mikudagur 5. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 5. oktober 2005
23
Danmark og hini skandinavisku
londini skara framúr
Danmark og hini
skandinavisku lond-
ini skara framúr uppá
mangar mátar. Ikki
bert er livifóturin
høgur, og ST metir
tey at vera millum
bestu støð í verðini at
búgva. Enn einaferð
hevur ein internatio-
nal samanbering víst,
at tey eisini liggja á
odda, tá búskaparligt
kappingarføri hjá
londum skal vurder-
ast
BÚSKAPUR, KAPP-
INGARFØRI, SKANDI-
NAVISKA MODELLIÐ
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Í seinastu viku kom ein
rapport frá "World Econo-
mic Forum" um kappingar-
føri, kallað "Global Com-
petitiveness Report." Tey 5
norðurlondini lógu millum
tey 9 bestu av meira enn
100 londum. Toppskorari er
Finnland, sum er besta land
í allari verðini tá tað kemur
til kappingarføri, og hetta
er sama oddapláss, sum teir
eisini høvdu í fjør. Nummar
2 er supermaktin USA. Nr.
3 er Svøríki, og á 4. plássi
liggur í ár Danmark. Í fjør
lá Danmark á 5. plássi, so
tað hevur otað seg eitt pláss
fram, og harvið lagt asiat-
iska Taiwan afturum. Ísland
er nr. 7, og Norge er 9.
Hava ikki ein
liberalan búskap
World Economic Forum er
ein privatur felagsskapur,
sum heldur sínar árligu
fundir í Davos í Schweiz.
Kanningin byggir á tilfar
frá 11.000 business-monn-
um í øllum hesum londun-
um. Hetta er ein felags-
skapur sum hevur liberal-
ismu í búskapinum sum
endamál. Man kundi eisini
sagt, at teir eru kapitalistar
um ein háls. Men í við-
merkingunum
ásannar
maðurin, sum hevur gjørt
hesa kanning, búskapar-
frøðingurin Augusto Lopez
-Claro, at hesi skandinav-
isku londini í oddabólkin-
um als ikki hava ein libe-
ralan búskap, sum WEF
annars talar fyri.
Lopez-Claro
sigur:
"Norðurlondini eru fyri-
myndir í allari verðini."
Eitt sum allir liberalistar
duga at ramsa upp sjálvt í
svøvni er, at skatturin skal
setast niður, og at socialur
ójavni
á
samfelagnum
fremur dynamikkin. Men
Lopez-Claro viðurkennir,
at hetta liberala dogmið
ikki passar uppá hesi
skandinavisku
londini:
"Høgu skattainntøkurnar
hjá tí almenna í hesum
londum vísa seg at hava
givið útbúgvingar, sum eru
í heimsklassa, harnæst eitt
socialt trygdarnet, sum er
breitt og gott, og so eisini
eina arbeiðskraft, sum er
bæði dugnalig og ágrýtin"
Hetta úrslit, og ikki minst
at tað er stabilt ár eftir ár,
hevur vakt undran og um-
tanka víða hvar. Nógv stór
bløð hava umtala hesa
kanning, og hava filosof-
iskar viðmerkingar um,
hvussu hetta nú kann bera
til.
Hetta er ímóti
vanligari uppfatan
Washington Post skrivar:
"Norðurlond við Finnland
á odda eru millum tey mest
kappingarføru londini í
verðini, hóast høgar skattir
og eina útbygda og breiða
sociallóggávu." Og blaðið
vísir á, at hetta er ímóti
vanligari uppfatan, at skatt-
ir og umfatandi sociallóg-
gáva minka um kapping-
arføri.
Hetta amerikanska blaðið
hevur eisini nakrar tankar
um, hví USA bert liggur á
2. plássi, hóast teir eru á
odda bæði teknologiskt og
viðvíkjandi
innovatión.
Tað, sum togar niður í USA
er, at Bush-stjórnin hevur
ilt við at skilja millum
alment og privat. Problemið
er "the government’s ability
to maintain arm’s-length
relationships with the pri-
vate sector", at teir hava ilt
við at hava eina armslongd
til privata sektorin. Afturat
hesum kemur stúring fyri
manglandi búskaparligari
javnvág, serliga viðvíkjandi
almennu finansunum; stórt
hall á fíggjarlógini fleiri ár
uppí slag.
Skattur kann gerast
góð samfelagsíløga
Eitt annað amerikanskt
blað, "International Herald
Tribune," sigur nakað tað
sama, nevniliga at Norður-
londini standa betri fyri enn
nøkur onnur región í verð-
ini, tá framtíðar búskapar-
ligur vøkstur skal metast.
Blaðið endurgevur Lopez
-Claro at hava sagt, at
vinnulívið í hesum londum
hevur álit á stjórnunum,
skattainntøkurnar eru høgar
men brúkast sum íløgur í at
styrkja samfelagið. Blaðið
leggur eisini dent á, at
Lopez-Claro stendur við, at
onnur lond kunnu brúka
norðurlendska
modellið.
Teir vísa á, at Chile hevur
gjørt tað og liggur nú sum
nummar 23 í kanningini.
Fremri enn fleiri ES-lond
og nógv fremst í Suður-
amerika.
Spanska blaðið "El Pais"
leggur dent á ta teoretisku
forvirringina, sum hesin
empiriski veruleikin skapar
millum liberalistar. Tað at
norðurlond liggja á odda í
hesi ’ranking’, er í mótstríð
við "la theoria conventio-
nal". Tað kann ikki forklár-
ast við vanligari liberalari
teori um búskap. Hetta
týdningarmikla tema veður
tikið upp í einum donskum
blað.
"Verdensøkonomiske
tærskehold målt med
kapitalismens egen
målestok"
Í
danska
dagblaðnum
Information skrivar Mikael
Lindholm, sum arbeiðir í
álítandi danska teinkitang-
anum "MandagMorgen," at
tað er merkisvert, at norð-
urlondini hava
• heimsins hægstu inn-
tøkuskattir
• heimsins hægstu tíma-
lønir
• heimsins stytstu ar-
beiðstíðir
• heimsins hægstu fakfe-
lagsluttøku
• heimsins størstu al-
mennu sektorar
• og nógvar aðrar slíkar
rekordir,
sum sambært allar mark-
naðarliberalar konventiónir
ella dogmir skuldu verið
tað reina forgift móti
vøkstri og kappingarføri.
Hóast hesar rekordir, so eru
norðurlondini at vísa seg
sum
heimsøkonomisk
"tæskehold målt med kapi-
talismens egen målestok." Í
hesi skørpu grein sigur
Lindholm: "Danmarks be-
tonliberale elite ignorerer
den danske vindermodel,
selv om stakke af inter-
nationale målinger skam-
roser os. Succesen kommer
da også på tværs af mange
liberale mærkesager, som
lavere skat for enhver pris.
Den slags ideologiske sky-
klapper er farlige - det
kvæler en nødvendig debat
om fremtidens vinderstra-
tegier"
Lindholm sigur bart út, at
Danmark er eitt tað mest
kappingarføra
landið
í
heiminum, og at norður-
lond hava útviklað eina
skipan av samfelagnum og
búskapinum, sum líkist ein-
um globalum vinnara-mo-
delli, sum onnur lond há-
virða og missunna okkum.
Ein vælmeint ávaring
Hinvegin skulu londini í
norði heldur ikki taka sum
givið, at tey hava loysnina
’for-ever’. Vit vita, stutt
sagt, alt ov lítið um, hví
londini liggja so væl fyri.
Og tað verður granska ov
lítið í hesum. Tað er ikki
nóg mikið at brúka eitt
smart orð, sum til dømis
"flexicurity", sum er sam-
ansett av flexibility og
security, ella smidligheit og
tryggleiki. Til dømis er
stórur munur á, hvussu
arbeiðsmarknaðurin í Finn-
landi
og
Danmark
er
organiseraður.
Arbeiðsgevarar og
vinnulívsmenn eru
eisini vanabundnir
Danska
ídnaðarfelagið,
Dansk Industri, hevði árs-
fund seinasta leygardag, og
hagani kom tað vælkenda
lagið: skatturin skal niður,
almenni
sektorin
skal
klænkast, ’overførsels’-inn-
tøkur skulu niður.
Dagblaðið Informatión
skrivar 30.09.05, at hetta er
sama
skøvan
umaftur.
Dansk Industri, við fyrrver-
andi konservativa ráðharr-
anum Henning Dyremose á
odda, hevur enn ikki fatað,
at tað berandi í danska
kappingarførinum júst eru
høgar lønir, vælútbygdur og
vælvirkandi almennur sek-
tor, høgar "overførsel"-inn-
tøkur, og so ein ikki ov
stórur socialur ójavni, sum
vit finna í mongum øðrum
londum
Vinnuhúsið í Havn
koyrir somu linju
Tankagongdin hjá vinnu-
lívsmonnum í Føroyum er á
óngan hátt serliga original
ella genial. Tað sum stend-
ur at lesa á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum líkist tí sum
Dansk Industri førir fram.
Ofta endurgevur Vinnuhús-
ið beinleiðis tað sum Dansk
Industri meinar. Teir skriva
millum
annað:
"Høga
skattatrýstið í Danmark
tarnar vøkstri, menning og
vælferð. Tað darvar ætlan-
ini hjá Danmark at vera
heim fyri einari vitanar-
sterkari og háproduktivari
menning og framleiðslu…
Neyðugt er at marginal-
skatturin verður lækkaður."
Hetta er alt endurgivið úr
bók, sum Dansk Industri
hevur útgivið.
Ymsar kapitalistiskar
skipanir, sum kappast
Sum gamal sosialistur havi
eg ofta verið noyddur at
hugsa meg um og spyrja -
hvat merkir tað? Eg havi
einki endaligt svar funnið
enn. Reagan segði at kapi-
talisman hevði vunnið á
socialismuni. OK, hann
hevði eina einfalda heims-
uppfatan. Men hvør kapi-
talisma? Heimurin í dag er
samansettur av ymsum
meira ella minni kapitalist-
iskum
skipanum,
sum
kappast uppá lív og deyð.
Hvørki Vinnuhúsið
í
Havn ella Dansk Industri
eru serliga kreativ í sínum
hugsunarhátti. Tað er ofta
gamalt vín í gomlum fløsk-
um. Í Føroyum verður
(næstan) ikki granskað í
búskapi. Tað mesta sum
verður sagt, er herming og
eftiraping, sum í fyrsta lagi
gongur út uppá at fremja
ser-áhugamál. Í Føroyum
skulu bert fá mistøk til, tá
kokkarnir fara at skrúva
upp og niður her og har,
áðrenn steikin brennist.
Liberalisman
bæði
í
Føroyum
og
Danmark
roynir eftir førimuni at
demontera vælferðarsamfe-
lagið. Frægari mátti verið,
at kannað hvussu tað ber
til, at norðurlendska sam-
felagsskipanin er millum
heimsins bestu og mest
kappingarføru. Í løgmans-
røðuni á Ólavsøku um
Visión 2015 var ikki eitt
orð um tað faktum, at Før-
oyar eru minni í stødd og
fólkatali enn flestu donsku
kommunur. Hvat ger tað,
onki, nakað, alt?
Keldur:
I.L.: España retrocede seis
puestos. El Pais 29.09.05.
www.elpais.es
Mikael R. Lindholm: Den
ulidelige vindermodel.
Dagbladet Information 29.09.05
Robert Evans: Nordic economies
lead in competitiveness report.
www.washingtonpost.com
Tom Wright: Nordic countries
top competitiveness ranking,
Int. Herald tribune 29.09.05
www.iht.com
Vinnuhúsið: Høga skattatrýstið í
Danmark tarnar vøkstri.
08.11.2004. www.industry.fo
WEF: Global Competitiveness
Report 2005-2006.
www.weforum.org
___________________________________________________
Pláss
Land
Pláss
2005
2004
1
Finnland
1
___________________________________________________
2
USA
2
___________________________________________________
3
Svøríki
3
___________________________________________________
4
Danmark
5
___________________________________________________
5
Taiwan
4
___________________________________________________
6
Singapore
7
___________________________________________________
7
Ísland
10
___________________________________________________
8
Schweiz
8
___________________________________________________
9
Norge
6
___________________________________________________
10
Australia
14
___________________________________________________
11
Holland
12
___________________________________________________
12
Japan
9
___________________________________________________
13
St. Bretland
11
___________________________________________________
14
Canada
15
___________________________________________________
15
Týskland
13
___________________________________________________
16
New Zealand
18
___________________________________________________
17
Suðurkorea
29
___________________________________________________
18
UAR arabisku emiratini
16
___________________________________________________
19
Qatar
-
___________________________________________________
20
Estland
20
Kappingarføri í búskaparligum vøkstri
(Growth Competitiveness index ranking)