fríggjadagur 13. oktober 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 197 - 13. oktober 2000
Nr. 197 - 13. oktober 2000
Viðmerkingar:
Býráðsval – Tórshavnar kommuna
Tá eg stilli upp til hetta
valið, er tað við nakað av
sorgblíðni.
Eg havisitið í Kollafjarðar
bygdarráð seinastu fýra
árini. Tá hetta valskeiðið er
runnið, siga vit farvæl til
heitið og stovnin Kolla-
fjarðar Bygdarráð, nú skulu
vit venja okkum at siga Bý-
ráðið, tá vit tosa um komm-
unal viðurskiftir. Soleiðis
broytist.
Nú skulu vit hyggja fram-
eftir við treysti og vón. Vón
um eitt tíðaskeið við fram-
burði. Eitt tíðarskeið við
betraðum umstøðum hjá
teimum sum mangla pláss
til barnaansing. Eitt tíðar-
skeið har hølisviðurskiftini
í skúlanum gerast betri. Har
vegurin til og úr skúla ger-
ast tryggari. Har trivnaðurin
økist.
Millum onnur eru hetta
mál vit kunnu og skulu
arbeiða fyri, bæði á Argjum,
í Havn, í Hoyvík, Kaldbak
og Kollafirði – í nýggju
Tórshavnar kommunu.
Tí sigi eg ja til at vera
valevni til býráðsvali 2000.
Terje Davidsen
valevni á listanum
hjá Sambandsflokkinum
til býráðsvalið 2000
Ungdómurin í Hoyvík við
H71 á odda hevur umsíður
fingið játtað ítróttarhøll.
Hóskvøldið í síðstu viku
samtykti býráðið ætlanina
við bert einari atkvøðu
ímóti. Tilboðini uppá bygg-
ingina skulu verða inni inn-
an 17. november 2000 og
verður høllin ætlandi klár
summarið 2001.
Fólkagrundarlagið í Hoy-
vík er stórt og veksur skjótt
og kemur høllin tí sera væl
við. Serliga eru tað yngru
deildirnar hjá bæði gentum
og dreingjum, sum fáa betur
umstøður.
H71 hevur ongantíð fing-
ið somu rættindi til høllina
á Hálsi og høllina í Gunda-
dali, sum hini havnarfeløg-
ini. Heilt frá byrjan hava
hølisviðurskiftini hjá H71
verði sera trong. Hjá fleiri
av ungu og evnaríku spæl-
arunum hava umstøðurnar
ført til, at teir eru farnir úr
hoyvíksfelagnum til hini
havnarfeløgini. Hølisviður-
skiftini hava verið ein bein-
leiðis forðing fyri menning
felagsins.
Hóast 1. manslið í hond-
bólti altíð hevur verið rað-
fest høgt í H71, hava teir
ikki havt somu venjingar-
umstøður, sum hini feløgini
teir kappast ímóti. Við
nýggju høllini fær H71
møguleika at víðka virk-
semi til aðrar ítróttargreinar
enn hondbólt. Borðtennis
og badminton hava fyrr
Tillukku Hoyvíkingar!
verði ítróttargreinar har H71
hevur staði seg væl í
kappingini.
Tí veður einki at ivast í,
at hoyvíkingar, við nýggju
høllini, fara at gera seg enn
meiri galdandi á føroyska
ítróttipallinum í framtíðini
Høllin verður karmur um
virksemi av øllum slag. Ein
høll til hoyvíkingar, vestan-
fyri skúlan, fer at eggja til
ítriv og virkni hjá okkara
skúlabørnum og skapa eitt
umhvørvi, sum, fyri ein
part, kemur at virka sum eitt
slag
av
”frítíðarskúla”
aftaná skúlatíð.
Anna Dahl-Olsen
Valevni til Tórshavnar
býráð
Endiliga verður skjøtul sett-
ur á. Saman við Húsaláns-
grunninum fer kommunan
undir at byggja íbúðir í
Berjabrekku.
Væntandi
standa 20 íbúðir lidnar
longu komandi ár. Tey bæði
fylgjandi árini er ætlanin at
byggja eitt tilsvarandi tal á
hvørjum ári. Gongst sum
ætlað kunnu sostatt 60
íbúðir bjóðast út komandi
trý ár til eldri medborgarar
og annars fólk við serligum
tørvi.
Ofta hevur verið havt á
lofti, at tað verða bara tey
ríku gomlu, ið fáa ráð at
verða við. Her er tó ætlanin,
at ognarviðurskiftini verða
sum í einum lutafelag. Rætt
er, at eitt innskot skal gjald-
ast, kanska 100.000 kr., men
so verður eisini talan um
eina rímuliga húsaleigu.
Vilt tú og fært tú goldið
størri innskot, verður húsa-
leigan samsvarandi minni.
Annars verður tað stórt sæð,
sum um tú átti bústaðin
sjálvur. Tó er ein avgerandi
munur, tú hevur ikki rætt at
selja íbúðina víðari. Hon fer
aftur til felagsskapin, og
innskotið verður afturgold-
ið. Hetta er eisini galdandi,
tá ið eigarin fellur frá.
Íbúðin kann ikki arvast. Tað
sigur seg sjálvt, at hetta má
vera galdandi, annars er
hugskotið við eldraíbúðum
av hesum slag burtur.
Vit kunnu ikki bíða
longur. Tí má hendan ætlan
undir ongum umstøðum
steðga.
Samstundis verður arbeitt
við at skapa alternativar
bústaðir á meira privatum
grundarlagi, eisini í Berja-
brekku. Hetta fær eisini mín
fulla stuðul. Vit treingja
harðliga til minni íbúðir í
Havn. Nógv eldri hvørki
orka ella hava ráð at halda
síni gomlu sethús. Støðan
hjá teimum ungu er í so
máta øðrvísi. Tey hava heilt
einfalt ikki ráð at ogna sær
hús, ístaðin mugu tey leiga
dýrt. Eisini einlig ella
“singles” við ella uttan børn
høvdu á hendan hátt fingið
ein møguleika.
Hesar íbúðir verða til
ognar, og tær høvdu sostatt
gjørst ein partur av vanliga
húsamarknaðinum. Sum er,
er markanaðurin sera óliði-
ligur. Vórðu minni íbúðir
bygdar, kundu tey ungu
farið undir íløguna fyri lívið
á ein lættari hátt. Hetta við
fyrst at ogna sær eina íbúð
og búð har nøkur ár, til um-
støðurnar kanska gjørdust
ov trongar, men tá hevði
peningur verið til set-
húsabygging ella —keyp,
hetta við at selja íbúðina.
Eisini tey eldru høvdu fing-
ið tað lættari. Tey kundu nú
uttan at órógvast sloppið
sær av við síni tungu sethús,
tí tað bar til hjá teimum at
ogna sær eina íbúð uttan at
gerast óbótafør.
Sigast má tó, at tað er sera
týdningarmikið, at hendan
alternativa byggingin ikki
gerst ov dýr.
Men sum tað sæst, so
hevur kommunan ætlanir
— ítøkiligar ætlanir — sum
vónandi longu komandi ár
hava til úrslit, at íbúðir bæði
av fyrra og seinna slagnum
verða at síggja í Berja-
brekku.
Klæmint Olsen
býráðslimur
Íbúðir til eldri og ung
Listin til býraðsvalið í Klaksvík 2000 Javnaðarflokkurin í Norðoyggjum
Karl Jákup Ósá Eliasen, Heðin Heldarskarð, Leif W.
Høgnesen, Hanna Jacobsen, John Sigurd Joensen, Ernie
Johannessen, Edvin Kjærbo, Noomi Nielsen,Eyðgunn
Samuelsen, og Torleif Sigurðsson.
Øll úr Klaksvík.
Samstundis sum Høgni
Hoydal fílist á, at stjórnin
ikki vil geva landsstýr-
inum neyðugt innlit í
verjumál, er tað júst tað
sama, sum landsstýrið ger
mótvegis Føroya fólki.
Í
bløðunum
hevur
Høgni Hoydal grein, hann
nevnir Fólkaræði og
verjumál. Her sigur hann:
“Fólkaræði merkir, at eitt
fólk fær innlit í og tekur
støðu til allar týdningar-
miklar avgerðir í sínum
samfelagi”.
Føroya fólk fær ikki
innlit
Ein sera týdningarmikil
avgerð, Føroya fólk skal
taka á eini komandi fólka-
atkvøðu, er um fullveldis-
ætlanin skal setast í gildi
ella skal sendast har pip-
arið grør.
Og tí skal Føroya fólk
hava innlit í hesa ætlan,
um avgerðin skal kunna
sigast at vera grundað á
fólkaræði,
sambært
Høgnasa egnu tulking av
fólkaræði.
Spurningurin er so:
Hevur Føroya fólk innlit
í
fullveldisætlanina?
Svarið er eitt greitt nei, tí
vit hava bert fingið tað
innlit, landsstýrið vil geva
okkum, og ikki innlit í tær
ógvusligu
avleiðingar,
ætlanin fer at føra við sær,
um hon verður sett í gildi.
Bert landsstýrisins
sjónarmið
Landsstýrið hevur nýtt
nógvar tíggjutals mió.
skattakrónur til sína ein-
Fólkaræðið
hjá Høgna Hoydal
síðugu fullveldiskunning,
meðan andstøðan ikki fær
klovið oyra. Og hvat and-
støðan megnar at kunna
um við ongum pengum,
er sera avmarkað.
Sambært løgmann fer
andstøðan kanska at fáa
nakað av pengum saman
við øðrum áhugabólkum
(ítróttarfeløgum,
sjón-
leikarafeløgum,
Hesu-
ferð, Hinuferð??), tá ið
fólkaatkvøðan skal hald-
ast, at kunna um síni sjón-
armið. Men tá hevur full-
veldisætlanin longu havt
eitt forspring uppá 2 — 3
ár.
Ósamdir óttast
repressaliir
Havi sjálvur roynt at fáa
alment løntu serfrøðing-
arnar, sum hava reist land
og ríki runt fyri at kunna
um einsíðugu fullveldis-
ætlan landsstýurisins at
koma á fund at greiða frá
avleiðingum av fullveld-
isætlanini. Men nei! Teir
vilja bert greiða frá
landsstýrisins sjónarmið-
um. Havi síðan roynt aðr-
ar alment løntar serfrøð-
ingar, sum eg havi vitað
hava hjartað á røttum
staði, men hesir tora ikki,
tí teir óttast repressaliir,
um teir fara út og greiða
frá negativu avleiðing-
unum.
Hetta er “fólkaræðið”,
vit kunnu vænta okkum,
um fullveldisætlanin hjá
Høgna Hoydal & Co
gerst veruleiki.
Johan Petersen
Elin Lindenskov hevur
ikki grein í sínum máli,
tá hon heldur uppá, at
ongin undirtøka er í bý-
ráðnum fyri at fáa bíði-
listarnar á barnagarðsøk-
inum burtur sum skjótast.
Satt at siga veit eg ongan
býráðslim, sum ikki tekur
undir við hesum, og
royndirnar vísa heldur
ikki, at so er.
Orsøkin til, at býráðið
á fundinum 5. oktober
sendi tilmæli hennara um
„100 % barnaansing“
aftur í nevnd, var stutt og
greitt, at býráðslimir ikki
vildu binda seg til nakað,
sum teir møguliga ikki
kunnu halda, fyrrenn teir
fingu eitt betri grundarlag
at taka støðu út frá.
Tildømis fylgdu hvørki
framrokningar av barna-
talinum
ella
nakrar
kostnaðarmetingar við til-
mælinum.
Elin sigur, at málið er
koyrt aftur í nevnd, har
tað nú kann liggja til eftir
valið, men tað var ong-
antíð ætlanin hjá býráð-
num.
Tvørturímóti varð hetta
gjørt fyri at fáa sosialu
nevnd at útvega eitt so
haldgott grundarlag sum
gjørligt at taka støðu út
frá.
Hetta er sera umráðandi
at fáa greiði á, nú farið
verður undir viðgerðina
av uppskotinum til fíggj-
arætlan fyri 2001, sum
ætlanin er at avgreiða við
aðru og endaligu viðgerð
tann 8. november.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri
Rættleiðing til Elina
Fríggjadagur 13. oktober
verður aftur í næstu viku
Vit støkka inn á gólvið
Jógvan Arge hittir í hesi sendingini
Jóhan Norðfoss í Havn, sum hevur
upplivað mangt og hvat, ið hann
greiðir nærri frá í sendingini.
Hann fór í 1939 við jarnsluppini
Turid, sum partafelagið Nabb hjá
Zacharias Heinesen átti. Størsti part-
urin av manningini vóru sandoyingar.
Við Turid fiskaði Jóhan Norðfoss bæði
undir Íslandi og í Grønlandi.
Um veturin var Jóhan saman við
øðrum vaktarmaður hjá fýra týskum
flúgvarum, sum vóru interneraðir úti
á Hospitalinum. Í 1940 fór hann at
snurra við einum esbjergara, sum var
í útisetu. Lønin var so góð, at tað var
næstan sum fyri kríggið.
Til ber at hoyra Jóhan Norðfoss
greiða frá lívi sínum sunnudagin kl.
14.15. Hetta er onnur sending.
Sunnukvøldið kl. 20 fer Sjónvarp Før-
oya at senda Atlantic Giant kappingina,
sum var í summar. Øll kappingin verður
send í tveimum sendingum. Tann
seinna verður mikukvøldið kl. 20. Her
verður møguleiki at síggja Regin Vága-
dal, Føroya sterkasta mann, in action.
Regin Vágadal er tann ítróttarmaðurin
í Føroyum, sum hevur staðið seg best
millum heimsins bestu í hansara ítrótt-
argrein. Hann hevur tvær ferðir verið í
finaluni um at gerast heimsins sterkasti,
men eydnan hevur ikki verið við honum.
Í ár var hann í finaluni, men endaði á
áttanda plássi, tí hann var illa darvaður
av skaða í økslini. Enn er Regin tó
ungur í hesum høpi.
Síðani Regin gjørdi av at fara við í
altjóða kappingar, hevur hann vant mið-
víst, so at hann nú telist millum teir
sterkastu í heiminum. Tað byrjaði við,
at hann fór at venja úti við Strond, har
Fragd og Fimi nú er. Síðani hevur hetta
fingið størri pláss í lívi hansara, og nú
er hetta fyri tað mesta hansara yrki, og
tað má sigast, at hann hevur verið ein
góður umboðsmaður fyri Føroyar.
Eftir hesa kappingina legði Regin leið-
ina út aftur í heimin at kappast, og hann
ferðast kring allan heimin fyri at luttaka
í kappingum.
Vágadal »in action«
Hetta er triðja árið, at skipað verður
fyri Atlantic Giant í Føroyum, og tað
hevur gingist betur hjá Regin fyri hvørja
ferð, hann hevur verið við. Fyrstu ferð
var hann á sætta plássi, meðan hann
var nummar tvey í fjør. Áður hava kapp-
ingarnar ikki verið so væl skipaðar, men
fyrireikararnir hava fingið tær neyðugu
royndirnar við at hava slíkar kappingar,
og nú eru tær sera væl úr hondum
greiddar. Sjónvarpið hevur eisini verið
til staðar hvørja ferð, og kappingarnar
eru sendar aftaná.
Regin vildi sera fegin vinna hesa
kappingina, tí hann kappaðist framm-
anfyri sínum egnu áskoðarum, og hann
var á heimavølli.
Hann hevði tí nakað at vísa sínum
egnu í hesi kappingini. Hann skuldi
kappast móti nøkrum av teimum sterk-
astu í heiminum. Heimsins sterkasti
maður, Janne Virtonen, var eisini við.
Kappingin var í ymsum støðum í
Havnini og veðrið var av tí fagrasta.
Byrjað varð uppi við Hotel Føroyar, har
ein kapping var, og so vóru tríggjar í
miðbýnum. Seinastu fimm kappingar-
nar vóru úti á Skansanum, har nógv
fólk varð komið saman at stuðla Regini.
Regin var væl við allatíðina, og eftir
fyrstu kappingina var hann á øðrum
plássi. Hann var tó óheppin í lutakasti-
num, tí hann skuldi royna seg fyrst, og
tað dámar teimum lítið. Tað er best at
kunna samanbera seg við hinar kapp-
ingarneytarnar.
Regin helt seg hava góðar møguleik-
ar at fáa eitt gott úrslit, um skaðin ikki
fór at gera um seg aftur, sum hann
upplivdi í kappingini um at gerast
heimsins sterkasti.
Átta menn royndu sína styrki í Atlantic
Giant 2000, og umframt Regin Vágadal
vóru Torfi Ólafsson úr Íslandi, Magnus
Samuelson úr Svøríki, Hubert Dorer úr
Eysturríki, Janne Virtonen úr Finnlandi,
Laszlo Fekete úr Ungarn, Rene Mink-
witz úr Danmark og Rob Dikson úr
Bretlandi.
Regin Vágadal í Sjónvarpi Føroya
sunnukvøldið kl. 20.
Rás 2 brynjar seg út til valið
Rás 2 byrjaði sum ein útvarpsrás, ið bara
kundi hoyrast í miðstaðarøkinum. Síðani
var ein sendari settur upp í Norðoyggj-
um í samstarvi við Norðoya Sparikassa.
Nú verður aftur stig tikið til at víðka
sendinetið, og um stutta tíð fer Rás 2 at
hoyrast um størsta partin av landinum.
Arbeiðið við at seta ein sendara upp
á Sornfelli er farið í gongd, og tá tað er
liðugt, verður ein sendari settur upp á
Hestinum í Suðuroy. Tá hesir sendarar
eru settir upp, kunnu fólk kring landið
leita eftir Rás 2. Enn er ikki greitt um
allar bygdir fara at hoyra Rás 2, eftir at
sendararnir eru settir upp. Rás 2 fer at
hava nakrar royndarsendingar, og tá ber
til at siga um aðrir smærri millumsend-
arar skulu setast upp.
Nú kommunuvalið stundar til, og polit-
ikarar veruliga eru úti um seg, fer Rás 2
at hava sendingar, sum snúgva seg um
valið. Loyvið er komið uppá pláss, og
Rás 2 fer at borðreiða við politikki upp-
undir kommunuvalið. Býráðspolitikarar
fara at vera í útvarpsstovuni og hava
framløgur ella kjakast við aðrar politik-
arar. Enn er skráin ikki endaliga løgd,
men tað verður greitt í næstu viku.