Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. oktober 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 208 - 28. oktober 2000 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 208 - 28. oktober 2000 Birgir Kruse ANTHOLOGY: Oh mín sjel, er hon komin. Bókin um beatlarnar úr Liver- pool, skriva› solei›is, sum teir sjálvir vilja. John, sjálvandi posthumt. Kom framat hesum sekspunds risa í Bókasøluni hjá altí› fryntliga Kára í SMS. Kagi innar í permuna, sum er í arkarbroti›, jú Klaus Voor- man eigur hana. Sami ma›ur, sum skar Revolver- plátuna so hegnisliga í 66. I feel fine. "Innan Elvis var einki" skal John Lennon hava sagt. Kjakast kann til dóm- adags um vir›i› í hesum pástandi, tí Elvis bygdi jú sjálvur á blues og country — svart og hvítt — hvørs samanrenning var› upp- runaligi rokktónleikurin á bygd, har balst‡rin ung møttust. Langt innan Elvis. Og Haley vi›. Heilt aftur til ta fer›ina, Hank koyrdi inn í náttina, Sony gav okkum transist- arin, og grammofonin kom á bor›i›, heilt til ta tí› kunnu vit av røttum siga, at innan hetta var einki. Innan grammofonina var einki. Vi› grammofonini bleiv rokktónleikurin markleysur og fór um allan heim. Og ger ta› enn, nú vit eru um at leggja lok á tjúgindu øld og kunnu sta›festa, at ivaleyst var júst hann — rokktónleikur- in — mest tónagevandi mi›il í fólksligu mentanini og ta› uttan at hava mist stevi›. Still my guitar gently weeps. Fimm ár seinni møttust tveir unglingar á einum kirkjubasari í Liverpool og ver›in skuldi aldri ver›a hin sama. Heilt nágreini- liga leygarkvøldi› hin 6. juli 1957. John og Paul. Hin seinni imponerar hin fyrra vi› at duga at stemma ein gittara og hóp- in av sangum. Grundlógar- nevndin ver›ur til. Restin er søga; fyrsta plátan, hin sí›sta og so framvegis. Vanligu popp- trivialitetirnir. Men stóri spurningurin var altí›, hví? Hví fóru teir hvør til sítt, hin gráa fríggjadagin 10. apríl í 1970? Var ta› Yoko Ono, sum spilti spæli›, ella var ta› hin peninga- gríski Paul? Ella vóru hetta bara søgur? 400 ymsar bøkur hava roynt at svara. So mangar bøkur sigast hava veri› skriva›ar um The Beatles. Bert í aktuellu bóka- skránni hjá A&R Book- search í Cornwall — hin fremsti tónleikabókahand- ilin — finna vit 100 Beat- lesbøkur. Sigst, at hetta var orsøkin til, at Paul fekk lagsbrø›urnar George og Ringo at siga teirra egnu søgu. Og her er hon so. 367 bla›sí›ur, innbundin, í arkarbroti fyri 490 krónur. Eitt gott keyp um ein sam- anber vi› danska prísin, sum er 649 krónur. Og í Noregi sama upphædd í norskum krónum. Fyri sparda peningin fæst júst ein n‡ggj fløga! Í bókini "Antholgy" kunnu vit á bls. 347 lesa hesi or› frá Ringo um Beatles-skilna›in: "Eftir at Plastic Ono Band fyrstu fer› høvdu spælt í Toronto, møttust vit í Sawille Row, har John at enda reisti spurningin. Hann seg›i "Ja, hatta var so ta› dreingir. Lat okkum gevast nú". Hinvegin kann á somu sí›u lesast, at Paul hev›i roynt at hildi› orkestrinum saman: "Eg seg›i, at vit skuldu royna at spæla á teimum smáu stø›unum aftur — eg eri sannførdur um, at vit eru eitt fínt, líti› orkestur, vit skuldu funni› upprunaligu røturnar, og hvør veit, hvat so kann henda? Kanska gevast vit tá, ella finna vit útav, at vit enn hava naka› at geva". Paul McCartney heldur fram "John stærdi at mær og seg›i: "Tú, eg haldi tú ert pillb‡ttur, eg hev›i ikki ætla› at sagt tær ta›, fyrr enn vit høvdu skriva› und- ir sáttmálan vi› Capitol" — Klein royndi at fáa okk- um at skriva n‡ggjan sátt- mála vi› plátufelagi› — "Men eg fari úr bólki- num!" Vit blikna›u allir og hingu vi› nevninum", sigur Paul um dagin, tá teir end- aligu gjørdu av at fara hvør til sítt. Stundum kann ein farri av misnøgd hómast, tá um Yoko Ono ræ›ur. Hon ó- rógva›i og ivaleyst hjálpti hon John Lennon at finna dyrnar. Og kanska var ta› í røttum tíma. "Hon noyddi meg at gerast avant-garde og læta meg úr klæ›unum, beint sum eg bara ynskti at blíva Tom Jones" sigur John Lennon yvir kendu sovikamarsmyndini, har hann og Yoko standa spill- nakin (bls. 300). Vi› størri greidleika kemur fram, at Paul Mc- Cartney stunda›i eftir tí fullkomna og helst hevur hevja› seg upp á stjórnar- pallin naka› ofta. Í hvussu er í mun til hinar. Ein ger›, sum ikki er sambærilig vi› Grundlógarnevndin FAB FOUR: Mangar eru kvartettirnar; Teir F‡ra á plátu, í bók, í teknirø›, ella á filmi - andaligir ella ver›sligir. Men tá vit siga teir Frálíku F‡ra úr Liverpool er einki ivamál. Øll vita, hvønn vit tosa um. Tí hetta er grundlógarnevndin í dagsins almúgumentan. Og enn einafer › er grundlógarnevndin savna›. Hesafer› í bók, i› krevur stóra skrivibor › i › felags Beatles-andan í bólkinum yvir øllum sam- anspældum bólkum, har "her-og-nú" kenslan var kjarnin. So leingi ta› vardi. John Lennon tímir ikki hesa stremban. Orkar hana ikki. Hatar hana. Og alt hon umbo›ar. Hetta er list og ikki fals. Men Paul McCartney er ma›urin, i› heldur saman, skipar og fær burturúr. Og ta› er ikki so líti›. Enn kennast fólk vi› Beatles og teirra tónleik. Kenna teirra sangir, keypa teirra fløgur. Beatles hava liva› av allar kreppur í trí- ati ár og gera ta› ivaleyst enn. Í brotinum "The Split" sigur George Harri- son á bls. 353: "The Beat- les vóru alt, i› hendi okk- um. Ta› sn‡r seg um at skilja, at upp og ni›ur snúgva seg um somu rørslu. Alt broytist, og er tó í javnvág, og hvat, i› enn hendir, er ta› tú, sum setir ta› í gongd. Moralurin í hesi søgu er, at um tú gó›- tekur hæddarpunktini, so mást tú eisini gjøgnum d‡pini. Grunda› á The Beatles, vór›u tilverur okkara á einum nógv int- ensari stø›i av hesum sama: um hvussu ein kundi læra at elska og hata, og upp og ni›ur, og gott og ilt, og at missa og vinna. Samanbori› vi› onnur var ta› lívi›, vit livdu spentari, ein hyper-versión. Tó, samanumtiki›, er alt gott. Ta›, i› hendi okkum, er gott, tá vit læra. Ilt kann ta› bert blíva, um vit ikki lærdu: Hvør eri eg? Hvar fari eg? Hva›an eri eg?" Ta› eru beatlarnir sjálvir, i› siga frá í bókini "Ant- hology". Søgur teirra glí›a inn í hvørja a›ra, so ilt er at halda skil á, hvar hvør partur endar. Í veruleik- anum endar bókin ikki fyrr enn tú letur hana aftur. Hetta er ein nærum enda- leysur streymur av samrø›- um úr sjónvarpssendingu- num, sum í 1996 fylgdu vi› og løgdu grund fyri teim trimum Anthology- fløgunum (1995-96) og 8 videobondunum, sum sí›- ani fingust til keyps. Nú bókin er komin er krúnan sett á verki›. Hetta verki›. Tí Apple-ánararnir, ampu- tera›a grundlógarnevndin Paul, George, Ringo og Yoko hava enn eina for- rætning at koyra. Tey taka avger›irnar og øll hava tey eina hugsan um, hvussu hetta skal gerast, sigur norski EMI stjórin Michael Manasse. Ítøkiligar ætlanir, sum røkka tíggju ár fram í tí›ina, eru longu samtykt- ar, sigur hann. Og ta› er eingin loyna, heldur Mana- sse fram, at talgilt fínpuss- a›ar upptøkur av gomlum plátum ver›a endurútgivn- ar og at ein stór Beatles- boks fer at koma. Á heimasí›uni www.beatlesfans.com frættist, at í kjalarvørrinum á "Anthology" bókini hjá Cassel & Co, kemur ein savnsfløga vi› teim bestu Beatles-sangunum fyrst í næsta mána›i. "The Beat- les Greatest Hits" er heiti›, og fløgan fevnir um 27 sangir, sum allir hava veri› nummar eitt í USA og Onglandi. Aldri á›ur hevur veri› gjørdligt at fáa bestu Beatles-sangir á einum diski. Stó› ta› til plátufel- agi› EMI var fløgan longu í bú›unum, men Apple, sum eigur rættindini til Beatles-sangirnar, hevur a›rar ætlanir. Ájú, hava á›ur veri› savnsplátur vi› The Beat- les. Hvør minnist ikki dup- ultu pláturnar "1962-1966" og "1967-1970", sum eisini gingu undir heitinum "hin rey›a og hin bláa"? Hesar savnsplátur, sum komu á Apple í 1973, eru seldar í 30 mió eintøkum. Sølan er stranda›, tí til- samans eru tær ov d‡rar. N‡ggjur pakki má til, og nú kemur hann. Ein einsa- møll savnsfløga, sum letur upp fyri n‡ggjum keyps- kreftum, nú jólini eru í hond. Og í heimlandi jóla- mansins væntar stjórin í norska EMI at selja hálvt- hundra›túsund Beatles "Greatest Hits" fløgur hes- ar knøppu tveir mána›irnar uppundir jól. Og væl í gagnist teim- um. Vit taka fegin ímóti. Grundlógarnevndin megn- ar enn at seta tónan. Bestu LP’plátur nakrantí›: Sgt Pepper (Critic’s choice top 200 albums, bók 1978) Sgt Pepper (Top 100 albums, bók 1987) Revolver (Virgin All Time Top 1000 Albums, bók 2000) Revolver (Q Magazine, tí›arrit 2000) The Beatles Anthology: "Anthology 1" (2CD Apple 1995) "Anthology 2" (2CD Apple 1996) "Anthology 3" (2CDApple 1996) "Anthology Video" (8VHS Apple1996) "Anthology" (bók 367 s. Cassel & Co 2000) "Greatest Hits" (CD Apple 2000) Beatles-filmar: A Hard Day's Night Richard Lester UK 1964 85 min, sv/hv. Ummælarin Leonard Maltin metir filmin sum ein klassikara og gevur honum besta ummæli. Help! Richard Lester UK 1965 90 min, í litum. Maltin gevur filmi- num gott sko›smál. Dokumentar- filmar: The Compleat Beatles Patrick Montgomery US 1982, 120 min í litum. Frásøguma›ur er Malcolm Mc- Dowell. Maltin gevur hesum dokumentar- filmi 3 av 4 stjørnum. Birth of the Beatles Richard Marquand US 1979, 100 min í litum. Maltin gevur hesum sv-dokument- arfilmi mi›al sko›s- mál. Bólkurin Rain framførur kendu Beatles-sangirnar. Bestu sangir nakrantí›: 1. In My Life - The Beatles 2. (I can’t get no) Satisfaction — Rolling Stones 3. Over the Raimbow - Judy Garland 4. Here, There and Everywhere - The Beatles 5. Tracks of my Tears - Smoky Robinson & Miracles 6. The Times They are A-Changing - Bob Dylan 7. Strange Fruit - Billie Holiday 8. I Can’t Make You Love Me - Bonnie Raitt 9. People Get Ready - The Impressions 10. You’ve lost that Lovin’ Feelin - Righteous Brothers (Mojo, tí›arrit 2000)