hósdagur 16. november 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 16. november 2000
21
20
Nr. 221 - 16. november 2000
Tórhallur Áslaksson
valevni
Tjóðveldisflokksins
Nógv mangla nakað at
búgva í. Nógv mangla
nakað ordiligt at búgva
í. Nógv mangla eina
hóskiliga íbúð, so tey
kunnu selja síni ov stóru
hús. Men her er onki at
velja í!
Bíðilistin er langur og
lýsingarnar nógvar í
bløðunum um at fáa
nakað at búgva í.
Hvar eru fakfeløgini í
øllum hesum problemat-
ikkinum? Tað verða jú
goldnar milliónakrónur í
limagjaldi hvønn einasta
mánað til tey ymsu fak-
feløgini!
Landsins
kommunur
hava
frá
fíggjarmálastýrinum
fingið eina ávísa krónu-
upphædd
at
virka
innanfyri, men vit fáa
ikki bæði barnagarðar –
íbúðir – gongubreytir –
vegir – gongugøtir –
blómukassar – og alt
annað í senn. Men her
kundu fakfeløgini stungi
høvdini saman og brúkt
pengarnar hjá limunum
til nakað sum munar,
nevniliga íbúðir til sínar
limir og um so nakrar
standa tómar, kunnu
onnur eisini leiga seg
inn.
Tjóðveldisflokkurin
vil
við
leiðsluni
í
Tórshavnar kommunu
arbeiða fyri at samtøk av
hesum
slagi
fáa
møguleika
at
gerða
slíkar loysnir.
Set tí X við eitt av val-
evnunum á lista E, t.d
meg!
Íbúðarpolitikkur!
Hans Jákup Simonsen
valevni javnaðarfloksins til
Tórshavnar býráð
Eldraforsorgin er í dag ein
sosialur
sorgarleikur
í
kommununi. Nógvar frá-
søgnir eru um gomul, ið
ikki eru før fyri at klára seg
sjálvi, og sum ikki fáa ta
hjálp, tey hava fyri neyðini.
Heimahjálpin er spard inn á
bein. Bíðilistin til tey fáu
ellis- og røktarheimini í
kommununi er langur, og
tey avvarandi eru ofta í
einari sera trupplari støðu.
Tórshavnar
kommuna
eigur tí at streingja á lands-
myndugleikarnar, fyri at
fáa yvirtikið eldraforsorg-
ina í kommununi sum
skjótast. Fíggjarkarmurin,
ið er tengdur at eldrafor-
sorgini,
skal
sjálvsagt
fylgja við.
Flest eldri fólk trívast
best í sínum vanliga um-
hvørvi, og tey flestu vilja
klára seg sjálvan sum
longst, tí eiga eldri fólk at
hava møguleika fyri sjálvi
at taka støðu til, hvussu tey
skulu búleikast á gamals-
aldrinum. Hettar krevur, at
heimahjálpin fær størri
fíggjarliga játtan, at heima-
hjálparskipanin
verður
ment og víðkað, og at av-
varandi, ið hava møguleika
fyri at taka sær av sínum
nærmastu, verða stuðlað av
kommununi fíggjarliga.
Eldraíbúðir og vardar
íbúðir skulu byggjast, fyri
at fólk sum longst skulu
kunna klára seg sjálvi og
hava sítt egna. Tað eigur at
verða stuðlað undir, at ellis-
og røktarheim skullu kunna
bjóða teimum gomlu, íð
búgva í nærumhvørvinum,
tær tænasturveitingar og ta
hjálp, sum er fyri neyðini.
Men tá fólk gerast ó-
hjálpin av sjúku- ella ellis-
ávum, og tað ikki longur er
forsvarligt at vera heima,
eiga tey, sum eru gomul og
sjúk, at hava rætt til eitt
ellis- ella røktarheimspláss
uttan at standa í bíðirøð.
Ikki so sjáldan kemur tað
fyri, at fólk, ið hava verið
innløgd á sjúkrahús, verða
send heim, uttan at komm-
unan er før fyri at veita
teimum ta neyðugu heima-
røktina ella eitt umlætting-
arpláss.
Her er ein uppgáva, ið
Tórshavnar kommuna eigur
at taka í álvara, og komm-
unan eigur, umframt at
styrkja heimarøktina, at
skaffa fleiri umlættingar-
pláss og lata byggja tey
ellis- og røktarheim, ið
skulu til, fyri at nøkta tørv-
in.
Fyritreytirnar eru góðar,
við tað at skattainntøkan
hjá kommununi er vaks-
andi, og komunuskuldin er
minkandi, og um fíggjakar-
murin, ið er tengdur at
eldraforsorgini fylgir við,
og tær uppgávur, ið komm-
unan skal loysa, verða rætt
raðfestar, tá megnar Tórs-
havnar kommuna at lyfta
hesa uppgávu og kann geva
okkara eldru og gomlu
nøkur virðiligari ellisár eft-
ir eitt ofta strævi arbeiðslív,
har ikki øll hava havt eins
góðar møguleikar fyri at
tryggja sær ein góðan
aldurdóm.
Tórshavnar kommuna er
høvuðstaðarkommunan,
har fólk flyta til, og har
nógvar sosialar uppgávur
eru at taka sær av. Neyðugt
er tí við nýhugsan á tí sosi-
ala økinum, og tíðin er
búgvin til, at Tórhavnar
kommuna fær eina serstaka
høvuðsstaðarjáttan, soleið-
is at ein størri partur av tí
samlaða skattinum fer í
kommunukassan, fyri at
verða umsitin nærri borgar-
anum, enn hann verður í
dag.
Eg vil tí arbeiða fyri at
kommunan yvirtekur eldra-
forsorgina og fari at krevja
størri fíggjarligara játtan til
kommununa á tí sosiala
økinum, fyri at fáa eina
meira
menniskjaliga
sjúkra- og eldraforsorg,
sum miðjar ímóti, at øll fáa
ta hjálp, tey hava fyri neyð-
ini, og sum vísir teimum
eldru ta virðing, tey hava
uppiborið, og sum gevur
teimum veiku og sjúku
betri liviumstøður.
VIÐMERKINGAR
Eldraforsorgin ein sorgarleikur
Charlotta á Váli Olsen
valevni Miðflokksins
til Tórshavnar Býráð
Sum so mong onnur eri
eg í teirri støðu at hava
stovnað heim og fingið
tak yvir høvdið. Hetta at
eiga sítt egna heim
skuldi ikki verið nakað
luksus. Vit føroyingar
hava altíð mett tað sjálv-
sagt at seta fót undir
egið borð.
Men
soleiðis
sum
støðan er, er neyðugt hjá
bæði manni og konu at
arbeiða lønandi arbeiði
fyri at kunna svara
hvørjum sítt, tí at tað er
so dýrt at seta búgv, tað
vil siga hava tvær inn-
tøkur.
Stuðulin, ið verður
veittur foreldrum, ið
hava børn síni í vøggu-
stovum og barnagarð-
um, eigur at fylgja barn-
inum, soleiðis at møgu-
leikin eigur at standa
foreldrunum í boði um
tey ynskja at passa børn
síni heima ella hava tey
á stovni.
Sum býráðslimur ætli
eg mær at arbeiða fyri at
hesin møguleiki gerst
veruleiki.
Vilt tú at hetta verður
ein møguleiki, so fari eg
at biðja um tína atkvøðu
til býráðsvalið.
Smábarna-
familjurnar
Elisabeth Joensen (Betta)
býráðslimur
Hyggja vit aftureftir, er á-
hugavert at síggja tey fram-
stig, sum Sambandsflokk-
urin hevur verið við til hesi
seinastu 4 árini.
Skúlin á Ziskatrøð: Sit-
andi býráð hevur fingið
gongd á eina stóra umvæl-
ing í skúlanum. Vit kunnu
gleðast um tað, ið gjørt er,
her eigur at verða hildið á,
til bygningurin er sum
nýggjur.
Skúlin við Ósánna: Hesin
skúlin er yngri og í betri
standi, tó er neyðugt við
ábótum har eisini. Stórsti
trupulleikin er, at skúlin er
ov lítil. Kommunan keypti
ognina norðanfyri frá Ad-
vokatfelagnum, og kann
hesin bygningur nýtast til
undirvísing og goymslu,
meðan bíðað verður eftir
nýggja skúlabygninginum,
ið ætlanin er at byggja. Bert
spell, at vit ikki enn hava
kunnað sett pening av til
nýggja bygningin. Tað eig-
ur at verða gjørt so skjótt,
sum til ber.
Barnaansingin: Stutt eftir
at verandi býráð tók við,
varð ein bólkur settur at út-
vega ansingarpláss, sjálv
var eg við í hesum bólki.
Úrslitið varð, at vit fingu
Mylnuhúsið, ið hevur 66
børn. Næsta stigið varð
nýggi stovnurin við Kjalar-
vegin, ið letur upp í næst-
um, har pláss er fyri 48
børnum. Eisini hava vit
fingið 40 børn afturat í
Dagrøktini. Sosiala nevnd
arbeiðir enn við eini loysn,
tí bíðilistin er langur við
sama lag.
Eldraøkið:
Í
hesum
skeiði lat Sambýlið við
Bøgøtu upp, og nú er spak-
in settur í undir Kráar-
brekku, har farið verður í
holt við at byggja eldraí-
búðir og sambýli.
Fjálgalon: Stórur tørvur
er á bústovni til fólk, ið ikki
eru fullfør. Á Garðavegnum
lat upp bústovnur fyri au-
tistar, og nú verður nýggjur
bústovnur bygdur.
Sosiala deild: Nógv ar-
beiði er innan sosiala økið.
Barnaansingin er løgd út til
kommunurnar, og møgu-
liga koma onnur málsøki
eisini. Nú er leiðari settur á
Sosialu deild eins og barna-
ansingarsamskipari er sett-
ur.
Vatnútbyggingin: Tað var
eitt stórt framstig, tá ið
partur av býnum fekk sótt-
reinsað vatn úr Ánagjógv.
Arbeitt verður nú við at
seta upp reinsiverk við
brunnarnar í Uppsølum, so
um stutta tíð fáa allir borg-
arar sóttreinsað vatn.
Svimjihøllin: Neyðugt er
at gera stórar umvælingar í
svimjihøllini, sum fara at
kosta nógvar pengar. Tí-
verri hevur ikki verið gjør-
ligt at gjørt hesa høvuðs-
umvæling enn, tó eru um-
klæðingarrúmini umvæld,
og fingu vit nýggjar brúsur,
skáp, benkur og sólir.
Havnin: Eisini á havna-
økinum er nógv hent t.d.
dýping á vágni, leingjan av
Kósabrúnni,
og
arbeitt
verður við góðshavn í Án-
unum.
Ymiskt annað: Afturat
hesum kann eg nevna, at í
hesum skeiði eru vegir as-
falteraðir, vegkantar gjørdir
og gøtuljós sett upp. Vit
hava fingið nýggjan vøll og
skýlið. Eisini kann eg
nevna Atlantis og tað, at vit
hava fingið Granskingar-
depil fyri økismenning her
norður eins og trygdar-
skeið.
Ikki smávegis framstig:
Verandi býráð kann m.a.
vísa á hesi mál, ið annað-
hvørt eru framd ella skjøtil
er settur á.
Hetta eru ikki smávegis
framstig, tá ið hugsað verð-
ur um, at vit samstundis
hava drigist við stóra skuld,
sum vit hava megnað at
goldið langt niður.
Alt hetta hevur borið til,
tí at inntøkan hevur verið
sera góð, og verða komandi
árini eins góð og undan-
farnu, skuldi borið til at
gjørt tey arbeiði liðug, ið
byrjaði eru og eisini farið í
holt við annað, ið liggur á
láni. Kanska verður tá eis-
ini grundarlag fyri at seta
skattaprosentið niður.
Eins og undanfarnu ár í
samgongu, vil Sambands-
flokkurin vera við til at
skapa trivna og góðar um-
støður fyri allar borgarar í
kommununi.
Stór framstig í
Klaksvíkar Kommunu
VIÐMERKINGAR
Álvur Kirke
Valevni fyri Miðflokkinum
til býráðsvalið í Tórs-
havnar kommunu
Nú eru mong ár síðani, eg
fyrstu ferð var í Kaldbak.
Tá vóru tveir handlar í
bygdini.
Strandferðslan
hevði avgreiðslu, og post-
hús var eisini, til fyri fáum
árum síðani.
Nú er eingin handil.
Handilin er í Havn, Strand-
ferðslan er í Havn, og Post-
húsið er í Havn. Stytsti
vegur til handils er at fara
til Havnar ella til Kolla-
fjarðar. Tey flestu fara til
Havnar, tí har eru so nógvir
handlar, og har er so nógv
annað.
Postbilurin kemur 5 dag-
ar um vikuna, og tað virkar
væl hjá teimum, sum eru
heima um dagin. Men har,
sum eingin er heima, er
hetta eitt sindur keðiligt.
Men, líka mikið, – hví
skal alt til Havnar? Tað er
ikki so liviligt í bygdini, tá
vit hvørki hava handil ella
posthús.
Eg havi hoyrt, at hetta er
gjørt fyri at spara, – men
tað er ein undarlig sparing!
Fyrr kom strandfaraskipið
við og eftir ferðafólki,
vøru, posti og mjólk. Alt
sama túr.
Nú kemur ein 50 pers.
bussur nakrar ferðir um
dagin við og eftir nøkrum
fáum ferðafólkum, ein ann-
ar bilur kemur við og eftir
posti, aftur ein annar bilur
kemur við og eftir farmi, og
so kemur ein eftir mjólk.
Um nú onkur í Kaldbak
hevði hug at koya rutu, so
haldi eg, at besta loysnin
hevði verið, at viðkomandi
slap at koyra. Hann kundi
so koyrt ferðafólk, farm og
post.
Um morgunin skuldi
hann koyrt børnini til Eyst-
urskúlan, og ikki sum nú,
sett tey av í SMS.
Og so kundi sami persón-
ur havt avgreiðslu fyri
Strandferðsluna og eisini
havt posthús. Og allarbest,
um hann eisini kundi havt
handil. Hetta ber til, um
vilji er til tess, og hetta
skapar trivna í bygdini.
Miðflokkurin vil arbeiða
fyri slíkari loysn.
Kaldbak, ein útjagari
í Tórshavnar kommunu
Bjarti Mohr
Valevni hjá fólkaflokkinum
Tá ið stovnarnir av Fólka-
flokkinum
høvdu
valt
leiðsluna var Jóannes Pat-
ursson fyrst valdi formaður.
Jóannes Patursson var
virkin innanfyri nógvar
partar av samfelagslívin-
um. Hann yrkti sálmar og
sangir. Hann hevði eina
hugsjón
um
føroyskan
landbúnað og vinnulív.
Hann vildi hava føroyskt
mál innan skúlagátt og
skúlan bygdan á kristna
grundstøði í fólkinum.
Sjálvandi sigur onkur
kanska. Men hesi viður-
skifti komu ikki uppá pláss
av sær sjálvum – tey komu
uppá pláss tí fólk sum Jó-
annes Patursson og hansara
felagar bardust fyri teim-
um.
Hugburður Jóannesar er
framvegis galdandi í Fólka-
flokkinum. Hesin hugburð-
ur er fyrst og fremst merkt-
ur av at Fólkaflokkurin vil
taka ábyrgd í samfelagnum
og Fólkaflokkurin torir at
standa í andglettinum.
Í meira enn 60 ár hevur
Fólkaflokkurin verið við til
at lagt lunnar undir før-
oyskt ivnnulív sum hevur
skapt arbeiðspláss til tús-
undtals føroyingar. Fólka-
flokkurin hevur sett fleiri
sosialar skipanir í verk m.a.
eru flestu barnagarðarnir í
Havn bygdir undir leiðslu
Fólkafloksins
umframt
nógv onnur tiltøk innan
barna- og eldrarøkt.
Tað er umráðandi fyri
høvuðsstaðarøki at vit fáa
ein sterkjan fólkaflokk
valdan inn í Tórshavnar
býráð.
Vinarligast at x við lista
A – Fólkaflokkin og hjálp
okkum at gera høvuðsstað-
arøkið til etit gott pláss at
búgva í.
Jóannes Patursson fyrsti
formaður fólkafloksins
Gunnar Mohr
valevni til Tórshavnar
býráð
Í fleiri ár hevur komm-
unuskatturin í Havnar
kommunu verið 19%,
kirkjuskatturin 0,25%
og barnafrádrátturin 3.0
krónur.
Viðvíkjandi
komm-
unuskattaprosentinum er
at siga, at 26 av 48
kommunum hava lægri
prosent
enn
Havnar
kommuna.
T.d.
eru
tíggju kommunur við
16% og aðrar tíggju við
17 ella 18 %.
Hinvegin
eru
11
kommunur við hægri
kirkjuskatti enn tey 0,25
prosentini, ið Havnar
kommuna krevur.
(Kollafjarðar komm-
una, 0,4%)
Hyggja vit so eftir
bar nafrádráttinum,
síggja vit, at 6. hvør
kommuna hevur størri
barnafrádrátt enn Havn-
ar kommuna.
Eingi ivi um, at kom-
andi býráð, má taka stig
til at fremja neðugar
broytingar í skattapros-
entinum og barnafrá-
dráttinum longu í 2001.
Ein hóskandi broyting
kundi sæð soleiðis út :
Kommunuskatturin
18%
Kirkjuskatturin
0,4%
Barnafrádrátturin
4000 ella 5000 krónur.
Alt er ein hjálp! Hjá
foreldrum við børnum
verður ein slík lækking í
skattinum og hækking
av
barnafrádráttinum
góð hjálp í tí dagliga
húsarhaldinum.
Sunnur politikkur í
sunnum býi.
Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldis-
flokkinum
Tað er ótrúligt at fram-
vegis er loyvt at brúka
píkar. Vit hava ídag,
seinast í oktober, ein
meðalhita uppá 7-10 gr
og fólk eru longu farin
at fáa sær píkar í dekk-
ini, gud-for-barme-seg-
tú meg fyri vanahugsan.
Vit hava ikki tørv fyri
píkum í Tórshavn. Bý-
ráðið skal gera sína
skyldu sum er árla á
morgni at grava tá kavi
er lagstur, at salta vegir-
nar og at sópa upp »put-
ursukurið« .
Tað
er
sjálvdan hált longur enn
tveir teir fyrstu tímarnar
á morgni og kann hetta
fyribyrgast við skinsam-
ari kavarudding.
Eisini hava vit okkara
býarbussar so tað ber til
at lata bilin standa um
tað, hendingaferð, ikki
er koyrandi hjá privat-
bilum.
Tað eru nógv góð
argumentir fyri at avtaka
píkarnar so eg skal ikki
endurtaka tey. Tó vil eg
gera vart við at píkarnar
kosta Býráðnum milli-
ónaupphæddir í asfalti
og viðlíkahaldi av veg-
kervinum.
Tjóðveldið vil avtaka
píkarnar.
Kommunuskattur
og barnafrádráttur
Píkaørskapur
Andras L. Samuelsen
valevni á lista B til Tórs-
havnar býráð
Nógv lond og kommunur
hava fólkaræði. Fólkaræði
kann fremjast við, at meiri-
lutin ræður. Í flestøllum
norðurlendskum nevndar-
høpi er vanligt at nýta kon-
sensus, ið merkir, at øll um-
boðini skulu verða samd,
áðrenn eitt mál er liðugt
viðgjørt.
Eftir mínum tykki eiga
summi høvuðsmál eisini at
avgerast við konsensus.
Eitt tílíkt mál er Tórsvøll-
ur. Sitandi býráð hevur á-
byrgdina av, at okkara høv-
uðsstaður kanska ongantíð
fær eitt stadion. Hetta
hendi, tá ið tað avhendaði
avgerðarrættin til Tórsvøll
til privat fótbóltseldhuga
fólk.
Upprunaætlanin
við
Tórsvølli var, at hann
skuldi verða eitt stadion,
men fótbóltseldhugafólkini
megnaðu at broyta hesa
ætlan til bert at fata um enn
ein fótbóltsvøll.
Tað eru fá mál, ið so
nógv fólk hava úttalað seg
um, sum Tórsvallarmálið;
harímillum allir skúlastjór-
ar í kommununi. Eftir mín-
um tykki umboðaðu hesir
øll skúlabørn og -ungdóm í
kommununi, men heldur
ikki teirra inniliga áheitan
rein við. Hetta stadion
kundi verið leikvøllur hjá
uppvaksandi ættarliði, men
endaði við at verða ein
marglætisfótbóltsvøllur,
sum verður nýttur 6 til 8
tímar um árið.
At Føroya landsstýri eis-
ini stuðlaði hesi avgerð
fíggjarliga, vísir, at eisini
tað gekk ímóti fleiri borg-
araynskjum og ynskinum
um, at okkara høvuðsstaður
skal hava eitt landsstadion.
Ein dáragerð fyri okkara
høvuðsstað og land.
Vit eru øll skattgjaldarar,
og tá ið ein so stór fjøld av
borgarum vísir á, at býráðið
er farið skeivt í einum máli,
eigur at verða steðgað á og
umhugsað
ætlanina
av
nýggjum. Um Tórshavnar
kommuna bíðaði eitt ár ella
tvey afturat við Tórsvølli,
hevði ikki gjørt mun.
Aðalmálið hjá einum bý-
ráð er at hava nøgdar borg-
arar og ikki at spjaða hesar
í tveir partar, bert tí annar
ikki hugsar soleiðis sum
einhvør sitandi samgonga;
ei heldur at trumla eitt mál
ígjøgnum, bara tí meirilutin
er fyri tí.
Verði eg ein av teimum,
sum skulu mynda komandi
býráð, fari eg at mæla til
vanligt skynsemi, semju-
søkjandi avgerðir í tílíkum
málum og annars seta teir
yngru og eldru borgararnar
fremst, tí gongur teimum
væl, gongur eisini okkum
væl.
Meirilutin ræður