Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 195 - 11. oktober 2000 Nr. 195 - 11. oktober 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Sosialurin - 311820 er nøkur framtíð fyri okkum? er der nogen fremtid for os? Hercólubus, en planét der nærmer sig jorden Hercólubus, ein gongustjørna ið nærkast jørðini Stundum kunnu vit í bløðum lesa um smásteinar og torusteinar, sum við rúkandi ferð nærkast klótu okkara og hótta alt lív á jørð. Ein kolombianari, V. M. Rabolú, sum orsaka av sjúku er seingjarbundin, fekk áhuga fyri hesum fyribrygdi og byrjaði at kanna hesar hugvekjandi upplýsingarnar. Úrslitið av kanningunum kann lesast í bók hansara "Hercólubus - eller røde planét", sum í dag er givin út í 18 londum runt um í verðini. Seinast er hon givin út í Russlandi. Í Danmark er tað Forlaget Prudentia, ið stendur fyri útbreiðsluni av bókini, sum nú eisini er komin til Føroyar. Ikki er møguligt at greiða nærri frá innihaldinum í bókini, tí talan er hvørki um stuttsøgu ella ævintýr. Bókin skal rætt og slætt lesast. Rithøvundurin skrivar: "Eg vil ikki ræða, men ávara. Tað, sum eg staðfesti í bókini, er ein spádómur, sum skjótt gongur út, tí eg veit við vissu, hvørja lagnu okkara gongustjørna fær - eg kenni hana". Kostnaðurin er kr. 69,00. Spyr eftir bókini í bókabúðunum. Fra tid til anden kan man i pressen læse om asteroider og meteoritter, som med stor fart nærmer sig vor klode og truer med at udslette alt liv på jorden. En columbianer, V.M. Rabolú, der på grund af sygdom er bundet til sin seng, fattede interesse for fænomenet og begyndte at undersøge disse opsigts- vækkende informationer. Resultatet af hans undersøgelser kan læses i hans bog "Hercólubus - eller røde planét", som i dag er udgivet i 18 lande over hele jorden. Senest er den udgivet i Rusland. I Danmark har Forlaget Prudentia påtaget sig opgaven at distribuere bogen, som nu også er nået til Færøerne. Det er ikke muligt at beskrive bogens indhold, da det hverken er en novelle eller et eventyr. Den skal simpelthen læses. Forfatteren skriver: "Jeg vil ikke forskrække, men advare. Det, jeg bekræfter i denne bog, er en profeti, der bliver opfyldt inden længe, fordi jeg har vished om vor planéts skæbne, jeg kender den." Prisen er 69.00 Dkr. Spørg efter bogen hos deres boghandler. EDVARD JOENSEN Nestin vann hondbóltsdyst- in í fyrstu kvinnudeildini móti Søljuni fríggjakvøldið. Drúgvu royndirnar hjá Neistanum í bestu deildini gjørdu munin. Eftir hampiliga avrikið hjá Søljuni móti føroya- meistarunum seinasta viku- skifti, vóru tað helst fleiri, sum væntaðu ein spennandi dyst fríggjakvøldið. Og spenningur var fyri allar pengarnar, hóast sjálvur dysturin ikki var tann besti, spældur er. Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var Neistin framman fyri við trimum málum, sum Søljan tók innaftur, og tapti aftur við einum fríkasti, tá tvey sekund restaðu í leiklok. Dysturin byrjaði heldur trilvandi við fleiri álopum hvønn vegin, áðrenn nakað mál kom. Tíggir minuttir gingu, áðrenn fyrsta málið kom. Tað fekk litaviska Simona hjá Søljuni, hóast hon var mansvard frá fyrsta bríksli. Eyðsæð var, at neist- agenturnar høvdu frætt um avrik henna móti Stjørnuni. Men skjótt varð greitt, at munurin millum bestu og næstbestu deildina var so mikið stórur, at tað fór at gera mun. Neistagenturnar spældu, hóast tær kundu spælt betri, við størri tryggleika enn ný- uppfluttu søljugenturnar. Breiddin hjá Neistanum var størri og fleiri tordu at halda seg framat, enn tær gjørdu á vágaliðnum. Eingin ivi er um, at har verður satsað upp á Simonu, sum eisini er heilt framúrskarandi, tá hon sleppur at spæla. Honvegin má hin litaviski leikarin, Kristina, sum stóð í málinum, taka part av ábyrgdini fyri úrslitinum á seg. Tí hon var ov ójøvn. Til tíðir tóktist hon meira at kalla klossut, meðan hon aftur fyri til aðrar tíðir spæl- di klassahondbólt. Men ver- jan var ikki tann besta. Men Helena í Neistamál- inum átti so sanniliga eisini sín part av sigrinum. Hen- nara mongu framúrskarandi bjargingar mundu taka pippið frá fleiri mótspæl- arum. Millum annað byrjaði hon við at taka eitt brotskast Royndirnar sigraðu Nýuppfluttu Søljugenturnar vóru bara seinasta sekundið frá fyrsta stiginum í fyrstu deild. Hóast Neistin ikki spældi tað besta, tær hava víst, vóru tað royndir teirra, sum sigraðu frá Simonu, sum annars brendi eitt annað brotskast. Hon rakti ikki málið. Hóast Søljan fekk fyrstu málini, kom Neistin skjótt fram um og fór heilt skjótt frá Søljuni. Men søljugent- urnar fullu ikki í fátt kortini og stríddust allan fyrra hálv- leik við at halda tørn. Í steðginum var trý máls leið- sla til Neistan. 11-8. Seinni hálvleikur gekk sum tann fyri. Neistin helt seg støðugt framman fyri. Søljan kom upp í móti teim- um og onkuntíð á javnleik. So loysti Neistin aftur, og tá tríggir minuttir restaði í tíð, var munurin trý mál. Tá varð roknað við, at nú var liðugt. Men seiggi var í vága- gentunum kortini, og tær stríddu seg til javnstøðu í seinasta minutti. Sera óhepnar vóru tær við frískastinum, tá tvey sekund restaðu í. Tvær útvísingar fingu tær eisini, sum tóktust ørkymla tær eitt sindur. Tá so skotið kom, endaði tað í málinum, og Neistin hevði vunnið dystin, sam- stundis sum dómarin bríksl- aði av. Neistin skal taka seg sam- an, um tær skulu liva upp til vónirnar, sum altíð eru til eitt slíkt stórlið, sum tær verða roknaðar at vera. Hinvegin hevur Søljan í sínum báðum dystum hig- artil víst, at hóast tær hava tapt báðar, eru evni til at vinna onkran av komandi dystunum. Ungu leikararnir skulu venja seg við ferðina og støðið í fyrstu deild. Og tær skulu fyrst av øllum trúgva meira upp á seg sjálvar. Alt ov nógvir bóltar vórðu sløsaðir burtur, tí tær loftaðu ov illa. Tá nervarnir eru komnir upp á pláss, virðingin fyri øllum hinum er minkað, og sjálvsálitið bygt eitt sindur upp, fara tær heilt víst at veita øðrum lið- um høvuðbrýggj. Dysturin í tølum Neistin-Sóljan 23-22 (11-8) Málskjúttar Neistin: Annika Thomsen 10, Kára á Dunga 5, Súna Mørk 3 (2), Susan Brockie 3, Birita Wardum 1, Gunvør Hofgaard 1 Sóljan: Simona Dziugyte 12 (3), Marjun Jørgensen 5, Hertha Simonsen 2, Heidi M. Akselsen 2, Heidi Haraldsen 1 Brotskøst: Neistin 2, Sóljan 4 Útvísingar: Neistin 4, Sól- jan 6 Aðrir dystir um vikuskiftið 1. deild, kvinnur VÍF-Kyndil 27-16 (13-6) Málskjúttar VÍF: Ioana Rapa 11 (5), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 7, Fríða Johannesen 4, Sóleyð Mikkelsen 2 (1), Randi Kúr- berg 2, Nicoleta Radu 1 Kyndil: Lotte Sørensen 7 (1), Signhild Petersen 3 (2), Ann Hansen 3 (2), Anita Kjærbo 2, Brynhild Klein 1 Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 8 Útvísingar: V+IF 7, Kyndil 5 Stjørnan-VB 28-25 (9-12) Málskjúttar Stjørnan: Vesna Tomajek 10 (4), Vesna Radovic 6, Andrijana Milodanovic 4, Joan M. Joensen 3, Annika Ljósstein 2, Anna K. Sam- son 2, Una Olsen 1 VB: Andrew Lütz 7, Arn- leyð Krosslá 5, Regina Ra- do 5, Guðri Mortensen 3, Rannvá Augistinussen 1, Eyðbrott Krosslá 1, Mary Krosslá 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 2 Útvísingar: Stjørnan 2, VB 1 Tjaldur-VB 11-39 Dómaraseðil ikki móttikin 1. deild, menn VÍF-Kyndil 34-31 (17-11) Málskjúttar VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Ol- sen 7 (4), Harald Bjørgvin 6, Sámal Joensen 5 (1), John Zachariasen 3, Martin Hummeland 2, Petur Fr. Jo- ensen 1 Kyndil: Jónleif Sólsker 14 (5), Bjarni Wardum 7, Rúni Poulsen 6, Hans Áki Dal- Christiansen 2, Uni War- dum 1, Heini Bentsen 1 Brotskøst: VÍF 7, Kyndil 5 Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 8 Diskvalifikatión: Kyndil 1 Tjaldur-StÍF 23-42 Dómaraseðil ikki móttikin VÍF vann fyrstu útgávuna av stórklassikaranum, tá teir á heimavølli bastu Kyndli Mynd: Jens Kr. Vang Hóast tær vóru við undirlutan í steðg- inum, so eydnaðist Stjørnuni at basa VB Mynd: JáH Triathlon er samansett av trimum ítróttargreinum: Svimjing, súkkling og renning. Tey, ið gjøgnumførdu Sprint teinin skulu fyrst svimja 750 metrar, súkkla 22 km og at enda renna 5,5 km. Tey, ið gjøgnumførdu 1/ 4 Triathlon skulu fyrst svimja 950 metrar, súkkla 44 km og at enda renna 11 km. Hóast at tað var turt undir allari kappingini, so spældi veðrið luttakarunum eitt lít- ið puss, við tað at nógvur vindur var. Svomið bleiv í Svimji- høllini í Gundadali, og síð- ani skuldu triathletarnir skunda sær út á súkklurnar, og súkkla teinin, Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur út á Ringvegin. Teinurin er 5,5 km langur, og luttakararnir skuldu tí súkkla teinin ávikavist fýra og átta ferðir. Runnið varð á økinum kring Plantusøluna og tein- urin skuldi rennast ávikavist seks og 11 ferðir. Ikki nógvir luttakarar Tólv luttakarar høvdu boð- að frá luttøku, men av ym- iskum orsøkum bar ikki til Tríggir føroyameistarar funnir Føroya Triathlon Felag skipaði ídag, sunnudagin, fyri FM í Triathlon. Kappast varð á tveimum teinum, og meðan Beinir Rasmussen gjørdist vinnari á Sprint teininum, so vann Rigmor N. Joensen hjá kvinnum og Gunnar Dahl-Olsen á tí longra teininum, Triathlon teininum. hjá øllum at møta. Serliga hjá Rigmor N. Jo- ensen var hetta keðiligt, tí hesa ferð hevði hon ongan at kappast við. Men væl gekk kortini, hon gjøgnum- førdi teinin uppá 2 tímar 42 minuttir og 23 sekundir, og gjørdist føroyameistari ann- að árið á rað. Beinir Rasmussen hevði unga súkklutalenti, Eli Christiansen, at kappast við. Eli hevur svomið nógv kapp áðrenn hann byrjaði at súkkla, og tí var hann nógv fyrr enn Beinir úr hylinum, men meðan Beinir leyp á súkkluna nær um nakin, ja so brúkti Eli fýra minuttir til at gera seg kláran til súkklingina, og Eli tapti tí fyrimunin hann hevði vunn- ið sær í hylinum. Í súkk- lingini gekk væl hjá Beini, og skjótt megnaði hann at koyra Eli inn aftur. Beinir økti og kundi løtu seinni fegnast um, at hann gjørdist FM-vinnari í Sprint Triathlon Í 1/4 Triathlon teininum endurtók søgan seg, og aftur í ár gjørdist Gunnar Dahl- Olsen føroyameistari. Hóast at Gunnar vann ein tryggan sigur, so megnaði hann ikki at betra um sítt egna met á hesum teini. Føroyska met- ið er 2 tímar 17 minuttir og 45 sekundir. Í ár gjørdist vinnaratíðin 2 tímar 25 min- uttir og 40 sekund. Nummar tvey gjørdist To- ny Ditlevsen, sum var í harðari kapping við Evald Rasmussen. Evald hevur ment seg nógv seinastu ár- ini, og tað var tí ikki fyrr enn at Evald hevði lagt hálvan renniteinin aftur um bak, at hann mátti lata fyrr- verandi danmarksmeistaran í veteranbólkinum innan Ironman (3800 m svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning), fara framum. Kappingin gjørdist sera spennandi millum Tony og Evald, men í renningini hevði Tony munin og megn- aði tí at fara frá Evaldi og vinna við einum góðum minutti. Føroya Triathlon Felag fer nú undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Isle of Man komandi summar. Nøkur av teimum, sum lut- tóku í hesari fara helst at umboða Føroyar, tá Triath- lon sum ítróttargrein verður við fyri fyrstu ferð. Teinurin á OyL er tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renn- ing. FTF vil at enda takk Po- litinum og FK fyri stuðulin! Úrslit, FM 1/4 Triathlon 2000: Kvinnur: 1.Rigmor N. Joensen 2 t. 42 min. 23 sek. Menn: 1.Gunnar Dahl-Olsen 2 t. 25 min. 40 sek. 2.Tony Ditlevsen 2.36.17 3.Evald Rasmussen 2.37.32 4.Eyðun Poulsen 2.42.54 Úrslit, FM Sprint Triathlon 2000: Menn: 1.Beinir Rasmussen 1 t. 24 min. 55 sek. 2.Eli Christiansen 1.29.34 Fyrsta kappingargreinin var svimjing, og síðani varð hildið fram við súkkling og renning