fríggjadagur 20. oktober 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
21
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 202 - 20. oktober 2000
Nr. 202 - 20. oktober 2000
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: FULLRIGGARI
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
✁
Loysunar-
orðið: …………………………………………………
Navn: …………………………………………………
Bústaður: ……………………………………………
Bygd/býur: ……………………………………………
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen týddi
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Grønur var dalurin - Richard Llewellyn/
Knút Olsen týddi
❑Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknaðurin -
Jákup Pauli Strøm
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen týddi
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
Frá
FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Vinnari: Súsanna Niclasen
á Hamarsbrekku
850 Hvalba
247
Viðmerkingar:
Fyri rættiliga nógvum ár-
um síðani fór býráðið
undir ta skipan, at lata
uppgávur til eigarafeløg í
sambandi við nýggjar út-
stykkingar. Aðalendamál-
ið var, at eigarafeløgini,
og á tann hátt tey, sum
har búgva, fingu møgu-
leika at vera við at mynda
útstykkingina frá fyrsta
degi. Ein skipan, sum í
mongum førum hevur
roynst væl. Bæði tá út-
stykking og bygging er
farin fram, og somuleiðis
aftaná, við skipan og
fríðkan av eitt nú fríøkj-
um. Aftur at hesum eru
fleiri eigarafeløg sera
virkin at skipa fyri bæði
einum og øðrum.
Tey, sum mugu hugsast
at hava størstan áhugan
og kunnleikan at fjálga
um sítt egna umhvørvi,
eru tey, sum har búgva,
umboðaði gjøgnum sítt
eigarafelag. Tí er ikki
annað enn rætt og rímu-
ligt, at tey eigarafeløg,
sum ynskja tað, fáa
møguleika at átaka sær
størri ábyrgd og skyldur
enn tey hava í dag. Sjálv-
andi saman við eini hósk-
Tað er hugaligt at kunna
staðfesta, at matstovu- og
cafévirksemið í høvuðsstað-
num hevur ment seg nógv
seinastu árini.
Hetta hoyrir sjálvandi við
til myndina av einum liv-
andi, kveikjandi og skap-
andi býi - og er avgjørt við
til at økja um trivnaðin bæði
hjá borgarum og gestum.
Neyvan hava vit sæð
síðsta skotið á hesi stamm-
uni enn, tí so hvørt sum
fólkatalið økist, økist eisini
tørvurin og grundarlagið
fyri fleiri tilboðum av hes-
um slagi.
Og skulu vit trúgva sam-
starvsfeløgum okkara í
Aberdeen og Stavanger, so
kunnu vit vænta eina rættu-
liga eksplosjón innan hesa
vinnu- og tænastugrein
næstu árini, verður olja
Eigarafeløgini skulu
vera við at mynda
egna umhvørvi
andi upphædd í mun til
øktu uppgávurnar, og, um
ynskist, við hollari veg-
leiðing frá býráðnum.
Á hendan hátt fær
borgarin størri ávirkan og
ábyrgd mótvegis sínum
egna bústaðarøki, og
kann hetta bert vera við
til at skapa betri trivna
fyri hin einstaka og
grannalagið sum heild.
Tórfinn Smith,
býráðslimur
og valevni
funnin undir Føroyum. So-
leiðis hevur gongdin verið
í hesum báðum týdningar-
mestu oljubýunum á okkara
breiddarstigum - og neyvan
verður stórt øðrvísi her hjá
okkum, tá „svarta gullið“
væntandi um nøkur fá ár fer
at spræna upp úr oljukeld-
unum sunnanfyri.
Til stuttleika kann verða
nevnt, at áðrenn oljuvinnan
av álvara tók dyk á seg í
Stavanger, vóru bert fýra
matstovur har við skeinki-
loyvi. Í dag - sløk 30 ár
seinni - eru tey meira enn
400 (!) í tali, spjadd út á
alskyns matstovur, verts-
hús, spælistøð og caféir.
Samstundis er býurin -
við sínum 110.000 íbúgvum
- vorðin ein nýmótans og
framkomin býur við einum
rættuligum altjóða dámi.
Komandi býráð eigur
sjálvandi at taka spurningin
upp, hvussu kommunan á
besta hátt kann skapa karm-
ar fyri eini menning av hesi
Blómandi matstovu- og cafévirksemi
vinnugrein.
Við miðbýnum sum mið-
depli.
Miðbýurin eigur at verða
tann hugnaligi felagsstað-
urin, soleiðis sum sligið
verður fast í frálíka mentan-
arálitinum, ið varð latið úr
hondum í fjør.
At styrkja miðbýin sum
mentanarligan miðdepil er
at geva øllum býnum lív,
sum tikið verður til í álit-
inum.
Og her hevur matstovu-
og cafévirksemið - saman
við spælistøðum - ein sjálv-
sagdan leiklut nú og í fram-
tíðini.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri
Komandi Býráð hevur eftir
mínum tykki eina mo-
ralska skyldu at fáa ílag
eitt
tónleikahús,
eina
nýggja Perlu. Tað er nógv
ungfólk ídag í Havn sum
fáast við tónleik. Hesi venja
í kjallarum og garagum men
hava sjáldan høvi at spæla
alment og sýna síni kynstur.
Slíkt er spell og kan tað
darva spælihuginum.
Gamla Vaskaríið í Tórs-
gøtu kundu verið ein byrjan
til eitt tónleikahús við ein-
um tónleikaumhvørvi har
fólk kundi hugnað sær og
ungir tónleikarar hava síni
fyrsu framførslur.
Tað eru nógvir møguleik-
ar i Tórsgøtu. Rio Bravo,
Casablanca,
Meiaríið,
Pizzacafé eru longu har.
Fáa vit so Vaskaríið til
tónleikahús fer enn meira
lív og virksemi koma í hesa
Nýggj Perla og Tórsgøta
gøtu og í Vágsbotni.
Müllers Pakkhús eigur
at verða ein fiskamatstova.
Johan Mortensen
valevni til býráðsvalið
fyri Tjóðveldisflokkin
Vallyftini og fíggjarpolitikkurin hjá nýggja býráðnum!
Tað nývaldað býráðið kem-
ur at fáa tað nógv truplari
enn núverðandi býráð hevði
tað tá tað tók við, tí tað
longu nú eru givin so nógv
vallyftir. Búskaparviður-
skiftini í Føroyum vóru
ógvuliga vanalig í byrjanini
av nýtiárunum og tí var ikki
møguligt at lova so nógv tá,
men nú er støðan øðrvísi.
Orsakað av tí framgongd,
sum vit hava í samfelagnum
í dag lova fleiri av valevn-
unum so nógv at fíggj-
arlógin hjá Tórshavnar
býráð verður sprongd fleiri
ferðir. Tað fer at krevja stórt
dirvi av teimum komandi
býráðspolittikarunum
at
tora at siga nei til fleiri av
teimum vitleysu vallyftun-
um, sum nú verða givin. Ein
spurning, sum vit altíð
mugu seta okkum er, hvar
skal peningurin koma frá?
Ella frá hvørjum øki skulu
vit taka pening til eitt annað
øki?
Tað verður neyðugt at
gera eina raðfesting av
teimum ymisku málunum
við í minstalagi einari ætlan
yvir fýra ár og helst longri.
Hóast nógv er goldið niður
av skuldini hjá Tórshavnar
Kommunu so er skuldin
framvegis stór og verður
neyð1ugt at fáa skuldina
niðurgoldna.
Schumann Hjaltalin,
býráðslimur
Valevni fyri
Sambandsflokkin
Í hesum døgum er ikki eiti
á lyftum um bæði líkt og
ólíkt, og ikki er eiti á nógv
sum nú, alt í einum vita
mest sum alt, hvat vit
mangla og ikki mangla,
Gud viti um øll hesi hugsa
hvat tey siga ella lova, og tí
kundi tað veri ahugavert at
vita um nakar av øllum hes-
um vitandi fólkunum sum
stilla upp, tora at taka upp
eitt evni sum PÍKAR.
Í dag eru tey flestu greið
yvir at vit fara inn í eitt hálv-
ár, har Havnin, tann sokall-
aða reina Havn, aftur skal
líkjast einum runudíki.
Tað næsta hálva árið,
skullu øll tey, íð sjúk eru av
astma,
lungasjúk
av
ymiskum slag,og øll tey íð
eru sjúk í háls/nøs oghava
allergi at finna seg í, at
nøkur fá sum brúka píkar,
gera teimun dagin ótolandi.
Nú skuldi tíðin verið inni,
at tey,sum slíta vegirnar og
gera Havnina til heimsins
skitnasta bý, eisini skulu
gjalda fyri tað. Her er vert
at minna á,at í Norra verður
goldi 320 kr um mánaðin
og 25 kr um dagin, um tú
fer inn í býin at koyra.
Spennandi hevði verði
um onkur av øllum hesum
vælvitandi vælevnum,hevði
tora at tikið hesa størstu
umhvørvisdálking í álvara.
Her eru nógvar stemmur at
heinta til tann ið torir.
Tað er langt síðan, at veg-
irnir hava verið í so ringum
standi. Um Havnin skuldi
asfaltera alt,íð treingir til í
dag, fyri at vegirnir skulla
vera tryggir at koyra á,hevði
hetta kosta um 15 milliónir.
Tað er løgið, at eingin
politikkari tekur sær um
reiggj,og fær steðga hesum
oysli av 50 milliónum sum
kunnu sparast fyri alt land-
ið?
Vinarliga
Petur Hermansen
Vallyfti og píkar
Ein av stóru samgongu-
flokkunum tosar nú um
skattalætta. Nú er at vóna
at hesin verður framdur í
verki og ikki bert í orð-
um.Higartil hava vit bert
sæð ein illvilja til annað
enn at hækka skattirnar.
• Dømi 1: Avtøka av
brennioljuavgjaldi er
felt 2 ferðir í ár. Nýggja
lóg, ið gav landskass-
anum meira í brenni-
oljuavgjaldi
hevur
hendan
samgongan
samtykt.
• Dømi 2 : Tosa verður
um at hækka skattin
hjá sjómonnum, ið ar-
beiða nógv og hava
stóra inntøku.
Niðurstøða:
• Ongantíð hevur lands-
kassin fingið so nógv
inn í skattum og av-
gjøldum sum nú.
• Ongantíð hevur lands-
kassin havt so góð ráð
at givið ein skattalætta.
• Og ongantíð er gjørt so
lítið fyri at lækka skatt-
in hjá borgaranum, sum
undir hesi samgongu.
Hví ikki lætta um hjá før-
oyingum? Hví ikki royna
at hava eitt so lágt skatta-
trýst sum møguligt. Ikki
bert tosa um tað - men
gera nakað ítøkiligt við
tað. Tað fer vónandi ein
meiriluti á Føroya Løg-
tingi at gera NÚ. Tí tað
hava allir føroyingar
sanniliga uppiborið.
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Skattahækking hjá
hesi samgongu
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Havnin er aftur í vøkstri.
Nýggir bygningar verða
reistir og nýggir vegir
gjørdir. Meira asfalt, meira
betong. Tá eiga vit at steðga
á og spyrja: Hava vit tikið
neyðug fyrilit til náttúru og
umhvørvi?
Rætt man vera at taka í
egnan barm fyrst. Sitandi
býráð er faðir at Tórsvølli.
Sum eitt skrímsl er hann á
at líta. Kanska ikki úr erva,
men í øllum førum úr neðra.
Fyrigevið okkum borgarar!
Øllum átti tó at staðið greitt,
at Gundadalur fór ikki at
verða tann sami, tann dag
hetta bygningsverk tók sæti
í dalinum. Men fáur man
hava ímyndað sær, at
úrslitið gjørdist so grefligt.
Um tað hevði verið stórt
øðrvísi, um onnur tekning
hevði ligið á borðinum, er
tó ilt at siga.
Lukkutíð er síðsta orðið
ikki sagt. Risin má og skal
hampast, og kanska meira
enn tað. Fyri tað fyrsta er
“verkið” ikki meir enn hálv-
gjørt, og fer liðugtgerðin
óivað at bøta um støðuna.
Tó eigur álvarsliga at verða
umhugsað, um ikki størri
tøk mugu takast. T.d. við at
lækka niðara enda.
Eg haldi annars, at bý-
ráðið í hesi setu hevur givið
umhvørvinum gætur. Vit
hava t.d. fingið tvær snøgg-
ar rundkoyringar, onnur á
Hálsi, hin við SMS. Tær
hava hepnast væl, ikki bara
ferðslutøkniliga, men eisini
til útsjóndar. Eftir mínum
tykki er økið fram við SMS
samstundis fríðkað mun-
andi.
Eg kundi hugsað mær at
nevnt eitt annað dømi um
hepna hond í sambandi við
vegagerð. Vakra grótlaðing-
in fram við nýggja Markna-
gilsvegin áraka Svalbarðs-
vegin. Yvirhøvur er Ring-
vegurin á góðari leið. Tá ið
teir síðstu tilkoyringarveg-
irnir eru komnir uppá pláss
komandi ár, fer samstundis
at verða hampað um á síðsta
parti av ringvegakervinum,
m.a. eisini strekkið millum
Landavegin og Velbastað-
vegin.
Miðbýurin fær í løtuni
eina andlitslyfting. Farið
var til verka í ár, og hildið
verður fram komandi ár.
Bilurin verður ikki bannað-
ur, men vónandi fæst eitt
meira gonguvinarligt um-
hvørvi fram við Tinghús-
vøllin, har fólk fáa hug at
steðga á og kanska hvíla
seg.
Fleiri gongustíggjar eru
gjørdir og hampað er um
aðrar. T.d. við Svartafoss og
av Hamrinum og oman.
Men ikki minst gøtan frá
Oyggjarvegnum og út á
Norðasta Horn er ein perla.
Ítøkiligar ætlanir er um
fleiri gongustíggjar og grøn
øki, t.d. á Argjum við
Spinnaríið og við gamla
vatnbrunnin í Svanga. Eitt
kort, ið sýnir allar gøturnar
og økini, átti at verið tøkt.
Rætt skal vera rætt. Dømi
eru eisini um grøn øki, ið
forfarast. M.a. spælipláss, ið
ikki verða hildin við líka.
Kommunan kann ikki renna
undan sínari ábyrgd. Men
tað er týdningarmikið, at
nærumhvørvið luttekur, og
at m.a. eigarafeløgini eru til
reiðar at átaka sær med-
ábyrgd við m.a. at ansa eftir
og hampa um.
Ofta eru tað smálutirnir,
ið gera munin. Fara vit
óstortsliga
fram,
gerst
úrslitið hareftir. Hugsa vit
okkum um, ber kanska til
at skapa okkurt, ið er øllum
til gleði. Vit eiga tí at vera á
varðhaldi, nú býurin aftur
hevur fingið vakstrarverkir.
Klæmint Olsen
býráðslimur
Viðmerking:
Grønt er gott
fyri eygað
Árnfjarðar nevnd
Staðbundin nevnd skal nú veljast fyri
bygdina Árnafjørð
Eftir áheitan frá borgarum í
Árnafirði, sum er partur av
Klaksvíkar kommunu, hevur
býráðið samtykt, at seta á
stovn staðbundna nevnd fyri
bygdina.
Uppgávan hjá staðbundnu
nevndini er at vegleiða,
umrøða og gera tilmæli til
býráðið í málum, sum hava
við spurningar í Árnafirði at
gera og soleiðis taka sær av
áhugamálum í bygdini.
Býráðið samtykti – áðrenn
samtyktin varð sett í verk –
_at senda borgarunum í
Árnafirði skriv við fyri-
spurningi um teirra áskoðan
á eina møguliga nevnd fyri
bygdina.
Henda kanning vísti, at
stórur meiriluti av borgarun-
um í bygdini tekur undir við
ætlanini, og fyrireikar Val-
nevndin fyri býráðsval í
Klaksvík nú hetta valið, ið
verður samstundis sum bý-
ráðsvalið.