týsdagur 17. oktober 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 199 - 17. oktober 2000
Nr. 199 - 17. oktober 2000
Lesið eisini
Ítróttasosialin
á alnetinum
www.sosialurin.fo
Tann bert 16 ára
gamli russarin
Alexander Gris-
chuk vann 3rd
Tórshavn Interna-
tional. Javnir í
stigum varð ukrai-
narin Ruslan Po-
nomariov, sum tó
hevdi færri mót-
støðustig enn
Grischuk og end-
aði sostatt á øðr-
um plássi. Fremsti
føroyingur varð
John Rødgaard
Carl Eli Nolsøe
Samuelsen
Í frálikum umstøðum hava
tredivu telvarar í átta dagar
húsast í stásiliga Norður-
landahúsinum við tí fyri
eyga at stríðast á talvborð-
unum. Hvør dagur hevur
verið ein langur og spenn-
andi arbeiðsdagur fyrst við
fyrireiking og síðani at telva
teir vanligu 4-5 tímarnar.
Fyri okkum telvarar hevur
tað verið eitt satt upplivilsi
at verið ein partur av tílíkari
kapping.
3rd Tórshavn Internatio-
nal varð ein succes, heili
tólvtúsind áskoðarar hava
eygleitt kappingina á alnet-
inum,
www.faroechess.-
com, og kappingin hevur
gjørt Føroyar meira sjón-
ligar á heimskortinum. Við
samstarvi við Føroya Spari-
kassa, Føroya Shell, Føroya
Tele, Tórshavnar Býráð og
Norðurlandahúsið megnaði
Talvsamband Føroyar at
skipað fyri hesari stórkapp-
ing.
Tvídysturin mikli
3rd Tórshavn International
varð í roynd og veru ein
tvídystur ímillum Grischuk
og
Ponomariov.
Eingin
kundi hótta teir, og endaðu
teir eisini heili hálvtannað
stig framanfyri næsta telvar-
an sum varð russiskiføddi
írin
Alexander
Baburin.
Grischuk vann síni fyrstu
seks talv og trý tey seinastu
leikti hann javnt, meðan Po-
nomariov vann síni síðstu
trý talv. Einasta tapið hjá
Ponomariov varð just ímóti
Grischuk.
Hesir báðir ungi menn-
inir,
Ponomariov
bleiv
seytjan ár undir kappingini,
vísti telving í heimsklassa.
Torført er at siga, hvør av
teimum er tann betri telv-
arin, men Grischuk hevði
sterkari mótstøðu og vann
eisini á Ponomariov og tí er
hann rætti vinnarin. Fyrsta
virðislønin Grischuk ognaði
sær, var heili 40.000 krónur.
Írin,
Baburin,
hevði
somuleiðis eina góða kapp-
ing við bert einum tapi, og
endaði einsamallur á triðja
plássi.
Yngsti telvarin í kapping-
ini, tann trettan ára gamli
Teymur Radjabov, kláraði
seg væl og ognaði særi eitt
tólvta plássi. Hann prógvaði
at hann megnar uppgávur
ímóti stórmeistarum,
og
verður uttan iva skjótt stór-
meistari sjálvur.
Einki føroyskt
gjøgnumbrot
Eingin av teimum ellivu før-
oysku telvarnum fingu al-
tjóða gjøgnumbrot á hesum
sinni. Vit mugu bara ásanna
at størri arbeiði krevst at
nærkast útlendingunum og
teirra støði. Bert tí einu ferð-
ina í kappingini eydnaðist
tað ein av okkum at basa ein
altjóða meistara, og tað var
heldur soltið. Vit fingu nakr-
ir javnleikir, men vórðu vit
verið meira neyvir í avger-
andi løtunum vunnu vit
fleiri av hesum javnleikum.
Teir flestu av okkum
høvdu eina minni góða
kapping, og teir einastu ið
kunna vera nøgdir við úrslit
teirra eru Torbjørn Thom-
sen, Martin Poulsen og Olaf
Berg. Hesin seinasti klatraði
væl upp eftir ratingstigan-
um. Til dømis leikti hann
javnleik ímóti Flóvini í sein-
asta umfarinum.
Landsliðstelvarnir
John
Rødgaard, John Arni Nils-
sen, Flóvin Tór Næs og
Ólavur Simonsen telvaðu
allir sera óstøðugt. John
varð einasti føroyingur ið
fekk 50%, men øll hansara
stig fekk hann ímóti føroy-
ingum og kann hann tí ikki
vera heilt nøgdur við sítt
avrik. Hann vann tó eitt gott
talv ímóti Flóvini.
Sjálvt um føroysku avrik-
ini ikki vórðu av teimum
heilt bestu, so varð hetta ein
góð upphiting hjá landsliðs-
telvarnum okkara til OL,
sum byrjar seinast í hesum
mánaði í Istanbul.
Mentamálaráharrin Tor-
bjørn Jacobsen tók sær av
steypahandini og helt hann
eina mergjaða røðu,
har
hann til dømis sipaði til at
talv er ein partur av mentan
okkara, og at hesin ítróttur
hoyrdi heima í fólkaskúl-
anum.
Toppurin
1. A. Grischuk
7,5 stig
av 9
2. R. Ponomariov
7,5
3. A. Baburin
6
4. S. Conquest
5,5
Føroysku úrslitini
John Rødgaard
4,5
John Arni Nilssen
4
Torbjørn Thomsen 4
Flóvin Tór Næs
4
Heini Danielsen
3,5
Martin Poulsen
3,5
Terji Petersen
3,5
Ólavur Simonsen
3,5
Olaf Berg
3,5
C. E. N. Samuelsen 3
Herluf Hansen
2,5
Inni á www.faroechess.com
eru hópin av myndum frá
hvørjum umfari, og somu-
leiðis øllum telvarnum.
Talvkongurin Grischuk
Ein fegin Alexander Grischuk fær her handað stóra kekkin frá formanninum í Talvsambandinum, Rana Nolsøe, og landsstýris-
manninum í mentamálum, Torbjørn Jacobsen
Talvini hesa vikuna
Talv frá nígginda og seinasta umfari. Grischuk kundi við javnleiki ognað sær fyrsta
pláss, og sjálvt um hann varð trýstur av svianum, Tiger, megnaði hann javnleik. Hjá
Ponomariovi varð bara eitt at gera, nevnliga at vinna.
Tiger Hillarp-Persson (2549) — Alexander Grischuk (2606)
3rd Tórshavn International Tórshavn (9), 14.10.2000
1.g3 d5 2.Bg2 Nf6 3.d3 g6 4.Nf3 Bg7 5.0-0 0-0 6.Nbd2 Nc6 7.e4 e5 8.b3 a5 9.a3
Be6 10.h3 h6 11.Bb2 d4 12.Qe2 Nd7 13.Nh2 Nc5 14.h4 h5 15.Rae1 Qd7 16.Bc1
Rae8 17.Kh1 Qd8 18.Rg1 Kh8 19.Bf3 f5 20.exf5 Rxf5 21.Ne4 Nxe4 22.Bxe4 Bd5
23.g4 hxg4 24.Qxg4 Bxe4+ 25.dxe4 Rh5 26.Qxg6 Rh7 27.Bg5 Qd7 28.Bf6 Rf8
29.Bxg7+ Qxg7 30.Qxg7+ Rxg7 31.Rxg7 Kxg7 32.Kg2 Ne7 33.Ng4 Ng6 34.Kg3
Rh8 35.b4 axb4 36.axb4 Rxh4 37.Ra1 Rh8 38.Ra7 Rb8 39.Ra5 Re8 40.Ra7 Rb8
41.Ra5 Re8 42.Rb5 b6 43.Rd5 Kf7 44.f4 exf4+ 45.Kf3 Rh8 46.Rd7+ Ke6 47.Rxc7
Rh3+ 48.Kf2 Ne5 remis
Hannes Stefansson (2557) — Ruslan Ponomariov (2630)
3rd Tórshavn International Tórshavn (9), 14.10.2000
1.e4 g6 2.d4 Bg7 3.c4 d6 4.Nc3 Nf6 5.f3 0-0 6.Bg5 a6 7.Qd2 c5 8.d5 b5 9.cxb5 Qa5
10.a4 Nbd7 11.Ra3 Qb4 12.Nh3 Ne5 13.Nf2 Bd7 14.b6 Qxb6 15.f4 Neg4 16.Nfd1
h6 17.Bh4 g5 18.fxg5 hxg5 19.Bxg5 Nh7 20.Bf4 f5 21.Bd3 c4 22.Bc2 fxe4
23.Bxe4 Rf7 24.h3 Ne5 25.Be3 Qb7 26.Nf2 Rb8 27.Ra2 Nf6 28.Bc2 Nh5 29.0-0
Ng3 30.Re1 Rbf8 31.Nce4 Nf5 32.Bb1 Nxe3 33.Qxe3 Qxd5 34.Ra3 Bc6 35.Rd1
Nd3 36.Bxd3 cxd3 37.Raxd3 Qe5 38.R1d2 Bxe4 0-1
Tað er týskvøld, klokkan fer
at nærkast hálvgum níggju,
og fólk byrja so smátt at
sessast inni í lítla snotiliga
listaskálanum hjá Osmundi.
Væl roynist rúmið, úti við
60 fólk fáa sitið og brátt er
nærum fullsett, stuttligt at
so mong kunnu savnast at
lurta eftir kamartónleiki í so
lítlari bygd, eisini tá hugsað
verður um at tvey onnur til-
tøk eru eisini í kvøld —
ungdómsmøti og eldrasam-
koma. Gamaní onkur fugl-
firðingur og enntá einir tveir
havnarmenn hava eisini
funnið sær veg til Leirvíkar
í kvøld at njóta listina. Vit
sessast, og meðan vit bíða,
njóta vit vøkru málningar-
nar, teir flestu eftir Jóannes
Kristiansen og Sámal Tofte-
næs, lýsandi Leirvík fyrr og
nú í skiftandi ljós- og lit-
spæli, og tað er ikki sørt at
hugin eina løtu leitar aftur í
barnaár.
Nú koma tær báðar
Monika Stauss Joensen og
Helene Ringgenberg inn og
nú trínur mið-europeisk
mentan, tá hon er best, inn
ímillum fjøllini og húsini í
Leirvík Tað er Sonata fyri
cembalo og violin í h-moll
eftir Johann Sebastian Bach
vit hoyra. Góði gamli Jóhan
- og júst á tveimum teim
vanligastu ljóðførum á
hansara
døgum.
Hann
gongur so spelkin í Leir-
víkstúni og fegnast um
ljósið og litirnar_ fáir tóna-
smiðir eru so ”universellir”
sum hann, og sjálvt um vit
onga løtu ivast í nær í tíðini
tónleikur hansara varð til,
so kann hann altíð og alla-
staðni nýtast og njótast…
Honum á baki kemur
Georg Friedrich Händel við
Suitu í d-moll fyri cembalo,
og sjálvt um hansara tóna-
mál er líka kent, so verða
vit nú spakuliga drigin úr
Leirvíkstúni
oman
í
glæstriborgir miðaldarinnar
— í Hannover? í London?
ella Dublin? — Suitan er
samansett av fýra miðald-
ardansum:. ”Allmand” ella
”Allemande” er ein seinur
hábærsligur dansur við upp-
runa í Týsklandi. ”Corrant”
ella ”Currante” er ein
franskur
dansur,
eisini
Ein listarlig uppliving í Gamla
Turkihúsinum í Leirvík
seinur, men tónleikurin er
krevjandi við nógvum ”for-
siringum”, so Helene slepp-
ur rættiliga at sýna sítt
kynstur her. So kemur tann
vakra ”Sarabandan” við tí
kenda lagnum og síðst kem-
ur tann lívligi ”Jigg” ella
”Gigue”
Hetta var alt í alt ein góð
løta við góðum barokktón-
leiki, men nú koma vit
spakuliga aftur í Leirvíks-
tún, tí nú stendur okkara
egna Monika aftur á gólv-
inum við síni fiól og greiðir
frá næsta stykkinum: Partita
fyri solo violin eftir Frede-
ric Balazs. Hann er føddur
í Budapest í 1919, men
hevur búð mesta partin av
lívi sínum í USA. Hann
hevur verið í Føroyum og
spælt m.a. saman við
Moniku og hetta stykkið
hevur hann skrivað til henn-
ara. ”A Noiseless Patient
Spider” eitur fyrri satsurin.
”Ein kvirrur, tolin eitur-
koppur” Nú fara vit niður
so at siga niður í mikro-
kosmos — heimin hjá lítla
eiturkoppinum og tónleik-
urin lýsir, hvussu hann tolin
spinnur sína nót, hvussu
hann klívur sín tráð og
bindur sínar knútar . . . .
Seinni
satsurin
eitur
”Parade” — ein festlig
amerisk skrúðgonga við
ymiskum tónleiki, fremst
gongur jazzurin, so kemur
countrytónleikurin,
so
sigoynarnir, magyararnir,
marsjorkestrið o.s.fr.
So skiftir myndin aftur,
Helene spælir ”Suite de
Chansons populaires” -
suita við kendum sangum
— eftir landsmannin og
vinmannin
Pierre-André
Bovey og tað er stuttligt at
hoyra
at
núlivandi
tónaskald eisini við hesum
aldargamla ljóðfari kunnu
geva so góðar lýsingar og
tónamálarí sum henda suita:
”Clarillon de Vendome” —
kirkjuklokkur í Vendome,
”Petite camuson” — lítil
smátta, ”Rossignolet des
bois” — náttargalurin í
skóginum, ”Pastourelle” —
um seyð(!)
Vit
enda
í
Spania.
Malaguena op.21,1 fyri
violin og cembalo eftir
Pablo de Sarasate. Vit hoyra
tær
lívligu
sponsku
rútmurnar og tey yndisligu,
kenslubornu løgini, og tað
gongur ein góð løta, áðrenn
vit koma aftur úr Spania til
Leirvíkar - í túni hjá
Ragnhild og Sigrid og
síggja tey kendu fjøllini
aftur í penslastroki teirra
Jóannesar og Sámals. Nú
bjóða tær okkum kaffi og
heimabakaðar vaflur og
meðan vit njóta hetta, ganga
vit og skoða listverkini
betur, meðan tónleikaferðin
niðri
á
europeiska
meginlandinum
sodnar
spakuliga . . . . eitt sera
væleydnað mentunnartiltak
er at enda, tøkk fái tit sum
gjørdu
hetta
møguligt.
Listaskálin kann væl nýtast
til slík tiltøk!
Dánjal Eysturstein
Tjóðveldisflokkurin hevur
stillað 10 valevni upp til
býráðsvalið í Klaksvík. Vit
hava fingið ein góðan lista,
har bæði ung og eldri,
kvinnur og menn, trygt
kunnu seta sín kross. Ein
listi við 10 góðum valevn-
um gevur 10 góð boð uppá
ein komandi borgarstjóra.
Í farna valskeiði hevur
flokkurin sitið í samgongu,
og eftir tey ringu árini frá
’92 til ’96 hevur borið til at
litið frameftir aftur. Neyð-
ugt hevur verið at ført ein
varnan fíggjarpolitikk, men
umboð Tjóðveldisfloksins í
býráðnum hava verið við til
at loyst nógv mál og sett
sjøtul á onnur. Nevnast
kann m.a. útbyggingin av
vatnveitingini, at ferð er
komin á málið um barna-
ansingina, umbyggingin av
skúlanum er komin ávegis,
gongd er komin á virksemi
Viðmerkingar
Hetta vil Tjóðveldisflokkurin!
á ídnaðøkinum á Borðoyar-
vík, og betraði viðurskifti
eru á eitt nú bókasavninum.
Vit eru farin inn í núverandi
loysn av kommunuskuldini,
tí vit meta hetta vera til
besta gagn fyri Klaksvíkar
kommunu.
Nógv átroðkandi mál
skulu loysast í komandi val-
skeiði. Eyðsæð er, at vit
framvegis mugu føra ein
varnan fíggjarpolitikk. Við
núverandi gongd verða
fimm ár, áðrenn skuldin er
komin niður um eina álíkn-
ing. Avgerandi spurningurin
fyri okkum er tí, hvussu vit
undir hesum fortreytum
styrkja kommunu okkara.
Hetta merkir: at taka fíggj-
arliga ábyrgd, og samstund-
is virka fyri tí trivnaði, sum
er grundarlagið fyri okkara
fíggjarkarmi. Vit hava sett
okkum fyri at fremja ein
skipaðan politikk innan
vinnulívs-, sosial- og ment-
unnarøkið. Hesin skipaði
politikkur hevur trý høvuðs-
eyðkenni, sum miðast skulu
móti komandi valskeið:
• at kommunan fremur eina
miðvísa
raðfesting
av
teimum málum, ið loysast
skulu.
• at kommunan virkar sum
ígongdsetari og stuðul til at
menna tað menniskjaliga
tilfeingið, sum vit hava her
á staðnum, umframt at fáa
onnur at koma til.
• at kommunan tekur størri
ábyrgd fyri partum av
sosial- og mentunnarpoli-
tikkinum, sum í dag verður
fyrisitin av landsmyndug-
leikunum.
Sum valevni hava vit sjálv-
sagt okkara serligu áhuga-
mál, men hetta eru tær al-
mennu linjurnar hjá flokk-
inum. Ein krossur fyri ein-
hvønn av okkum er tí ein
krossur til frama fyri einum
miðvísum politikki, ið vil
virka fyri eini virknari
kommunu.
Valevni Tjóðveldisfloksins
til býráðsvalið 2000
Hanus T. Bærentsen
Karsten Hansen
Torkil Heinesen
Jórun Høgnesen
Anna Løve Jacobsen
Steinbjørn Jacobsen
Hergerð Joensen
Jákup Pauli Johannesen
Rani Nolsøe
Jón Harald Poulsen