Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 189 - 5. oktober 2005 Diplomati – avtalur og handil VINNUSÍÐUDEBATT Johan Mortensen, Vinnulívsmaður N ú Vinnudagurin er farin afturum hevur Sosialurin heitt á meg um at skriva nakrar reflektiónir um generellu støðuna hjá pørtum av vinnulívinum og tess polit- isku karmar. Samanumtikið má sigast at ikki sær alt ov gott út og at vit búskaparliga eru nærmast einum hóttafalli ella útbløðing. Eg skal í nøkrum greinum eftir føri- muni nevna nøkur álvars- mál og vil eg byrja við teim handilsavtalum og veiðirættindum, sum eru av vitalum týdningi fyri vinnulívið og okkum øll Ruslandssáttmálin Rusland hevur tey seinastu mongu árini verið okkum ein hollur handilspartnari og kann nógv meira gerast við henda risamarknað bæði við útflutningi og innflutningi. Ein fríhand- ilsavtala við Rusland, sum vil verða av alstórum týdn- ingi fyri Føroyar, sigst at verða tilreiðar til undir- skrivingar, men nú uppá triðja ár hendur onki. Orsøkin er allarhelst hon, at vit nú lata Dan- mark okkara vegna hava diplomatiska sambandið við Rusland. Millum Rus- land og Danmark er køld luft, tí Danmark í 2002 hýsti einari ráðstevnu um Tjetjenien, sum ikki dámdi russum. Orsakað av hesum verða fáir og ongir handils- sáttmálar millum Rusland og Danmark ratificeraðir. Tað er fryktandi, at ongin avtala kemur ílag millum Føroyar og Rusland í bræði. Sjálvandi skuldu Føroyar havt beinleiðis diplomat- iskt samband við Rusland við einum umboðsmanni í Moskva. Ein vinnulívs- orienteraður umboðs- maður/kvinna kundi gjørt, at okkara avtalur um fiskikvotur verða optimalt røkta fleiri ár framyvir, at okkara verksmiðuskip fáa loyvi at keypa kvotur í Barentshavinum, slóðað fyri innflutningi av vørum úr Ruslandi og at russar fáa loyvi at seta upp ráoljugoymslu á Sundi. Ikki minst vil sáttmálin við Rusland hava sera stór- an týdning fyri útflutning av sild til henda marknað. Vit mugu gera nógv meira við almennum/privatum handilsdelegatiónum til Rusland . ES Nú vit hvørki hava rækjur ella laks at útflyta til ES hava vit eina fríhandils- avtalu við ES, sum er til stóran fyrimun fyri ES. ES hevur frítt at útflyta, hvat tað skal vera til Før- oyar, meðan tað hinvegin eru sera fáar vørur vit kunnu útflyta, td. ongar landbúnaðarvørur. Sokall- aða akkumuleringsavtalan vil verða ein stór hjálp fyri okkara fiskivinnu, men heldur ikki á hesum øki hendir nakað. Tað verður sagt, at skrivstovuveldið í EU er so stórt, at avtalan er nærmast forfjónað. Íslandssáttmálin Fyrrenn fiskivinnumálini eisini eru greidd til lýtar er avmarkaður dugur í hesum sáttmála, sum er til fyri- munar fyri Ìsland. Sum einhvør normal tjóð verjir Ísland síni fiskiáhugamál sum frægast. Tó er at fegn- ast um, at Ísland á hvørjum ári letur okkum eina ókeypis fiskikvotu sum hevur stóran fíggjarligan týdning fyri okkara fiski- vinnu. Íslendarar eru okk- ara brøður, og tað er at vóna, at avtalan verður fullfíggjað, áðrenn alt ov leingi. Canada/Grønland/ Rækjur Canada og tess fiskileiðir hava havt risastóran týdn- ing fyri Føroyar í mong harrans ár, men ídag hava vit ongar sømdir og sera vánaligt diplomatiskt sam- band við Canada. Føroysk skip hava ikki loyvi at fara í canadiska havn, so har hava Føroyar sjórænara- status. Onkur idealistur hevur vónað, at Ríkisfe- lagsskapurin kundi útvega okkum fiskirættindi í Grønlandi, men illa hevur borið til at fingið nakrar kvotur av týdningi, so Grønland er vælsaktans eisini avskrivað. Nú hevur man so eisini latið rækjuflotan fara av landinum og endi er komin á eina vinnu, sum við eitt sindur av politiskum væl- vilja, eitt sindur av studn- ingi og dugnaligum al- mennum samráðingarfólki, kundi yvirlivað og fram- haldandi verið stórt íkast til landsbúskapin.. Okkara búskaparfrøðingar og ávís- ir politikarar siga, at vinn- ur, sum ikki bera seg, mugu falla, gaman í, men hvat kemur ístaðin? - ar- beiðsloysi og uppgávu- lyndi. Dupult-skattaavtala við Bretland Nógv seismiskt virksemi er á landgrunninum, og tað er sannlíkt, at oljuleiting vónandi aftur byrjar hjá okkum framyvir. Hóast oljuvinnan hevur sett ynski fram um at fáa ílag eina dupultskattaavtalu við Bretland, sum er av sera stórum týdningi fyri hesa vinnu, so er lítið ítøkiligt at frætta enn. Tað er at vóna, at Fíggjarmálastýrið ger skjótt av og fær hesa avtalu avgreidda. Svartkjafta- samráðingar Samráðingarnar við okkara grannalond, sum eru ígongd í løtuni, eru av stórum týdningi, og tað er at vóna, at okkara sam- ráðingarfólk megna upp- gávuna og at standa ímóti norskum trýsti og hóttan- um, og at vit fáa eina munadygga avtalu í hús. Í hesum føri hava Føroyar og ES somu áhugamál og við eitt sindur av diplo- matiskum hegni mátti borið til at skundað undir akkumuleringsavtaluna við ES á hesari konto. Samráðingarstovn Samanumtikið má sigast at ov illa stendur til hjá al- mennu Føroyum at sam- skifta við onnur lond og at fáa nóg góðar sømdir við marknaðaravtalum, bilate- ralum avtalum og fiski- kvotum. Atli Dam var ein altjóða viðurkendur stats- maður og samráðingar- leiðari og sum fekk góð úrslit Føroyum at frama, tíanverri hevur ongin politikari hagartil lyft arvin eftir hann. Við undantaki av Norðurlandaráðnum og hálkubreytum sýnist um- heimurin ikki at hava nakran serliga áhuga hjá okkara politikarum. Umframt at røkja tær basalu avtalurnar við okk- ara grannalond, so eiga vit at samstarva nógv meira við tjóðir sum USA, Kina , Japan og Arabaraheimin. Sera týdningarmikið er at vit eisini kunnu hava ávíst samband við ST, NATO og OPEC. Har okkara politikarar ikki megna uppgávuna eigur vinnan at verða virkin. Okkara landssýrismenn mugu gera nógv meira við at fyriskipa handilssferðir saman við vinnuni og ganga nýggjar leiðir fyri at fáa fiskikvotur og betur handilssambond. Sum ikki einaferð kunnu vit hyggja eftir Íslandi, har vinnan saman við íslendsku sendistovuni í Pekingi hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði í Kina og eru longu nú fleiri íslendsk feløg etablerað í Kina ! Tá samráðingar fara fram á altjóða støði var tað kanska eitt hugskot, at vit gjørdu ein samráðingar- stovn, har okkara bestu juridisku heilum og sam- ráðingarfólki frá vinnu- lívinum saman við lands- stýrinum royndu at fáa sum frægast burturúr. Sannroyndin er tíanverri, at soleingi Føroyar ikki hava fullveldi og suveren- an status koma vit neyvan at sita í fyrstu parkett á altjóða diplomatiska pallinum. Kortini mugu allar góðar kreftir royna at samstarva sum frægast skal lív og høgt livistøði verða á hesum klettum. Vit hava fólkini men tørva motivatióna og altjóða áræði.