Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Herfyri helt Svend Auken fyrilestur í Norðurlandahúsinum um orku-og um- hvørvismál. Tað var okkara landsstýris- maður í somu mál- um, sum hevði bjóð- að fyrrverandi danska orku- og umhvørvis- málaráðharranum higar at halda fyri- lestur í samband við arbeiðið hjá lands- stýrinum at orða ein yvirskipaðan orku-og umhvørvispolitikk fyri Føroyar ORKA OG UMHVØRVI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv fólk høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið til fyri- lesturin - eisini nógvur ung- dómur, og tað var ein sera væl upplagdur danskur politikari, ið stóð á pallin- um og greiddi frá sínum royndum í hesum so týð- andi málum fyri mannaætt- ina, nú tað treingist saman um og meira umráðandi er enn nakrantíð, at vit øll geva umhvørvinum ans. Sjónarmiðini hjá Svend Auken í hesum málum eru kend, og vit hava eisini havt tey á prenti her í blaðnum. Auken og Lomborg Fyri einum góðum ári síðan hevði landsstýrið vitjan av dananum, Bjørn Lomborg, sum eisini hevur hildið fyrilestur um orku- og um- hvørvismál. Hann hevur heilt aðrar hugsanir um hesi mál, og á fundinum í Norð- urlandshúsinum nýtti Auk- en ein fittan part av tíðini til at vísa aftur sjónarmið- unum hjá Lomborg, ið snúgva seg um, at dálking- in, sum mannaættin skapar, ikki hevur tey umhvørvis- árin, sum granskarar halda. - Hetta er ein vandamikil hugsan, tí vit kunnu ikki bara lata dálking og um- hvørvistrupulleikar sigla sín egna sjógv. Auken tosaði nógv um veðurlagsbroytingar og broytingar í streymviður- skiftunum, sum kunnu ávirka fiskastovnarnar - og fyri eitt land sum Føroyar, sum er so neyvt knýtt at tilfeinginum í havinum, kann hetta gerast sera álvarsamt. Við fiskivinnuni sum høvuðsvinnu, kunnu bert smávegis broytingar koppa øllum búskapinum - og ikki minst tí, eru um- hvørvismál serliga týdn- ingarmikil fyri Føroyar og aðrar tjóðir, ið liva av tí tilfeingi, sum í havinum er. Danski umhvørvis-mað- urin vísti eisini á, hvussu veðurlagsbroytingar ávirka innlandsísin í Grønlandi við ræðandi ferð. Størri gagnnýtsla Í fyrilestri sínum tosaði Svend Auken eisini um orku og orkunýtslu, og her legði hann stóran dent á, at betri gagnnýtsla av orkuni er vegurin fram, tí minni orka dálkar minni - eins og minni orka, kostar minni. Hann tosaði eisini um alternativar orkukeldur, og í hesum sambandi helt hann, at stórir møguleikar eru fyri eitt nú vindorku í Føroyum. Auken vísti eisini á, hvussu óheppið tað er, at so lítið verður gjørt til tess at minka um ta dálking, sum fer fram í sjóvinnuni, og í hesum sambandi nevndi hann, at stórur partur av heimsflotanum brúkar sera dálkandi olju og hugsar lítið um at gagnnýta orkuna betri. Auken nevndi eisini, at áhugaverdar royndir við vindorku eru gjørdar um- borð á skipum. Fyrrverandi danski orku- og umhvørvismálaráðharr- in væntar annars, at brint verður ein orkukelda, sum ivaleyst verður hin fremsta í komandi tíðum. Stuttskygni Í fyrilestri sínum vísti hann 20 Nr. 189 - 5. oktober 2005 Tað var ein sera væl upplagdur Svend Auken, sum helt fyrilestur um orku og umhvørvi í Norðurlandahúsinum herfyri Myndir: Jens Kr. Vang Betri gagnnýtsla av orkuni er v Áhugin fyri fyrilestrinum hjá Svend Auken var stórur, og stóri salurin í Norðurlandahúsinum var at kalla fultsettur Mynd: Jens Kr. Vang