Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 199 - 17. oktober 2000 Nr. 199 - 17. oktober 2000 gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK Kyndil-Neistin 23-25 (13-15) Tá Kyndil og Neistin hittast í manshondbólti, hevur tað aloftast verið soleiðis, at tað hava verið teir grønu, sum hava átikið sær leiklutin sum favorittar. Eftir sætta Neistasigurin á rað tykist tað tó, sum um vend er um at koma í hetta. Kyndilsmenn høvdu annars ivaleyst vóna, at tað aftur skuldi eydnast teimum at finna gamla stevið aftur, men hesum forðaðu fyrst og fremst tveir fyrrverandi lið- riggaði til tíðir sera væl, og var eingin maður at spæla til, so royndi íslendingurin seg sjálvur, og úrslitið var nett hitt sama. Skjúttarnir mangla Hjá Kyndli var tað einamest Jens Skipagøta í málinum, sum stóð seg væl, men hann fekk tó sera lítla hjálp frá liðfeløgunum. Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum annars vóru toppskúttarnir hjá Kyndli, komu ongantíð veruliga í gongd, og kanska er hetta størsti trupulleikin hjá Kyndli. Nevnliga at tað er ov tunnligt við bakspælar- um. Bjarni er ein avbera góður skjútti, men tað tyk- ist, sum ov stór ábyrgd er á hansara herðum í so máta. Heldur ikki tykist tað rætt, at Jónleif verður noyddur at royna so nógv sjálvur, tí evni hansara sum spælskipari munnu vera millum tey bestu í landin- um. Skal Kyndil ikki fella Tepur Kyndlasigur Kvinnuliðið hjá Kyndli fekk togað tvey stig frá Neistan- um, men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at sigurin varð vísur JÁKUP MØRK Kyndil-Neistin 24-23 (11-10) Luturin hjá hesum dysti í FM-stríðnum tóktist frammanundan minni, enn hann ofta hevur verið seinnu árini. Ikki verður roknað við, at nakað av hesum liðum fer at gera tær heilt stóru skreytirnar í ár, tí hjá báðum pørtum hevur mannfallið verið stórt síðani seinasta vetur. Hinvegin var talan um lokaluppgerð, og líkamikið hvussu víkir og vendur, so verða hesir dystir altíð mett- ir sum nakað serligt millum bæði leikarar og viðhalds- fólk hjá báðum liðum. Rótut Leikliga var heldur ikki nógv sunnudagin, sum bendi á, at talan var um nakran toppkandidat á vøll- inum sunnudagin. Dysturin var frá fyrstu løtu merktir av nógvum per- sónligum mistøkum, og tað var meira enn tí einu ferð- ina, at bólturin varð tveittur út av síðulinjuni, tá send- ingarnar ikki vóru nóg neyvar. Kyndil var annars tað av liðunum, sum kom betri frá byrjan, men tað var tó skjótt, at Neistin svaraði aft- ur. Eftir at Kyndil vann sær eina skjóta tvey mála leiðslu, komu tær bláu upp á 7-3, áðrenn nakað aftur- svar kom. Serliga var tað í verju- partinum, at tað gekst illa í hond hjá Kyndli hesa løt- una. Borðini bæði tóktust ógvuliga tunn, og hetta við- førdi eisini, at annars sterki miðblokkurin hjá Kyndli varð tægaður sundur, so Annika Thomsen fleiri ferðir nærum ótarnað slapp at sveiggja vinstra arm- inum. Sum hálvleikurin leið, fekk Kyndil tó aftur snarað dystinum til egnan fyrimun. Serliga vóru tað tær tríggjar, Ann, Lotte og Jórun, sum tóku ábyrgd á seg, og um- framt at røkja egnar verju- skyldur, stuðlaðu tær eisini uppundir hjá viðleikarun- um. Ann avgjørdi Kyndil kom sostatt fram um aftur, áðrenn liðini fóru til hálvleiks, men steðgurin gav aftur neistakvinnunum nakað av luft. Sostatt gjørdist seinni hálvleikur sera javnur, so hóast talan framvegis ikki var um nakran væl leiktan dyst, so var spenningurin í hásæti alla tíðina. Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi at skrykkja seg leysan, men hetta sá ong- antíð út til at eydnast. Kyndil fekk tó móti end- anum lagt seg tvey mál fram um mótstøðuliðið, men Neistin megnaði tó enn einaferð at svara aftur, og áskoðararnir mundu líka- sum hava vant seg við tank- an, um at javnleikur fór at gerast endaliga úrslitið. Ann Hansen vildi tað tó øðrvísi, og tá hon í seinastu álopsroyndini varð spæld upp til skot, sveik hon ikki álitið, men langaði bóltin í kassan, soleiðis at bæði stigini endaðu hjá teimum grønu. Ov tunt Hóast talan var um ein javnan, og harav undirhald- andi dyst, so er fatanin eftir dystin hin sama, sum hon mundi vera undan. Nevn- liga at hvørki av liðunum kemur at hava nakað avger- andi orð at siga, tá gull- merkini verða býtt. Missurin hjá báðum lið- um er snøgt sagt ov stórur í mun til í fjør, og hóast liðini eisini hava havt tilgongd, so tekur tað altíð sína tíð, áðr- enn hendan fellur nóg væl inn í heildina. Støðan er tó ikki verri enn so, at um liðini hava ein góðan dag, kunnu tey altíð spæla onkrum av oddalið- unum eitt puss, so tá av tornar, kann væl verða, at kappingin í vetur fer at gerast nógv meira spenn- andi enn fyri ári síðani. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 7(4), Jórun Ludvig 5, Kristina Holm 5, Ann Han- sen 4(1), Brynhild Klein 2, Anita Kjærbo 1 Neistin: Annika Thomsen 8(2), Súna Mørk 5(2), Mildrid Jacobsen 4, Kára á Dunga 3, Gunvær Hofgaard 2, Birita Wardum 1 Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 5 Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 3 Tað var serliga í borðunum, at Kyndil hevði trupulleikar í verjuni, men tær megnaðu kortini at toga ein tepran sigur í land Mynd: Álvur Haraldsen Neistin hevur takið á Kyndli Sætta landskappingardystin á rað eydnaðist Neistanum at vinna grannauppgerðina, og serliga vóru tað tveir fyrrverandi kyndils- leikarar, sum tryggjaðu sigurin felagar fyri. Svingandi Jacob Jónsson og Lars Winther, sum báðir hava eina fortíð á kyndalliðnum, vóru teir báðir einstakling- arnir, sum høvdu størstu ávirkanina á dystin. Neistin var tó á ongan hátt omaná allan dystin, tí eftir at tað hevði leikað javnt á fyrstu løtuna, tók Kyndil seg rættiliga fram miðskeiðis í hálvleikinum. Neistin svaraði tó skjótt aftur, og tá tað samstundis stóð at kalla stilt hjá teimum grønu, leyp Neistin upp á eina tvey mála leiðslu áðr- enn hálvleiksstegðin. Leiðslan kundi enntá verið trý mál, men dómararnir steðgaðu einum neistaálopi, tá teir skuldu geva Regini Petersen tveir fingrar. Ein hending, sum at enda kost- aði Regini beinleiðis reytt, tá hann áhaldandi brúkti seg móti teimum báðum í svørt- um. Kortspæl Við einum manni í yvirtali skundaði Neistin sær at út- byggja leiðsluna, tá annar hálvleikur byrjaði, og í bak- speglinum kann ein kanska siga, at hendan løtan var avgerandi fyri dystin. Kyndil megnaði móti endanum av dystinum at nærkast Neistanum aftur, men líkt var til til, at takið kostaði ov nógvar kretir, og so kundi Neistin aftur toga seg frá. Eitt, sum sermerkti dyst- in, var annars, at fleiri av leikarunum tóktist sera heit- ir, og ofta kom tað til skarp- skeringar við bæði mótleik- arar og dómarar. Umframt reyða kortið til Regin fekk eisini Kári Mortensen beinleiðis reytt, meðan Hans Áki varð par- keraður á beinkin, eftir at hann tríggjar ferðir hevði sæð teir báðar fingrarnar hjá dómaranum. Sum nevnt omanfyri, so vóru tað serliga teir báðir fyrrverandi kyndilsmennin- ir, Jacob og Lars, sum slóð- aðu fyri neistasigrinum. Lars framdi eina røð av góðum bjargingum, og tók millum annað nøkur brots- køst í avgerandi støðum, meðan Jacob stýrdi tí mesta, tá Kyndil fór í álop. Samanspælið við Elmar Ósá, sum var á linjuni, heilt burtur í FM-stríðnum, longu áðrenn tað er byrjað, er alneyðugt, at okkurt verð- ur gjørt við henda trupulleika sum skjótast. Spurningurin tykist tó vera, hvaðani loysnin til hetta skal koma. At felagið hevur alt nógv- ar frægar skjúttar hjálpir lítið, tá hesir ikki eru tøkir hjá felagnum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 7, Jónleif Sólsker 6 (4), Janus Einar Sørensen 4, Regin Petersen 2, Heini Bentsen 2, Uni Wardum 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1 Neistin: Jacob Jónsson 6, Kári Mortensen 4, Elmar Ósá 4, Helgi Justinussen 4(3), Áki Mørk 3, Ári Rouch 3, Regin Didriksen 1 Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 4 Útvísingar: Kyndil 6, Neist- in 6 Diskvalifikatión: Kyndil 2 (1 beinleiðis og ein 3*2 minuttir), Neistin 1 (bein- leiðis reytt) Tá danmarksmeistararnir sunnumorgunin fóru úr Herfølge og til Aalborg, høvdu teir einki ímóti at hava eitt stig við til hús aftur. Tá teir sunnukvøldið vóru aftur á Sælandi, høvdu teir kensluna av, at teir heldur høvdu tapt tvey stig, enn at teir høvdu vunnið eitt stig. Og tað var ikki so undar- ligt, at teir høvdu hesa kensluna. Tá AaB liðfor- maðurin, Anders Anders- son, í 29. minutti fekk næsta gula kortið og harvið sá reytt og noyddist av vøllin- um, var støðan 2–0 til Her- følge. Tí vóru fyritreytirnar hjá heimaliðnum ógvuliga truplar, og tí var einki at siga til, at venjarin hjá teimum, Peter Rudbæk, eftir dyst- arlok segði, at hann hevði meiri eina kenslu av, at teir høvdu vunnið eitt stig, enn at teir høvdu tapt tvey. Stórspælið AaB hevði mest sum alla tíðina stóra yvirvág í spæli. At teir ikki fingu fleiri mál og harvið vunnu sannfør- andi sigur, var tað bara ein orsøk til, og tað var Jákup Mikkelsen. Tá danskir fjølmiðlar sunnukvøldið gjørdu upp eftir hetta umfarið, vóru teir ikki í iva: Jákup Mikkelsen var besti málverjin og kom tískil á vikuliðið hesa ferð. At tað var púra uppiborið var sjón fyri søgn. AaB álopsmenninir vóru ferð eftir ferð í uppløgdum støð- um at gera mál, men Jákup vardi fyri. – Hann hevur altjóða Jákup aftur bestur í Danmark Hóast stórspælandi føroyskan landsliðsmálverja, so eydnaðist tað ikki Herfølge at fáa øll stigini í Aalborg, sjálvt um teir vóru á odda 2–0 og í ein tíma spældu ímóti tíggju monnum støði, staðfesti frásøgumað- urin í sjónvarpinum, og bæði í útvarpinum og bløð- unum vóru teir samdir. Hetta var fyrsta ferðin, síðani tað eftir summar- steðgin varð farið undir nýtt kappingarár, at Jákup Mikk- elsen varð mettur at vera besti málverjin í einum um- fari í superliguni. Í næst- síðsta umfarinum tapti Herfølge 2–0 ímóti FCK. Tá var spælið hjá Jákupi Mikkelsen á sama støði, sum tað var nú sunnudagin. At Jákup ikki ta ferðina var á vikuliðnum komst av, at dysturin ímillum Herfølge og FCK varð spældur mánakvøld. Vikuliðið verð- ur altíð valt sunnukvøld. Málini Herfølge kom á odda í ein- um av fyrstu álopunum, sum teir høvdu í Aalborg. Eitt korter var farið, tá Jesper Jacobsen eftir inn- legg úr høgru gjørdist púra blankur í málteiginum. Í 24. minutti økti Her- følge til 2–0. Málskjútti eftir snarálopið var Chris Her- mansen. Hann lyfti upp um AaB málverjan, sum tóktist hava verið ov skjótur at leypa út. Chris Hermansen, sum undan hesum kapp- ingarárinum kom aftur til Herfølge úr AB, var ovur- fegin, og tað var ikki at undrast á. Tað hevur gingið illa hjá lítla álopsmannin- um, sum ofta hevur verið á beinkinum. Í fyrsta AaB álopinum eftir steðgin, svav Herfølge verjan. Søren Frederiksen var púra leysur mitt fyri málinum og kundi stúta inn- legg úr høgru í kassan. Í 65. minutti javnaði estlendski landsliðsmaðurin Andres Oper. Úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann upp undir tværtræið. Bóltur- in støkk í svørðin, áðrenn ein verjuspælari beindi honum burtur. Bólturin var innanfyri málstrikuna, segði linjuverjin, og so dømdi dómarin mál. Todi skoraði tvær ferðir Bæði Óli Johannesen og Todi Jónsson vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli og komu á vøllin í 2. hálvleiki, tá FCK sendi AGF til hús við stórtapi FCK er av álvara við í kapp- ingini um fremsta plássið í superliguni og harvið um DM heitið, sum Jákup Mikkelsen og hinir í Her- følge nú eiga. At teir í FCK nú ætla at gera gomlu dreymirnar til veruleika var dyggiliga undirstrika seinnapartin sunnudagin, tá illa stadda AGF var í Parkini. Liðið úr Aarhus hevði millum heilt pikkulítið og einki at bjóða uppá. FCK spældi onkra løtuna væl, og teir høvdu als ongar trupulleikar at vinna og harvið lyfta seg upp á næstfremsta plássið í superliguni. Longu í 8. minutti kom FCK framum. Málskjútti var Ståle Solbakken, sum umframt at vera sannfør- andi stýrimaður á miðvøll- inum eisini hevur víst seg at vera málsøkin, síðani hann í summar flutti úr AaB og til FCK. Málið var ein gáva frá AGF. Miðvallarin Lennart Bak sendi bóltin til Ståle Solbakken, sum var púra kaldur, tá hann kom einsamallur ímóti AGF málverjanum. FCK økti til 2–0 tveir minuttir undan steðginum. Høgi og myrki sviin, Pascal Simpson, var púra leysur, tá hann stútaði innlegg úr høgru í málið. Hetta var fyrsta málið hjá nýggja álopsmanninum, sum aftur hesa ferð misnýtti fleiri upplagdar málmøguleikar. Tað gjørdi suåurafrikanarin Sibusiso Zuma so sanniliga eisini. Tvær ferðir Todi Óli Johannesen var á beinkinum hjá AGF, og Todi Jónsson, sum júst er komin fyri seg eftir skaðan, ið helt honum burtur frá landsdystinum í Sveis, var á beinkinum hjá FCK. Óli Johannesen varð sett- ur á vøllin í 66. minutti. Hann avloysti ikki serliga hepna Lennart Bak, sum hevði fingið gult kort. Todi Jónsson kom á vøllin, tá tað restaði eitt kor- ter. Hann loysti Christian Lønstrup av. Hesin hevði verið ytsti miðvallarin í høgru. Thomas Thorninger fór úr vinstru og yvir í høgra borð, meðan Todi kom á plássið í vinstru. Undan sunnudegnum hevði Todi bara skorað eitt mál í hesum kappingarár- inum. Tað málið skoraði hann í fyrsta umfarinum, sum var spælt undan ólav- søku. Hesa ferð gekk undan hjá Toda, sum skoraði tvey mál síðstu minuttirnar. Hitt fyrra prikaði hann úr fimm metr- inum, og hitt seinna stútaði hann við handara stólpan eftir innlegg úr høgru. jh AaB fekk stutt undan leikloki bóltin í málið hjá Jákupi Mikkelsen, men linjuverjin kommdømdi fyri rangstøðu. – Okkara spælarar hildu seg hava vunnið, tá støðan var 2–0 og teir høvdu mist ein mann. Tí kunnu vit ikki takka øðrum enn okkum sjálvum fyri, at vit ikki fingu øll stigini, segði John Faxe Jensen. jh Herfølge leikararnir tóktust vísir í sigrinum, tá teir í fyrra hálvleiki øktu leiðsuna upp í tvey mál, men tá tað kom til stykkis, var tað bert stórspæl frá málverjanum, sum forðaði fyri einum tapi