mælir ar-
beiðsbólkurin Fiskimála-
stýrinum til beinanvegin at
seta neyðugar fyrireikingar
í verk, har Fiskimálastýrið
skipar eina tilbúgvingarum-
siting, sum skal tryggja eina
vælskipaða tilbúgving í Før-
oyum og skal hava eftirlit
og samskipa tilbúgvingar-
partarnar og skipaninar, og
at ráðgeva myndugleikun-
um í tilbúgvingarmálum.
Hvat viðvíkur leiting og
bjarging á sjónum verður
mælt til, at sokallaða
MRCC-verkætlanin verður
sett í verk. Mælt verður til,
at tað verður gjørt eitt so-
kallað „Memorandum of
Understanding“ millum før-
oyskar myndugleikar sam-
an við donskum myndug-
leikum og skotskum og
íslendskum myndugleikum
um, at føroyskir myndug-
leikar hava ábyrgdina av
leiting og bjarging í før-
oyska havøkinum.
MRCC-Tórshavn
Mælt verður at enda til, at
tá ein føroysk bjargingar-
støð er ment, tvs. eitt
MRCC-Tórshavn, kann far-
ast undir at virka fyri, at
føroyska havøkið verður
greinað og viðurkent sum
SAR-øki.
(Searc
and
Rescue) Í dag er føroyska
havøkið partur av íslendska
og skotska SAR-økinum.
Á
tíðindafundinum
í
landsstýrinum herfyri varð
víst á, at avgerð er tikin um,
at føroyska Vaktar- og
Bjargingartænastan
skal
taka yvir ábyrgd og leiðslu
av leiting og bjarging í før-
oyskum haviøki, tó í sam-
starvi við Færøernes Kom-
mando. Ábyrgdin fevnir
eisini um havumhvørvi og
uppgávur í sambandi við
oljudálking v.m.
Støðan í dag er tann, at
Oljumálastýrið, Færøerne
Kommando, løgreglan og
sjúkrahúsið hava stóran tørv
á sum skjótast at vita, um
MRCC verður á føroyskum
ella donskum hondum og
møguligar
tíðarkarmar.
Færøerne Kommando hev-
ur í dag ábyrgdina og leiðsl-
una av leiting og bjarging á
sjónum men hevur ongar
ætlanir um at víðka virk-
semi í sambandi við kom-
andi oljuvinnu. Ætlanin er
m.a tí at skipa eitt føroyskt
MRCC soleiðis, at øll leit-
ing og bjarging á føroyskum
havøki er undir føroyskari
leiðslu
longu
komandi
summar.
Klárt komandi
summar
Fiskimálastýrið sigur, at um
tað ikki eydnast tí at skipa
eitt føroyskt MRCC til
royndarboringarnar byrja
komandi summar, so hava
Føroyar ein trupulleika.
Teigararnir á føroyskum
havøki, sum eru veittir í
konsession til oljufeløgini
til royndarboringar eru í
skotska SAR (Search and
Rescue) økinum. Hetta
merkir í verandi støðu, at
oljfeløgini í sambandi við
royndarboringar
skulu
senda teirra tilbúgvingar-
ætlanir til góðkenningar hjá
skotska myndugleikanum,
sum er MRCC Aberdeen.
Mett verður, at um til-
búgvingin fyri frálandavirk-
semi verður skipað undir
MRCC Aberdeen, er hetta
ikki í tráð við grein 10 og
11 í kolvetnislógini, sum
ásetir brúk av føroyskari ar-
beiðsmegi, veitingar og
tænastur frá føroyskum
fyritøkum, um útbúgvingar
vm. umframt hvaðan loyv-
ishavari rekur virksemi sítt,
herundir m.a. føroyskan
bryggjukant ella føroyska
flogvøll.
Um
MRCC-Aberdeen
verður bjargingarstøðin í
sambandi við frálandavirk-
semi viðførir hetta m.a. eis-
ini: at føroyskir myndug-
leikar skulu gera samstarvs-
avtalu og áseta manna-
gongdir í sambandi við
eftirlitsuppgávur av tilbúgv-
ingini hjá oljufeløgunum og
onnur
viðurskifti
við
MRCC-Aberdeen, og at
Føroyskur bjargingardepil
stovnsetast
løgreglan í Føroyum má
gera samstarvsavtalu við
Grampian Police í Skot-
landi í sambandi við td.
skráseting av skaddum vm.
Tað er í hesum sambandi,
at Fiskimálastýrið mælir til,
at neyðug orka verður sett
til at fáa viðurskiftini av-
klárað viðvíkjandi ábyrgd
av leiting og bjarging í før-
oyskum havøki og greining
og viðurkenning av før-
oyskum SAR-øki.
Oljudálking
Tá tað snýr seg um havum-
hvørvi og uppgávur í sam-
bandi við oljudálking verð-
ur mælt til, at Vaktar og
Bjargingartænastan
ger
íløgur í neyðuga oljubasing-
arútgerð, og at V&B ger til-
búgvingarætlan fyri havum-
hvørvisspill í tøttum sam-
starvi við Heilsufrøðiligu
Starvstovuna og Oljumála-
stýrið tvs. um tilkallingar-
skipan og mannagongdir. At
enda skal V&B menna eina
skipan, soleiðis at fólk eru,
sum kunnu handfara og
halda útgerðina viðlíka og
røkja uppgávuna í sambandi
við oljuspill.
Tyrlutilbúgvingin verður
eisini nevnd. Samsvarandi
sáttmála millum Fiskimála-
stýrið og Atlantic Ariways
fer Vaktar og Bjargingar-
tænastan at umsita tyrlu-
tilbúgvingina fyri tilbúgv-
ingina bæði á sjógvi og
landi. Hon skal ma. umfata
leiting og bjarging í før-
oyskum havøki, á landi og
uttanfyri føroyska havleið í
samráð við bjargingasrøðir
í grannalondunum. At enda
fevnir hon um sjúkraflutn-
ing á sjógvi og á landi.
hartil, at loyvishavarnir
skulu í holt við víðari kann-
ingar av økjunum, sum teir
hava fingið tillutað, áðrenn
teir kunnu søkja Oljumálas-
týrið um góðkenning til
veruligar boringar eftir olju
og gassi segði landsstýris-
maðurin, sum vísti á, at
hann hevur stórar vónir til
tað virksemið, sum fyri-
støðufeløgini skulu í holt
við. – Oljufeløgini skulu nú
til at virka saman við før-
oyska samfelagnum. Tey
skulu læra seg at skilja og
arbeiða saman við lokala
vinnulívinum, almennu um-
sitingini og útbúgvingar-
stovnum viðvíkjandi heilsu,
trygd og umhvørvi.
Eyðun Elttør vísti á, at tað
er ein týðandi uppgáva hjá
myndugleikunum at seta
krøv um eitt trygdarstøði,
sum tryggjar starvsfólk og
umhvørvi. Tí má trygdar-
støðið til eina og hvørja tíð
verða dagført, so tað sam-
svarar tøkniligu menningina
í samfelagnum annars.
Myndugleikarnir skulu
hava eftirlit við, at oljufel-
øgini og teirra undirveitarar
lúka galdandi lógir og kunn-
gerðir.
– Okkara uppgáva er eis-
ini at hava eftirlit við, at
fyristøðufeløgini og teirra
undirveitarir fremja virk-
semið á ein skipaðan hátt
við eini klárari fatan av egn-
ari ábyrgd og uppgávum.
Oljumálastýrið er nú í
ferð við at leggja síðstu
hond á eitt uppskot til eina
funktionella reglugerð fyri
heilsu, trygd og umhvørvi.
Henda reglugerðin gevur
ídnaðinum fríari ræsur til
sjálvi at leggja virksmið til
rættis og gjøgnumføra hetta
í samsvar við tey krøv, ið
føroyskir
myndugleikar
seta.
Vónir og krøv til
oljuvirksemið
EYÐUN KLAKSTEIN
Í februar mánaði í ár avdúk-
aði hon loynidómin, sum
hon hevði borið, síðani hon
var barn.
Frá tí at hon var eini seks
ára gomul, til hon var 15 ára
gomul, misnýtti pápi henn-
ara hana, og ikki fyrr enn í
ár, nógv ár seinni, avdúkaði
hon, hvat var farið fram í
hennara barndómi.
Men hóast hon valdi at
taka uppgerðina við pápa
sín, og at tað var eyðsýnt, at
tað kravdi nógv av henni sál-
arliga, fekk hon ongantíð
nakað tilboð um hjálp frá
myndugleikunum.
– Eg saknaði góða veg-
leiðing, tá eg kom fram við
míni søgu. Tað var eingin,
sum rættiliga tók sær av mær
og greiddi mær frá, hvat eg
skuldi gera. Onkur, sum eg
kendi, ráddi mær til at fara
til ein psykolog í Føroyum,
men tað fekk eg einki burtur
úr, sigur 24 ára gamla
kvinnan, sum er av Skála.
– Eg hevði brúk fyri onkr-
um, sum eg kundi venda
mær til og tosa við. Eitt
veruligt tilboð, sum kundi
hjálpa mær ávegis, men
hetta fann eg ongastaðni.
Síðani hon flutti til Dan-
markar fyri góðum trimum
mánaðum síðani, hevur hon
roynt at fingið sálarliga hjálp
frá myndugleikunum, men
her var eingin hjálpandi
hond at heinta. Tað venda
vit aftur til seinni.
Misnýtt
Fyri 18 árum síðani byrjaði
tað, sum kom at seta týðulig
spor á barndóminum og
ungdómin hjá kvinnuni, og
sum nú hevur noytt hana at
byrja tilveruna næstan av
nýggjum í útlegd í Danmark.
– Pápi mín byrjaði at mís-
nýta meg, tá eg var umleið
seks ella sjey ár, og tað helt
fram líka til eg var vorðin
15 ár, greiðir hon frá.
Pápin var sjómaður og var
tí nógv burtur heimanífrá,
men tá hann kom heim mill-
um túrarnar, visti hon, hvat
var í væntu.
– Hvørja ferð hann var
heima, gjørdi hann seg inn
á meg. Tí var eg rættiliga
nógv úti, tá hann var í landi.
Eg helt meg heilt einfalt
burtur frá heiminum, tí eg
vildi ikki hitta hann eins-
amallan, men sjálvandi
noyddist eg heim fyrr ella
seinni, og so endaði tað
javnan við, at hann aftur
misnýtti meg.
– Eg visti alla tíðina, at
tað, sum hann gjørdi við
meg, var skeivt, men ein or-
søk til, at eg lat tað ganga í
so nógv ár var helst, at hann
segði við meg, at um eg
segði eitt orð við nakran um
tað, so skuldi hann í fongsul
í seks ár. Eg billaði mær inn,
at eg var góð við hann og
ikki vildi hava hann í fongs-
ul.
Segði tað fyri mammu
síni
Tá hon var 15 ára gomul,
tók hon seg saman og
greiddi mammu síni frá, at
pápin hevði misnýtt hana í
nógv ár. Eftir hetta gavst
pápin við at gera seg inn á
hana, men mamman fór ong-
antíð víðari við tí, sum hon
visti, og tað var eitt stórt
vónbrot fyri hana.
Hon hevði væntað, at
mamman fór at taka stig til
eina rættiliga uppgerð við
pápan, men tað kom ongan-
tíð upp á tal. Hetta er eisini
ein týðandi orsøk til, at
kvinnan í dag einki samband
vil hava við mammu sína.
Stutt eftir hetta flutti hon
heimanífrá og búsetti seg í
Havn.
Kvinnan sigur, at hon var
merkt av misnýtsluni sum
barn og ung.
– Longu sum 10 ára gamla
kendi eg meg troytta av lív-
inum. Eg hevði tað ikki gott,
og eg var nógv fyri meg
sjálva. Men eg helt fram við
at halda eina fasadu mótveg-
is familjuni og vinum.
Hesa fasadu helt hon líka
til í fjør, tá hon avgjørdi, at
sannleikin skuldi fram, kosta
hvat tað kosta vildi.
Tók uppgerðina
Hon hevði tosað nógv við
sjeikin um tað, sum hon
hevði verið ígjøgnum, og
gjøgnum hesar samtalur
gjørdist tað alsamt meira
greitt fyri henni, at hon
kundi ikki tiga misnýtsluna
burtur restina av lívinum.
– Í oktober í fjør skrivaði
eg mammu míni eitt bræv,
har eg greiddi henni frá, at
eg vildi einki hava við tey
at gera longur. Eg mælti
henni til at fara frá pápa
mínum.
Tveir
mánaðir
seinni
vendi hon sær til ein al-
mennan stovn í Føroyum
fyri at vita, hvussu hon
skuldi fyrihalda seg. Men
har fekk hon onga hjálp, tí
henni varð sagt, at tað nú var
Tað kostar at gera
upp við fortíðina
24 ára gomul kvinna av Skála, sum varð misnýtt av pápa sínum í næstan 10 ár,
heldur, at incestoffur skulu hava meira stuðul og betri ráðgeving, tá tey velja at taka
uppgerðina við burturtagdu fortíðina. Tá hon flutti til Danmark í summar, royndi hon
at fáa sálarliga hjálp, men varð kveistrað til viks við óvanligari grundgeving
ov seint at gera nakað við
brotverkið.
– Eg hevði tað sera illa
aftaná hetta. Eg vildi ikki
góðtaka, at tað var soleiðis,
og tað endaði við, at eg í eini
seinastu roynd vendi mær til
sjálvan fútan. Eg greiddi
honum frá míni støðu, og
hann var ikki í iva um, at
okkurt skuldi gerast við mál-
ið. Tveir tímar eftir at eg
hevði tosað við hann, ringdi
ein politistur til mín og bað
meg koma til avhoyringar.
Hetta var í januar í ár, og
næstu tvær vikurnar kann-
aði løgreglan málið. Tá hes-
ir 14 dagarnir vóru gingnir
varð pápin handtikin og
ákærdur.
Nógv at hugsa um
Ein mánaði skuldi ganga til
rættarmálið kom fyri í Før-
oya Rætti, og hesin mánað-
in kendist tungur at fara
ígjøgnum.
– Eg hugsaði sera nógv
um, hvussu rættarmálið fór
at vera, hvat eg skuldi siga,
og hvat eg fór at verða spurd
um. Eg fekk so nógv at
hugsa um, at eg gavst á HF,
har eg byrjaði í august í fjør.
Eg kláraði ikki at ganga í
skúla, samstundis sum eg
hevði alt hetta at hugsa um,
sigur hon.
Eftir at hon var farin til
løgregluna, sleit hon alt sam-
bandið við familju sína.
Tann dagin, tá pápin varð
handtikin av løgregluni,
kom mamman at vitja hana
í Havn, men kvinnan vildi
einki hava við hana at gera
og hevur heldur ikki tosað
við mammu sína síðani.
13. mars í ár kom rættar-
málið fyri í Føroya Rætti, og
dagurin, tá kvinnan skuldi
greiða rættinum frá tí, hon
hevði verið ígjøgnum, var
upprunnin.
– Tað var ikki so trupult,
sum eg hevði stúrt fyri
frammanundan. Eg varð av-
hoyrd í eina tíma, og verjin
var ikki so ágangandi ímóti
mær, sum eg hevði væntað,
at hann fór at vera, heldur
hon.
Rættarmálið vardi ein dag,
og pápin varð dømdur tvey
ára fongulsrevsing. Hendan
dómin situr hann nú.
– Tað var ein øðiligur
lætti, tá dómurin varð sagdu-
r, tí tá visti eg, at dómarin
eisini trúði mær.
Byrja av nýggjum
Hóast hon tók uppgerðina
við pápa sín, og rætturin
dømdi hann í fongsul, er tað
ikki lætt bara at liva víðari
eftir slíka hending.
– Eg var fullgreið yvir, at
eg mátti byrja av nýggjum,
tí eg hevði mist alt sam-
bandið við familjuna hjá
mær. Eg avgjørdi at flyta til
Danmark saman við sjeik-
inum, og vit hava verið her
síðani juni, greiðir tann 24
ára gamla kvinnan frá. Hon
eigur tvey børn, eina gentu
og ein drong, sum júst er
farin í skúla.
Síðani hon flutti til Es-
bjerg, hevur hon roynt at
fingið eina hjálpandi hond
frá donsku myndugleikun-
um.
– Eg fór til læknan fyri at
kanna, hvørjar møguleikar
eg hevði. Hann helt, at eg
átti at søkja Amtssjúkrahús-
ið í Esbjerg um sálarliga
hjálp, og tað valdi eg at gera.
Læknin hjálpti henni at
søkja psykologideildina um
sálarliga hjálp, men tá svar-
ið kom síðst í síðsta mánaði,
gjørdist tað til enn eitt stórt
vónbrot, tí hon varð kveistr-
að til viks av teirru einu
orsøk, at hon er føroyingur.
Varð avvíst
Psykologideildin á Amts-
sjúkrahúsinum svaraði, at
hon kundi ikki veita før-
oysku kvinnuni hjálp, tí mett
varð, at orkan hjá deildini
kundi brúkast betri við at
hjálpa øðrum fólkum.
– Grænseoverskridende
adfærd synes at være tem-
melig almindeligt forekom-
mende i dele af den færøske
kultur, og det viser sig i be-
handlingsforløbet ofte van-
skeligheder med kulturfor-
skelle mellem patient og
psykolog, segði leiðandi
psykologurin á deildini í
óvanliga orðaða brævinum,
sum varð sent læknanum hjá
kvinnuni.
– Eg gjørdist sera ill, tá
eg fekk hetta brævið, tí fyri
mær er hetta ein fullkomi-
liga órímilig grundgeving
fyri ikki at geva mær hjálp.
Læknin segði seg ikki hava
sæð slík bræv áður, greiðir
hon frá.
– Tað, sum eg havi brúk
fyri, er onkur, sum eg kann
venda mær til, tá eg havi
brúk fyri at tosa eitt sindur.
Tað skal vera onkur, sum
kennir til kynsliga misnýtslu
og sum kann hjálpa mær
víðari. Tað kostar nógvar
pengar at fara til privatan
psykolog, men tá myndug-
leikarnir ikki kunnu hjálpa
mær, verði eg noydd at klára
meg sum frægast uttan ser-
køna hjálp, sigur hon.
Útbúgving
Hóast hon hevur verið
ígjøgnum nógv, fyrst sum
barn og ung, tá hon varð
misnýtt, og síðani fyrr í ár,
tá hon umsíðir tók uppgerð-
ina við pápa sín, hevur hon
ikki mist lívsmótið.
– Eg ivist onga løtu í, at
tað var rætt at koma fram
við sannleikanum, og eg vil
ráða øðrum í líknandi støðu
til at gera tað sama. Eg kundi
bara ynskt, at tað var ein
betri vegleiðing og størri
stuðul til tey, sum ynskja at
fara til løgregluna við slík-
um málum.
– Eg havi mist sambandið
við alla familjuna hjá mær,
men tað var ein prísur, sum
eg varð noydd at gjalda. Eg
kundi ikki halda fasaduna
longur, tí tað var óveruligt
og ikki til at liva við.
Nú ætlar kvinnan sær at
fara á skúla, og í løtuni fær
hon sær teldukoyrikort.
– Eg verði helst búgvandi
í Esbjerg næstu árini. Eg ætli
mær at royna at fáa eina út-
búgving og annars at koma
víðari við lívinum og leggja
fortíðina aftur um meg, sigur
hon.
Sjeikurin hjá henni ætlar
sær eisini á skúla, og fam-
iljan við teimum tveimum
børnunum skal næstu árini
royna at fáa gerandisdagin
at rigga eftir eina krevjandi
uppgerð við fortíðina.