týsdagur 17. oktober 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÁKUP MØRK
StÍF-VÍF 22-27
Tað kendist hjá mongum,
sum um var talan um ársins
fyrsta toppdyst, tá StÍF og
VÍF hittust inni á Skála
sunnudagin.
Undan hesum høvdu
bæði liðini staðið seg av-
bera væl, og tosið gekk
longu heitt um, at ein kom-
andi føroyameistari skal
finnast millum hesi bæði.
Ikki minst var spenningur
um,
hvussu
leikandi
strandavenjarin,
Costin
Dumitrescu, fór at roynast,
nú mótstøðan kom frá ein-
um oddaliðið.
Dyggur smeitur hjá
StÍF
Upp á hendan seinasta
spurningin má svarið verða,
at so leingi hann var á vøll-
inum, hevði hann alstóran
týdning fyri dystin, og tí-
verri fyri strandingar var
týdningurin heilt sjónligur,
tá hann skaddur mátti av
vøllinum um miðjan fyrra
hálvleik.
Fram til tá hevði talan
verið um ein serstakliga
javnan dyst, har millum lítil
og eingin munur var á lið-
unum. Leikandi venjarin
hevði verið við í so at siga
øllum teimum málum, sum
StÍF hevði fingið, og tað, at
vestmenningar royndu at
ansa honum, gav sjálvsagt
betri umstøður hjá hinum
leikarunum.
Hjá VÍF var merkisvert,
at Áki Olsen ikki var tøkur.
Hann meiddi sær fótliðið
móti Kyndli, og er enn ikki
førur fyri at spæla. Sum so
er tó eingin neyð á bakspæl-
arum hjá VÍF, tí samanlagt
vóru yvir fýra metrar av
hesum. Sámal Joensen man
vera tungur hjá flestu
verjunum at byrgja upp fyri,
og nýggi rumenin hjá VÍF,
Negru Nánut, er uppaftur
størri, so har er í øllum før-
um nakað at hugsa um hjá
mótstøðumonnunum.
Ja, somikið langt stinga
teir báðir seg upp, at Sjúrður
Holm, sum annars ikki er
nakar lítil maður, tóktist
nærum svunnin í einki við
síðuna av hesum báðum ris-
unum.
Sum nevnt, so var talan
um ein sera javnan dyst,
fram til Costin Dumitrescu
noyddist av vøllinum, men
eftir hetta byrjaðu vest-
menningar beinanvegin at
dragna.
Ikki tí, munurun gjørdist
ikki so øgiliga stórur fram
til hálvleikin, men ein sat
tó alla tíðina við varhugað-
um av, at vestmenningarnir
líka sum høvdu tamarhald
á støðuni.
Undirhaldandi
Beinan vegin í seinna hálv-
leiki gjørdist hetta enn týðu-
ligari, tá VÍf aftur tók seg
nøkur mál frá strandingun-
um, og í roynd og veru var
eingin ivi um stigini eftir
hetta.
Tað tænir tó strandingum
til rós, at teir ongan tíð fullu
í fátt, men alla tíðina strídd-
ust fyri síni søk, sum tó í
seinasta enda vísti seg at
vera vónleys.
Serliga vóru tað Johansen
brøðurnir og so Marius
Joensen, sum royndu at
bróta ígjøgnum, og best lá
tað fyri Mariusi, tá hann við
fullari ferð royndi at sleppa
sær framvið verjuleikaru.
Tað var annars stuttligt at
síggja tvídystin millum
Alexandur Johansen og
John Zachariassen, sum
dystaðust úti á veinginum.
Báðir hava teir sína av-
gjørdu styrki í álopspart-
inum, og hetta viðførdi eis-
ini, at tað viðhvørt gjørdist
heldur tunnligt í verjupart-
inum hjá teimum. Nógvir
møguleikar spurdust burtur
úr hesum, men hóast hetta,
so vildi hvørgin av venj-
arunum geva seg, við at
fremja nakra verjukenda út-
skifting. Alexandur var tó í
fleiri førum óheppum í skot-
royndum sínum, og hevði
hann havt ein betri dag,
kundi væl verið, at dysturin
hevði gjørst meira spenn-
andi.
Sterkir í
verjupartinum
Sum nevnt, so hevði VÍF
ein risastóran hæddarfyri-
mum inni á miðjuni, og
hetta var eisini í stóran mun
viðvirkandi til sigurin.
Serliga í verjupartinum
kom hetta til sjóndar, har
Artur hevði meira enn tor-
ført við at koma nóg langt
upp, tá skjótast skuldi.
Í álopspartinum var fyri-
munurin ikki eins týðuligur,
og hann átti at verið. Sámal
tykist enn ikki at hava funn-
ið sama lagið, sum hann
hevur havt tey bæði seinastu
árini, og nýggi rumenin tyk-
ist ikki at hava eins stóran
neyvleika, sum hann hevur
styrki í høgra arminum.
Hinvegin
hevur
VÍF
framvegis Inga Olsen, og
hóast hann heldur ikki skal
forsmáast fyri avrikið í
verjupartinum, so koma
dygdir hansara best til sín
rætt í álopspartinum.
Serliga kom hetta til
sjóndar, tá VÍF eina løtu
vóru tveir mans í undirtali.
StÍF megnaði ikki at gera
sær dælt av hesum, tí tá
strandingar skoraðu, tók
Ingi bara málið í egnar
hendur, og fót einsamallur
ígjøgnum verjuna. Leikandi
lætt sá tað út til at vera, men
neyvan hevði tað verið lætt
hjá nøkrum øðrum leikara.
Tað var annars merkis-
vert, hvussu lítlan fyrimun
StÍF fekk burtur úr teimum
støðum, tá vestmenningar
vóru undirmannaðir. Verju-
spælið hjá gestunum var til
tíðir rættiliga kontant, uttan
tó á nakran hátt at vera
óreint, og í fleiri førum
kostaði hetta tveir minuttir
á beinkinum. Hetta gjørdist
tó ongantíð avgerandi fyri
dystin, tí sum nevnt høvdu
gestirnir tamarhald á støð-
uni meginpartin av tíðini.
Stórfavorittur
Eftir dystin stendur við
risabókstavum sligið fast, at
VÍF er fremsti favorittur at
vinna FM-heitið. Gaman í
er enn nakað tíðliga at gera
eina endaliga niðurstøðu,
men hinvegin verður sera
tungt at aka vestmenningar-
nar í ár.
Bonkurin á liðnum tykist
vera ógvuliga breiður, og til
dystin sunnudagin máttu
teir, umframt Áka Olsen,
eisini vera Johnny Joensen
fyri uttan. Kortini máttu
leikarar sum Harald Bjørg-
vin, Rógvi Nielsen og
Sveinbjørn Poulsen taka til
takkar við sessum á beink-
inum, og hetta sigur ikki so
litið um breiddina.
Serliga mundi tað kennast
stuttligt hjá Sveinbirni, tá
hann móti endanum av
dystinum varð sendur á
vøllin. Summir áskoðarar
»buuh’aðu« at honum, men
teir flestu klappaðu, og
hann slapp so eisini at gera
eitt mál móti gomlu liðfe-
løgunum sínum.
Niðurstøðan er tó, at sum
støðan er í løtuni, er VÍF
fremsti favorittur at vinna
FM-heitið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar
StÍF: Marius Joensen 7(1),
Artur Johansen7(1), Costin
Dumitrescu 3, Alxandur
Johansen 2, Pauli Poulsen
1, Kristjan Petursson 1, Jan-
us Trygvason 1
VÍF: John Zachariasen 8,
Ingi Olsen 7(2), Sámal
Joensen 4, Martin Humme-
land 3(1), Negru Nánut 2,
Rógvi Nielsen 1, Sjúrður
Holm 1, Sveinbjørn Poul-
sen 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 6
VÍF rennur
undan
Hóast kappingarárið nóg illa er byrjað, eru longu nú
tekin í sól og mána um, at tað fer at verða ógvuliga tungt
hjá hinum liðunum at taka VÍF
At leikandi venjarin hjá strandingum er ein sera týdningarmikil partur av liðnum,
varð einamest sjónligt, tá hann noyddist skaddur av vøllinum
Mynd: Álvur Haraldsen
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 199 - 17. oktober 2000
Nr. 199 - 17. oktober 2000
gult cyan magenta svart
JÁKUP MØRK
Sóljan-Tjaldur
22-17 (11-6)
Kanska hava hondbólts-
áskoðarar í landinum enn
ikki lært at siga navnið,
Dzikgyte, men tá veturin er
farin at halla, munnu tey
flestu tó helst hava sæð,
hvat navnið merkir. Um ikki
annað, so kunnu tey bíta
merki í heldur vinarligari
fornavnið, Simona.
Stórskjútti
Tað tykist nevnliga sum um,
at Sóljan við litaviska leik-
aranum hevur fingið hendur
á einum røttum stórskjútta.
Í trimum teimum fyrstu
dystunum í bestu deildini,
hava vágagellurnar skotið
70 mál, og av hesum hevur
Simona átt ikki færri enn
42.
Fríggjadagin
var
tað
eisini fyrst og fremst hon,
sum var upphavið til fyrstu
Fyrstu stigini
Uppflytararnir úr Vágoynni fingu fyrstu stigini, tá
Tjaldur vitjaði fríggjadagin
Frøin hjá teimum á heimaliðnum var stór, tá tað var greitt, at tær høvdu tryggjað sær
fyrstu stigini í bestu deildini
Mynd: Edvard Joensen
Gullstríðið er byrjað
Javnleikur gjørdist úrslitið, tá tveir av FM-kanditatunum
í kvinnuhondbóltunum tørnaðu saman í Klaksvík
sunnudagin, og hetta munnu tær á heimaliðnum fegnast
um
JÁKUP MØRK
Stjørnan-VÍF
23-23 (15-12)
Einki var at ivast í, at tað
vóru tvey av sterkastu
kvinnuliðunum í landinum,
sum brustu saman í Klaks-
vík sunnudagin.
Verandi føroyameistarar-
nir úr Stjørnuni tykjast á
pappírinum ikki at vera nak-
að viknaðar. Kanska heldur
øvugt, tí vónirnar til Vesna
II, ella Vesna Radovic,
munnu í øllum førum vera
stórar.
VÍF, sum gjørdi onkran
vørr í fjør, og sum millum
annað var einasta lið, sum
vann í Stjørnuni í Klaksvík,
hevur eisini spílað seg rætti-
liga út undan árinum. Aft-
urat Ioana Rápa, sum nú á
triðja ári spælir við besta
kvinnuliðnum, hevur felag-
ið í eisini fingið málverjan,
Manuela Stan, og útileik-
aran, Nikoletta Rodu. Eisini
hevur liðið fingið tilgongd
av frægum føroyskum leik-
arum, so alt í alt tykjast tær
sterkari í ár, hóast missin av
Jacklin Djurhuus.
Togaðu og mistu
At byrja við var eisini líkt
til, at talan skuldi gerast um
ein javnan dyst í KÍ-høllini.
Eftir at gestirnir høvdu
lagt seg á odda fyrstu løt-
una, táttaði Stjørnan í aftur,
og fram til einir 10 minuttir
vóru eftir av hálvleikinum
fylgdust liðini sera væl.
Seinastu løtuna tóktist tað
tó, sum um orkan var um at
ganga undan hjá gestunum.
Takkað
verið
Rannvá
Andreasen í Stjørnu málin-
um, kundi heimaliðið seta
fleiri mótálop í lag, og
moyru vestmannagenturnar
fingu ikki gjørt tað stóra, til
tess at forða, at heimaliðið
kundi fara til hálvleiks við
eina trý mála leiðslu.
Hjá heimaliðinum ráddi
sostatt mest um at halda fast
um leiðsluna, tá farið varð
út aftur eftir steðgin, men
tað var tó skjótt, at gestirnir
fingu snarað hesum á høvd-
inum.
Fyrstu 10 minuttirnar eftir
steðgin vildi als einki rigga
hjá heimaliðnum. Einar
tvær ella tríggjar ferðir
høvdu tær góðan møguleika
at skora, men hvørja ferð
endaði alt kortini við, at VÍF
skoraði í hinum endanum.
Gestirnir komu fram um
við tveimum málum, men
hóast Stjørnan eftir eitt
time-out fekk skil á aftur,
so megnaðu tær ongantíð at
toga seg fram um aftur
gestirnar tað, sum eftir var
av dystinum.
Málverjin hevði
avgerandi leiklut
Sum nevnt, so tóktust VÍF
genturnar at vera heldur
moyrar móti endanum av
fyrra hálvleiki, og hetta
tóktist eisini vera lagið, nú
seinni hálvleikur tók at
lakka.
Serliga var tað skjóta
Andriana Milodanovic, sum
nú fór at gera um seg, og
tað sigur eisini eitt sindur,
at av teimum átta málunum,
sum Stjørnan fekk í seinna
hálvleiki, stóð navn hennara
á seks teirra.
VÍF helt tó alla tíðina
nevið framman fyri heima-
liðið, og tá ein minuttur
restaði, fingu tær aftur lagt
seg á odda.
Stjørnan fekk heldur ikki
mál næsta álopið, og tí
matchbólturin
at
kalla
spældur yvir til gestirnar
seinastu løtuna. Hetta vildi
Rannvá í málinum tó ikki
hava sitandi á sær.
Meðan meginparturin av
liðfeløgunum stóðu býttar
og hugdu at, fór hon sjálv
avstað í kontraálop. Komin
niðan á miðjuna tveitti hon
bóltin til eina leysa Andri-
anu, sum eisini var farin í
álop, og henda kundi so
skjóta seinasta málið í dyst-
inum.
Gamaní var framvegis ein
stigini hjá Sóljuni hetta
kappingarárið, tá hon skeyt
14 av teimum 22 málunum,
sum heimaliðið fekk.
Av Giljanesi frættist ann-
ars, at tað yvirhøvur var
Tjaldur, sum hevði betra
spælið, og við at hyggja at
málskjúttaralistanum tykist
tað eisini, sum um liðav-
rikið hjá Tjaldrinum hjá var
betri. Har hevði toppskjúttin
fýra mál, meðan 6 aðrar
býttust um hini 13. Hjá
heimaliðinum vóru bert átta
mál eftir, tá stórskjúttin
hevði tikið sítt.
Eisini aðrar
Nú skal omanfyristandandi
tó heldur ikki skiljast so-
leiðis, at Sóljan bert er ein
spælari.
Liðið telur eisini aðrar
leikarar, men tað tykist tó,
sum um tær eru ov aftur-
haldnar, til tess at royna
nakað sjálvar.
Úrslitni hjá liðnum hava
tó verið á eini góðari leið,
so um tað bert er sjálvs-
álitið, sum er avgerandi fyri
restina av liðnum, fara hinar
helst eisini at koma betri
við, sum árið líður.
Tørvar styrk
Hjá Tjaldri tykist tó at vera
verri statt. Í fjør fingu teir
tær einki stig alt kappingar-
árið, og nógv bendir eisini
á, at hetta eisini verður
teirra leiklutur í ár.
Hetta skal ikki skiljast
sum nøkur niðurgering,
men meðan flestu kapping-
arneytarnir tykjast styrktar
í mun til í fjør, er tjaldurs-
liðið so at siga hitt sama.
Møguleikin fyri styrki er
tó sjálvsagt framvegis til
staðar, og fáa runavíkingar
til dømis hendur á einum
leikara, sum veruliga megn-
ar at hótta við skotum útifrá,
kann væl vera, at gerast
heldur drúgvari enn væntað.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Sóljan: Simona Dzikgyte
14(2), Marjun Jørgensen 2,
Heidi Haraldsen 2, Jóna
Gudmundsen 1, Hertha Sim-
onsen 1, Heidi Maria Aks-
elsen 1, Elsda Egilstoft 1
Tjaldur: Sunrid Gleðis-
heygg 4(2), Mona Lang-
gaard 3(2), Kristine Ellings-
gaard 3, Ann-Mari Østerø
3, Beinta Joensen 2, Oddvá
Fossdalsá 1, Heidi Jacobsen
1
Brotskøst: Sóljan 2, Tjaldur
5
Útvísingar: Sóljan 3
minuttur eftir at leika, men
hvørgin parturin fekk tó nýtt
hetta til nakað sum helst, og
gjørdist javnleikur sostatt
endaliga úrslitið.
Verður helst
spennandi
Javnleikurin mundi tó held-
ur ikki vera av eini leið,
hóast tað helst vóru gestir-
nir, sum iðraðu seg mest um
hendan. Frá teirri løtu, at tær
løgdu seg á odda, megnaði
Stjørnan ongantíð at toga
seg fram um aftur, men
hinvegin fekk VÍF heldur
ikki skrykt seg leysan.
Við verandi stigaskipan
hevur hetta tó fyri fyrst við
sær, at hvørki av liðunum
misti nakað við javnleikin-
um, men hinvegin fingu tær
heldur ikki skapt nakað hol
niður til mótstøðuna.
Hvørt hetta fer at eydnast
liðunum seinni í ár, er enn
ein ósvaraður spurningurin,
men í øllum førum bendir
tað á tað borðið, at svarið á
hendan eisini er svarið upp
á FM-spurningin.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB
23-23 (15-12)
Málskjúttar
Stjørnan: Andriana Milo-
danovic 8(2), Anna K.
Samson 5, Vesna Tomajek
4(3), Annika Ljósstein 3,
Vesna Radovic 1, Joan M.
Joensen 1, Birgir Ryan 1
VÍF: Ioana Rápa 8, Fríða
Marjunardóttir 5(1), Sóleyð
Mikkelsen
4,
Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 3, Nikoletta
Radu 1, Randi Kúrberg 1,
Alice Høghamar 1
Brotskøst: Stjørnan 7, VÍF
2
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF
3
Tað var við bit og slit, at
tað eydnaðist
Føroyameistarunum at
fáa annað stigið frá VÍF
Savnsmynd