mikudagur 29. november 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 29. november 2000
21
20
Nr. 230 - 29. november 2000
Í fleiri fótbóltsfeløg-
um eru tey av tí
áskoðan, at tað eigur
at verða spælt í lands-
kappingini fyrra-
partin av juli
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Kongstankin
hjá
fleiri
fótbóltsáhugaðum hevur í
nógv ár verið, at finalan í
kappingini um løgmans-
steypið skal verða spæld í
Gundadali á ólavsøku. Hig-
artil hevur hetta ikki verið
gjørligt, men nú verður aft-
ur tosað um møguleikan.
Fótbóltssambandið
skal
tosa við tey bæði stóru fel-
øgini í høvuðsstaðnum um,
undir hvørjum treytum tað
ber til at spæla finaluna á
ólavsøku.
Tað eru B36 og HB, sum
eiga rættin til fótbólt á
ólavsøku. Inntøkurnar frá
ólavsøkufótbóltinum hava
verið stórar. Men tey
seinnu árini hevur áhugin
fyri ólavsøkufótbóltinum
ikki verið so stórur, sum
hann onkuntíð hevur verið.
Summarfrítíðin
Leygardagin høvdu umboð
fyri fótbóltsfeløgini og um-
boð fyri Fótbóltssambandið
árliga fundin, har farna
kappingarárið varð eftir-
mett, og har tosað varð um
møguligar broytingar kom-
andi kappingarár.
Ein av spurningunum
var, nær tað er rættast at
hava summarsteðg. Sam-
bært uppskotinum, sum
feløgini undan fundinum
høvdu fingið um tíðarætlan
fyri komandi kappingarár,
so skal síðsta umfarið í
landskappingini
undan
summarsteðginum spælast
sunnudagin 24. juni. Sam-
bært somu ætlan skal final-
an um løgmanssteypið vera
sunnudagin 1. juli.
Á fundinum leygardagin,
har øll fótbóltsfeløgini utt-
an Skáli og TB vóru um-
boðað, kom fram, at fleiri
eru áhugaðir í, at tað verður
spælt í landskappingini eitt
sindur longur út á summ-
arið. Víst var á, at tað ikki
eitt sindur tvørligt, at spæl-
ararnir ikki vita rættuliga,
nær teir hava summarfrí.
Feløgini stremba eftir at
koma í steypafinaluna, men
hjá teimum, sum tað eydn-
ast at røkka so mikið langt,
ber tað við sær, at summar-
frítíðin verður útsett.
Tí mæla fleiri til, at final-
an verður flutt til eftir
summarsteðgin, og tað er í
tí sambandinum, at møgu-
leikin fyri at spæla á ólavs-
øku aftur er komin upp á
tal.
Søgan
Síðani tað í 1989 var farið
undir kappingina um løg-
manssteypið, hava allar fin-
alurnar verið í Gundadali.
Tey fyrru árini varð spælt á
ovara vølli, men finalan í ár
var á Tórsvølli. Ætlanin er,
at finalurnar í framtíðini
skulu vera á Tórsvølli.
Finalurnar vórðu nógvu
tey fyrstu árini spældar
fyrrapartin av august. Í
1998 varð avgjørt, at final-
an skuldi spælast undan
summarsteðginum. Sjónar-
miðið aftanfyri avgerðina
var, at í staðin fyri at mark-
era byrjanina upp á seinna-
partin av kappingarárinum,
so skuldi finalan markera
endan á fyrru helvt. Tað
varð eisini roknað við, at
fótbóltsliga støði fór at
verða hægri síðst í juni, tá
liðini vóru í góðari dystar-
venjing, enn tað var fyrst í
augst, tá feløgini ikki
høvdu spælt týdningar-
miklar dystir í einar seks
ella sjey vikur. Finalan í
1998 var ímillum HB g KÍ,
og HB vann 2-0 miku-
kvøldið 17. juni. Í fjør, tá
KÍ vann 3-1 á B36, var fin-
alan sunnudagin 4. juli, og í
ár vann GÍ 1-0 á HB. Tað
var á Tórsvølli sunnudagin
2. juli.
Nú verður tosað um at
flyta finaluna. Um hon
verður á ólavsøku hongur
m. a. saman við, um FSF og
havnarfeløgini finna fram
til eina semju um fíggjar-
ligu treytirnar.
Tríggir dystir verða
leiktir í bestu mans-
deildini mikukvøldið,
og millum annað
verður spennandi at
síggja, hvussu stór
hóttanin frá Tjaldri er
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hava tikið sær av
løttum um vikuskiftið –
landsliðsvenjingin varð jú
av ongum – leggja leikarar-
nir í bestu mansdeildini
aftur til brots í kvøld.
Hvar flýtur Tjaldur
Ein spurningur, sum hevur
verið nógv umrøddur sein-
astu tíðina, er, hvar Tjaldur
í veruleikanum flýtur.
Síðani nýggju leikararnir,
og har við eisini venjarin,
komu til landið, hevur liðið
rættiliga sett ferð á stiga-
savnanina. Møguliga eru
útlit fyri fleiri stigum, tá
Neistin kemur á vitjan, tí
higartil hevur als ikki ging-
ið eftir vild hjá føroya-
meistarunum. Móti VÍF
fyri viku síðani vóru tó
glottar at hóma í avrikinum,
so alt talar fyri einum
spennandi dysti, har vinn-
arin kann sleppa upp á
fjórða plássið.
Hetta hevur H71 í løtuni,
men eftir øllum at døma
verða teir við undirlutan, tá
teir mikukvøldið skulu
royna seg í grannauppgerð
móti Kyndli.
Kyndilsliðið hevur av
álvara sett ferð á seinastu
dystirnar, og halda teir
framhaldandi sama støði, er
lítið at ivast í, at tvey stig
afturat bíða.
Seinasti dysturin verður í
Vestmanna, har KÍF tekur
ímóti StÍF. Strandingar
hava tapt teir báðar seinastu
dystirnar, men skulu teir
halda fast um annað pláss-
ið, sum teir í løtuni hava, er
einki at ivast í, at tvey stig
skulu fáast til vegar her.
Kollfirðingar hava hin-
vegin fleiri ferðir bitið frá
sær í vetur, og hóast stigini
enn eru nakað fá í tali, so
hevur tað fleiri ferðir verið
heilt nær við. Millum
annað á Skála, har StÍF sig-
urin bert var upp á eittans
mál, so vissir í at vinna
skulu strandingar á ongan
hátt vera.
Støðan 1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1. VÍF
9
9 -
0 -
0
303
218
85
18
2. StÍF
9
5 -
1 -
3
268
242
26
11
3. Kyndil
8
4 -
2 -
2
233
202
31
10
4. H71
8
3 -
0 -
5
214
228
-14
6
5. Neistin
8
3 -
0 -
5
188
206
-18
6
6. Tjaldur
9
3 -
0 -
6
205
275
-70
6
7. KÍF
9
1 -
1 -
7
198
238
-40
3
Ólavsøkufinalan er
aftur farin at spøkja
Ein dystur verður
leiktur í meistara-
deildini hjá kvinnum
mikukvøldið
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan er um grannaupp-
gerðina í Klaksvík, tá
Mjølnir og Fossanes fara í
KÍ-høllina mikukvøldið.
Hóast talan er um lokal-
uppgerð, so er lítið, sum
bendir á, at talan verður um
nakran spennandi dyst.
Fossanes eigur enn fyrsta
settið í ár til góðar, og tá
Mjølnir samstundis kappast
við Drátt um fremsta sessin
á talvuni, bendir alt á ein
tryggan sigur til heima-
liðið.
Lokaluppgerð
í Klaksvík
Ivamál tykist ikki vera um, hvørt steypafinalan skal spælast á
Tórsvølli ella ikki. Spurningurin er heldur, nær hon skal
spælast
Aftur ferð á hondbóltin
Spennandi verður at síggja,
hvørt Kyndil framhaldandi
fer at halda sama støði, sum
teir hava gjørt seinastu
vikurnar
Julian og Kurt skulu á
venjingarlegu í La
Manga í vikuni und-
an landsdystunum
ímóti Luksemburg og
Russlandi
NOREG
Jóannes Hansen
Í fótbóltsfelagnum í Sogn-
dal í Noregi er tað vorðið
gerandisdagur aftur. Eftir
nógva fagnaðin í sambandi
við uppflytingina til tippu-
liguna og eftir ein kær-
komna hvíld í ein mánað,
fóru teir í føroyska felagn-
um í norskum fótbólti í
fyrradagin undir fyrireik-
ingarnar til nýggja kapp-
ingarárið.
Setningurin
verður fyrst og fremst at
varðveita plássið í bestu
deildini. Fyrsta umfarið í
landskappingini verður 16.
apríl, og fram til tá ætla teir
í Sogndal ikki at liggja á
løtu síðuni.
Julian Johnsson, sum
komandi ár skal spæla í
troyggju nummar 14, og
Kurt Mørkøre, sum skal
bera troyggju nummar 16,
hittust í fyrradagin saman
við liðfeløgunum í Sogna-
hallen. Har skemtaðu teir
sær eina løtu, áðrenn teir
høvdu spælarafund. Í dag
og í morgin verða spælarar-
nir kannaðir fyri, hvussu
stóran – sum teir siga –
skaða teir hava fingið av
frítíðini, og mánadagin
verður av álvara farið til
verka.
Skulu vit meta út frá ætl-
anini, sum er løgd, so ætla
teir í Sogndal at spenna
bogan høgt í fyrireikingar-
tíðini. Longu 7. januar
skulu teir spæla venjingar-
dyst í Sognahøllini ímóti
Lillestrøm,
og
millum
mangar aðrar venjingar-
dystir skulu teir 25. januar
spæla ímóti Rosenborg.
Nógv ferðing
Føroyska fótbóltslandsliðið
skal 24. mars spæla HM
undankappingardyst
í
Luksemburg og 28. mars
skulu Føroyar spæla í Russ-
landi. Ætlanin er, at lands-
liðið skal fyrireika seg til
hesar dystirnar á venjingar-
legu, men vit hava ikki enn
fingið at vita, nær henda
venjingarlegan verður.
Tá tað snýr seg um venj-
ingarlegur undan kapping-
arbyrjan, er spurningurin
altíð, hvussu venjingarleg-
an hjá landsliðnum og venj-
ingarlegurnar hjá feløgun-
um passa saman.
Julian Johnsson og Kurt
Mørkøre vóru báðir fyrst í
oktober í landsliðsferða-
lagnum í Sveis. Tá spældi
Julian við, meðan Kurt all-
ar 90 minuttirnar sat á
beinkinum. Tað man lítið
vera at ivast í, at tá HM
undankappingardystirnir
tørna fyri seinnapartin í
mars, tá verður brúk fyri
bæði Juliani og Kurt inni á
vøllinum. Tá vera teir í
betri dystarvenjing, enn
mangir av hinum lands-
liðsmonnunum. Umframt í
einari rúgvu av venjingar-
dystum heima í Noregi, so
fara teir í Sogndal at fáa
dystarvenjing á venjingar-
legu í La Manga í Spania.
Har skulu teir í tíðarskeiðn-
um 10.-18. mars taka lut í
kapping saman við norsku
feløgunum Strømgodset,
Lyn og Start og saman við
fýra svenskum feløgum.
Fáur roknaði við, at
tað skuldi eydnast hjá
Jákupi Mikkelsen og
teimum at seta odda-
liðið upp á pláss
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Tá dómarin hevði bríkslað
fyri síðstu ferð í síðsta sup-
erligu dystinum undan vetr-
arsteðginum minti rómurin
á Herfølge stadion ikki sørt
um tað, sum var at síggja,
tá Herfølge spælararnir
saman við viðhaldsfólkun-
um fyri einum hálvum ári
síðani fegnaðust um, at teir
høvdu vunnið meistara-
skapin.
Ta ferðina tók tað eina
heilt góða løtu, áðrenn
spælararnir fóru undir tak.
Teir fóru sigursrundferð
kring vøllin, og teir tveittu
troyggjurnar út til áskoðar-
arnar.
Mánakvøldið fóru spæl-
ararnir aftur sigursrund-
ferð. Teir høvdu ikki vunn-
ið meistaraskapin, men teir
tóktust sera fegnir. 3.372
áskoðarar vóru møttir hetta
vetrarkvøldið. Nógvir teirra
vóru
viðhaldsfólk
hjá
Brøndby. Tey smoygdu sær
skjótt avstað. Herfølge
viðhaldsfólkini vóru stand-
andi. Tey fingu troyggjur,
og Jákup Mikkelsen tveitta
málmanshandskarnar, har
sum klaksvíkingarnir í út-
legd stóðu.
At Herfølge fólkini fegn-
aðust soleiðis komst av, at
teir høvdu vunnið á odda-
liðnum. Brøndby hevði
longu undan seinasta dyst-
inum tryggjað sær at halda
vetrarfrí á fremsta plássin-
um. Herfølge var næstaft-
ast. Tað var neyðugt hjá
teimum at vinna fyri at
lyfta seg upp um strikuna
fyri at geva pláss fyri AB
undir strikuni. Herfølge
vann 3-2, og tað var eingin
ivi um, at sigurin var uppi-
borin.
Sigurin var tann fyrsti hjá
Herfølge, síðani teir 10.
september á útivølli í Glad-
saxe vunnu 3-1 á AB.
Gott undirhald
Hóast vøllurin var hálur og
óslættur, og tað var kalt á
Herfølge stadion, so høvdu
áskoðararnir nógv at gleða
seg um. Tað var ferð á, tað
vórðu skorað fimm mál, og
tað vóru fleiri spentar støð-
ur frammanfyri málið hjá
Brøndby.
Stóri spælarin í Herfølge
var álopsmaðurin Thomas
Christiansen. Fyrrverandi
spanski landsliðsmaðurin,
sum er uppvaksin á Eystur-
brúgv í Keypmannahavn,
og sum hevur spælt í Barce-
lona, áðrenn hann umvegis
Grikkaland í summar end-
aði í Herfølge, skoraði tvey
mál, og hann var ein sannur
snillingur við bóltinum.
Krúnan á avrikinum var, tá
hann í besta Maradona stíli
spældi álopsfelagan, Chris
Hermansen, leysan við
vinstrabeinssending. Hann
hevði vinstra beinið aftan-
fyri hitt beinið, tá hann av-
leveraði.
Thomas
Christiansen
setti hol á longu í 2. min-
utti, tá hann var snildisliga
spældur leysur í vinstru og
sendi
framvið
Mogens
Krogh. Í 29. minutti javnaði
toppskjúttin í superliguni,
Peter Graunlund. Um brots-
sparkspblettin og millum
fleiri viðspælarar og mót-
støðumenn tamdi hann
langan skrábólt og sendi í
kassan
aftanfyri
Jákup
Mikkelsen.
Níggju minuttir seinni sá
tað út til, at Brøndby skuldi
fara við øllum stigunum.
Ruben Bagger drønstútaði
innlegg úr høgru frá Søren
Colding í málið. Jákup
hevði ikki møguleika at
røkka út til innleggið, og
hann hevði ikki møguleika
at bjaga stútaranum.
Í næstsíðsta minuttinum
undan steðginum tiltuskaði
Thomas Christiansen sær
eitt brotsspark, sum Chris
Hermansen, ið var væl betri
upplagdur, enn hann var
fyrr í heyst, setti í málið.
Í 47. minutti skoraði
Thomas Christiansen sig-
ursmálið. Hann saman-
spældi við álopsfelagan Bo
Henriksen og var púra leys-
ur stutt úr málinum.
Toppliðið útbrent
Serliga í 2. hálvleiki var
yvirvágin hjá Herfølge sera
sjónsk. John Faxe Jensen
mundi hava givið sínum
monnum ein orduligan
uppsang í steðginum. Her-
følge spælararnir tóktust
hava meiri at spæla fyri,
enn spælararnir hjá Brønd-
by tóktust at hava. Teir á
heimaliðnum vunnu flestu
nærdystirnar, teir fluttu seg
betri, teir vóru skjótari á
bóltinum, og við at hava
tríggjar spælarar heilt har
frammi megnaðu teir alla
tíðina at leggja trýst á verj-
una hjá Brøndby, sum hevði
stórar trupulleikar, og so at
siga ikki megnaði at takla
mótstøðumenninar.
At Herfølge yvirvágin
var so stór í 2. hálvleiki
hevði við sær, at Brøndby
møguleikarnir vóru fáir og
smáir. Tí hevði Jákup
Mikkelsen so at siga ongar
møguleikar at vísa, hvør
dugur var í honum, tá tað
ráddi um bjargingar. Sum
dysturin leið, vóru teir í
Herfølge mest áhugaðir í at
varðveita leiðsluna. Teir
spældu
ofta
aftur
til
málverjan, og enn eina ferð
vísti Jákup Mikkelsen, at
hann er ein fínur fótbólts-
spælari.
Herfølge sigurin hevði
við sær, at hýrurin var góð-
ur, nú spælararnir fóru í
vetrarfrí. Eftir nýggjár fara
teir at fyrireika seg til
seinna partin av kappingini
og til stríðið, sum skal til,
um endastøðan skal verða
meiri
sannførandi,
enn
støðan er í vetrarsteðgin-
um. Kanska var sigurin á
Brøndby fyrsta stigið á tí
leiðini.
Støðan, danska superligan
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1. Brøndby
18
10 -
3
-
5
46
23
23
33
2. Silkeborg
18
8
-
8
-
2
27
23
4
32
3. Viborg
18
9
-
4
-
5
31
18
13
31
4. Lyngby
18
10 -
1
-
7
30
32
-2
31
5. FCK
18
8
-
6
-
4
30
16
14
30
6. FCM
18
8
-
6
-
4
31
25
6
30
7. OB
18
8
-
2
-
8
29
23
6
26
8. AaB
18
7
-
4
-
7
28
30
-2
25
9. AGF
18
6
-
2
-
10
27
36
-9
20
10. Herfølge
18
4
-
5
-
9
23
37
-14
17
11. AB
18
3
-
7
-
8
24
29
-5
16
12. Haderslev
18
1
-
4
-
13
18
52
-34
7
Herfølge omanfyri strikuna
Sogndal farið undir nýggja
kappingarárið
Í seinasta dystinum undan vetrarsteðginum eydnaðist Herfølge loksins at vinna