Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-11-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. november 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 230 - 29. november 2000 Nr. 230 • mikudagur • 29. november 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo Men føroyski lands- liðsmaðurin í FCK hevur einki hoyrt um, at hann møguliga skal til Týsklands at spæla fótbólt YRKISFÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Todi Jónsson hevur havt nógvan undanvind í heyst. Í gjár søgdu vit, at hann í onkrum av donsku bløðun- um mánadagin fekk besta ummælið av øllum spælar- unum, sum vóru í Parkini sunnudagin. At tað hevur gingið væl hjá Toda, hava tey eftir øll- um at døma eisini lagt til merkis aðra staðni enn í donsku fjølmiðlunum. Í stóra týska ítróttar- blaðnum Sport Bild stóð í síðstu viku at lesa, at bund- esligu felagið VFL Boch- um skuldi vera áhugað í at keypa Toda Jónsson. Venj- arin hjá felagnum varð end- urgivin fyri at hava sagt, at teimum tørvaði ein evna- ríkan og skjótan álopsspæl- ara, og at Todi Jónsson av- gjørt hevði verið ein møgu- leiki til álopsplássið. Eftir at fimtan umfør eru av- greidd í bundesliguni, er Bochum á átjanda og aft- asta plássinum. – Eg havi einki hoyrt um hetta, fyrrenn tit siga tað. Tað hevði verið ein av- bjóðing at spælt í álopinum hjá teimum. Men eg taki sovorðin tíðindi púra ró- liga. Eg trívist væl í FCK, har eg eri sáttmálabundin í tvey og eitt hálvt ár afturat. Tað ræður um at vísa støð- ug avrik hvørja ferð. Eg havi ongantíð kent, at av- rikini hava verið so støðug, sum tey hava verið, síðani eg slapp av við skaðan, ið eg fekk, tá eg var í Føroy- um og spældi landsdyst ímóti Slovenia. Um nakað felag verður áhugað, so mugu teir venda sær til FCK. So fáa vit at síggja, hvat felag talan verður um, hvat teir eru sinnaðir at betala, og hvat FCK og eg sjálvur kunnu fáa burturúr. Tað er ein langur vegur, men sjálvandi er tað spenn- andi, heldur Todi Jónsson Spenningurin varðveittur Í kvøld fer FCK at spæla venjingardyst í Parkini. Teir skulu spæla ímóti Rosen- borg, sum fyrireikar seg til í komandi viku at spæla UEFA Cup dyst. Tá stríðið í kvøld er liðugt, skulu teir í FCK møta einar tvær ferðir afturat. So fáa teir vetrarfrí, og 3. januar fara teir undir fyrireikingarnar til seinna helming av kappingini um DM. – Fyri okkum hevði tað alstóran týdning, at vit fingu øll stigini sunnudag- in. Vit hava síðstu tíðina spælt fleiri kostnaðarmiklar javnleikir. Tíbetur hava hini úrslitini lagað tað soleiðis, at vit framvegis eru við í kappingini um DM. Hjá okkum kom tað væl við, at Jákup Mikkelsen og teir mánakvøldið tóku øll stig- ini frá Brøndby. Tað verður hugaligt at fara undir aftur kappingina, heldur Todi Jónsson, sum roknar við, at FCK – akkurát sum í fjør – í fyrireikingunum í vetur fer á venjingarlegu í Suður- afrika. Ongland fylgir við Todi Jónsson hevur ongan- tíð fjalt yvir, at hann hevur havt serligan áhuga fyri eingilskum fótbólti, og at Liverpool hevur verið fel- agið hjá honum. Higartil hevur einki felag í bestu eingilsku deildini givið til kennar, at teir hava verið áhugaðir í Toda. Men tað tykist, sum um eingilski fótbóltsheimurin fylgir væl við donskum fótbólti og ikki minst FCK. Í vikuskiftinum ljóðaði, at Aston Villa er áhugað í David Nielsen. Myrki álopsmaðurin megnaði ikki at koma á liðið í FCK. Í nakrar vikur hevur hann roynt seg í Grimsby í næst- bestu eingilsku deildini. Har hevur David Nielsen staðið seg so mikið væl, at Birmingham felagið sigst hava fingið eyga á hann. Ein annar álopsspælari, sum Aston Villa heldur eyguni við, er Ebbe Sand, danski landsliðsmaðurin í Schalke 04 í bundesliguni. Í fyrradagin ljóðaði, at eitt annað av stórfeløgun- um í Onglandi hevði verið í FCK og keypt inn. Talan er um Arsenal. London felag- ið hevur skrivað sáttmála við 17 árar gamla verju- spælaran Sebastian Svärd. – Hann hevur spælt á talentliðnum hjá okkum, sum hoyrir heima í KB. Eg kenni ikki so nógv til hans- ara. Hann hevur onkra hendinga ferðina vant við superligu hópinum. Hann sigst vera sera evnaríkur, og tað er einki at ivast í, at Arsenal hevur sæð hann sum ein møguleika at gera íløgu í, sigur Todi Jónsson. Bochum tosar um Toda Avrikini hjá Toda Jónsson hava verið stø ðugt góð seinastu vikurnar, og hetta hava tey eisini lagt til merkis uttan fyri Danmark Tlf. 312727 Gjestal Vestlandsgarn - Superwash Sport Barnajakkar (Kot) Uppskriftin hesa vikuna Í dag fara aftur tveir undir evnaríkir fót- bóltsleikarar út um landoddarnar at royna seg YRKISFÓTBÓLTUR Jákup Mørk Jákup í Stórustovu upplýs- ir, at talan er um Jón Róa Jacobsen úr HB og Jann Inga Petersen úr B68, sum hetta fram til 10. desember fara at royna seg í enska Premier League felagnum, Derby. Væl dámdur venjari Derby er í løtuni at finna á næst niðasta sessinum í deildini, so kanska ljóðar hetta ikki so lokkandi, sum eitt nú Liverpool, har Jón Rói áður hevur verið upp á tal. Tað eru tó mong fótbólts- køn, sum hava álit á, at venjarin hjá Derby, Jim Smith, fær vent skútuni, soleiðis at Derby eisini komandi ár verður at síggja í bestu deildini. Jim Smith er nevnliga sera avhildin í enska fót- bóltsheiminum fyri avriki síni sum venjari. Umframt at hava fingið nógv burtur úr fremsta liðnum hjá Der- by, er Smith eisini kendur fyri at duga væl at arbeiða langsiktað, kanska er tað hetta, hann hevur ætlanir um við báðum føroyingun- um. Í øllum førum eru teir bodnir at koma til venjing- ar, sigur Jákup í Stórustovu, uttan at hann to vil rópa hetta fyri beinleiðis roynd- arvenjing. Umframt teir báðar, sum fara avstað mikudagin, fer eisini Ingi Højsted úr B36 til Arsenal í komandi viku. Líkt er tí til, at áhugin fyri føroysku leikarunum er alsamt vaksandi. Nógvir hava nú roynt seg Nú er annars gott ár liðið, síðani Jákup í Stórustovu í samstarvið við fleiri stuðlar gjørdi eina miðvísa ætlan, um hvussu nakrir útvaldir føroyskir unglingar skuldu fáa høvi at royna seg uttan- lands, og hetta má sigast at hava gingið væl. Jón Rói er nevnliga tann seinasti av hesum, sum fær møguleik- an, og fyri fleiri er tað gald- andi, at boð hava verið eftir teimum, eftir at teir hava roynt seg fyrstu ferð. Eitt nú hjá Jann Inga Petersen og Inga Højsted, sum fyri stuttum royndu seg hjá PSV Eindhoven. Verkætlanin hjá Jákupi í Stórustovu varð stuðlað av Føroya Sparikassa, Trygg- ingarfelagnum Føroyar, At- lantsflog og Føroya Shell. Jón Rói og Jann Ingi til Derby Jón Rói Jacobsen hevur tvær ferðir givið avboð venga skaða, men nú sleppur hann so eisini at royna seg