Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 195 - 11. oktober 2000 Nr. 195 - 11. oktober 2000 Viðmerkingar Teir reistu ein kross Lech Valesa og nakrir av hinum monnunum á stóru Gdansk skipasmiðjuni í Pólandi høvdu reist ein risa stóran kross á einum heyggi. Krossurin var sveis- aður saman úr rustfríum stáli. Við hvørja síðu á risa krossinum stóð ein lítil krossur. Teir reistu henda kross sum eitt tekin uppá teirra kristna grundstøði og tí frælsi, teir stríddust fyri at fáa. Men valdsharrarnir komu eftir teimum. Menninir vórðu avbukaðir, settir í fongsul og familjur teirra hóttar eftir lívinum. Men krossin tordu valdsharrarnir ikki at taka niðuraftur. Býráðsvalið er eitt val til fólkaræði hvar nærdemo- krati og sambandið ímillum tann fólkavalda og borgar- an kanska er tættast. Bý- ráðsvalið er eitt val, hvar nógv viðurskifti koma upp á tal: eldrarøkt, barnarøkt, vegagerð o.s.fr. Men for- treytin fyri hesum er at vit verja fólkaræðið. Hvønn sunnumorgun síggjast polakkarnir á skipa- smiðjuni fara niðan í katólsku kirkjuna í Havn til gudstænastu. Teir kunnu gera hetta, tí teir liva í einum fríum samfelag. Fólkaflokkurin veit, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja. Fólkaflokkurin veit, at tað eru kreftir, sum við snildis- ligum uppskotum vilja koma persónliga frælsinum til lívs. Persónligt frælsi og fólka- ræði – tað er tað, sum bý- ráðsvalið snýr seg um. Vinarligast, Bjarti Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum Schumann Hjaltalin undrast! Schuman Hjaltalin undrast á, at fólkafloksumboðini í býráðnum vildu kunna bý- ráðslimir og borgarar í Tórshavnar kommunu um Fjarhitafelagið, sum allir borgarar eiga, og sum ta seinastu tíðina hevur verið nógv umtalað í fjølmiðlun- um. Vit í Fjarhitafelagnum hava einki at krógva, og ei heldur eg sjálvur, tí hevur Fólkaflokkurin biðið um, at ein frágreiðing skal koma frá felagnum til borgaran. Ja, Schumann Hjaltalin, ikki hevði eg trúð, at tú undrast, hvussu ofta havi eg ikki hoyrt teg gjørt vart við, at tú ert ov lítið kunnaður um ymisk mál. Eg kann vissa Schumann Hjaltalin og øll onnur um, at henda frágreiðing er ikki umbiðin fyri at Páll Peter- sen skal fáa eina frágreiðing frá Páll Petersen, men fyri at borgarin skuldi fáa innlit í viðurskiftini. Ætlanin var, at hetta skuldi viðgerast á opnum býráðsfundi, men varð hetta ikki til veruleika, tí aðrar kreftir í býráðnum ynsktu hetta ikki, og verður málið tí tikið upp á lukkað- um fundum. Páll Petersen, býráðslimur Eftirspurningurin eftir íbúð- um hevur ongantíð verið størri enn nú. Bíðilistin eftir grundstykkjum er væl oman fyri hundrað og planløgd raðhús verða seld, longu áðrenn tey eru bygd. Støðan hjá teimum ungu, ið skulu seta búgv, er vón- leys, tí tey fáa onki at búgva í. Tað sama er galdandi fyri tær ungu familjurnar, ið Íbúðarbygging í Havnar kommunu hava starvast uttanlands og nú hava fingið tilboð um arbeiði í Havnini og skulu flyta heim, tey hava heldur onki at búgva í. Nakað má gerast við hendan spurning og tað ongantíð ov skjótt. Ein loysn er at fara undir at byggja stór íbúðarhús við nógvum íbúðum. Hesin byggiháttur hevur higartil ikki haft stóran áhuga í Eldrasambýlini ein góð loysn At Tórshavnar kommuna bert hevur eitt eldrasambýli, vísir í høvuðsheitum eitt sindur um, hvussu ein rað- festir tey ymisku økini. Tað er ongin loyna, at út frá kanningum, ið eru gjørd- ar eitt nú í Norðoyggjum, so er eitt pláss á einum eldrasambýli 50% bíligari enn á einum røktarheimi. Fyrimunurin við hesari loysn er eisini tann, at tey somu starvsfólk, ið hava gingið til brúkaran úti í heimunum, fylgja við inn á sambýlið, og ger tað tað lættari hjá teimum gomlu at fella til. Grundtankin við sambýl- um er tann, at tað skal líkj- ast so nógv sum møguligt einum vanligum heimi. Um rætt varð borið at, so høvdu vit havt minst 4 eldrasam- býli í Tórshavnar komm- unu. Vit skulu minnast til, at tað í dag ein ein sera stórur tørvur á hesum økinum, og nú ein meir og meir tosar um at eldrarøktin skal leggj- ast út til kommunurnar, so skuldi møguleikin verið sera stórur fyri at nøkta ein stóran part av tí tørvi, ið er í dag, við at keypt/bygt nøkur eldrasambýlir, har fólk við vanligum ellisbrek- um kundu fingið eitt pláss. Somuleiðis er eisini tann fyrimunur við eldrasam- býlum, at tey gomlu sleppa at verða við í øllum tí dag- liga, eftir førimuni, soleiðis at tey fáa nýtt síni evnir. Sjálvandi skuldu sum áður nevnt verið minst 4 eldrasambýlir í Havn, tí tá fleiri av teimum smáu kommununum í landinum klára at reka sambýli eiga vit sum størsta kommuna eisini at raðfesta hetta øki so tað munar. Ása Olsen, valevni Sjálvstýrisfloksins til býráðsvalið Føroyum. Men tíðir broyt- ast og fólkið eisini. Um arkitekturin form- gevur byggingina við atliti til landslagið, so verður náttúrumyndin ikki oyði- løgd og umhvørvið heldur ikki. Eitt slíkt stig fer beinan- vegin at skapa fleiri nútíðar- hóskandi tilboð, bæði til ung og gomul. Við hesum byggihátti fáa tey ungu møguleika at út- vega sær antin leigara- ella eigaraíbúð, og tey eldru kunnu - um tey ynskja tað - skifta úr sethúsum til íbúð. Fólkaflokkurin arbeiðir bæði fyri tað unga og tað eldra ættarliðið. Hans Biskopstø valevni hjá Fólkaflokkinum Javnaðarflokkurin ynskir at broyta lógina um barnsburðarfarloyvi, so- leiðis at møguligt verður at vera heima hjá barn- inum í tvey ár við løn. Kortini ásannar flokkurin, at farloyvi einans er 24 vikur í dag. Tí er fremsta málið í hesum býráðsval- skeiði, at arbeiða fyri 100% dekningi á barna- ansingarøkinum, fyri børnum í aldurbólkinum _-9 ár. Dagansingarskipanin skal útbyggjast, soleiðis at øll- um er pláss í boði, um tørvur er á tí. Og um for- eldrini hava serlig ynskir, so sum útibarnagarð ella bussbarnagarð, so skal valmøguleikin vera til har. Somu sømdir til øll Høvuðsendamálið við barnaansingarpolitikkinum má vera, at tryggja øllum borgarum somu sømdir. Eitt tilboð um pláss í tí stovni, sum foreldrini hava ynskt. Tað er blóð- skeivt at einans nakrir borgarir skulu fáa valuta fyri skattapengarnar, meðan onnur vera sett á bíðilista, har tey kunnu koma at bíða í áravís. Tí, hvørjar treytir skulu fólk so uppfylla fyri at fáa eitt pláss í boði? Skulu tey vera kálvaknýggjað, hava rætta eftirnavnið ella vera fødd í január? Øll gjalda skatt, og hava rætt til somu sømdir. Vit høvdu ikki lati okkum lynda, at staði í bíðirøð í fleiri ár, fyri at sloppi við einum býarbussi ella at læna á býarbókasavnin- um. Vit hava tíverri vant Barnaansingin er ein uppgáva -ikki ein trupulleiki okkum so nógv við, at tá vit veruliga hava tørv á valuta fyri skattapeng- arnar, so sum a l m e n n a h j á l p , barnaansing, bústað ella røktarpláss, so er tað ein sjálvfylgja at vit bíða. Men tað er skeivt, tí tá avgerð er tikin um at hava eitt tilboð til borg- ararnar, so skal hetta til- boð umfata øll. Javnaðarflokkurin vil stríðast fyri, at býráðið viðurkennir sær sína ábyrgd í barnaansingar- spurninginum og bindir seg til at veita øllum børnum eitt gott ansing- artilboð — soleiðis at allir borgarar verða javnsettir. Her skal ikki bera til at skáka sær und- an. Býráðið má seta tað av á fíggjarætlanini, sum krevst. Kommunal til- boð skulu ikki verða ein framíhjárættur hjá nøkr- um útvaldum, men ein rættur hjá øllum borg- arum. Rigmor Dam, valevni hjá Javnaðar- flokkinum til býráðsvalið í Havn Alfred Olsen, løgtings- maður, hevur sett Bjarna Djurholm, landsstýris- manni, fyrispurning um trygdina í Norðskála- tunnlinum. Alfred Olsen kallar tunnilin eitt myrkt kolanám og vísir á, at síðani 1976 eru 860 tons av tilfari dottin ella reins- aði undan loftinum í tunnlinum. Tunnilin er sera myrkur og vátur, og koyribreytin er uppslitin. 2000 bilar koyra dagliga gjøgnum tunnilin, og nú allur inn- og útflutningur í framtíð- ini skal gjøgnum Havn- ina, so verður tunga ferðslan uppaftur størri. Kostnaðurin av mest neyðugu ábótunum verður mettur til umleið 9 miljónir. Alfred Olsen hevur spurt landsstýrismannin, um hóskandi upphædd verður sett av til tunnilin á komandi løgtingsfíggj- arlóg, og løgtingið hevur samtykt, at landsstýris- maðurin skal svara fyri- spurninginum. Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd: Norðskálatunnilin í tingið Men eitt vantar í… Upp til val koma uppskot frá valevnum, hvussu hesi vildu loyst teir ymisku trup- ulleikarnar, og ynskini frá veljarunum. Hetta er gott og náttúrligt. Ofta eru tað mál sum eru uppi í tíðini»in« sum havd verða á lofti. Hesaferð er tað barnaans- ingin sum er í »fokus« og er tað ikki undarligt. Tí hetta er ein alstórur trupulleiki hjá foreldrum hvørs børn einki ansingar- pláss hava. Hetta er ein upp- gáva hjá komandi býráði at fáa loyst. Havast má í huga at fyrst nú í summar kom kommunan sambært lóg at hava hetta øki einsamøll at røkja. Hetta arbeiðið má gerast miðvíst, at fáa bygt stovnar eftir sama leisti so at hesir verða so ódýrir sum møguligt, uttan at tað gong- ur yvir dygdina. Somuleiðis sum barna- ansingin kom undir tað kommunala øki, yvirtekur landið umsorganina fyri teim gomlu og eldru. Tað vil siga, at røktarheim og tílikar byggingar verða landsuppgávur. Hesi mugu ikki sleppast uppá fjall, tí neyðin innan hetta øki er líka so stór, ella størri, sum innan barnaansingina. Kommunan má sum skjótast fara undir at byggja sambýlir, so tey ið illa eru før fyri at klára seg heima hjá sær sjálvum kunnu verða undir tryggari korum. Hesar uppgávur eru ikki tær einastu uppgávur ið ein stór kommna sum Tórs- havnar kommuna hevur at røkja. Dagligdagurin er eitt við sínum uppgávum, og nú Marknagilsvegurin verður liðugur til jóla, má haldast fram við hesi vegagerð út á Argir, og ikki helmast í fyrr- enn úti á Hamaranum. Hetta er neyðugt um ferðslan, sum í løtuni er ein ruðuleiki har úti, skal ganga so ótarn- að sum møguligt. Vinnulívið má hava góð kor at virka undir, og ugu skapas tkarmar fyri hesum. Vinnulívið er trygdin fyri eini sosialari vælferð. Lat ikki tína atkvøðu vanta í til sjálvstýrislistan, men lat 21. nov. verða ein sannan D-dag. Ronald F. Poulsen býráðslimur og valevni Í Sosialunum 4. okt. ger Ingeborg Vinther for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, viðmerkingar til samrøðu 27. sept. við Gunnleiv Dalsgarð, for- mann í Starvsmannafelag- num. Eg ætli mær ikki at koma inn á tað, Ingeborg Vinther førir fram í tvídrátti henn- arar við Starvsmanna- felagið, men bert vísa til, at formaður starvsmanna- felagsins í grein síni vísir aftur, at nakar verður tvingaður í felagið, heldur ikki dagrøktarar (dagrøkt- armammur). Og her kann verða mint á, at tá sáttmála herfyri varð gjørdur við Skála kommunu, vóru tað dagrøktarnir sjálvir, ið ynsktu at gerast limir í Starvsmannafelagnum. Tað sum eg hinvegin havi hug at gera viðmerk- ingar til, er tað ið Ingeborg Vinther førir fram um Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumanna- mannafelag. Hetta felag var 1. juli 2000 lagt saman við Starvsmannafelagnum, men havi eg sum formaður í nevndini fyri tey kommunalt settu, ábyrgd av sáttmálanum til 1. mars 2000. Ingeborg Vinther hevur, av einari ella aðrari orsøk hug til at niðurgera felagið og fakfelagsarbeiði tess, serliga viðvíkjandi dagrøktarum. Ført verður fram, at sáttmálin hjá Kommunala Starvsmannafelagnum er fyri skrivstovufólk, og at reglurnar fyri onnur starvsfólk bert er eitt upp- ískoyti. Ingeborg Vinther hevur fingið sáttmálan sendandi frá okkum, so hon kennir hann væl og veit at hetta ikki er rætt. Høvuðspart- urin av sáttmálanum er galdandi fyri allar bólkar felagsins: Brandmenn, bókavørðir, lívbjargarar, skrivstovufólk, dagrøktar- ar o.s.fr. Men um so var sum hon sigur, átti hon eisini at ført fram, at Starvsmannafelagið fyrst og fremst er eitt felag fyri skrivstovufólk, tí hesir sáttmálar eru so at siga eins? At hon kemur við hes- um pástandi, tykist mær ikki sørt undarligt, tí Inge- borg Vinther kann ikki í álvara meina, at hon skal avgera hvør er limur í okkara felag ella uppbýta starvsbólkarnar í A og B limur? Og hóast nakrir partar av sáttmálanum ikki eru galdandi fyri dagrøktarar, veit Ingeborg Vinther eisini væl, at reglurnar um dag- røktarar als ikki bert eru eitt uppískoyti í sátt- málanum. Millum annað kann nevnast, at dagrøkt- arar eru umfataðir av frí- tíðarreglunum, reglunum um setan og uppsøgn, flyta upp eitt stig hvørt ár, umframt vanliga lønar- hækkan og fáa 5,5% til eftirløn og trygging. Alt hetta á sama hátt sum aðrir starvsbólkar. Og tá kommunan nú fyri stuttum avgjørdi, at dag- røktarar skulu fáa løn fyri at ansa egnum børnum, var tað í veruleikanum okkara uppskot - nevndini og dag- røktarunum at takka fyri - sum kommunan tók til sín til sín. Vit hava nevnliga fleiri ferðir ført fram, at dagrøktarum við egnum smábørnum, eiga at fáa fulla inntøku. At fáa hálva løn og minni enn tað, tí ein bert fær t.d. tvey børn at ansa, kunnu tey fægstu klára seg við. Hetta hevur kommunan nú skilt er rímuligt og neyðugt, eisini um tað skuldu fáa fólk at átaka sær hetta arbeiði. Dagrøktarnir ynsktu fyri 4 árum síðani at koma uppí Kommunala Starvs- mannafelagið (aftaná at onnur fakfeløg høvdu víst aftur at taka tey sum limir) og hóast vit langtfrá eru komin á mál, halda vit at vit hava vunnið ikki so lítið uppá hesa stuttu tíð. Og tað at Ingeborg Vinther fyri dagrøktarnar í Kollafirði, hevur kravt og fingið sáttmála okkara at verða galdandi fyri hesar eisini, vísir at hon ikki heldur hann vera so vána- ligan, hóast alt. Tí er tað einki annað enn orð, tá hon pástendur at Føroya Arbeiðarafelag hevur ærina av, at rættlag er komið á viðurskiftini hjá dagrøktarnum. Tí fyri okk- um merkir rættlag í ar- beiðsviðurskiftini, at lønar- og onnur viðurskifti eru so góð sum gjørligt, og so kemur limaskapurin kemur í aðru røð. Vit kunnu m.a. vísa á, at vit í fleiri førum hava víst aftur at flyta starvsfólk í okkara felag, bert fyri at hesi skuldu fara niður í løn. Um starvsfólk fáa betri sømdir í øðrum felag, hava vit einki ímóti at tey eru limir har og er hetta eisini sjónarmið Starvsmannafelagsins. Vónandi er raðfestingin av hesum ikki tann øvuga hjá Ingeborg Vinther? Eg vil at enda siga, at vit einki hava ímóti, at onnur kunnu nýta gott av tí ar- beiði vit hava gjørt, tvørt- urímóti. Og tá dagrøkt- ararnir í Kollafirði herfyri fegnaðust um sáttmála, ið gav teimum lønarhækkan uppá 18%, og sum við smábroytingum var avrit av okkara sáttmála, er hetta teimum væl unt. Men tað hevðið klætt forkvinnu Føroya Arbeið- arafelags betri, um hon førdi seg fram á meira sømuligan hátt móti øðru fakfeløgum. Hoyvík 6. okt. 2000 Kartni Ravnsfjall Viðmerking til Ingeborg Vinther Læknahjálp Í Havnini er stórt og álvar- samt læknatrot. Ongin tím- ur heldur at verða komm- unulækni orsakað av vána arbeiðsumstøðum, stressi og yvirhøvur væntandi samstarvsvilja frá Býráð- num. Havnin eigur at hava millum 12 og 15 læknar. Hetta er eitt ófrávíkiligt krav skulu vit nøkta tørvin í skjótt vaksandi høvuðs- staðnum. Tað eru ikki meira enn 8 læknar í Havnini sum er og eru hesi yvirhøvur ov- byrjaðir av arbeiði umframt at teirra arbeiðsumstøður ikki eru nútímans og nøkt- andi uppá nakran hátt. Hetta er ein ótolandi støðu bæði fyri læknan og sjúklingin og sum borgarin í Havn ikki skal góðtaka. Við nóg nógvum Komm- unulæknum og betur ar- beiðsumstøðum verður teirra arbeiði munandi betur og vil hetta eisini minka um tørvin á hospitalsviðgerð. Samanumtikið vil hetta eisini verða ein sparing fyri sjúkrahúsverkið. Vit taka okkara lækna- skipan sum eina sjálvfylgju og at læknin altíð er væl fyri og tilreiðar at hjálpa. Men Okkara læknar eru eisini menniskur sum tú og eg, latum okkum við hesum Býráðsvalinum hjálpa teimum ! Her skal prioriterast við lít. Komið eg í Býráðið skal eg gera nakað við hetta mál. Johan Mortensen Valevni til Býráðsvalið fyri Tjóðveldi Frágreiðing um fjarhitaveiting og sambandsgnýst Aftursvar til Schumann Hjaltalin Býráðið eigur helvtina av P/ F Fjarhitafelagnum, ið veitir hita til flestu av húsunum í Hoyvíkshaganum. Nýtarnir av fjarhita eru sera ónøgdir. Býráðið hevur kravt, at húsini í Hoyvíkshaganum skulu verða íbundir fjarhita- skipanini. Tí fáa vit by- ráðslimir manga skoluna frá íbúgvum har. Er ákoyringin á okkum røtt ella ikki ? Fyri at fáa svara tí spurning- inum, mugu vit býráðslimir vita hvat ónøgdin hjá fjarhitanýtarunum snýr seg um. Tá eg sigi vit, meini eg allir býráðslimir, eisini sam- bandsumboðini í býráðnum. Av tí at ein heilur býarpartur er ónøgdur við eina veitan, ið býráðið varar av, dittaðu vit í fólkaflokkinum okkum at spyrja, um býráðslimirnir ikki kundu fáa eina frá- greiðing. Tað toldi sambandsflokk- urin ikki. Í hvussu er fekk onkur av teimum ógvuliga ilt av, at fólkafloksins fyri- spurningur til býráðsfor- mannin, var kunngjørdur í fjølmiðlunum. Hvør skal siga, tað er bert sambands- flokkurin, ið kann varpa fyrispurningar út til al- menningin. Dømi 1 : Kommunusam- skipan Føroya hevur fund, har møguleikin at pri- vatisera SEV verður um- røddur. Sambandsflokkurin á gosi, og letur útbasunerað í allari føroysku pressuni, at teir krevja eyka býráðsfund fyri at fáa at vita hvat fyri- ferst. Eyka býráðsfundur verður hildin, og hvat? Jú, sambandsflokkurin samtykkir at Kommunu- samskipan Føroya skal halda fram við at kanna møguleikan at privatiserað SEV !!! Dømi 2 : Pressan veit at siga frá, at Tórshavnar Kommuna skal fáa eina snarskivu. Og fyri at greiða borgarunum frá, hvat snar- skivan er, vil kommunan nýta rættuliga nógvan pen- ing til eina lýsingarherferð. Sambandsflokkurin aftur á gosi, og letur fyri aðru ferð borgaranar, gjøgnum før- oyska fjølmilaheimin, vita, at teir høvdu kallað saman til samgongufund um oyðsli til snarskivuherferðina hjá býraðsformanninum. Sam- gongufundur hevur verið, og hvat ? Jú, tveir dagar seinri kom snotilig avís í hvørt húsarhald í komm- ununi um snarskivuna.!!! Vinarliga Jan Christoiansen, býráðslimur NB. Góði Schumann Tá vit seta fram ein spurn- ing og skriva: serliga um samskiftið millum brúkar- arnar av fjarhita og felagið ikki er nøktnandi, merkir tað ikki, sum tú skrivar: at P/F Fjarhitafelagið ikki er nøktandi. Viðmerkingar