mikudagur 5. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 189 - 5. oktober 2005
Ull aftur
vorðin
føroyskt
»gull«
Longu fyrsta árið hjá
fyritøkuni byrjaði
tógvfyritøkan, Navia
á Toftum, at hyggja út
um landoddarnar - og
í fyrsta lagi til Dan-
markar, har Navia
tógvið gongur sum
heitt breyð. Í dag selja
71 handlar í Dan-
mark føroyska tógvið
- og í Noregi eru
handlarnir 40 í tali.
Nú verður arbeitt við
svenska og týska
marknaðinum, har
føroyska tógvið eisini
verður at fáa til
keyps, sigur ungi
maðurin, Óli Kristian
á Torkilsheyggi, sum
eigur Navia-fyritøk-
una
ULL ER »GULL«
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tógvfyritøkan, Navia á
Toftum, er hóast sín unga
aldur, vorðin eitt kent navn
í Føroyum. Fyritøkan varð
stovnað í januar 2004, og
við ungum kreftum og
stórum áræði hevur Navia
víst, at ull saktans kann
vera gull. Navia-tógvið er
væl móttikið her á klett-
unum - og fæst nú í 35 ym-
iskum handlum kring land-
ið.
- Navia-tógvið er tað, tey
rópa náttúrutógv. Tað merk-
ir, at tilfarið er 100% rein
ull. Tógvið verður framleitt
í trimum ymiskum tjúktum
og seks ymiskum litum.
Óli Kristian á Torkils-
heyggi, sum eigur fyritøk-
una, sigur, at Navia hevur
lagt seg eftir at veita brúk-
arunum tógv, sum er bleytt,
men sum ikki niblar so illa.
- Litirnir eru mjúkir og
klassiskir og hanga væl
saman, so tilber at gera
mangt eitt vakurt og snøgt
plaggið úr tógnum, sigur
hann.
Eisini uttanlands
Longu á heysti 2004 byrj-
aði Navia at hyggja út um
landoddarnar - og í fyrsta
lagi til Danmarkar, har
Navia tógvið gongur sum
heitt breyð.
- Í dag selja 71 handlar í
Danmark føroyska tógvið -
og í Noregi eru handlarnir
40 í tali. Í løtuni verður
arbeitt við svenska og týska
marknaðinum, har føroyska
tógvið eisini verður at fáa
til keyps, sigur ungi mað-
urin, Óli Kristian á Torkils-
heyggi.
Hann vísir á, at eftir-
spurningurin eftir tógvi úr
100% ull er sera stórur í
londunum rundan um okk-
um.
Tógvið, sum Navia selir,
er úr bestu ullini, sum før-
oyskur,
hetlendskur
og
avstralskur seyður ber.
- Framleiðslan fer fram á
spinnaríi í Noregi, og her
heima í Føroyum tekur
Navia sær av marknaðar-
føringini, sigur hann.
Bindibók
Fyri aðru ferð hevur fyri-
tøkan á Toftum saman við
Bindibúðini í Havn, sum
Eyð Nolsøe eigur, skipað
fyri mynsturkapping, har
vinnandi mynstrini koma í
bindibókina.
- Í ár varð kappingin út-
skrivað í januar, og inn-
latingarfreistin var 1. juni.
Óli Kristian á Torkils-
heyggi sigur, at dentur varð
lagdur á, at mynstrini
skuldu vera nýskapandi við
føroyskum uppruna.
- Vit fingu ikki færri enn
110 ymisk mynstur, og av
hesum komu 23 við í
nýggju bindibókina, sum
kom út á Torginum í SMS,
29. september, tá ið Navia
og Bindibúðin í hesum
sambandi skipaðu fyri stór-
ari framsýning.
Hann vísir á, at mynstrini
eru sera ymisk, soleiðis at
nýggja bindibókin hevur
eitt uppaftur breiðari úrval
enn seinasta bókin, sum
kom út fyri júst einum ári
síðan.
- Fyritreytin fyri at kunna
útflyta føroyskt tógv, er, at
fólk, sum skulu keypa tógv-
ið, hava eina bindibók, hað-
ani tey kunnu fáa hugskot
til ymisk pløgg, og tað er
ikki minst í hesum sam-
bandi, at vit geva út bindi-
bókina, sigur Óli Kristian á
Torkilsheyggi.
Tað er ikki minst í hesum
sambandi, at Navia á Toft-
um og Bindibúðin í Havn
geva út eina bindibók í fe-
lag við ymiskum hugskot-
um.
Framsýningin
Nógv fólk vitjaðu framsýn-
ingina á Torginum í SMS,
har øll pløggini, sum komu
inn í mynsturkappingini,
vórðu sýnd fram. Skipað
varð eisini fyri bindikafé,
livandi tónleiki og øðrum
spennandi tiltøkum, eitt nú
eini kapping um at gita
longdina á einum noða. Her
var vinningurin ein ferð til
Danmark.
Óli Kristian á Torkils-
heyggi og Eyð Nolsøe vóru
væl nøgd við framsýn-
ingina á Torginum, sum
vardi frá seinasta hósdegi
til leygardagin.
Litirnir eru mjúkir og klassiskir og hanga væl saman, so tilber
at gera mangt eitt vakurt og snøgt plaggið úr Navia-tógnum
- Fyritreytin fyri at kunna útflyta
føroyskt tógv, er, at fólk, sum skulu
keypa tógvið, hava eina bindibók,
haðani tey kunnu fáa hugskot til
ymisk pløgg, og tað er ikki minst í
hesum sambandi, at vit geva út
bindibókina saman við
Bindibúðini í Havn, sigur Óli
Kristian á Torkilsheyggi
Mynd: Vilmund Jacobsen