mikudagur 5. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eisini á, at í Danmark er tað
fíggjarmálaráðið, sum stýr-
ir orku- og umhvørvismál-
um, og hann helt fyri, at
hetta er ein vanlukka fyri
Danmark, sum hann tók til,
tí landið ikki í dag longur
gongur á odda í arbeiðnum
við varandi orku.
Svend Auken fýltist eis-
ini á, at fyritøkur fáa ov
fríar ræsur á umhvørvis-
økinum - og hugsað verður
í ov stóran mun um stutt-
skygdan fíggjarligan vinn-
ing.
Nr. 189 - 5. oktober 2005
21
– Fyrilesturin hjá
Svend Auken var
áhugaverdur, men tað
var sum so einki í
honum, sum vit ikki
vistu. Hinvegin fegn-
ast vit um, at tað, sum
fyrrverandi danski
orku- og umhvørvis-
málaráðharrin segði,
júst er í tráð við ar-
beiðið hjá Vinnu-
málaráðnum at orða
ein yvirskipaðan
orku- og umhvørvis-
politikk, sigur Sigurd
í Jákupsstovu, leiðari
á Oljufyrisitingini
ORKA OG UMHVØRVI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leiðarin á Oljufyrisiting-
ini, Sigurd í Jákupsstovu,
heldur, at fyrilesturin hjá
Svend Auken var áhuga-
verdur og viðkomandi, og
hann
viðgjørdi
neyvt
trupulleikarnar við dáking -
eins og hann vísti á, hvat
gjørt verður í øðrum lond-
um við orkusparing og
alternativari orku.
- Men tað var einki nýtt í
fyrilestrinum sum so; har
var einki, sum vit ikki vistu
frammanundan - og einki
kollveltandi, sum Sigurd
tekur til.
Leiðarin á Oljufyrisiting-
ini fegnast mest um, at
fyrrverandi danski orku- og
umhvørvismálaráðharrin
"bekreftaði"
tað,
sum
landsstýrið og Vinnumála-
ráðið arbeiða við, nú ein
yvirskipaður orku-og um-
hvørvispolitikkur verður
settur út í kortið.
- Fyrilesturin var enn ein
staðfesting av, at eisini vit
føroyingar noyðast at til-
laga okkum broyttu um-
støðurnar, at vit noyðast at
brúka orkuna betur og so-
leiðis eisini ganga betur um
umhvørvið.
Sigurd heldur, at sjónar-
miðini hjá Svend Auken
eru í tráð við tað, sum
landsstýrið arbeiðir við, og
tað var áhugavert at hoyra,
hvussu nógv sjónarmiðini,
sum
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í orku-og
umhvørvismálum,
legði
fram á sama fundi, sam-
svaraðu við tað, sum Svend
Auken tosaði um í sínum
fyrilestri.
- Eg var ikki ósamdur við
nøkrum av tí, sum Auken
segði, men nøkur viður-
skifti, sum hann var inni á,
verða nokk ikki so løtt at
fremja í verki, eitt nú tá ið
Svend var inni á møgu-
leikum við alternativari
orku umborð á skipum.
Leiðarin á Oljufyrisiting-
ini vísir á, at neyðugt er við
hugburðsbroytingum, tá ið
ræður um orkusparing, tí
neyðugt er um alt samfe-
lagið at ansa eftir, at vit ikki
brúka meira orku enn
neyðugt - og at vit dálka
sum minst.
- Neyðugt er við reglu-
gerðum,
ráðgeving
og
kunning, sum eigur at
røkka út í hvørt einasta
húsarhald í Føroyum, sigur
Sigurd.
Hann vísir á, at lands-
stýrið hevur ikki amboðini
at fremja orkueffektivi-
sering, sum hann tekur til,
og tí er neyðugt, at vit fyrst
fáa ein yvirskipaðan orku-
og umhvørvispolitikk og
síðan eina el-veitingarlóg.
- Sum er, hevur politiski
myndugleikin næstan ong-
an møguleika at ávirka hesi
viðurskifti, og tí er neyðugt
við reglugerðum og heim-
ildum á økinum, sigur
leiðarin á Oljufyrisitingini,
Sigurd í Jákupsstovu.
Leiðarin á Oljufyrisitingini:
Auken staðfesti tað, sum
vit arbeiða við í Føroyum
vegurin fram
- Tað var einki nýtt og einki
kollveltandi í fyrilestrinum
hjá Svend Auken, men hann
var áhugaverdur og í sam-
svar við tað, sum landsstýrið
sær sum ein yvirskipaðan
orku-og umhvørvispolitikk,
sigur Sigurd í Jákupsstovu
Mynd: Jens Kr. Vang