Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 219 - 14. november 2000 Nr. 219 • týsdagur • 14. november 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo 11.000 áskoðarar sóu Toda Jónsson bjarga einum stigi til FCK, tá hann við eini sannari perlu javnaði til 2-2 móti Silkeborg SUPERLIGA Jákup Mørk Donsku fjølmiðlarnir høvdu bert rós at bera Toda Jónsson, tá hesin sunnu- dagin var høvuðsmaðurin aftan fyri eina stigið, sum FCK fekk burtur úr vitj- anini hjá Silkeborg. »Todi Jónsson i sprudl- ende spillehumør«, »Et ka- nonspark«, »Færingen, Todi Jónsson, blev red- ningsmand«, »Todi’s one- man show gav et point« og »en besnærenda udlig- nings-perle«. Hetta vóru yvirskriftirnar, sum før- oyski landsliðsleikarin kundi lesa, tá hann mána- morgunin fór til venjingar saman við liðfeløgunum. Fjølmiðlarnir vóru á ein- um máli um, at Todi var besti maður á vøllinum, tá FCK, kanska heldur skuff- andi, mátti taka til takkar við javnleiki móti Silke- borg. Serliga var tað seinna málið, sum fekk vøkru orð- ini fram í yvirskriftunum. Eftir at Harald Brattbakk hevði longt eitt innkast til Toda, skallaði føroyingurin bóltin fram við verjuni, rann ígjøgnum, og við ein- um dundurskoti sendi hann bóltin upp um málverjan, áðrenn hann dúkkaði undir tvørtræið. Fegin um skallaran Sjálvur tóktist Todi tó ikki at leggja óvanliga nógv í hetta, tá vit sunnukvøldið skiftu orð við hann. Heldur fegnaðist hann meira um fyrra málið hjá sær. – Skallaran dámdi mær nógv betri. Í Føroyum var eg í øllum førum ikki kend- ir fyri at vera sterkur við høvdinum, so fyri meg var hetta málið nógv betri, helt hann fyri, eftir at vit høvdu spurt, hvat hann sjálvur helt um útjavnandi málið. – Harald skallaði bóltin til mín, og eg skallaði hann so inn um verjuna, áðrenn eg royndi at renna teir av, og so var bara at skjóta, helt hann um málið, sum sunnu- kvøldið varð kosið til dags- ins mál á rásini, TV3, sum eisini hevði Toda á liðnum hesa vikuna. Gongur hampuligt Hetta er aðru ferð innan tríggjar vikur, at Todi er á vikunar liðið hjá rásini, men heldur ikki hetta tykist at hava lyft føroyska leikar- in upp frá í ovfarakæti. – Tað hevur gingið hampuliga væl seinastu tíð- ina. Kanska hongur tað eisini saman við, at vit hava skift spælistíl, soleiðis at fleiri langir bóltar verða sendir niðan til Pascal Simpson, sum so skal leggja teir víðari til okkum. Hinvegin, so viðførir hetta eisini, at eg til tíðir detti nógv úr spælinum. Um framgongdina, sum liðið hevur havt í mun til undanfarna kappingarár, heldur Todi, at hetta hevur fleiri orsøkir. – Tað eru fleiri faktorar, sum hava havt ávirkan á hetta. Venjarin hevur sjálv- andi sítt at siga, men tað er eins nógv tað, at vit nú stríðast nógv meira fyri hvørjum øðrum. – Fyrr var tað kanska soleiðis, at um vit komu aftur um við einum máli, so hugsaðu vit við okkum sjálvum, at nú var torført at koma aftur í aftur, men hetta er burtur nú, og eitt nú hava vit fleiri ferðir vent dystum higar til í ár. Ongland órógvaði ikki Fyri stuttum var nógv tosað um í fjølmiðlunum, at FCK-venjarin, Roy Hodg- son, kanska skuldi gerast komandi enskur landsliðs- venjari. Hetta fall um sama mundi, sum úrtøkan hjá FCK fór at versna, men Todi heldur tó ikki, at hetta hevði nakra ávirkan á leik- ararnar. – Sjálvandi sóu vit tað, sum varð skrivað, og kanska hugsaðu vit eisini eitt sindur um tað. Hinveg- in so vita av, at bløðini skulu royna at hava nakrar søgur, so eg vil ikki siga, at hetta ávirkaði okkum. Gott við vetrarfrí – Øll hava sjálvandi brúk fyri hvíld av og á. Seinastu dystirnar hevur eisini ging- ið heldur striltið. Vit hava spælt ov nógvar javnleikir, og liðið hevur sum so heldur ikki riggað so fant- astiska væl, so hetta kunnu vit so avgjørt betra í vetrar- steðginum, heldur Todi, tá vit spyrja hann, um tað kanska er eitt sindur keði- ligt at fara í vetrarfrí nú. Sostatt tykist tað nú held- ur friðarligt í FCK upp undir vetrarsteðgin, tá sam- mett verður við undanfarin ár. Tá hava orð sum kreppa og venjaraskifti staðið ovarliga á breddanum, men við góðu gongdini seinastu tíðini, tykist hetta at vera broytt. Fremsta sessin megna teir neyvan at taka áðrenn steðgurin kemur, men tað er av alstórum týdningi, at munurin upp til Brøndby ikki økist, skal møguleikin fyri gullmerkjunum ikki fjarða burtur. Gullmerkini eru tó ikki nøkur treyt hjá liðnum, men heiðursmerki skulu til hjá felagnum, sum tey bæði seinastu árini er endað mið- skeiðis í røðini, hóast ætl- anirnar vóru til meira enn so. Todi dagsins maður í Keypmannahavn Toda sjálvum dámdi minst líka so væl skallaran, sum hann setti í netið til 1-0, tíðliga í dystinum Mynd: Birger Vogelius So vann KÍF síða 17 Spyr Sosialin Eirikur Lindenskov og Turi› Kjølbro Sosialurin fer nú undir stór- an spurnarkassa »Spurnar- kassin - tit spyrja, vit svara« , har serkøn á ymisk- um økjum svara spurning- um frá lesarum. Og høvi ver›ur at spyrja um nærum alt. Til pedagogin: hví lurta børnini ikki eftir, tá i› eg tosi vi› tey. Til prestin: Nú siga granskarar, at Adam og Eva vóru ikki fyrstu menn- iskjuni jør›. Hvørjum skulu vit trúgva? Til løgregluna: Hvussu skal eg bera meg at, tá i› eg síggi ein og sama bilførara koyra ov skjótt eftir vegnum, har vit búgva? Og mangar a›rar spurningar kunnu tit nú seta hesum brei›a skara av fólki. Tit kunnu antin skriva bræv, senda fax, senda teld- ubræv ella fara inn á heim- así›una hjá Sosialinum vi› spurningum. Vit mæla fólki til at skriva greitt og t‡› i- ligt. Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: post@sosialurin.fo – og merki›, hvørjum tit seta spurningum. Ætlanin er at hava fyrstu svari í bla›num komandi t‡ sdag. Spurnarkassi í Sosialinum Bergur Hansen, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frø›ingur Ingi Højgaard, løgfrø›ingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, fø›slu/húsar- haldsfrø›ingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Fer›slu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúr›ur Johannesen, sosialrá›gevi Turid Thom- sen, lestrarveg- lei›ari Marius Staksberg, málfrø›ingur Forma›ur í Diabetes- felagnum, Kristianna Rein, heldur, at dia- betessjúklingarnir í Føroyum gerast fleiri, og ta› kemst av livi- háttinum í nútí›ar samfelagnum. Í dag er altjó›a diabetesdagur Diabetes Stefan í Skorini Ein meting sigur, at ímillu- m 1000 og 1500 føroyingar hava diabetes í dag. Um hagtølini í hinum Nor›ur- londunum eisini eru eftir- farandi í Føroyum, og ta› er nógv, sum bendir á hetta, skuldi tali› ligi› harum. - Nógv er bangin fyri gongdini, tí at alt fleiri fólk fáa diabetes sigur Kristi- anna Rein. - Ta› er lívshátturin, sum er broyttur so nógv. Vit eru farin frá einum aktivum til eitt inaktivt lív. Ta› er hent vi› øllum teimum tólum, sum lætta okkum um ger- andisdagin í dag, sigur Kristianna Rein. - Ísta›infyri at vera úti sita vit ov nógv innandura í dag, og ta› er ein av vandu- num. Samstundis sum at kostvanarnir hjá okkum ikki minka um vandan vi› diabetes, fáa vit eins nógvar kaloriur sum fyri fimti ár- um sí›ani, sigur forma›- urin. Diabetes er eisini nógv tengt at arvinum, men ta› eru nakrar ytri umstø›ur, sum gera seg galdandi. Í sambandi vi› altjó›a di- abetes dagin, skipar diabet- esfelagi› fyri einum tiltaki. - Komandi leygardag fara vit at hava opi› hús í í Losj- uni í Havn. Har ver›ur til- far um diabetes at fáa, og eisini hava vit fingi› fólk at hava fyrilestur, millum ann- a› ein kostrágeva, sigur Kristianna Rein. Ta› hevur annars ikki veri› vanligt í Føroyum at gera naka› burturúr hesum degnum, hóast altjó›a dia- betesdagurin ikki er naka› n‡ tt. Í londum, har vi›ger›in er vánalig, ver›ur hinvegin meira gjørt burturúr deg- num fyri at vísa á, at sjúkl- ingar hava vánaligar um- stø›ur at røkja sína sjúku. - Í Nor›urlondum eru umstø›urnar hjá diabetes- sjúklingum hvat vi›ger›ini vi›víkur gó›ar. Ta› er í so nógvum londum, at sjúkl- ingarnir ikki fáa ókeypis insulin, men ta› fáa vit her. Ta› kann tí vera ein kata- strofa fyri eina familju, um ein hevur diabetes, sigur Kristianna. Diabetesfelagi› hevur sent eitt tí›indaskriv út í sambandi vi› dagin. Her eru nakrir reglar, sum kunnu fyribyrgja sjúkuni, um teir ver›a fylgdir. Fjølbroyttur kostur vi› nógvari frukt og grønmeti ver›ur vi›mælt. Rørsla hevur somulei›is stóran t‡ dning, og tá er ikki bara talan um at ganga róliga, men eisini at fáa pulsin eitt sindur upp. Ta› er somulei›is t‡ dn- ingarmiki› at læra sjúkl- ingar at brúka heilsuverki› fyri at fáa tær ney›ugu upp- l‡ singarnar vi›víkjandi sjúkuni. Solei›is kann ein sjúklingur læra seg at taka sær av sjúkuni sjálvur. Diabetessjúklingar gerast fleiri Michala Petri og ma›urin Lars Hanni- bal rúnarbundu á- hoyrararnar í einum fullsettum Nor›ur- landahúsi sunnu- dagin Tónleikur Jústinus Leivsson Eidesgaard Eitt fullsett Nor›urlanda- hús, hvør stólur starandi ni›ur fingrarnar á tveimum professionellum tónleikar- um, sum onki anna› gera enn at leika á hvør sínum ljó›føri. Ein ófatilig fram- førsla, serliga tá eg hugsi um, at einasti reini tóni eg kann fáa úr eini blokkfloytu er, tá eg ikki haldi fyri nak- a› hol, og blási av fullari megi. Hvussu tann tónin eitur veit eg ikki. Michala Petri greiddi frá, at blokkfloytan var eitt av høvu›sljó›førunum í barokktí›ini, ta› vil siga tá eitt nú Handel og Telemann vóru í velmaktini seinast í fimtindu og fyrst í seks- tindu øld. Og hon hevur megna at fáa hetta ljó›føri til hei›ur og æri á óteljandi konsertfer›um krin allan heim. At so nógv ljó› kunnu fá- ast burtur úr eini lítlari floytu er fantastiskt. Mich- ala Petri spælir uttan at hyggja eftir nótum, ta› er ótrúligt . Hon spældi 9 stykkir uttan eina tí einastu fer› at hyggja eftir nótum og ongantí› spældi hon skeivt. Í ste›ginum vóru á- hoyrarar samdir um at her var talan um eitt undurbarn. Tey spældu 10 stykkir eftir skránni og vór›u klappa›i upp aftur til tvey eyka nummør. Konsertfelagi› skipa›i fyri og gó› klassisk nøvn uttan úr heimi ein sunnudag seinnapart, kunnu seta krúnuna á verki› á einum gó›um vikiskifti. Sosiala samveran vi› kaffi og køk- um í ste›ginum er heldur ikki at undirmeta. Tónleikur skal hoyrast og ikki skrivast, ringt er at finnast at nøkrum, tá eitt so dugnaligt og professionelt par stendur á palli. Tey, sum leika blokfloytu, eiga eina fyrimynd i Michalu Petri og komandi guitaristar kunnu læra nógv av Lars Hanni- bali. Gandafloytan Ringja fyri drotn- ingini Føroya Stiftstjórn hev- ur heitt á allar prestar í landinum at ringja vi› kirkjuklokkunum, tá Ingrid drotning fer til gravar í dag. Í Su›urstreym ver›- ur ringt í tveimum frá kl 12:30-13:00 og frá kl. 14:00-14:30 í øll- um kirkjunum. Eisini fer danska sjóverjuskipi› Væd- deren at skjóta salut fyri drotningini. Hann fer at skjóta tríggar fer›ir 27 skot ella til- samans 81 skot fyri drotningini og byrja› ver›ur klokkan 14:00. Hjúnini Lars Hannibal og Michala Petri rúnarbundu eitt fullsett Nor›urlandahús sunnudagin Mynd: Jens Kristian Vang