mikudagur 11. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 195 - 11. oktober 2000
Nr. 195 - 11. oktober 2000
Grivið er út fyri nýggja samkomuhúsinum hjá Brøðrasamkomuni í Kollafirði
Mynd Edvard Joensen
EDVARD JOENSEN
Kollafjørður: Brøðrasam-
koman í Kollafirði er farin
undir at byggja nýggjan sal,
sum skal koma í staðin fyri
Zion, sum er vorðið ov
trongligt.
Niðan við ánni beint inn-
anvert skúlan í Kollafirði er
grivið út og planerað fyri
nýggjum bygningi. Tað er
Brøðrasamkoman,
sum
byggir nýggjan sal, har ætl-
anin er at hava fleiri og
fjølbroytari tiltøk, enn pláss
er fyri í gamla Zion, sigur
Bjarni Jøkladal í Kollafirði,
sum er ein teirra, sum varð-
ar av brøðrasamkomuni í
Kollafirði.
Bjarni Jøkladal sigur, at
tey hava fyri fleiri árum síð-
an søkt um at sleppa at
byggja nýggja sal har, sum
nú verður bygt. Tá varð um-
sóknin ikki gingin á møti
av bygdarráðnum, men
samkoman fekk ávíst annað
stað, har byggjast kundi.
Tað staðið dámdi teimum
sjálvum ikki, sigur Bjarni
Jøkladal, so har varð líka-
sum einki burtur úr ta ferð-
ina.
Nýtt samkomuhús í Kollafirði
Samkomuhúsið Zion hjá Brøðra-
sasmkomuni í Kollafirði er í minna
lagi, og nýggjur salur verður bygdur
beint innan fyri skúlan
Síðan høvdu tey í sam-
komuni ætlanir um at
byggja gamla salin út. Men
tað gekk heldur ikki. Hesa-
ferð var tað tó ikki bygd-
arráðið, men Landsverk-
frøðingurin, sum legði seg
í buktina. Víst varð á, at
húsið lá alt ov nær høvuðs-
vegnum til, at tað kundi
verða givið loyvi til slíka
almenna bygging.
So varð søkt einaferð aft-
ur um bygiloyvi á staðnum,
har tey upprunaliga søktu.
Og hesaferð bar til. Tey
fingu loyvi.
Grivið varð út seint í
summar, og nú er um at vera
liðugt planerað, sigur Bjarni
Jøkladal.
Hvussu víðari verður við
byggingini nú beinanveg er
hann ikki heilt vísur í, men
væntar tó, at stoypingini
verður fingin frá hondini
rímiliga skjótt.
Samkoman er lítil sigur
hann, og ikki er ætlanin at
taka lán til húsið. Tí verður
arbeitt, sum fígging er til.
Bjarni Jøkladal sigur, at tað
verða helst fólk í samkom-
uni, sum sjálvboðin fara at
gera arbeiðið.
Tað er ikki tí, at sam-
koman í Kollafirði ikki fær
verið inni í Zion til vanlig
møti og tílíkt, at nýtt hús
verður bygt nú. Men meira
tí, at ætlanin er at fáa í
gongd undómsarbeiði og
annað frítíðar- og sosialt ar-
beiði, sigur Bjarni Jøkladal.
Og teir møguleikarnir eru
ikki í Zion. Men í nýggja
húsinum verða góðir møgu-
leikar í kjallaranum til slík
tiltøk, eins og hølini kunnu
brúkast til smærri møti og
annað.
Sum sagt verður arbeitt
eftir førimuni, so endalig
kostnaðar- og tíðarætlan er
ikki ásett, sigur Bjarni
Jøkladal frá Brøðrasam-
komuni í Kollafirði.
Annars er annað stórt út-
gravingarabeiði í granna-
lagnum. Beint oman fyri
skúlan verður gjørt klárt at
byggja ítróttarhøll.
STEFAN Í SKORINI
Nýggja avgreiðslan lat upp
týsmorgunin klokkan 9, og
hon veður nevnd Snarskiv-
an, har allir borgararnir
kunnu venda sær við trupul-
leikum og ivamálum. Hetta
er galdandi fyri mál, sum
ikki krevja umfatandi máls-
viðgerð. Snarskivan er í
gamla posthúsinum við síð-
una av býráðnum.
Býráðið væntar, at Snar-
skivan fer at lætta munandi
um hjá málsviðgerðum og
málið er, at tænastustigið
skal hækka. Ein stórur part-
ur av servitanini er nú
savnaður á einum stað, og
endamálið er, at fólk skulu
kunna fáa skjótt svar uppá
fyrispurningar. Hetta verður
eisini við til at minka um
fjarstøðuna millum borgar-
Nú fært tú alt at vita á Vaglinum
Fyri at havnaborgarar kunnu sleppa
undan at renna runt á ymsum stovn-
um hjá kommununi, hevur býráðið nú
tikið stig til eina avgreiðslu, sum
kann taka sær av mestsum øllum
málum
an og kommununa.
Snarskivan verður opin
mánadag, týsdag, mikudag
og fríggjadag frá kl 9.00 til
16.00. Hósdag er opið frá
9.00 til 18.00. Telefonav-
greiðsla verður somu tíðir.
Starvsfólkið á Snarskivuni
savnað uttan fyri teirra
nýggja arbeiðspláss
týsmorgunin, tá
Snarskivan læt upp
Mynd: Jens K. Vang
JOHN JOHANNESSEN
Løgtingið fór í gjár undir
fyrstu viðgerð av fíggj-
arlógaruppskotinum fyri
2001.
Tað eru nú 12 dagar
síðani landsstýrismaður-
in í fíggjarmálum legði
fíggjarlógaruppskotið
fyri 2001 fyri tingið, og
tigformaðurin metir, at
tingfólk hava fingið nóg
mikið av tíð til at seta seg
Settu hol á
fíggjarlógina
inn í uppskotið.
Tí hevði tingformað-
urin sett fyrstu viðger av
fíggjarlógaruppskotinum
sum einasta mál á dags-
skránna fyri tingfundin,
sum varð settur klokkan
10 í gjár.
Fíggjarlógaruppskotið
fyri 2001 líkist í høvuðs-
heitum ógvuliga nógv
fíggjarlógini fyri ár 2000,
og leggur tað upp til eitt
yvirskot á hálva milliard.
JOHN JOHANNESSEN
Alsama víðkanin av ES
krevur, at Norðurlond taka
stigið frá at samskipa síni
sjónarmið innanhýsis í
norðurlendska samstarvin-
um til at røða við felags
rødd í ávísum málum á al-
tjóða politiska pallinum.
Hetta er ein av niðurstøð-
indafundi í Keypmanna-
havn.
Felags talurør
Vísmannabólkurin vísir í
frágreiðing síni á, at vaks-
andi altjóðagerðin sýnir
okkum, at eitt einsamalt
land er vorðið ov lítið til at
loysa mál á atljóða støði. Tí
heldur bólkurin vanda vera
Norðurlendska samstarvið
skal styrkjast
Hugburðurin i norðurlendska samstarvinum skal styrkjast og broytast frá at vera eitt samstarv um innanhýsis
norðurlendskan politikk til eitt samstarv um at standa saman í altjóða politikki, heldur vísmannabólkurin, sum hevur
gjørt frágreiðing um norðurlendska samstarvið
JOHN JOHANNESSEN
Stóra norðurlendska tíðar-
ritið fyri vinnu- handilsfólk,
Northern Enterprise, stað-
festir, at Føroyar hava eitt
sjálvstøðugt og blómandi
vinnulív. Tí hevur blaðið nú
givið føroyska flagginum
pláss á forsíðuni, samstund-
is sum fokus verður sett á
Føroyar.
Áður hevur blaðið bert
sæð Føroyar sum ein part
av Danmark, og hevur tað
tí eisini viðgjørt Føroyar
sum ein part av Danmark.
Men eftir at stjórin á tíð-
arritinum, Edward James
Crockford, í summar vitjaði
í Føroyum, hevur blaðið
Seta fokus á Føroyar
Stórt norðurlendskt blað fyri handils- og vinnulívsfólk, sum áður hevur mett
Føroyar sum eitt lítlan part av Danmark, ið lítið kann geva heimssamfelagnum,
hevur nú fingið beint øvugtu fatan av Føroyum
fingið eina aðra fatan av
landinum.
Í oddagreinini í utgávuni
fyri november skrivar blað-
stjórin, at blaðið vanliga
hevur mett Føroyar vera ein
lítlan part av Danmark, ið
lítið hevur at bjóða altjóða
samfelagnum.
– Men vit fóru ógvuliga
skeiv, staðfestir Edward
James Crockford.
Blaðstjórin vísir á, at tá
hann í juni vitjaði í Føroy-
um, fann hann út av, at Før-
oyar hava eitt blómandi
vinnu- og handilslív. Tí
verður Føroyar nú viðgjørt
sum sjálvstøðugur partur í
blaðnum. Og í september
útgávuni er rúgvismikið til-
far um Føroyar.
Blaðið hevur eisini fingið
umboðsfólk í Føroyum.
Umboðsfólkið
er
Lynn
Reveal.
fyri, at Norðurlond detta
burturímillum
í
atjóða
politikki, um tey ikki standa
sum ein, bæði tá tað ræður
um ES og um atjóða pol-
itikk.
Tí hevur bólkurin í arbeiði
sínum roynt at koma burtur
frá gamla sjónarmiðnum, ið
fyrst
og
framt
sær
norðurlenska
samstarvið
Danir bíða eftir
føroyskum útspæli
JOHN JOHANNESSEN
Orsøkin til, at eingin av av-
talaðu ávegis samráðingar-
fundunum í fullveldismál-
inum enn er hildin millum
danskar ráðharrar og før-
oyskar landsstýrismenn er,
at einki útspæl er komið frá
føroyingum.-
Hetta staðfestir danska
forsætismálaráðið fyri Sosi-
alinum.
Poul Nyrup Rasmussen
og Anfinn Kallsberg hava
avtalað, at danski løgmála-
ráðharrin, Frank Jensen, og
Høgni Hoydal, landsstýris-
Danski løgmálaráðharrin er klárur at koma til Føroya til ávegis samráðingar
í fullveldismálinum, so skjótt hann fær eitt útspæl frá landsstýrinum
maður í lógarmálum, skulu
hittast í Føroyum at sam-
ráðast um felags umsiting
og ríkisborgararættindi.
Hendan avtalan stendur
við, siga høgt standandi em-
bætisfólk hjá danska for-
sætisráðharranum.
– Frank Jensen er til reið-
ar at koma til Føroya so
skjótt hann hevur fingið eitt
útspæl frá landsstýrinum at
samráðast eftir, eru boðini
úr forsætismálaráðnum.
Ætlanin var eisini, at
danski búskaparráðharrin,
Marianne Jelved, skuldi
koma til Føroya at samráð-
ast við Karsten Hansen,
landsstýrismann í fíggjar-
málum, um hvussu Føroyar
kundu fáa eitt gjaldoyra-
samstarv við Danmark, um
Danmark fór upp í sam-
starvið um evruna.
Men tá úrslitið av donsku
fólkaatkvøðuni um evruna
var eitt greitt nei til evruna,
heldur hvørgin parturin
hendan fundin vera neyð-
ugan.
Fjóðra umfar av fullveld-
issamráðingunum verður í
Keypmannahavn hósdagin
26. oktober. Tískil má áveg-
is
samráðingarfundurin
millum Frank Jensen og
Høgna Hoydal haldast innan
fjúrtan dagar.
sum eitt innanhýsis sam-
starv millum Norðurlond. Í
staðin sær bólkurin norður-
lendska samstarvið sum eitt
politiskt amboð á altjóða
leikpallinum.
Fyri at hetta skal bera til,
mælir vísmannabólkurin til
at styrkja bygnaðin av sam-
starvinum, styrkja vælferð-
ina og norðurlendska kapp-
ingarførið, styrkja verndina
av umhvørvinum og styrkja
trygdarpolitisku áhugamál-
ini og verjusamstarvið.
Føroyska umboðið í vís-
mannabólkinum er Jóannes
Dalsgaard, deildarstjóri í
Undirvísingar og Menta-
málastýrinum.
unum hjá vísmannabólkin-
um, sum samstarvsráðharr-
arnir í Nordisk Ministerråd
á sumri 1999 settu at meta
um framtíðina hjá norður-
lendska samstarvinum.
Vísmannabólkurin, sum
hevur verið umboðaður av
einum limi úr hvørjum ein-
støkum Norðurlandi, legði
frágreiðing sína fram á tíð-
Jóannes Dalsgaard er før-
oyska umboðið í vísmanna-
bólkinum
Frank Jensen, løgmálaráðharri, er til reiðar at koma til
Føroya, so skjótt hann hevur fingið boð frá Høgna Hoydal