hósdagur 22. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
menniskjansligum feilum,
er tað her at hugsjónin um
eina tekniska koyribreyt
kemur inn soleiðis at við
teoretiskari og praktiskari
undirvísing ber til at minka
um ferðsluóhappini og økja
um ferðslutrygdina.
Sjálvt tann besta trygdar-
útgerðin er til fánýtis, um
bilførarin ikki klárar at
hava tamarhald á bilinun í
eini neyðstøðu. Ótalligar
kanningar vísa, at flestu
ferðsluvanlukkurnar hvørki
skyldast bilin ella koyri-
breytina, men evnunum hjá
bilføraranum til at reagera
rætt og taka ta røttu avgerð-
ina.
Jón Kragesteen, leiðari á
Ferðslutrygd sigur, at um
vit ikki hava somu um-
støður á slíkum koyritekn-
iskum breytum, sum onnur
lond, so er vandi fyri, at
koyrikort okkara missir
virði.
Hvørt ár senda fyritøkur
og stovnar nógv fólk uttan-
lands at venja á royndar-
breytum fyri at dagføra
koyriførleikan. Hetta kundi
eins væl verið gjørt í
Føroyum, heldur hann.
Meðan ferðalagið var í
Roskilde, var eisini høvi at
síggja, hvussu Roskilde
kommuna hevur skipað
ferðslutrygdina í býnum.
Kommunan hevur seinastu
árini gjørt nógv fyri at betra
um ferðslutrygdina í Ros-
kilde og har um leiðir.
Um kvøldið var døgurði
har m.a. umboð fyri Rådet
for større Færdselssikker-
hed og býarstýrið í Ros-
kilde luttóku saman við
borgarstjóranum,
Bjørn
Dahl. Ein av býráðslim-
unum var tvørámaðurin
Rúni Viberg.
Nr. 180 - 22. september 2005
17
Hans J. Hermansen
og Heini á Borg í
Havn bíða eftir
svari frá Tórshavn-
ar kommunu um at
fáa øki til eina
koyritekniska breyt
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Vit bíða bara eftir svari
frá Tórshavnar býráð upp
á umsókn okkara um eitt
øki til eina koyritekniska
breyt.
Hetta sigur Hans J.
Hermansen, koyrirlærari
í Havn, sum saman við
Heina á Borg hevur søkt
um øki til eina slíka
breyt.
– Vit ætla at byrja í
smáum, men ætlanin er,
at hetta skal verða til eina
veruliga koyritekniska
breyt, sum lýkur øll tey
krøv, ið eru neyðug, sigur
Hans J. Hermansen.
Hann vísir á, at í kunn-
gerðini fyri koyrikortið
stendur, at krav er um
undirvísing
á
slíkari
breyt, tá ein slík breyt er
komin.
– Vit skulu eisini
minnast til, at koyrikortið
hjá okkum er treytað av
hesum krøvum, sum eru í
okkara grannalondum.
Umframt
vanliga
koyriundirvísing
hava
Hans J. Hermansen og
Heini á Borg eisini aðrar
ætlanir.
– Vit hava gjørt hetta, tí
vit hava áhuga fyri hes-
um. Tað hevur so nógv
verið tosað um hetta í
nógv ár, men eingin er
komin á mál við hesum,
sigur Heini á Borg.
– Tí er tað eisini okk-
ara ætlan at fáa motor-
ítróttin við eisini, sigur
hann og vísir á skipaðu
koyringina við knallert-
um og motorsúkklum,
sum er komin í lag
seinnu árini.
Hann nevnir eisini aðr-
ar greinir innan mótor-
ítrótt, sum kunnu gerast
aktuellar, tá umstøðurnar
eru til tess.
– Alt hetta skal sjálv-
andi fara fram undir
tryggum og skipaðum
umstøðum, sigur Heini á
Borg, sum vónar, at
koyrilærarar o. o. fara at
taka væl undir við ætl-
anini, tí uttan teirra
stuðul verður ætlanin
ikki til veruleika.
– Vit hava tvær um-
sóknir liggjandi um
øki til eina koyri-
tekniska breyt, sig-
ur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri í
Havn
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tórshavnar
kommuna
hevur tvær umsóknir
liggjandi um øki til eina
koyritekniska breyt. Um-
framt umsóknina frá
Hans J. Hermansen og
Heina á Borg, er eisini
ein umsókn frá Koyri-
lærarafelagnum.
– Ein slík breyt krevur
nógv pláss. Vit hava
tosað um at leggja av øki
til hetta í Húsahaga ella á
Glyvursnesi, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn. Hann vísir á, at
umsóknirnar eru farnar
til ummælis hjá bóndan-
um og hjá Búnaðarstov-
uni.
Heðin Mortensen vil
ikki siga júst, hvat øki
hann heldur er best egn-
að, tí umsóknirnar ikki
eru liðugt viðgjørdar.
– Men kommunan er
stór, so sjálvandi hava vit
pláss til eina slíka breyt,
sigur Heðin Mortensen,
sum eisini heldur tað
verða eitt gott hugskot,
um ein slík breyt eisini
kann brúkast til motor-
ítrótt.
Ítøkjulig ætlan
um koyribreyt
Viðgera umsókn
um koyribreyt
lat is«
Kenneth Saust, stjóri hjá Goodyear í Danmark, tappaði
luftina úr øllum fýra dekkunum á hesum Ford Mondeo, sum
hevði Goddyear "Run on Flat" dekk undir. Síðan fór hann ein
túr á teknisku koyrdibreytina við bilinum. "Run on Flat"
dekkini kunnu koyra eitt strekki upp á 80 kilometrar við 80
km/t uttan luft. Fremst á myndini Heðin Zachariassen,
løgtingsmaður
Jón Kragesteen og Rúna Sivertsen frá Ferðslutrygd saman við
limum í býarstýrinum í Roskilde, f.v.: Kirsten Bjerager (rad),
Rúni Viberg (sos.dem), og Bjørn Dahl (venstre), borgmeistari í
Roskilde Kommunu
Nógv var at tosa um. Frá vinstru: Finnleif Durhuus, frá
Landsverk, Janus Isaksen, frá Bileftirlitinum, og Heini
Eysturoy frá Landsverk
Hans J. Hermansen og Heini á Borg