mikudagur 2. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
Roknskaparleiðari
Søkt verður eftir roknskaparleiðara til Leir-
víkar Kommunu at byrja beinanvegin ella
eftir nærri avtalu.
Arbeiðið fevnir um bókføring og fíggjarstýr-
ing, umframt vanligt skrivstovuarbeiði.
Førleiki:
Útbúgving innan roknskap og/ella hollar
royndir frá roknskapararbeiði er ein treyt,
eins og kunnleiki til nýtslu av teldu.
Løn:
Løn verður goldin sb. sáttmála við avvar-
andi felag.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda
sær til Sjúrð Eliasen, tlf. 443123. Umsókn
við avritum av møguligum prógvum skal
sendast til Spf Grannskoðarastovuna, 480
Skála, innan 15.2.2000.
Spf Grannskoðarastovan
480 Skála
Tlf. 441666
DEKK/
AVBALANSERINGS-
MASKINA
Brkt HOFMANN
GEODYNA 30
VOH 380-415
çrg. 1986.
Eftirhugd 8/9-99
av DTI og gÝkent.
Hoyvíksvegur 63 - FO-100 Tórshavn
Tel. 313666 - Fax 310866
Sandvíkarhjalli
Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Trygdarútgerð
til øll endamál!
Sosialurin - 311820
• Verndarhjálmar
og húgvur
• Hoyrivernd v/FM radio
• Brillur
• Maskur
• Trygdarskógvar
• Fallsikringar
• Handskar
• Hondreins
• Vit útvega skiltir til
øll endamál!
Vit taka okkum av øllum
uppgávum innan
arbeiðaravernd
Vit hava tær
vælumtóktu
íslands-
snellurnar
DNG
og íslands-
rullurnar
umframt
LINE TEK
stýringar
JÓANNES
DAHL
460 Norðskáli
Tel. 22 10 00 /
42 22 74
Fax 42 21 89
Sosialurin - 311820
2000
2000
20002000
-ver
við
frá
byrjan!
Haldarar í Føroyum: 320,-/ársfj.
Haldarar í Europa: 490,-/ársfj.
Onnur lond: Ymiskir prísir
Internet: 240,-/ársfj.
Lesið
-tað loysir seg
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Hjá okkum fáast
vognar og útgerð til allar
flutningsuppgávur!
Sosialurin - 311820
• Viðfestisvognar sum lasta frá 325 kg. upp til 2.600 kg.
–nógv model!'
• Eykalutir til viðfestisvognar
• Sekkjavognar, hydr. lyftiborð –arbeiðsbord
• Vognar til gassfløskur, oljutunnur, kassar, trappir
–óteljandi møguleikar!
• Gafflar til heisan av plattum, vøru o.a.
• Tip - Ruskkonteinarir til trukkar
• Spennireimar og lyftistroppar
• Sleipikrókar til øll bilmerki!
Fundarr¿Ý
ELIM S¿ldarfirÝi
Fundirnir verÝa:
Mikukv¿ldiÝ
kl. 8.00
Hskv¿ldiÝ
kl. 8.00
Frggjakv¿ldiÝ
kl. 8.00
Leygarkv¿ldiÝ
kl. 9.00 Hjnam¿ti
Sunnukv¿ldiÝ
kl. 6.00
Talarar verÝa:
Poul F¾r¿ og Arni Simonsen
Sanglutt¿ka verÝur m.a. r Ebenezer
Havn og Betesda Klaksvk.
¯ll eru hjartaliga v¾lkomin.
Samkoman ELIM
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300
212380
TB vann á Giljanesi
Flogbóltur: Við sigrinum á Drátti á Giljanesi sunnudagin
hevur TB givið sær sjálvum eitt sera gott útgangsstøði í
kappingini um silvurmerkini
Dráttur-TB 1-2
(21-19, 20-22, 7-3
21-16, 16-21, 5-7
5-15)
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað eydnaðist heldur ikki
Drátti at vinna á TB hesa-
ferð. Sjálvt um dysturin var
á heimavølli í høllini á Gilj-
anesi var eydnan ikki við
Drátti, sum tapti ein rætti-
liga javnan dyst tá samanum
kom.
Sum tað sæst á settúrslit-
unum, var ongantí ðgreið
yvirvág til nakað av liðu-
num tí tey skiftur um at
vinna settini.
Tí varð hesin dystur
toygdur út í javnbrótara í
báðum hálvleikum, og tí
mátti eisini javnbrótari til
fyri at avgera hann. Og tað
var í grundini einasta ferðin,
greiður munur var á liðu-
num.
TB vann seinasta javn-
brótaran sannførandi 15-5.
Tryggar á
øðrum plássi
Dysturin millum Drátt og
TB var dystur um annað
pláss, og við sigrinum sunn-
udagin er neyvan sannlíkt,
at nakar fer at taka silvur-
merkini frá TB.
Tær hava seks stig, eins
og Dráttur, men hava leikt
tveir dystir færri enn
vágakvinnurnar. Tískil kann
munurin koma upp í fýra
stig, og tað verður alt ov
tungt at taka nú so lítið er
eftir av kappingini.
Hjá tvørágentum má hetta
takast sum eitt ordans
herðaklapp. Tær
mistu
meiri enn eitt heilt lið
áðrenn kappingin byrjaði,
men kortini hava tær hildið
seg í toppinum av deildini,
og tað má sigast vera framúr
væl klárað.
Einki at gera hjá Fram
Flogbóltur: Eingin stórdystur spurdist burturúr tá Fleyr
og Fram hittust sunnudagin. Fleyr gjørdi bart og styrkti
harvið um oddastøðuna í meistaradeildini hjá monnum
Fleyr-Fram 2-0
(21-18, 21-14
21-8, 21-19)
SVEINUR TRÓNDARSON
Toppdystur var í Gunda-
dalshøllini sunnudagin, tá
mansliðini hjá Fleyr og
Fram hittust, men hóast tað
undan dystinum kundi bent
á at dysturin fór at gerast
spennandi, varð hetta av
ongum. Fleyr vann ein
greiðan 2-0 sigur, og hevur
nú allar hugsandi møguleik-
ar at gerast meistari.
Størra havnafelagið er nú
átta
stig
frammanfyri
Mjølnir og Fram, sum kort-
ini hava spælt ein dyst færri.
Tað merkir í stuttum, at nú
bert fimm dystir eru eftir,
eru bert teoretiskir møgu-
leikar fyri, at annað felag
skumpar Fleyr av rókini.
Funnið stevið aftur
Seinastu tvey vikuskiftini
undan hesum hevur annars
ikki gingið so væl í hond
hjá Fleyr.
Teir hava spælt dystir
móti veikaru liðunum og
hava í báðum førum tapt
fyrra hálvleik. Tí var ikki
óhugsandi, at Fram kundi
taka stigini frá Fleyr.
Soleiðis varð kortini ikki,
og orsøkin til tað er uttan
iva, at Fleyrleikararnir hava
nógv lættari við at seta seg
upp til ein dyst tá mótstøð-
uliðið er sterkt enn tá tað er
veikt. Ikki tí, sørvingar og
fuglfirðingar hava hvør í
sínum lagið tikið stig frá
sterkum liðum.
Hartil skal eisini sigast, at
tað »í havnahøpi« hevur
stóran týdning at vinna inn-
anhýsis dystirnar í Havnini.
Uppiborið
Tá vit skulu taka saman um
mugu vit staðfesta, at tað er
fult uppiborið at Fleyr er
oddalið í landskappingini.
Teir hava víst klárt tað besta
spælið í ár, men so skylda
vit eisini at siga, at Fleyr
eisini er tað liðið av øllum,
sum hevur mist minst í ár
sammett við í fjør.
Hetta hevur sjálvsagt stór-
an týdning fyri heildina, og
tað merkist eisini serstak-
liga væl á spælinum hjá
Fleyr, sum, tá tað gongur
upp tað besta, gongur eina-
standandi væl.
Og tá so er, kann vera
meiri enn trupult hjá mót-
støðuliðunum at verja fyri.
Sjálvandi fær eitt oddalið
eisini niðurtúrar og í so
máta er Fleyr einki undan-
tak. Men fyrimunurin er
kanska tann, at teir hava
duga at fóta sær tá á hevur
staðið. Tí liggja teir har teir
liggja, og tí hava teir ikki
tapt enn í ár.
Dramatikkur í Gundadalshøllini
Flogbóltur: Fyri tað um talan er um botndyst, gerst hann ofta minst líka spennandi sum toppdystirnir. Soleiðis var
eisini tá Fleyr og ÍF hittust í kvinnudeildini sunnudagin
Fleyr-ÍF 2-1
(21-14, 14-21, 7-5
15-21, 15-21, 16-14)
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað var einki minni enn ein
botnuppgerð burturav tá
Fleyr og ÍF hittust í meist-
aradeildini hjá kvinnum
sunnudagin. ÍF hevur liðið
niðast alt árið, meðan Fleyr
er gliðið niðureftir stiganum
spakuliga men trygt.
Fyri tað, kunnu áskoðar-
arnir kortini fáa spennandi
dystir burturúr hesum, og
tað var eisini júst tað sum
hendi í Gundadalshøllini
sunnudagin.
Dysturin varð toygdur út
til tann seinasta javnbrótar-
an tí liðini høvdu vunnið
hvør sín hálvleik, og sjálvur
endin av dystinum gjørdist
ein reinur gysari.
Vunnu mest
men taptu
Við nýggju flogbóltsreglu-
num verður ikki spælt »best
av fimm«, men í tveimum
hálvleikum. Hetta kann
hava við sær, at lið, sum bert
vinnur eitt sett í dystinum,
við at vinna javnbrótararnar
kann vinna dystin.
Hetta var júst tað, sum
hendi í Havn sunnudagin.
Fleyr vann fyrsta sett, og
tapti síðani øll hini settini.
Kortini vunnu tær dystin tí
tær vunnu lítla javnbrótaran
í fyrra hálvleiki og tann
seinasta um dystin.
Løgið? Jú víst, men fyri
tey sum vinna dystin er tað
stuttligt.
Ivast kortini onga løtu í,
at ÍF genturnar eru í øðini
um, at tær sleptu øllum á
gólvið nú tær høvdu møgu-
leikan at leggja Fleyr aftur-
um seg.
Men sum so ofta er sagt í
fótbólti, at tað eru teir smáu
marginalarnir, sum avgera
dystin. Soleiðis er tað eisini
í flogbólti.
Við sigrinum sunnudagin
kann Fleyr hótta triðjaplássi
hjá Drátti, sum bert er tað
eina stigið frammanfyri.
Samstundis hava vágagent-
urnar spælt ein dyst fleiri
enn Fleyr, og tí kann tann
kappingin enn gerast spenn-
andi.