Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 5. oktober 2005 19 - við MÆRSK í hølunum OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað eru ikkibara tey stóru altjóða oljufeløgini við Statoil, Chevron, BP og Shell á odda, sum nú av álvara seta fokus á Atlants- mótið og harvið eisini á Føroyaleiðina. Eisini tey bæði donsku oljufeløgini DONG og Mærsk Oil, dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas hava stóran áhuga fyri hesum enn lítið kann- aða økinum í Norðurat- lantshavi. DONG, sum hevur verið virkið á Føroyaleiðini nú í fleiri ár, er millum mest virknu feløgini hinumegin markið eisini. Hetta gav at bíta við 23. útbjóðingarum- farið í bretska partinum av Atlantsmótinum. Tá fekk DONG tillutað fleiri nýggj leitiloyvi. Hesi fevna um 17 teigar og eitt øki uppá 3.400 km2. Tey bæði loyvini talan er um eru latin einum konsortium , sum fevnir um DONG, 40% og fyristøðu- felag, Gaz de France (30%) og Dana Petroleum (30%). - Vit eru sera fegin um at hava fingið tillutað hesi loyvi og ikki minst fyri- støðuleiklutin í ein um øki, sum vit meta sum sera áhugavert. Vit hava við hes- um styrkt munandi um støðu okkara á Atlantsmót- inum, einum øki, sum vit meta kann goyma nógva olju og gass og eru nú við at vera eitt av teimum mest virknu feløgunum í hesum økinum sigur Jan Terje Edvardsen, leitistjóri hjá DONG. Hann vísir á, at DONG hevur eisini fingið tilboð um at vera við í trimum loyvum, har Chevron er fyristøðufelag. Her hevur Chevron 40%, Statoil 30%, OMV 20% og DONG 10%. Økið millum Føroyar og Hetland er eitt av trimum fokusøkjum, har DONG er við í leiting. Hini økini eru danski parturin av Norðsjó- num og syðri parturin av norska Norðsjónum og so Norskahavið út fyri Mið- noreg, har DONG eigur 10% í tí risastóra Ormen Lange fundinum. Mærsk á gáttini Hitt danska oljufelagið "Maersk Oil", sum er dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas, er eisini við at ger- ast eitt av virknu oljufeløg- unum á Atlantsmótinum. Fyrr í ár frættist, at Mærsk hevði keypt seg inn í eitt av loyvunum hjá Chevron beint við føroyska markið við heilum 25%. Chevron hevur 65% og Talisman Energy 10%. Arbeitt verð- ur við at skjóta seismikk yvir alt hetta økið og alt eftir hvussu úrslitið verður, at bora ein brunn í 2006 ella 2007. Hetta eru sera áhugaverd signal frá einum stórum og respekteraðum oljufelag, sum nøkur ár herfyri var við í kanningunum á Før- oyaøkinum men sum stutt undan 1. útbjóðing tók seg heilt úr økinum. Nú eru so aftur nýggir tónar at hoyra. Maersk Oil var við í 23. útbjóðingarumfarinum á bretskum øki og fekk til- lutað ikki færri enn 5 nýggj loyvi. 3 av hesum loyvum eru á Atlantsmótinum tætt uppat føroyska markinum. Mærsk er fyristøðufelag í fýra av loyvunum. Tað er greitt, at Mærsk við hesum loyvum og tað at tey hava keypt seg inn í eitt loyvi hjá Chevron eisini, otar seg longur og longur inn at føroyska markinum, og hvør veit, kanska verður eitt av teimum feløgunum, sum í dag arbeiðir í bretska partinum av Atlantsmótin- um, ið kann fara at keypa seg inn í okkurt av loyvun- um, sum vórðu latin olju- feløgum í 2. útbjóðing á landgrunninum. Her eru fleiri áhugaverd loyvi, sum at eitt felag sum Mærsk møguliga kann finna uppá at keypa seg inn í. Eitt nú hevur samtakið millum Atlants Kolvetni og Geysir sagt frá, at tað er ikki óhugsandi, at tey fara at lata dyrnar upp til teirra loyvi í 2. útbjóðing, tá seismiskar kanningar eru gjørdar har. Eisini skulu vit minnast til,at eitt nú Statoil stendur einsamalt við fleiri loyvumm á landgrunnin- um. Kann tað hugsast, nú Statoil annars er so framm- arlaga í Føroyaøkinum, at eitt felag sum Mærsk fer at brúka tann møguleikan ella aðrar við fyri at koma inn aftur í føroyska oljuleiting? Vert er eisini at býta merki í, at fyrrverandi stjórin fyri leitingini hjá Chevron á Atlantsmótinum, Rosemary Johnson herfyri varð sett í stjórastarv hjá Mærsk og skal hon nettupp umsita leitiloyvini hjá danska felagnum á Atlants- mótinum. Tað var m.a. hon, sum stóð á odda fyri Chevron, tá tað søkti um leitiloyvi á landgrunninum. Komandi boringar longu inni á landgrunninum næsta ár og møguliga í 2007 kunnu eisini koma at hava avgerandi ávirkan, tá og um feløg sum eitt nú Mærsk fyri bert at nevna eitt, taka stigið at koma sær uppí leitiloyvi á landgrunn- inum. Livst og spyrst. Donsku oljufeløgini væl við: DONG stormar fram á Atlants- mótinum Áhugavert er at síggja, at danska oljufelagið Mærsk Oil nú er við aftur í leitingini á Atlantsmótinum, har tað hevur fingið tillutað fleiri loyvi beint við føroyska markið Vit síggja loyvini, sum DONG hevur á Atlantsmótinum og so tey nýggju sum felagið fekk tillutað í seinstu bretskum runduni Kelda DONG