týsdagur 31. oktober 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 31. oktober 2000
19
18
Nr. 209 - 31. oktober 2000
Kvinnurnar skulu
taka lut á oyggja-
leikunum, sum vera á
Isle of Man í juli
komandi ár, og
venjarin heldur, at
avbjó›ingin sær
spennandi út
Nú er ta› greitt, at ta›
ver›ur Álvur Hansen, sum
komandi ár fer at hava
ábyrgdina fyri kvinnu-
landsli›num
í
fótbólti.
Álvur
man
vera
tann
venjarin, i› sum heild
hevur størst innlit í kvinnu-
fótbóltin í Føroyum. Hesi
seinastu árini hevur hann
havt ábyrgdina av U–18
kvinnulandsli›num. Hann
hevur eisini vant gentuli› á
Skála og í Gøtu, og
frammanundan hevur hann
veri› venjari í 1. deild í
kvinnufótbólti
bæ›i
í
Fuglafir›i og á Skála.
Stóra avbjó›ingin hjá
kvinnulandsli›num ver›ur
fótbóltskappingin á oyggja-
leikunum. FSF hevur fyrr í
ár bo›a› frá, at ætlanin er
at taka lut í kappingini, sum
ver›ur á Isle of Man fyrst í
juli komandi ár.
Einki
kvinnulandsli›
hevur veri› sí›ani í 1995
og í 1996. Tá tók li›i› lut í
EM undankapping. Páll
Gu›laugsson var venjari,
og Álvur Hansen var
hjálparvenjari.
Sí›ani tá hevur U-18
kvinnulandsli›i› á hvørjum
ári tiki› lut í EM undan-
kappingum.
Fyrireikingarnar alt
at siga
Álvur Hansen heldur, at
uppgávan
at
fyrireika
kvinnulandsli›i›
til
oyggjaleikirnar komandi ár,
er ein spennandi avbjó›ing,
og hann sær ikki so svart
upp á ta›:
– Eg haldi, at ta› eru
nógvir gó›ir spælarar at
velja ímillum. Onkrir spæl-
arar gera seg galdandi á
høgum stø›i í Danmark, og
í heimligu kappingini eru
nógvar av teimum, sum
hesi seinastu árini hava
veri› á U–18 landsli›num,
profilar. Hvussu væl li›i›
ver›ur fyri veldst um,
hvussu nógv orka ver›ur
løgd í venjingina, vísir
Álvur Hansen á.
Landsli›svenjarin
og
Fótbóltssambandi› arbei›a
vi› ætlanum um, at spæl-
ararnir skulu fara undir
venjingarnar so tí›liga á
árinum, sum ta› ber til.
– Ta› hevur sera stóran
t‡dning fyri venjingarstø›-
una komandi summar, at
ste›gurin í veteur ikki
ver›ur ov langur. Hvussu
vit leggja til rættis, er ta›
ov tí›liga at siga naka› um
akkurát nú, men eg hev›i
ikki tiki› uppgávuna upp á
meg, um eg ikki rokna›i
hetta
sum
ein
gó›an
møguleika hjá kvinnunum
at standa seg í oyggja-
leikahøpi. Um kvinnurnar
fara at leggja ta› í, sum
skal til, so ivist eg ikki í, at
ta› eisini fer at síggjast
aftur í landskappingini í
Føroyum, heldur Álvur
Hansen.
jh
OB sendi troyttu
vibergensarnar til
hús vi› 2–1 tapi í
vi›førinum
Einasta danska felagi›,
sum framvegis hevur ein
veruligan møguleika at
halda fram í Europa Cup,
tá seinnu dystirnir í
næsta umfarinum ver›a
spældir
hóskvøldi›
í
komandi viku, er Viborg.
Teir taptu hóskvøldi›
1–0 í Spania ímóti Rayo
Vallecano, og ta› tapi›
halda
teir
seg
hava
møguleika at vinna aftur.
Men sunnudagin tókt-
ist ta›, sum um teir bøttu
fyri fer›ina til Spania.
Venjarin vildi ikki hoyra
talan um, at hansara li›
ikki var nóg væl fyri
kropsliga til at spæla hós-
dag og sunnudag, men
bæ›i hann og spælararnir
ásanna›u eftir 2–1 tapi› í
Odense, at ta› tóktist
sum um sinniliga yvir-
skoti› ikki var nóg stórt
sunnudagin.
Føroski landsli›sspæl-
arin, Johan B. Hansen,
hev›i í fleiri vikur eftir
summarste›gin fast pláss
í høgra verjubor›i hjá
OB, men nú hevur hann –
fyribils í hvussu so er –
mist møguleikan. Johan
var á beinkinum frá
fyrsta bríksli sunnudagin,
og har var hann sitandi
allar 90 minuttirnar.
4.562 ásko›arar sóu
Mwape Miti leggja OB
framum í 19. minutti. Vi-
borg venjarin var so mik-
i› illa nøgdur vi› avriki›
hjá sínum monnum í 1.
hálvleiki, at hann eftir
ste›gin
setti
tríggjar
ómó›ar spælarar á vøllin.
Bara seks minuttir eftir
ste›gin gav ta› úrslit, tá
ein av n‡ggju monnun-
um,
Klaus
Kærgård,
skora›i. Talan var um
nógvar skeivar sendingar,
men ta› løgdu teir í OB
vertin á, tá dómarin
hev›i bríksla› fyri sí›stu
fer›. Teir høvdu vunni›
2–1. Sigursmáli› skora›i
gamli li›felagin hjá Toda
Jónsson í FCK, Carsten
Hemmingsen, tá hann úr
35 metrum heilflukta›i
flatt í Viborg máli›.
jh
H71 vann vi› trimum
málum á KÍF í Vest-
manna. Hoyvíkingar
vóru frammanfyri
allan dystin, og teir
kunnu blanda seg í
hei›ursmerkjastrí›i›,
um ta› gongur væl
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
KÍF-H71 24-27 (12-15)
- Hetta var ein ringur dagur
hjá okkum, har einki rigg-
a›i, sum ta› skuldi. Vit
brendu heilt einfalt alt ov
nógvar gó›ar møguleikar,
sigur Petur Martin Poulsen
hjá KÍF.
H71 leg›i seg nøkur mál
framum heilt frá byrjan, og
sjálvt um kollfir›ingar
bardu seg innaftur í dystin
ta einu løtuna, eydna›ist
ta› ikki at koma aftur íaftur
frá vánaligu byrjanini.
- Ta› var byrjanin, sum
oy›ileg›i alt fyri okkum, tá
vit duttu ov langt afturum
H71.
Petur Martin metir ikki,
at javnleikurin móti Kyndli
bara var hepni, og hann
heldur, at teir kunnu finna
ta› spæli› framaftur, tí teir
hava fólki› til betri úrslit
enn ta› móti H71.
- Vit høvdu ikki tamar-
haldi› allatí›ina, tí KÍF
minka›u einafer› ni›ur í
eitt mál, men annars var ta›
ein uppiborin sigur hjá
okkum, sigur Anfinn N.
Debess hjá H71.
- Ta› er naka› tí›liga at
fara at tosa um hei›urs-
merki, men vit fara sjálv-
andi at gera alt fyri at náa
hesum máli. Ta› skal ganga
rættiliga væl, um ta› skal
eydnast, tí bæ›i Neistin og
Kyndil hava sterk li›, men
vit hava ein møguleika fyri
hesum, sigur Anfinn.
H71 er eftir sigurin á
sama stigatali sum Neistin
og tvey stig frammanfyri
Kyndil.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Petur Martin Johansen
6, Dorica Tomic 5(3),
Eddie Joensen 4, Petur
Martin Poulsen 3, Sune
Davidsen
2,
Vagnur
Johannesen 2, Jákup Dam 2
H71: Halgir Dahl Olesen 9,
Johnny Djurhuus 5, Anfinn
N.
Debess
5,
Stefan
Daforfte 4(2), Rene Dahl
Olesen 2, Rolf Mouritsen 1,
Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: KÍF 3, H71 2
Útvísingar: KÍF 4
Dómarar úr Tjaldur: Dánjal
Hansen og Kári Hansen
Ringur dagur hjá KÍF
Annfinn N. Debes heldur, at ta› enn er naka› tí›liga at droyma um hei›ursmerki hjá hoyvíkingum
Johan er
á beinkinum
Álvur skal venja
kvinnulandsli›i›
Vladimir Kramnik
hevur økt um leiðsl-
una í HM dystinum
ímóti núverandi
heimsmeistaranum
Gary Kasparov.
Støðan er 7,5 - 5,5 til
avbjóðaran Kramnik
nú trý talv eru eftir av
dystinum
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Kasparov líkist als ikki sær
sjálvum í HM dystinum
ímóti Kramnik. Hann hevur
enn ikki vunnið eitt talv, og
vísir einki við hvíta fólkin-
um. Hann er stutt sagt út-
lúgvaður, og líkist enn
meira einum heimsmeist-
ara, ið er við at missa
trúnna.
Trettan talv eru telvað,
sekstan skulu telvast og fyri
at Kasparov skal endur-
vinna heitið má hann ogna
sær minst hálvtriðja stig í
hesum seinastu trimum
talvunum, tí 8-8 er nokk hjá
Kasparov at vinna dystin.
Hann hevur einki prógvað,
og fáir millum talvkønir
trúgva at hann kann venda
dystinum.
Kasparov troyttur
Sunnudagin telvaðu teir
trettanda talvið, og eftir
bert fjúrtan leikum bjóðaði
Kasparov við hvíta fólkin-
um Kramnik javnleik, sum
hesin sjálvsagt varð fegin
um. Kasparov segði eftir
talvið, at hann kendi seg
troyttan. Hetta eru orð sum
Kasparov
aldrin
hevur
brúkt í sambandi við ein
HM dyst, og tí eru tey
skelkandi. Tað tykist sum
Kasparov hevur givið upp,
og betri gerst tað ikki at
hann hevur tvey talv við
svørtum eftir at leika og
bert eitt talv við hvítum.
Men í roynd og veru er tað
við svørtum at Kasparov
hevur havt ávísar møgu-
leikar, men telvar Kramnik
sum hann hevur megnað
higartil, er neyvan nakar
gjøgnumvegur hjá Kaspa-
rov.
Kramnik hevur sjálvsagt
telvað sum ein brandur.
Hann hevur megnað at
ogna sær fyrimun í byrjan-
arspælinum, og besta dømi
um tað er tíggjunda talvi,
har hann vann eftir bert 25
leikum, og tað hevur eingin
megnað ímóti Kasparov
síðani hann bleiv heims-
meistari fyri fimtan árum
síðani. Hetta talv og tað
trettanda er við í blaðnum í
dag.
Fjúrtanda talv verður
telvað í dag, meðan tað
næstseinasta- og seinasta
talvið verða ávíkavist telv-
að hósdagin og leygar-
dagin. Vinnarin – og sostatt
heimsmeistari – fær umleið
fimtan milliónir, meðan
taparin fær fimm milliónir.
Tórbjørn Jacobsen,
mentamálaráðharri,
segði í røðuni, ið
hann helt á samkom-
uni, sum Talvsam-
bandið hevði fyri lut-
takarunum í altjóða
talvkappingini fyri
góðum tveimum vik-
um síðani, at hann
droymir um, at talvið
skal fáa innivist í
fólkaskúlanum. Vit
prenta røðuna, sum
eisini inniber hug-
leiðingar úr altjóða
talvheiminum
Tað er hugaligt at vera
mentamálaráðharri í einum
landi, sum er í menning á
øllum økjum – tað veri seg
politiskt, vinnuliga og ikki
minst á mentanarøkinum.
Eri ongin telvari, men
dugi mannagongdina. Ella
tað sum í talvsjargongini
verður rópt skipstalv. Teori-
in kom ongantíð til sættis,
men harfyri hava løturnar
við talvborðið verið eitt
einastandandi
upplivilsi
hvørja ferð. Líkamikið um
tað endaði í gleði ella sorg.
Talvborðið hevur altíð
fasinerað meg. Hetta full-
komna konseptið, sum ong-
in kann gera nakað við ella
broyta. Og telvarin. Í djúp-
um tonkum. Totalkonsen-
treraður. Heilakyknurnar
fúka í ymsar ættir. Besettar
av viljanum at vinna á mót-
støðumanninum.
Ella
kanska meiri av ikki at lúta
fyri honum. Tapið. Hendan
afturvendandi
tragedian.
Mínir tankar eru hjá tykk-
um, ið ikki komu uppá sig-
ursskammulin hesaferð. Tí
eisini eg hati at tapa. Hetta
er menniskja, og driftin,
sum ber mannaættina víð-
ari fram á leið.
Talvið
hevur
stóran
áhuga í hesum landinum.
Vit, sum eru á mínum aldri,
minnast dystin í Reykjavík
millum Bobby Fischer og
Boris Spaski sum ein kata-
lysator, ið broytti talvheim-
in. Raffineraði brúkarin av
miðlunum,
amerikanska
talvflogvitið, ein ekstremur
serlingur, breyt hitt sovjet-
iska monopolið. Alt kann
henda
á
talvborðinum.
Heimurin kókaði. Og spæl-
ið fór enn einaferð sína sig-
ursgongd kring allan heim-
in.
Tað er ein kongstanki hjá
føroyska
mentamálaráð-
harranum at gera talvið til
eina fólkaítrótt. Hetta letur
seg bara gera, um spælið
fær innivist í fólkaskúlan-
um, sum skuldi verið so
upplagt, tá ið tú ígjøgnum
hendan heilafimleikin lærir
at konsentrera teg maksi-
malt yvir eitt longri tíðar-
skeið enn vanligt er, og so
hetta, at hyggja fleiri leikir
fram í tíðina. Ein dygd sum
øllum tørvar.
Sum so mong onnur
áhugaverd fyribrigdi, hevur
talvið eisini elvt til mytur
og mystiskar søgur. Kendi
rithøvundurin Edgar Allan
Poe segði, at tann telvarin,
ið best legði til merkis,
hevði
munin.
Winston
Churchill segði, at tað
finnast telvarar, ið gerast so
uppøstir, at teir fáa hjarta-
slag og doyggja, og hann
legði afturat, at tað hava teir
gott av. Tá ið fransmaðurin
Jean-Jacques Rosseau av
fyrstan tíð upplivdi talvið,
stongdi hann seg inni í
tríggjar mánaðir, og gjørdi
einki annað enn at telva. Og
tá ið legendan yvir øllum,
Aljechin,
heimsmeistari
ígjøgnum nógv ár, suveren-
ur í tíðarskeiðnum frá
1927-1945, tapti á fyrsta
sinni aftur, fór hann upp á
hotelkamar sítt, telvaði
leikin ígjøgnum einaferð
afturat, og síðani dró hann
revolvaran
fram,
trekti
hanan og skeyt seg sjálvan.
Sum tit vita hendi hetta í
Lissabon og seinri vórðu
jarðisku leivdirnar fluttar til
París. (Eftir at henda røðan
varð hildin, kom fram, at
tað eru fleiri mytir um
deyðan hjá Aljechin. Onkur
sigur, at hann doyði av
blóðtøppi ella heilabløð-
ing).
Á borðinum hjá føroyska
mentamálaráðharranum
stendur eitt talvborð. Fólk-
ið er sett. Bíðar eftir heims-
ins besta telvara, Gari Kas-
parov, sum vónandi ger inn-
rás í oyggjunum um eitt ár.
Mr. Nolsøe hevur lovað
mær, at fyrsta talvið verður
leika ímóti ráðharranum, í
stjórnarbygninginum. Men
eg ætli mær ikki at gera
sum Aljechin, um eg tapi.
Til tess er ov stórur munur
á ratingtalinum. Tit skula
heldur ikki handla sum hin
legendariski russarin, sjálvt
um tit taptu hesaferð, tað
liggja nógvar sigrar og bíða
eftir tykkum úti í fram-
tíðini.
Tøkk fyri at tit komu til
3rd Tórshavn International.
Tøkk fyri tann stimbur tit
hava veitt føroyskum telv-
arum í hesi kappingini. Og
havi eina góða ferð heim-
aftur til Ruslands, Ukreina,
Aserbadjan, Íslands, Ír-
lands, Noregi, Ísrael, Dan-
mørk, Sviaríki, Finnlands
og Onglands.
3rd Tórshavn International
Telving skal vera fólkaítrótt
HM dystur
Kramnik eitt stig frá
heimsmeistaraheitinum
Talvini hesa vikuna
Kramnik,V (2770) - Kasparov,G (2849)
Braingames WCC London ENG (10), 24.10.2000
1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.Nc3 Bb4 4.e3 0-0 5.Bd3 d5 6.Nf3
c5 7.0-0 cxd4 8.exd4 dxc4 9.Bxc4 b6 10.Bg5 Bb7
11.Re1 Nbd7 12.Rc1 Rc8 13.Qb3 Be7 14.Bxf6 Nxf6
15.Bxe6 fxe6 16.Qxe6+ Kh8 17.Qxe7 Bxf3 18.gxf3
Qxd4 19.Nb5 Qxb2 20.Rxc8 Rxc8 21.Nd6 Rb8
22.Nf7+ Kg8 23.Qe6 Rf8 24.Nd8+ Kh8 25.Qe7 1-0
Kasparov,G (2849) - Kramnik,V (2770)
Braingames WCC London ENG (13), 29.10.2000
1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0 Nxe4 5.d4 Nd6
6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5 8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 h6
10.h3 Ke8 11.Ne4 c5 12.c3 b6 13.Re1 Be6 14.g4
remis
Tórbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri