Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. oktober 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 199 - 17. oktober 2000 Nr. 199 - 17. oktober 2000 JÁKUP MØRK FS Vágar-ÍF 2-0 (0-0) FS Vágar vann dystin um upp-/niðurflyting samanlagt 4-2 Tað stóð nógv á hjá báðum pørtum, tá fuglfirðingar leygardagin vitjaðu í Sør- vági. Seinni dysturin um upp- ella niðurflyting stóð á skránni, og eftir at hin fyrri endaði við javnleiki 2- 2, var alt fullkomuliga opið, tá farið var á vøllin. Útivøllurin telur eyka Heimaliðið hevði tó tann fyrimunin, at teir høvd skor- að á útivølli, tí í mun til landskappingina telja hesa mál við í roknskapinum, tá samlaða úrslitið av dystin- um skal gerast upp. Hetta merkti, at fuglfirð- ingar skuldu skjóta mál, um teir skuldu hava nakran møguleika at tryggja sær uppflyting, men hetta sást tó ikki aftur á vøllinum. Einamest tóktust gesirnir áhugaðir um at binda fyri í verjupartinum, fyri at lokka heimaliðið nakað niðan á vøllin, so rúmd skuldi verða til kontraálop. Fyrsti partur av setning- inum eydnaðist eisini, tí yvirhøvur vóru tað vága- menn, sum høvdu størra trýstið í dystinum. Trupul- leikin hjá gestunum var tó, at tað aloftast var ov lítið bit í mótálopunum, og at vágaverjan tí ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum álopsroyndum. Mistu gyltan møguleika Avgjørt størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fingu vága- menn, tá teir fingu tillutað eitt heldur óneyðugt brots- spark, tó at dóminum einki bilti. Álopsleikari stóð við rygginum móti málinum, tá ÍF verjuleikari var áhaldsin og rendi mannin um koll, og so var einki at gera. Erlin Joensen í málinum megnaði tó at verja fyri skotinum frá Birgiri Jørgen- sen, og so kundu trúføstu ÍF áskoðararnir framhald- andi syngja »Erling á lands- liðið«. Óskipað Av fuglfirðingunum mundu tað tó einamest vera Erling og so áskoðararnir, sum stóðu fyri bestu avrikunum. Úti á vøllinum var í øllum førum ikki nógv, sum bendi á, at talan var um eitt lið, sum ætlaði sær at spæla fyrstudeildarfótbólt kom- andi ár. Nógvir ófantaligir nær- dystir, óneyvar sendingar og lág leikferð eyðkendi dystin, og leingi var eisini líkt til, at talan skuldi gerast um ein málleysan javnleik. Kanska høvdu nervar og eitt langt kappingarár eisini sítt at siga fyri leikligu dygdina, men hinvegin førdi drúgva javnstøðan eisini við sær, at nervin alla tíðina var til staðar. Um miðjan hálvleikin høvdu liðini bæði tó hvør sína vandamikla roynd, men meðan fuglfirðingar skutu við síðuna av úr góð- ari skotstøðu, skeyt Birgir beint á ÍF málverjan úr fimm metrum, og javnleik- ur tóktist gerast eitt alt meira sannlíkt úrslit. Við einum av fáu væl spældu álopunum í dystin- um, eydnaðist tó brádliga vágamonnum at beina mest sum allan iva til viks. Tór-Ingar Akselsen, sum við sínum skjótleika mundi vera ein hin størsta hóttanin móti fuglfirðingunum, slapp oman at baklinjuni. Rimvydas Bakus fekk bóltin, uttan tó at hava nakra góða skotstøðu, men skila- gott bíðaði hann við bólt- inum, áðrenn hann rullaði Vágoyggin varð hangandi Alt at siga JÁKUP MØRK Tað skiltist á øllum brøgd- um, at vágamenn vóru fegn- ir um sigurin á ÍF leygar- dagin. Teir høvdu eisini alla or- søk at fegnast, tí við sigrin- um megnaði FS Vágar eis- ini at røkka málinum, sum teir høvdu sett sær undan kappingarársbyrjan. Treyt fyri framtíðini Tá segði Álvur Samuelsen, formaður í felagnum, at Liðskiparin hjá FS Vágum, Albert Ari Thomassen, helt eftir dystin, at sig- urin móti ÍF bjargaði felagsliðnum í Vágunum framtíðin hjá felagnum var tvinnað saman við, um liðið stóð seg í fyrstu deild, og hesum er liðskiparin als ikki ósamdur í. - Sigurin í dag bjargaði lívinum hjá felagnum, held- ur Ari fyri. - Sjálvandi kann hetta ikki sigast við vissu, men tað rokni eg so við, men um hetta er veruleiki fær man tó ongantíð at vita. Spurdur um hvørjar vónir hann hevði til komandi kappingarárið, segði lið-for- maðurin, at talan helst verður um enn eitt torført ár. - Nú fari eg fyri fyrst at taka mær av løttum, men eg haldi meg tó longu nú kunna siga, at talan verður um eitt sera trupult ár hjá okkum. Tilgongdin av leik- arum verður helst millum lítil og eingin. Onkrir av Liðformaðurin á felagsliðnum úr Vágoynni er ikki í iva um, at sigurin leygardagin bjargaði felagsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen ungu leikarunum fara helst at mennast enn meira, men yvirhøvur er hópurin ov tunnur, og hevur eisini verið tað síðani summarsteðgin. Av spælarum, sum tá fóru, varð einamest tosað um skiftið hjá Darius, men hópur av øðrum spælarum flutti tá eisini úr felagnum, og hetta hevur eisini merkt venjinginga. - Hetta merkti nevnliga, at kappingin um plássini gjørdist so at siga eingin, og tá so er, er sera torført at fáa spælararnir at geva seg nóg nógv, og hetta hevur eisini verið sjónligt, tá dystir verða leiktir, heldur liðformaðurin. Hvsussu verður við øllum hesum, ber sjálvandi illa til at taka støðu um nú. At tað ikki altíð gongu sum gitt, er júst lidna kappingarár eitt talandi dømi um, so tað kann hóast alt verða, at talan hjá liðformanninum verður øðrvísi um eitt knapt ár ella so. FS Vágar helt fast um sessin í fyrstu deild, tá teir leygardagin bastu fugl- firðingum, men leingi stóð nógv á hjá heimaliðnum út frá til Hannus Olsen, sum kom rennandi við fullari ferð. Við einum klokkurein- um skotið av brotsteigar- markinum sendi Hannus bóltin niður í handara mál- horn, og so kundu vága- menn endiliga draga andan nakað lættari. Leikarar og viðhaldsfólk fagnaðust sjálvsagt um málið, meðan fuglfirðingar hinvegin lógu á vøllinum, iðrandi um, at mál teirra nú tóktist at vera gloppið. Satsaðu alt At tað í seinastu minuttun- um gjørdist til enn eitt vága- mál var eisini væntandi, so- leiðis sum dysturin nú gjørdist. Fuglfirðingar tveittu alt fólkið fram í eini roynd at venda dystinum, og so kundu vágamenn dúva upp á kontrafótbólt. Serliga líkaði hetta Tór- Ingari væl, tað var meira enn tí einu ferðina, at hann rann frá tunnu fuglfjarðar- verjuni hesa løtuna. Revsingin hjá ÍF fall eis- ini, tá Tór-Ingar slapp leysur í høgru. Hann helt frá verjuleikarunum, áðrenn hann sendi bóltin flatt inn undir málið, har Igoris Kirillovas við innaru síðuni kundi beina bóltin í netið. 1-0 ella 2-0 var fyri so vítt eisini fullkomuliga líka mikið hjá gestunum. Teir høvdu mist møguleikan fyri einum sessi í bestu deildini, og nú gongur so í minsta lagi eitt ár, áðrenn fuglfirð- ingar aftur eiga umboð á ovastu rók. Drúgva kappingarár teirra gav einki úrslit í so máta. Vágamenn bjargaðu sær hinvegin enn eitt ár í bestu deildini, og so fæst at síggja, um úrtøkan komandi ár verður betri, enn hon var hesuferð. Hannus Olsen átti málið, sum tryggjaði Vágoynni framhaldandi sess í bestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen Bara ein føroying- ur var á liðnum, tá tað endaliga varð greitt, at Sogndal skal lut- taka í endaspæli um eitt pláss í bestu deildini Í Noregi gera teir, sum tað verður gjørt í Føroyum. Kappingarárið í fótbólti er tað sama sum álmanakka- árið. Komandi sunnudag er 26. og síðsta umfarið á skránni í bestu og næstbestu deildini. Sunnudagin varð greitt, at vinarbýurin hjá Klaksvíkini, Tróndheim, aftur í ár eigur besta fót- bóltsliðið í Noregi. Rosen- borg, sum við sínum avrik- um í Europa Cup tey sein- astu árini hevur staðfest, at teir eru besta fótbóltsliðið í Norðurlondum, vann 9-0 á Bryne. Harvið varð tað púra greitt, at Rosenborg aftur í ár er norskur meistari. Nýggj avbjóðing Í næstbestu deildini snýr føroyski áhugin seg um, hvussu tað gongst hjá Sogn- dal. Sunnudagin var før- oyska liðið á útivølli ímóti Raufoss. Sogndal var undan 25. umfarinum á triðja plássi, og Raufoss var á fjórða plássi. Dysturin varð spældur innandura í tí, teir kalla Hydrohallen. Talan er um eitt plasttelt, sum verður hildið uppi av lufttrýstinum. Tað var vakurt heystarveður í Noregi sunnudagin, men grasvøllurin í Raufoss var so mikið vánaligur, at tað varð ikki hildið ráðiligt at spæla á honum. Sogndal vann 2-0, og harvið er tað púra greitt, at føroyingarnir skulu halda fram at kappast, eftir at flestu fótbóltsspælararnir í Noregi hava spælt síðsta landskappingardystin. Sogndal skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Kjelsås. Tá verður talan ivaleyst um fagna á heima- vølli yvir góða avrikið í ár. Mikudagin í komandi viku og annan sunnudag verður endaliga avgjørt, um Sogn- dal komandi ár skal spæla í bestu deildini, tippuliguni, ella um teir skulu halda fram í 1. deild. Tað er ikki endaliga greitt, hvørjum Sogndal skal kapp- ast ímóti um plássið í bestu deildini. Haugesund er nið- ast í tippuliguni. Teir hava 16 stig og eru fluttir niður. Hitt beinleiðis niðurflyting- arplássið fer til Vålerenga ella Start. Bæði liðini hava 21 stig. Tað liðið av hesum báðum, sum sleppur undan beinleiðis niðurflyting, skal helst spæla ímóti Sogndal, men tað er eisini ein lítil møguleiki fyri, at tað verður Bryne, sum hevur 24 stig. Dysturin Leygardagin søgdu vit, at allir føroyingarnir skuldu við Sogndal til Raufoss. Heimasíðan hjá felagnum var ikki dagførd undan evsta markinum hjá okkum. Seinni fríggjadagin vistu teir at siga, at Kurt Mørkøre var leikbannaður, og at ein skaði fór at halda Hans Fróða Hansen frá longu bussferðini. Julian Johnsson var á miðvøllinum í 83 minuttir. Tá sigurin var vísur, varð Julian, sum hevði fingið gult kort, útskiftur. Føroyski landsliðsmaður- in var – sum vanligt – við í nógvum. Tað var eftir, at Julian hevði roynt seg við skoti, at Sogndal fekk hol á. Sjey minuttir vóru farnir, tá Raufoss málverjin hálv- bjargaði skotroyndini. Kristian Ystaas, sum av- loysti Kurt Mørkøre í álop- inum, var fyrstur á retur- inum. Eftir tíggju minuttir stút- aði Julian Johnsson horna- sparksinnlegg dygst oman- fyri Raufoss málið. Sogndal hevði tak á spæl- inum mesta partin av tíðini. Tá ein tími var farin, stað- festi U-21 landsliðsmaðurin og vanligi álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Ør- en, sigurin. Tað gjørdi hann eftir snarálop. jh Síðstu dagarnar hevur nógv verið skrivað og tosað um aldubrotini í felagnum hjá Ják- upi Mikkelsen Hesar seinastu vikurnar hevur Herfølge so at siga hvønn dag verið á skránni í donsku pressuni. Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um, at teir lótu tveir spælar- ar fara til AB, og í síðstu viku vistu donsku fjølmiðl- arnir at siga, at tað hevði verið kreppufundur í felagn- um. Fíggjarliga stendur ikki serliga væl til, og nú er komið fram, at pengamenn uttanfyri felagið hava havt hálsrætt yvir fleiri spælar- um. Nú er hetta broytt. Nýggir pengar eru lagdir í felagið, og nú verður sagt, at viðurskiftini eru komin upp á pláss. Ein av stóru spurningun- um í felagnum hevur tær seinastu vikurnar verið, hvussu tað verður við venj- aranum. Sáttmálin millum John Faxe Jensen og Her- følge er galdandi til endan á hesum kappingarárinum. Í síðstu viku ljóðaði, at tað var rættuliga sannlíkt, at nýggjur sáttmáli fór at verða undirskrivaður innanfyri einar fjúrtan dagar. Tað varð sagt, at sáttmálin m. a. fór at hava við sær, at Faxe kom- andi ár bara skuldi venja og ikki skuldi spæla. Venjarin segði sjálvur, at hann av- gjørt var áhugaður í at halda fram í felagnum, um lønin og umstøðurnar annars vóru nóg góðar. Umstøðurnar annars sipaðu til tíðindini um, at tað hevur verið nevnt, at venjarin var ikki nóg væl kunnaður, tá tveir spælarar, Steven Lustü og Jesper Falck, vórðu seldir til AB, og tá ein spælari, Jens Mad- sen, varð seldur til Grikka- lands, tá farið varð undir nýggja kappingarárið. Í Herfølge hildu teir seg hava gjørt eina nýggja avtalu við miðvallaran, men sáttmálin var ikki undirskrivaður, og so fleyg frælsi fuglurin. Eftir vikuskiftið hevur pípan hjá venjaranum fingið annað ljóð. Nú verður sagt, at tað er góður møguleiki fyri, at John Faxe Jensen ikki verður í Herfølge kom- andi kappingarár. Tað kann hugsast, at talan er um sam- ráðingartaktikk, men tað er ein veruleiki, at venjarin hevur sagt, at hann hevur tilboð og følarar bæði úr øðrum feløgum í Danmark og frá útlendskum feløgum. – Avgerðin um framtíðina verður tikin í desember, sig- ur John Faxe Jensen. jh Sogndal skal spæla um pláss í bestu deildini Faxe umhugsar sína støðu John Faxe Jensen tykist nú vera farin í bíðistøðu, har hann umhugsar, hvørt hann skal halda fram sum venjari hjá Herfølge ella ikki - fyri ein og hvønn tosta