Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 195 - 11. oktober 2000 Nr. 195 - 11. oktober 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Tað verður ofta tikið til, at tað er strevið at teljast ímill- um teir smáu – eisini í al- tjóða fótbóltsfamiljuni. Hetta hevur ferð eftir ferð verið sjón fyri søgn, og aftur í síðstu viku var tað rosøk hjá FSF at halda, at tað ofta er lættari at fáa viðurskiftini upp á pláss hjá teimum stór- u, enn tað er hjá teimum smáu. Seinnapartin fríggjadagin – eftir at pappírsútgávan av Sosialinum var farin til prentingar – frættu vit og løgdu út á Internet útgáv- una, at avgerð varð tikin um, at útsetti dysturin ímóti Jugoslavia skal spælast í Beograd 15. august kom- andi ár. At avgerðin varð tikin fríggjadagin kom ikki av sær sjálvum. FSF noydd- ist at leggja nógva orku og tíð í, áðrenn hetta var komið upp á pláss. Leyst og liðugt hjá russarunum Uppgávan hjá FIFA í hesum sambandinum var at gera av, nær dysturin, sum Russ- land skuldi havt spælt í Ju- goslavia leygardagin, og dysturin, sum Føroyar skul- du havt spælt í Jugoslavia í morgin, skulu spælast. FSF setti seg mánadagin í samband við FIFA. Tá fekst at vita, at tað vóru tríggir møguligir dystar- dagar. Ein var 15. november í ár, ein var 15. februar kom- andi ár, og ein var 25. apríl komandi ár. – Vit søgdu teimum í FIFA, at hjá okkum var 25. JÁKUP MØRK Hetta hendi, tá teir 6. juni spældi annan dystin í bólkaspælinum í HM 1986, sum fór fram í Meksiko Í dystinum, sum var móti Marocco, varð liðfor- maðurin, Bryan Robson, noyddir at fara skaddur av vøllinum, tá 41 minuttir vóru leiktir. Hann lat tá armbindið til Ray Wilkins, men tá hesin minuttin eftir fekk reyða kortið, mátti hann lata bindið víðari til Peter Shilton, sum sostatt gjørdist triðji liðskiparin innan 3 minuttir, og tað hava sjálvt før- oyingar ikki megnað. Tað er strevið at vera pinkutjóð Í Fótbóltssambandinum kendu teir seg fríggjadagi noyddar at brúka svenska UEFA formannin, áðrenn tað var komið upp á pláss, at ferðin til Jugoslavia verður í august Eitt dømi Eins og Føroyar gjørdu móti Sveis, hevur Ongland roynt at spælt við trimum liðformonnum apríl tann besti dystardag- urin, og at tað fór at koma illa við, um dysturin skuldi spælast í november ella í februar. Tað tóktist liggja í luftini, at tað fór at bera til at spæla flaggdagin, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum í síðstu viku brúkti nógva tíð upp á henda spurningin. Tað var ikki fyrrenn Ivan Eginsson – hann býr nú í Føroyum, men hevur fyrr arbeitt sum altjóða fótbólts- tíðindamaður á størsta dag- liga ítróttarblaðnum í Russ- landi – segði Sosialinum og FSF, at ein annar møguleiki var 15. august, at hesin dag- urin yvirhøvur kom upp á tal. – Tá eg tosaði við FIFA týsdagin, skilti eg, at nú hevði Koloskov, sum er for- maður í russiska fótbólts- sambandinum og fyrrver- andi næstformaður í FIFA, verið uppi í leikinum. Hann hevði greitt frá, at tað fór ikki at bera til hjá russarum at spæla nakran annan dag enn 15. august. So var tað avgjørt, og so var takið hjá okkum at finna ein annan dystardag, sigur Ísak Mik- ladal. Lennart noyddist at hjálpa til Í FSF vildu teir ógvuliga fegnir hava avgreitt undan dystinum í Sveis leygardag- in, nær dysturin í Jugoslavia skuldi spælast. Teir vildu ikki koma í ta støðu, at spælararnir sunnudagin fóru í hvør sítt herðashorn, með- an teir hildu seg vera farnar í vetrarfrí, og at FSF kanska í hesi vikuni skuldi senda boð eftir teimum aftur, tí teir skuldu fyrireika seg til landsdyst í Jugoslavia 15. november. – Vit boðaðu FIFA frá, at vit ynsktu, at dysturin varð spældur í august, og í síðstu viku royndu vit fleiri ferðir at streingja á teir, men taø tóktist ganga striltið, sigur Ísak Mikladal. Á middegi fríggjadagin var eingin avgerð tikin, og so metti Ísak Mikladal at tað var neyðugt at brúka sam- bandið, ið ivaleyst hevði størri møguleikar at trýsta eina avgerð ígjøgnum enn FSF. Formannin í europeisku fótbóltssamgonguni, svian Lennart Johansson, hevur FSF havt gott samband við øll árini, Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti. Torleif Sigurðsson telist millum teir av núverandi fótbóltsfor- monnunum í Europa, sum hava sitið longst, og hann hevur havt nógv samskifti við UEFA formannin. – Lennart er formaður í nevndini hjá FIFA, sum hevur við HM kappingina í Japan og Suðurkorea at ger- a. Seinnapartin fríggjadagin ringdi eg til hansara. Hann var akkurát komin til Gøte- borg, har hann leygardagin skuldi síggja dystin ímillum Svøríki og Turkaland. Eg greiddi honum frá, hvussu landið hjá okkum lá. Tað tóktist hjálpa, tí klokkan 16.30 henda sama dagin var tað komið upp á pláss, at dysturin í Jugoslavia verður spældur 15. august komandi ár, og tað líkar okkum sera væl, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssam- bandinum. JH Leikarar okkara hava ofta ásannað, hvussu strevið tað er at vera pinkutjóð, men tað er tað so sanniliga eisini hjá Fótbóltssambandinum UMMÆLI EFTIR JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Regnið sílar niður niðri í miðbynum og útsynningur- in rekur grá og ljósari skýggj kvikliga eftir him- inum. Úr einum hátalara á Gamla Majarínum mjarra írskar balladur heimligar út um geilar og tey sum ikki ákkurát eru á veg at síggja næstu sýningina av fyrsta sjónleikinum hjá Grímu í hesum leikárinum, halda seg klókliga innandura. Tað er seinnapartur sunnudag og býurin er ikki rættuliga vaknaður, eftir rokið leygarkvøldið.Ikki sørt av spenningi var at hóma í ganginum á Gamla Majarínum, sum næstan er størri enn sýningarhøli, ein hugnaligur bygningur. Tú hevur ilt við at ímynda tær, at her einaferð larmaðu tómar mjólkabyttur og at illir hestmenn og nólsoying- ar ringdu her, tí mjólkin av vansketni hevði staðið nak- að heitt umborð á mjólka- bátinum. Í dag eru vit á veg til sjónleik, og vit vita slett ikki hvar bíðar fyri framm- an. Í Hamburger Statsopern er so vítt til veggja, at fólk sita við kikara og hyggja fram á pallin. Á gamla Maj- arínum situr tú næstan inni á pallinum og tú kennir teg so nær leikarunum og søg- uni. Sessast verða vit við eitt drigin aftur í tíðina til eina fjarskotna oyggj vestantil í Írlandi og eitt ella annað ger, at lopið allíkavæl ikki verðurt so langt. Tí pallurin, búnarnir, leikararnir, orðini og ljóðini kundu eins væl verið tikin úr eini bygd í Føroyum fyri 30 árum síðan ella í dag. Eg fekk næstan barnaárini upp í næsarnar og so tætt, at eg kendi anda- dráttin á teimum leikandi. Søgan sjálv er einføld og snýr seg um ein ungan mann, sum er krypil. Ham- urin, hann er í, ber frá øðr- um vanligum fólkum og tí verður hann happaður og bara tí. Hann er kanska tann í leikinum, sum hevur mest millum oyrini og sum hann sjálvur tekur til um síni næstu. „Tit eru eisini krypl- ar inni í tykkum sjálvum, sjálvt um tað ikki sæst.“ Hans Tórgarð spælir leik- lutin sum krypilin og hetta gjørdi hann so væl, at nú tveir dagar eftir hoyri eg rødd hansara framvegis fyri mær. Knøpp og eggjandi og full av vísdómi. Søgan snýr seg um Kryp- ilin og bygdafólkið og so um ein filmsleikstjóra, sum kemur úr Hollywood at gera ein film á grannaoynni. Hetta loypir heilt ólag í fjar- skotna oyggjasamfelagið. Løttvunnin pund eru at hóma og dreymurin um ríkidømi í Amerika fær fólk at leita filmsstjóran upp. Krypilin sleppur til Ame- rika og so avdúka vit ikki meira. Men leikurin er annað enn sjálv søgan, hann er ein so deilig avdúking av hvussu vit fara við hvørjum øðrum og hvussu vit hugsa í smásamfeløgum og í bý- arpørtum í størri samfeløg- um. Tú skal ikki halda, at tú er nakað. Hevur tú teg fram at, so fær tú ein Maðurin úr Inishmaan – ein deiligur leikur frammaná. Egi Dam spælir slatrivættið, sum rekst hús av húsi við teim seinastu nýggjheitunum og fyri hes- ar fær hann okkurt at leska seg við, tað verið seg mat og drekka. Slík eiga vit eis- ini í okkara samfelag í dag og tey ganga eisini kring Føroyar og siga frá søgum, meðan tey fáa okkurt heitt niður um. Og vóru ongi, sum tímdu at lurta eftir, so vóru heldur ongi slatrivætti, tí eru tey neyðug í einum samfelag. Eg hevði sam- kenslu við slætrivættinum og kendi til hansara trupul- leikar sum tíðindamaður á egnum skinni. Birita og Ria Tórgarð spæla gomlu genturnar, sum hava tikið sær av Kryplin- um, tá foreldrini druknaðu. Tær eru deiligar, kjerligar við flatari hond beint á kjálkan, tá okkurt gongur í móti. Og deiliga svakar, ser- liga Ria, sum tosar við ein stein, sum um einki var hent. At so tvær av okkara fremstu sjónleikarkvinnun eiga hesar leiklutir, ger ikki gomlu genturnar hjá høv- undanum verri. Eg kann ikki nevna øll, men Kristina var uppaftur deiligari nú enn tá hon sjar- meraði øll í Glataðu Spæli- monnunum. Tað er ein øgi- lig útstráling Kristina hev- ur sum sjónleikari. Eg eri so væl nøgdur við hendan sunnudag seinna- part á Gamla Majarínum, at eg fái meg ikki til at skriva nakað negativt. Tað einasta, sum eg ikki rættuliga hósk- aði inn í leikin, var vulgeri framferðarhátturin hjá 90 gomlu móðir slatrivættsins. Sjálvur eg eg so inniliga troyttur av hesum ommu- sangunum, sum so javnan eru at hoyra í útvarpinum, og hendan omman var einki mætari enn tann við Gjógv. Adelborg Linklett dugir væl á palli, so her má tað vera leikstjórin, sum hevur ein fingur við í spælinum og ábyrgdina. Men Eyðun Johannesen hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði allíkavæl, tí hann fekk meg allatíðina at sam- anbera Krypilin við Elefant- mannin í gitna filminum. Krypilin var einki aftanfyri og tað er ikki vánaligt avrik, at ganda ein slíkan figur, sum át Oscars fyri mongum árum síðan, fram á pall á Gamla Majarínum. Krypilin úr Inishmaan eigur at verða sæddur.