týsdagur 14. november 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 14. november 2000
27
26
Nr. 219 - 14. november 2000
Katrin Dahl
býráðslimur
Eftir at hava sitið sum bý-
ráðslimur í Tórshavnar
kommunu í tólv ár, havi eg
tikið ta støðu ikki at stilla
uppaftur til komandi val.
Hetta, lutvíst tí eg haldi at
tólv ár aktivt í politikki er
nóg mikið, her átti at verið
eitt hámark, eingin skuldi
sloppið at sitið í býráði ella
á tingi í meira enn tólv ár í
senn. Eisini er tað vegna
aldur og av privatum orsøk-
um at eg ikki stilli uppaftur.
Eg fari at takka øllum
teimum, sum hava stuðlað
meg, bæði til valini og í
mínum arbeiði sum býráðs-
limur, har eg altíð havi
fingið positivan stuðul frá
veljarunum.
Eisini fari eg at takka
teimum starvsfólkunum í
býráðsumsitingini, sum eg
havi samstarvast við. Tað er
ikki altíð lætt at starvast
saman við politikkarum,
men uttan gott samstarv við
umsitingina hevði lítið
komið burturúr. Hjartaliga
takk fyri hesa tíðina, altíð
hjálpsom, altíð góð at heita
á og altíð góð í ráðum.
Samstarvið við tykkum fari
eg at sakna.
Hetta hevur verið ein
áhugaverd tíð, sum eg ikki
vildi verið fyri uttan.
Sum aktivur politikkari
fært tú nógv, men mást eis-
ini geva nógv.
Val stendur fyri durum,
fleiri nýggj andlit verða at
síggja í býráðnum eftir
valið, við tað at vit eru fýra,
sum ikki stilla uppaftur, og
helst hevði tað verið gagn-
ligt, um fleiri blivu útskift.
Vit hava brúk fyri nýggjum
kveistrum.
Tann politikkur, sum listi
A hevur staðið fyri hesi
seinastu mongu árini, hevur
verið til stórt gagn fyri
høvuðsstaðin. Vit eiga ein
reinan og vakran bý, ein bý,
har fólk trívast og eru góð
við, ein høvuðsstað, sum
vit kunnu vera stolt av.
Men stórar uppgávur
liggja fyri framman. Býurin
stendur fyri stórum avbjóð-
ingum. Oljuvinnan krevur
sítt á øllum økjum. Møgu-
leikarnir hjá ferðavinnuni
mugu útbyggjast. Umráð-
andi er at halda áfram við
útbyggingini á tí sosiala, tí
mentunnarliga og tí tekn-
iska økinum, samstundis
sum tað má førast ein skyn-
samur fíggjarpolitikkur.
Á lista A eru 17 dugnalig
valevni, sum vilja halda
áfram við sama útbygging-
arpolitikki, sum listi A
hevur staðið og stendur
fyir.
Her eru fólk, kvinnur og
menn, við stórum týdning-
armiklum
lívsroyndum.
Fólk, sum hava drúgvar
royndir í vinnulívinum, í
ferðavinnuni, á mentunar
og sosiala økinu m sum
hava gott innlit í fíggjar-
viðurskifti.
Tí fari eg at mæla til, at
um tú vilt høvuðsstaðnum
væl, so set krossin við lista
A ella eitt av valevnunum á
lista A til býráðsvalið 21.
november.
Hetta fyri at tryggja
Havnini eina góða og
trygga framtíð inn í hesa
øldina.
Andrea Eldevig
Valevni til Fuglafjarðar
Býráð
Aftur einaferð stendur val
til býráðið fyri stavn, og
hvør í sínum lagið roynir at
tekkjast veljarunum, og vil
eg her seta upp nakrar
hugsanir, eg havi sett mær,
nú eg eri eitt valevni til
komandi býráðsval.
Havi mangan hugsað um,
hvussu valevni og sitandi
býráðslimir, kunnu siga frá,
hvat teir vilja gera fyri
borgararnar í kommununi,
og mangan ásanna, at tað
mangan lekur millum orð
og gerðir, og tí vil eg heldur
ikki her geva nøkrum
nakað lyfti um, hvat eg vil
gera, um eg verði vald inn í
komandi býráð.
Fyrsta hugsjón mín er, at
eg vil arbeiða fyri einari
kommunu, íð er samansett
av trimum bygdum, har
hvør einasti borgari er við
til at gjalda til heildina, og
tí hava rætt til at fáa sín
ágóða av heildarkøkuni, íð
býráðslimirnir eru settir at
skera sundur, so øll kunnu
njóta av hesi køku.
Vit hava eina virkna
kommunu, íð dagliga krev-
ur eina skilagóða umsiting,
og hava vit ein starvsfólka-
bólk, íð ger sítt til, at
kommunan kann røkja tær
uppgávur, sum henni er
álagt, og vil tað tí verða ein
treyt, at kommunupolitikk-
ararnir gera karmarnar so
góðar sum møguleiki, sam-
stundis sum teir hava eitt
vaki eyga við, at tilfeingið,
kommuna hevur at ráða
yvir, verður nýtt so skila-
gott, sum møguligt.
Við hesum í huga verða
kommunupolitikkararnir
noyddir at umsita ogn
fólksins við skynsemi, og
syrgja fyri, at kommunan er
ein kommuna, har allir
borgararnir fáa tann ágóð-
an, íð teimum tilkemur.
Á tí sociala økinum hava
vit í dag eina góða skipan,
bæði á barnaøkinum og
eldraøkinum, treyðugt so,
at ikki kundi verði møgu-
leiki at gera tað betur, og í
øllum førum halda støðið,
so øll, íð brúk hava fyri tí,
og hava virkisfýsni, kunnu
gera brúk av sínum evnum
á arbeiðsøkjum og frítíðar-
økjum, og fáa møguleikar
til hetta.
Vit hava eina kommunu,
íð hevur tikið væl ímóti og
stuðla væl á mentanarøkin-
um, og eigur hesin parturin
eisini at verða stuðlaður í
tann mun, kommunan hev-
ur fíggjarkarmar til tess, tí
nógvir møguleikar liggja á
láni enn, og kundu óiva
komi betur til sín rætt.
Á umhvørvisøkinum er
kommunan eisini væl við,
men enn restar nakað, og
eru
hetta
viðurskifti,
kommunan eisini má taka
sær meir av, so íbúgvar og
virksemi kunnu liva í
einum umhvørvið, nútíðar
samfelagið
krevur,
so
inntøkumøguleikarnir hjá
borgarum og kommunu
kunnu gerast teir bestu, og
hervið eisini kunnu gera
nakað fyri borgaran í
kommununi.
Búðstaðarviðurskiftini
eiga eisini at gerast so
umhvørvisvinarlig, bæði
við bústaðarøkjum og at-
komumøguleikum, at borg-
arin kann føla seg tryggan
at búleikast í kommununi.
Skúla- og fríðtíðarvirk-
semi í kommununi eiga at
verða so gott, hetta kann
gerast, og eigur kommunan
at gera karmarnar so rúm-
ligar, so øll hava møguleik-
ar at virka og nýta hesar
møguleikar.
Her kundi verði nevnt
fleiri møguleikar, men sum
fyrr nevnt, so eru treytirnar
tær, at møguleikarnir eru
skaptir fyri tí fíggjarliga,
eins og tað verða sett fólk,
íð duga at umsita ong og
tilfeingi, borgarin hevur
litið teimum í hendi, og tá
kann veruleiki verða aftan-
fyri lyftini.
Gott val.
Schumann Hjaltalin
býráðslimur. Valevni fyri
Sambandsflokkin
Næstsíðsta
býráðsval
var beint aftaná lagnu-
dagin tann 6. oktober
1992 tá mest sum alt her
í landinum vendist á
høvdi. Kommunur vóru
settar undir umsitng,
skatta- prosentið fór
heilt uppí topp. Táverð-
andi landsstýri álegði
kommununum, at seta
eitt skattaprosent mill-
um 16 og 23 %. Fólk í
hópatali misti arbeiðið,
eins og nógv fólk fluttu
av landinum. Fólk vóru
rikin frá hús og heimi
við hamarslagi í Fúta-
rættinum. Alt virksemi
steðgaði mestsum upp.
Tað sokallaða komun-
ala sjálvstýrið ella tann
kommunali sjálvavgerð-
arrætturin var burtur.
Fíggjarætlanir
sum
kommununar
høvdu
lagt, vóru skúgvaðar til
viks.
Komunala
eftirlitið
hjá landsstýrinum skuldi
nú nærmast stýra kom-
ununum, hetta eftirlitið,
sum hevði givið loyvið
til allar lántøkunar sum
kommununar
høvdu
tikið, nú var ov seint.
Men verðuleikin var so
har.
Her máttu allar góðar
kreftir bróta upp um
armar og so var farið til
verka á nýggjárinum í
93.
Nógv av tí arbeiði
sum var neyðugt at gera
var útsett, fólk vóru
søgd úr starvi og tey,
sum vóru eftir máttu
renna skjótari. Rational-
iseringar og sparingar
vóru gjørdar og neyðugt
var at klára seg við
minni peningi. Mestsum
ongar
íløgur
vóru
gjørdar.
Eftir tað mest báldrutu
tíðarskeiði í nýggjari tí,
hevur tað eydnast okk-
um at svara øllum skild-
um, sum kommunan
hevur.
Virksemi í kommun-
uni er í dag økt soleið-
is, at tað í dag er arbeiði
til allar hendur, men tá
ringast stóð til var
arbeiðsloysið um 25 %.
Við tí sum her er
nevnt kunnu vit ikki
leggja okkum afturá og
rokna við, at nú er alt í
fínsta lagi, tað eru enn
nógvir trupuleikar á
vegnum,
sum
skulu
loysast og hetta verður
ikki loyst av sær sjávum.
Ása Olsen,
valevni hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Suðurstreym
Eftir
at
býráðsvalið
verður tann 21. novem-
ber, lat okkum so líta eitt
sindur aftur um bak.
Somu politikarir, ið í
dag fylla bløðini við
alskyns vallyftum til
komandi
býráðsval,
gjørdu tað sama bæði í
1992 og í 1996. Hvat
hevur so forða teimum
hesi árini í at halda givin
lyftir, tá ið teir enn
einaferð mugu útaftur til
veljaran við somu pa-
tentloysnum.
Um vit hyggja at inn-
tøkuni hjá kommununi
hesi seinastu fýra árini,
so kann ikki sigast
annað enn, at vit hava
havt uppgangstíðir við
hægri og hægri inntøku
á hvørjum ári. Tí er tað
sera tankavekjandi at
lesa, hvussu nógv boð
uppá loysnir, sitandi
býráðslimir skriva um í
bløðunum, á barnaans-
ingar- og eldra økinum,
nú tað aftur stundar til
býráðsval.
Tíverri strekkja hesi
lyftir teir nú koma við
neyvan longur, enn und-
anfarin valskeið, tí í
roynd og veru er tað
langt frá, at koma við
boðum uppá hvussu
tingini kunnu loysast, og
í veruleikanum at loysa
trupulleikarnar.
Kann vera at tað
skuldi verið býráðsval
oftari, tí tað tykist sum
tað fær allar sitandi
býráðslimir til at leggja
høvdið í blot, fyri at vísa
á loysnir, ið nøkta tørv-
in, so møguliga ein ikki
bert hevur boð uppá,
hvussu tingini skulu
gerast í skrift, men í
verki.
Býráðslimur í 12 ár
Hellur/Kambsdalur
/Fuglafjørður
Tað verður tikið til, at
veljarin er stuttmintur
Meðan vit bíða
VIÐMERKINGAR
Marjus Dam,
løgtingsma›ur
1,7 millión gjørdist til
100 milliónir eftir hæli -
óney›ugt
Kvettingarsamgongan
hevur ein trupulleika aft-
urat - gjaldsjavnahall.
Peningur
floymir
nú
skeiva vegin. Vit keypa
fyri meira uttanlanda enn
vit útflyta.
Brimil - møguliga or-
søkin til halli›:
• Ólavur Halgi var› seld-
ur fyri 1,7 milliónir krón-
ur.
• Ætlanin var ísta›in at
fáa eitt vaktarskip fyri
einar 20 milliónir krónur
- og Nólsoyar Páll var›
keyptur. Hann kom ong-
antí› at sigla - og endur-
gjald var› fingi› fyri
keyp av skipinum frá
franska klassanum.
• Sí›an skuldi eitt n‡ tt
vaktarskip byggjast fyri
40 milliónir. Ta› mátti
fyri alt í ver›ini ikki
byggjast í Føroyum -
men heldur ikki har ta›
kundi byggjast bíligast.
• Ta› var› tí bygt Noregi
og kostar umlei› 100
milliónir krónur. Ta ›
liggur bundi› vi› norska
kei - og bjargar ongum.
Ta› er helst eitt gott og
snotiligt skip. - ta› vilja
vit vóna - tí ta› kostar
nærum sum n‡ ggjasti
rækjutrolari okkara.
Sambandsfloksins
loysn: Sambandsflokkur-
in tók undir vi› eini
skilagó›ari loysn, nevni-
liga at n‡ ta Beskytteren,
i› vit fingu fyri at kalla
onki. Men av tí, at talan
var um danskt skip, var
hendan loysn avskriva ›
av loysingarsamgonguni.
• Um okkara loysn var
vald, høvdu vit havt eitt
gott og bíligt vaktar og
bjargingarskip!
• Onki gjaldsjavnahall
hev›i veri›.
• Sambandsloysnin hev› i
nú veri› ein gó› loysn-
sum vanligt.
•
Loysingarpolitikkur
vísir ta› altí› í tølum, tá
1-2 ár eru li›in.
Gjaldsjavnahall!
VIÐMERKINGAR
Gunnar Mohr
valevni til Tórshavnar
b‡ rá›
Fyri umlei› 20 árum sí›ani
var
stórt
óskil
innan
h‡ ruvognskoyringini
í
Havn. Ta› var veruliga so
gali›, at tilverugrundalagi›
hjá kvinnum og monnum,
i› høvdu taxakoyring sum
livibrey›, var álvarsliga
hótt av framíhjá- og ítriv-
koyring hjá persónum, sum
ikki hoyrdu heima á hesum
arbei›søki. Av
teimum
kanska 100 “ taxabilum” ,
sum koyrdu í Havn, var
minni enn helvtin h‡ ru-
vognar í veriligum t‡ dn-
ingi.
Til alla lukku var› hetta
óskili› “ rudda› av bor›in-
um” , og skipa› vi›urskifti
fingin í lag vi› regluger›
millum Tórshavnar b‡ rá›
og H‡ rivognsfelagi›, sum í
dag hevur tilverustø›i til
uml. 50 taxabilar.
Í seinastuni hevur ta› víst
seg, at “ hol” er komi› í
galdandi regluger›, vi› ta›
at minibussar (10 pers.),
sum ikki eru umrøddir í
galdandi regluger›, eru
komnir inn á øki› h‡ ru-
vognskoyring, og eisini
koyra bilar sum ikki eru
heimahoyrandi
í
Tórs-
havnar Kommunu, hetta
kann elva til avla›ing og
óheppnar avlei›ingar mót-
vegis andanum í skipanini.
Fyri at fáa arbei›sum-
stø›urnar hjá h‡ rivogns-
koyrarum í trygga legu, má
eitt komandi b‡ rá› -h‡ ru-
vognsnevndin- og H‡ ri-
vognsfelagi› so skjótt sum
gjørligt taka stig til eina a
jourføring
av
galdandi
regluger›.
Ein sunnur politikkur í
sunnum b‡ i.
Olga Østerø
valevni Sambandsfloksins
Tá eg var› spurd, um eg
vildi stilla upp til b‡ -
rá›svali› fyri Sambands-
flokkin, fór eg at hugsa um,
hvat manglar í okkara
kommunu, og hvat i› kann
gerast betri.
Ta› er umrá›andi, at ein
b‡ ur, sum Klaksvíkin, hev-
ur vælskipa›a fer›slu, og at
vegir og gongubreytir eru í
gó›um standi.
Sum koyrilærari, sær ein
ymiskt i› kundi veri› ø›r-
vísi.
Vánalig vegastrekki
Nøkur
vegastrekki
eru
ógvuliga vánalig. Av og á
ver›ur koyrt naka› av as-
falti í holini, men eftir stutt-
ari tí› er sama skili› aftur.
Sum dømi kann nevnast
Árnafjør›ur. Har er vegurin
so vánaligur, at ein hevur
lítlan hug at koyra gjøgnum
bygdina, og ta› er als ikki
gott fyri bilarnar. Ta› er
nógv
fer›sla
gjøgnum
bygdina, tí har eru tvey ar-
bei›spláss, sum fólk koyra
til og frá.
Gongubreytir
Hyggur ein at gongubreyt-
unum, so sær ta› ikki gott
út. Nógvasta›ni er eingin
kantur, og gongubreytin er
ájavnt vi› koyrivegin. Hetta
er vandamiki›, tí tá trong-
ligt er, koyra bilarnir inn á
gongubreytina, og mangan
vi› nógvari fer›.
Nógvar gongubreytir eru
ikki asfaltera›ar, og tá ta›
regnar, gerast stórir hyljar.
Hetta kunnu vit ikki bjó›a
fótgangarunum.
Í nøkrum stø›um er
trupult at koma fram vi›
koyristólum. Ta› manglar
at fella ni›ur í kantin á
gongubreytini. Ta› er í
heila tiki› sera trupult ella
ógjørligt hjá fólki í koyri-
stóli at koma inn í handlar
og onnur almenn stø› í
kommununi.
Men ta› mest vanda-
mikla eru tey vegastrekki,
har als eingin gongubreyt
er. Sum dømi kann nevnast
Gar›avegurin, su›ureftir
fram vi› Sjómansskúlan-
um. Børn, sum ganga til og
frá skúla vita ikki, hvar tey
skulu ver›a á vegnum.
Vit eiga tí at fara undir at
gera gongubreytir, har ta›
manglar. Har gongubreytir
eru, skulu tær asfalterast og
kantar gerast.
Fer›slufor›ingar
Sum kunnugt ver›ur
koyrivegurin eisini n‡ ttur
til spælipláss. Í økjum, har
ungar familjur búgva, er
hetta ein trupuleiki.
Fyri at bøta um trygdina
hjá børnunum, eiga fleiri
fer›slufor›ingar at ver› a
lagdar út.
Her eru fleiri møguleikar.
Ta› kunnu vera bungur úr
asfalti, sum vit síggja ta› á
Mylnugøtu. Tær fáast eisini
í litum. Uttanlands sær ein
ofta fer›slufor›ingar sum
blómukassar.
Eg haldi, at best er, um
tey sum búgva í økinum eru
vi› at taka stø›u til, hvat
slag av fer›slufor›ing, i›
n‡ tast skal. Ynski frá for-
eldrum um fer›slufor›ing-
ar eiga at fáa sakliga vi›-
ger› í b‡ rá›num.
Krossvegurin vi›
Posthúsi›
Nógv hevur veri› tosa› um
krossvegin vi› posthúsi›,
har álvarslig óhapp hava
veri›.
Vit vita, at ta› mangan
ver›ur koyrt vi› nógvari
fer›, og nógvir bilførarar
hava ótta á sær, tá teir koyra
gjøgnum krossvegin.
Ein rundkoyring hev› i
hjálpt væl. Bí›ití›in gjørd-
ist munandi styttri, og bil-
førarar vóru noyddir at
minka fer›ina, tá teir nærk-
a›ust. Fer›slan í hesum
økinum gjørdist munandi
tryggari.
Eg havi í stuttum nevnt
nøkur vi›urskifti í sam-
bandi
vi›
koyrivegir,
gongubreytir og fer›slu í
b‡ num, sum eg kundi
hugsa› mær, at komandi
b‡ rá› tekur upp og ger
naka› vi›.
Gott val.
H‡ruvognsskipanin í Havn
Vegir, gongubreytir og fer›sla
Súni í Hjøllum,
bygdará›slimur
Seinnu árini hava nakrar
kommunur vetrarfri›a›
bøin. Ta› merkir, at
kommunan skal gjalda
ávísa upphædd fyri at
sey›urin ikki skal koma á
bøin um veturin.
Spurningurin
hevur
onkuntí› veri› umrøddur
í bygdará›num í Nes
kommunu, men av tí at
nógv er at brúka pening
til, so hevur hetta máli›
ikki veri› ra›fest framm-
arlaga.
Ein
leyslig
meting
vísir, at kommunan kem-
ur at gjalda gó›ar 3 mió.
krónur fyri at loysa
máli›.
Havandi
fíggjarligu
stø›una í kommununi í
huga, so er tí›in nú kom-
in til at loysa máli›.
Loyvi mær tí at skjóta
upp, at máli› ver›ur loyst
solei›is, at kommunan í 3
ár setur av 1 mió. krónur
um ári›. Sostatt ver›ur
máli› loyst innan rími-
liga tí› og uttan at ver›a
alt ov tyngjandi fíggjar-
liga.
Úr ø›rum kommunum
frættist, at úrsliti› av
vetrafri›ingini hevur ver-
i› gott, tí borgarar hava
havt nógv betri møgu-
leika at frí›ka um ogn
sína.
Nes kommuna hevur
ikki brúkt nógvan pening
til frí›kan. Á fíggjarætl-
anunum plaga at standa
eini 70-80.000 krónur,
sum sjáldan hava veri›
brúktar. Vónandi fer at
ver›a vilji og orka í
n‡ valda bygdará›num til
at geva hesum málinum
størri ans.
Vetrarfri›ing í Nes
kommunu
Álvur Kirke
valevni á lista Mi›floksins
til b‡ rá›svali›
Hví standa so nógvar íbú›ir
tómar ?
Íbú›arney›in í Tórshavn-
ar kommunu er stór. Hetta
er ikki nakar n‡ ggjur trup-
ulleiki. Sama skili› hevur
veri› í mong ár. Altí›, tá
nóg miki› er av arbei›i, er
íbú›artrot í Havn.
Nógvar gó›ar kreftir tosa
og skriva um, at her má
naka› gerast, og nógv eru
uppskotini.
Vit vita, at tørvurin er
stórur. Og tørvur er á
íbú›um bæ›i til ung og
eldri, og til frísk og breka›.
Øll vita, at á psykiatrisku
deild á Landssjúkrahúsin-
um eru fólk, sum høvdu
veri› útskriva›, um tey
høvda nakra sta›ni at fari›.
Menningartarna›, rørslu-
breka› og onnur tørva
íbú›ir.
Um onkur er so heppin,
at fáa eina íbú›, so er
prísurin sera høgur, - og tey,
sum heldur vilja byggja ella
keypa hús, fáa eisini at vita,
at prísurin er omanfyri ta›,
sum vanlig fólk orka at
gjalda.
Hetta ljó›ar ikki so gott, -
men her er kanska ein vón.
Tey flestu vita, at í Havn
standa nógvar tómar íbú›ir
og nógv tóm verilsi, sum
eigararnar ikki vilja leiga
út, mest orsaka av, at leigu-
inntøkur ver›a skatta›ar so
hart, at ta› ikki loysir seg at
leiga út.
Ta› má bera til at skatta
leiguinntøkur solei›is, at
húsaeigarar fáa hug til at
leiga út. Skattamál er
landsmál, men kommunan
má kunna ávirka skatta-
myndugleikarnar, so loysn
fæst á hesum máli.
Ta› hev›i veri› ein stór
hjálp, um øll tey tómu
verilsini, og allar tær tómu
íbú›irnar í Havn vór›u
útleiga›.
Størri útbo›i› er, lægri
ver›ur prísurin, og minni
skattur á leiguinntøkunum,
merkir eisini lægri leigu.
Ta› er ikki rætt at noy› a
fólk at leiga tómar íbú›ir
út, men eg ivist ikki í, at um
leiguinntøkur vóru skattar
lagaligari, hev›i hetta gjørt
stóran mun. Fleiri høvdu
fingi› eina íbú›, og bíligari
hev›i veri› at leiga.
Íbú›arney›in í Havn