hósdagur 12. oktober 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 196 - 12. oktober 2000
Nr. 196 - 12. oktober 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Hann var við á ævintýrferð-
ini hjá B71, tá felagið eftir
fýra árum spældi seg úr 3.
deild og upp á toppin í 1.
deild, og hann er framvegis
við, nú sandingar meira
stríðast fyri lívinum í 1.
deild enn heiðursmerkjum.
31 ára gamli Eli Hentze
er ein av teimum royndu
spælarunum í føroysku fót-
bóltskappingini. Hann hev-
ur í 14 ár spælt á besta liðn-
um hjá B71, hann hevur
roynt seg sum venjari, og
hann er eisini í nevndini hjá
B71.
Hann heldur, at alsamt
fleiri føroyskir fótbólts-
spælarar eru forkelaðir.
– Gongdin seinnu árini
hevur verið, at nú eru tað
spælararnir, sum seta krøv
til feløgini og ikki øvugt. Vit
fáa fleiri forkelaðar spæl-
arar, og tá tað fer at síggjast
aftur á vøllinum, er tað
vorðið ein trupulleiki, held-
ur Eli Hentze.
– Pengar kunnu skapa
betri umstøður, men tað
merkir ikki tað sama sum,
at vit fáa betri fótbóltsspæl-
arar uttan víðari.
Fingu ferð á
Eli Hentze hevur spælt við
B71 øll árini, og tað fer
hann helst eisini at gera rest-
ina av tíðini, hann verður
aktivur.
Felagið hjá sandingum,
sum varð stovnað í 1970,
hevði sína stórtíð frá mið-
skeiðis í áttatiárunum og
upp í nítiárini.
Øll árini fram til 1986
spældi felagið í triðbestu
fótbóltsdeildini, men so fór
okkurt at henda í Sand-
oynni. Liðið vann sær upp-
flyting til 2. deild í 1986,
og tað varð mett sum eitt
stórt framstig.
– Eg minnist, at vit feg-
naðust um, at vit nú sluppu
at royna okkum ímóti besta
liðnum hjá fuglfirðingum
og øðrum. Tað er stuttligt
at minnast afturá, sigur Eli
Hentze.
Í 1987 endaði B71 sum
nummar trý í 2. deild, men
árið eftir bragdaði hjá teim-
um. Teir vunnu sær uppflyt-
ingina til bestu føroysku
fótbóltsdeildina, og tað var
størsta hendingin í søguni
hjá felagnum. At tað fram-
vegis var nógv gott í væntu,
vóru tey á Sandi ikki heilt
greið yvir tá.
– Vit vistu, at vit høvdu
eitt gott lið, men vit hugs-
aðu ikki so nógv um, um
vit nú fóru at standa okkum
væl ella ikki. Tað vísti seg
bara, sum at liðið mentist,
so hvørt sum uppgávurnar
gjørdust størri, heldur Eli.
Vánalig fyrireiking
Fyrireikingin til fyrsta árið
hjá B71 í 1. deild mátti ger-
ast alla aðrastaðni enn á
teirra vanliga heimavølli, tí
undan kappingini í 1989
varð graslíki lagt á vøllin.
Flaggdagin í 1989 varð
vøllurin tikin í brúk, og tað
varð gjørt við einum vinar-
dysti ímóti HB. Hesin dyst-
urin gav ikki sandingum tær
størstu vónirnar til uppi-
haldið í 1. deild, tí HB vann
dystin 4-1.
um at javna til 1-1, sum eis-
ini var endaliga úrslitið.
Eftir hendan dystin var
B71 ikki til at steðga, og teir
fóru ósigraðir ígjøgnum
landskappingina.
– Tað var eitt fantastiskt
tíðarskeið, tí tað gekk bara
uppeftir. Nógvir av spælar-
unum á liðnum høvdu spælt
upp gjøgnum allar ung-
dómsdeildirnar, og nú savn-
aðust teir á besta liðnum, og
tað endaði við, at vit høvdu
eina sera sterka stammu á
at teir vóru blivnir meist-
arar.
– Eg minnist, at ein tann
fyrsti dysturin í 1990 var í
Havn ímóti HB. Tað var ein
tann besti dysturin, vit nak-
rantíð hava spælt, men vit
taptu 2-0. Okkurt blað
skrivaði, at tað var okkara
Waterloo, og tað vísti seg,
at vit ongantíð komu fyri
okkum aftur tað árið. Eg
dugi ikki at greiða frá, hvat
tað var sum ikki riggaði hjá
okkum, sigur Eli Hentze.
B71 vann 2. deild í 1991
og komu so uppaftur í 1.
deild, har teir hava verið so
at siga avbrotið síðani. Í
1998 var B71 aftur í 2.
deild, men vann sær bein-
anvegin uppflytingina til 1.
deild.
B71 vann steypakapping-
ina í 1993, og tað gjørdist
ikki til fleiri sigrar, hóast
liðið líka fram til 1995 var
við til at mynda oddan í før-
oysku fótbóltskappingini.
– Vit fingu alt ov lítið
burtur úr tí góða liðnum,
sum vit høvdu øll hasi árini.
Vit løgdu nógv fyri til venj-
ing og dyst, men tað eyd-
naðist okkum ikki at vinna
fleiri meistaraskap ella
steypakappingar, hóast vit
vóru nær fleiri ferðir, sigur
Eli Hentze.
Kunnu fáa eitt sterkt
lið aftur
Seinastu tvey árini hevur
B71 ligið í botninum í 1.
deild. Teir hava bæði hesi
árini hildið seg oman fyri
tvey tey aftastu liðini í bestu
deildini, og á tann hátt hava
teir hildið seg fríar av niður-
flytingini. Líkt er til, at hetta
er vorðin leikluturin hjá
B71 í 1. deild, hóast Eli
Hentze sær størri møguleik-
ar fyri sær.
– Í ár hevur verið lítil
munur millum okkum og
hini liðini. Høvdu spælar-
arnir klárað at givið eitt
sindur afturat í ár, ivist eg
onga løtu í, at vit høvdu
verið longri uppi á stigatalv-
uni, heldur hann.
– Umstøðurnar hjá okk-
um at spæla undir eru ikki
tær bestu, tá umleið helvtin
av spælarunum er í Havn.
Vit fáa ikki altíð vant sam-
an, og tað er ein trupulleiki.
Men vit høvdu eitt so frætt
lið í ár, at vit kundu havt
fingið nógv fleiri stig, um
vit veruliga vildu eitt sindur
meira, heldur Eli Hentze.
Men hvussu er so við
møguleikanum aftur at fáa
eitt slíkt lið, sum B71 mann-
aði síðst í áttatiárunum og
fyrst í nítiárunum.
– Tað ber til, men tað fer
at krevja nógv av teimum
spælarunum, sum skulu
Upp og niður við B71
Tað er vorðið alsamt meira vanligt, at fótbóltsspælarar bara krevja frá felagnum, uttan at teir eru hugaðir at taka eina
hond í uttan fyri vøllin, heldur Eli Hentze, sum kennir alt til at stríðast bæði á og uttan fyri vøllin. Í 14 ár hevur hann
spælt besta liðnum hjá B71
Eli og bólturin. Royndi
B71-spælarin heldur, at
barnafótbóltur er vorðin
ov diktatoriskur.
Mynd: Jens Kristian Vang
’’
– Vit fáa fleiri forkelaðar spælarar, og tá tað
fer at síggjast aftur á vøllinum, er tað vorðið
ein trupulleiki
– Dysturin gjørdi, at vit
broyttu spælistíl. Vit høvdu
hug til at leypa rættiliga
ógvusliga á, men eftir hend-
an dystin fingu vit ein meira
bíðandi spælistíl, har vit
løgdu okkum eftir skjótum
mótálopum, tá vit fingu
bóltin, greiðir Eli frá.
Fyrsti dysturin í 1. deild
varð spældur á Sandi. Hann
var ímóti B68, og hóast
toftamenn komu fram um
1-0, eydnaðist tað sanding-
liðnum, greiðir Eli Hentze
frá.
Niðurtúrurin
B71 vann meistaraskapin
hetta árið, og tað var full-
komiliga óvæntað, at lítla
felagið av Sandoynni skuldi
strúka avstað við gullinum,
fyrsta árið, tað var í 1. deild.
Árið eftir gjørdist ein
veruligur niðurtúrur fyri
felagið, tí teir endaðu aftur
í 2. deild, bara eitt ár eftir,
vera við. Liðið, sum vit
høvdu tá, var mannað við
spælarunum, sum vóru sera
seriøsir, og sum veruliga
vildu koma langt.
Fáa ov lítið burtur úr
Allan Simonsen
Eli Hentze heldur, at før-
oyskur fótbóltur flytir seg
rætta vegin í løtuni.
– Landsliðið hevur gjørt
stór framstig, men frágreið-
ingin til tað er sjálvandi, at
nógv fleiri spælarar enn
áður nú spæla í útlendskum
feløgum. Tað hevur skund-
að undir framgongdina hjá
landsliðnum, heldur hann.
– Tað eru bæði fyrimunir
og vansar við, at nógvir av
teimum bestu føroysku
spælarunum spæla í útland-
inum. Landslið fær stóran
ágóða av tí, og fleiri ungir
spælarar sleppa fram at í
feløgunum, men tað merkir
eisini, at føroyska kapping-
in ikki er so góð og sterk,
sum hon kundi verið.
– Gongdin í føroyskum
fótbólti hevur havt við sær,
at tá kappingarárið er av, tá
veist tú ikki, hvørjar spæl-
arar tú hevur í felagnum
næsta ár, tí tað er vorðið so
vanligt at skifta felag.
Men hóast tað gongur
rættan vegin, saknar Eli
Hentze eina meira miðvísa
ætlan fyri, hvussu fótbólts-
spælið í Føroyum skal
menna seg.
–
Fótbóltssambandið
skuldi
havt
ein
væl
kvalifiseraðan persón, sum
kundi stuðla feløgunum
meira. Viðkomandi skuldi
verið eitt slag av konsulenti,
sum ferðaðist runt til feløg-
ini, og sum var við til at
skunda undir menningina,
heldur Eli.
– Hetta var kanska partvís
ætlanin, tá Allan Simonsen
varð settur sum landsliðs-
venjari, men tað er stórt
spell, at feløgini ikki fáa
meira burtur úr einum
manni, sum hevur havt so
stóran týdning fyri danskan
og nú eisini føroyskan fót-
bólt.
Barnafótbóltur
diktatoriskur
Tá prátið fellir inn á ung-
dómsfótbólt, hevur Eli nak-
diktatoriskur, og tað er ikki
tí, at fólk meina tað illa,
men tað verður bara hildið
at vera rætt, at børnini alla
tíðina skulu fáa at vita,
hvønn veg tey skulu venda,
og hvat tey skulu gera.
Venjingarnar skuldu verið
meira demokratiskar, so
børnini fingu møguleikan at
mennast bæði í beinunum
og í høvdinum.
– Eg byrjaði at spæla í
B71, tá eg var 10 ára gamal,
men áðrenn tað hevði eg
spælt bólt allastaðni á
Sandi. Eingin segði mær,
nær eg skuldi renna til
vinstru ella til høgru.
- Tað kann verða ein styrki
at spæla fyri eitt lítið
felag, tí tú veitst, at tað
liggur ábyrgd á tínum
herum, bæði á vøllinum
og uttan fyri vøllin.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað ræður um at fóta sær. Eli og B71 hava spælt øll árini uttan tvey í 1.deild, síðan sandingar fyrstu ferð vunnu
uppflytingina í 1988
Mynd: Jens Kr. Vang
Stuttligt at talentini
sleppa at royna seg
Seinnu árini er tað vorðið
alt meira vanligt, at ungir
føroyskir fótbóltsspælarar
sleppa til útlandið at royna
seg í stórum og kendum
feløgum.
Hesin áhugin stavar fyrst
og fremst frá, at føroyska
A-landsliðið rættiliga hevur
sett Føroyar á Europakortið,
men eisini tí, at ungdóms-
landsliðini hjá FSF eru við
í altjóða kapping og standa
seg væl, hóast tað er langt
ímillum sigrarnar.
– Eg haldi, at tað er stutt-
ligt, at ungir fótbóltsspæl-
arar sleppa at royna seg utt-
anlands, men vit eiga at
ansa okkum eitt sindur, tí
europeisku stórfeløgini eru
ikki nakað sosialt fyritak-
andi, sigur Eli Hentze
– Tað er umráðandi, at
hesir spælarar og foreldur
teirra vera væl upplýst, tí
her er eisini talan um børn,
sum verða send til útlendsk
feløg.
Lítið felag øðrvísi
B71 er einki europeiskt
stórfelag, hóast felagið hev-
ur roynt seg í europeiskum
fótbólti. B71 telist millum
tey smáu feløgini í landin-
um, og tað eru tað eisini
fyrimunir við, heldur Eli
Hentze.
– Tað kann verða ein
styrki at spæla fyri eitt lítið
felag, tí tú veitst, at tað ligg-
ur ábyrgd á tínum herum,
bæði á vøllinum og uttan
fyri vøllin.
– Og soleiðis er tað sum
heild, tá tú býrt í einum lítl-
um samfelag. Tú verður
biðin til nógv ymiskt, sum
tú kanska ikki altíð tímir,
men sum tú hóast tað verður
drigin inn í.
– Men tá tað snýr seg um
sjálvt liðið, so er tað helst
ikki so nógv øðrvísi enn í
teimum stóru feløgunum, tí
bæði í stórum og smáum
feløgunum eru tað tey, sum
beinleiðis hoyra til liðið,
sum skulu syrgja fyri at fáa
tað at bera til, sigur Eli
Hentze.
Og á Sandi er Eli ein av
teimum, sum í nógv ár hev-
ur tikið eitt tak fyri at fáa
B71 at bera til. Hann hevur
verið íðin á fótbóltsvøllin-
um, men hann hevur eisini
verið við, tá tøk skulu takast
uttan fyri vøllin.
Men soleiðis er tað í ein-
um lítlum felag, sum ætlar
sær at spæla við.
’’
– Tað er stórt spell, at feløgini ikki fáa meira
burtur úr Allani Simonsen, sum hevur havt
so stóran týdning fyri danskan og nú eisini
føroyskan fótbólt
’’
– Barnafótbóltur er alt ov diktatoriskur. Tað
verður bara hildið at vera rætt, at børnini alla
tíðina skulu fáa at vita, hvønn veg tey skulu
venda, og hvat tey skulu gera
rar avgjørdar meiningar.
– Mær dámar væl at
hyggja, tá børnini spæla fót-
bólt, men mær dámar ikki,
at tað verður lagt so nógv
upp til, at sjálvt tey smæstu
skulu vinna. Sjálvandi skulu
vit eisini hava vinnara-
mentalitetin, men vit nýtast
ikki at leggja so stóran dent
á hann, tá tað snýr seg um
tey yngstu, heldur Eli.
– Barnafótbóltur er alt ov
’’
– Tað er stuttligt, at ungir fótbóltsspælarar sleppa at royna seg
uttanlands, men vit eiga at ansa okkum eitt sindur, tí europeisku
stórfeløgini eru ikki nakað sosialt fyritakandi