Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. desember 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 • leygardagur • 2. desember 2000 • 74. árgangur • www.sosialurin.fo 12 Nr. 233 - 2. desember 2000 FLOGBÓLTUR Tíðindaskriv Tveir dystir verða leiktir hjá ávíkavist kvinnum og monnum í meistaradeildini um vikuskiftið. Millum hesar eru dystirnir millum ÍF og Fleyr, sum í báðum deildum kunnu hava av- gerandi týdning, tó at á- virkanin av hesum verður í hvør sínum enda av stiga- talvuni. Meistaradeild kvinnur Leygardagur, 02.12.00 Sørvágur, Dráttur-TB kl. 13.30 Sunnudagur, 03.12.00 Kambsdalur, ÍF-Fleyr kl. 13.00 Dráttur skal leygardagin royna at fylgja við Mjølni. Dysturin er fluttur av Giljanesi til Sørvágs, so sigast kann, at bæði liðini spæla á útivølli. Dráttur er sera væl fyri, og hevur hig- artil bara tapt ein dyst í landskappingini. Dráttur skuldi eisini megnað at vunnið á TB, sum hetta kappingarárið ikki hevur klárað seg eins væl og tey undanfarnu. Sunnudagin spæla ÍF og Fleyr. Hesi liðini dystast saman við TB um 3. plássið í deildini. Fleyr vann fyrra dystin millum liðini, sum var í Gundadalshøllini í Havn. Tann dysturin var javnur, og ilt er at meta um, hvat av hesum liðunum fera at draga longra stráið hesaferð. ÍF hevði ein ógvuliga ringan dag ímótið Drátti seinasta dyst, og tí má annað skinn takast um bak. Meistaradeild menn Leygardagur, 02.12.00 Sørvágur, SÍ-Fram kl. 16.00 Leygardagur, 02.12.00 Kambsdalur, ÍF-Fleyr kl. 15.00 Fram skal royna at venda skeivu gongdini seinastu dystirnar. Fram hevur tapt tríggjar dystir á rað, og nú hevði ein sigur komið væl við. Tað er tó als ikki sum at siga tað at vinna á SÍ í Sørvági. SÍ hevur ikki fing- ið nakað stig higartil, so dysturin er ímillum tvey lið í kreppu. ÍF kann leggja seg á odda í meistaradeildini, vinna teir leygardagin dystin ímóti Fleyr. Fleyr hevur eisini nógv at spæla fyri. Liðið var í serflokki sein- asta kappingarár, men hig- artil hava avrikini verið misjøvn. Teir taptu fyrra dystin ímóti ÍF 3-0 so her er nakað at hevnað. Leygardagin 16. desember skipar Bridgedeild Kagg- ans fyri almennari gásakapping BRIDGE Tíðindaskriv Í fjør royndi Bridgedeild Kaggans at gera eina einkultmanskapping, og eydnaðist henda somik- ið væl, at kappingin verður endurtikin í ár. Spælt verður leygar- dagin 16. desember kl. 13.30 í Bridgehúsinum. Væntandi verður kapp- ingin liðug uml. kl. 18.30-19.00, soleiðis at øll tey, ið skulu til jóla- borðhald ella annað seinni á kvøldi, eisini hava møguleika at lut- taka. Vinningarnir verða góðir, gás, dunna og vín – so her er ein góður møguleiki hjá øllum bridgespælarum at hugna sær eina løtu. Tá hetta er ein almenn eink- ultmanskapping er ikki neyðugt at hugsa um makkara, men bert at tekna til, antin við at ringja til Róa á R. Joen- sen tlf. 319419, Eyðun Joensen tlf. 424479, ella við at skriva seg á listan í Bridgehúsinum. Hetta er eitt serliga gott høvi at royna seg hjá teimum, ið júst eru byrjaði at spæla bridge, ella kanska ikki hava tær nógvu royndirnar, tí tað verður spælt við ymsum makkarum. Eftir at HB fyri tveimum vikum síð- ani hevði sína innan- durakapping í heyst, eru tað nú grannarnir úr B36, sum eru vert- ir, tá sonevnda Nósa- kappingin verður leikt INNANDURA Jákup Mørk Líkt er til, at tað aftur er vorðið meira enn vanliga væl umtókt millum før- oyskar fótbóltsungdómar at taka lut í innandurakapp- ingum. Innandurafótbólturin var at kalla í vælmaktini í fram til miðskeiðis av áttatiárun- um, men fram móti endan- um av hesum, og meðan kreppuárini vardu, tóktist áhugin at vera nakað minni. At áhugin var minni, er kanska í so nógv sagt, tí minkandi fólkatalið hevur ivaleyst eisini gjørt sítt. Nú er tó vent í holuni. Føroyski búskapurin er í framgongd, fólkatalið øk- ist, og hetta sæst eisini aftur í tilmeldanini til innandura fótbóltskappingarnar. Til kappingina, sum B36 hevur um vikuskiftið, eru ikki færri enn 95 lið meldað til, og eru fyrireikararnir sera væl nøgdir um hetta. Landsliðið luttekur Sum eitt ískoyti til sjálva kappingina, hevur B36 eins og í fjør fingið tey bæði havnarliðini, HB og B36, og so A-landslið okkara at luttaka. Fimm leikarar umboðað hvørt av hesum, og fara tey at dystast beint eftir smápiltafinaluna, sum verður leygardagin kl. 15.30. Eftir dystin fara teir fimt- an leikararnir at tveita troyggjur sínar út til áskoð- ararnar, og so ræður bert um at kvika sær. Eisini fer ein Nósi at spáka millum børnini, tá landsliðið spælir, og sum vit hava skilt tað, so fer hann at bjóða eitthvørt søtt til børnini. Spennandi dupultuppgerð Stór innan- durakapping í Havn Almenn bridge- kapping Tað er ein øgilig sorl- an, tá Fokker F27 fer gravandi niðan gjøg- num hagan. Mold og steinar fara sendandi í allar ættir, og buldr- ið av trykkluftslang- um doyvir næstan skríggini og neyðar- rópini inni í flogfar- inum BÓKARUMMÆLI John Johannessen »Nú hevur D.J. Bærentsen, landsdjóralækni ligi› eina løtu á vøllinum ni›an fyri vraki›. Pínan í búkinum og flagbróstinum er øgilig. Hann fer so smátt at kanna, hvussu vor›i› man vera vi› heilsuni. Armarnir eru heil- ir, merkir hann. Og beinini eru eisini heil. So merkir hann vi› hondini inn á búkin, og hann er sann- førdur um, hvat bagir: Liv- urin er farin. So er bara at bí›a hjá Bærentsen, tí so miki› veit hann sum djóralækni, at tá livurin er farin, forblø›ir tú skjótt. So hann tekur pulsin og hyggur at holdinum, ta› eigur skjótt at fara at blikna. Og pulsurin eigur at fjara út. Men eina løtu seinni er puslurin tann sami, og holdi› er ikki blikna› ta› allar minsta. Samstundis hoyrir hann óhugnalig ney›arróp uppi á vrakinum. Ein øgilig sukk- an. – Harragud, her liggur tú og hevur ilt fyri bróstinum og ilt í búkinum, men hetta hevur svarta onki at siga, hugsar hann vi› sær sjálv- um. Hann reisir seg og gongur ni›an móti vrakin- um, Tá hann kemur til vraki›, eru tey, sum frægast eru sloppin frá vanlukkuni, longu farin at bera løsta› út úr vrakinum. Har á vøll- inum liggur millum onnur Ey›bjørg Mikkelsen. Ma›- urin, Tórbjørn, hevur fingi› stóran skelk og er fullkomi- liga í ørviti. Stendur bara og rópar á Ey›bjørg og bi›ur hana koma inn í vraki›...« Spenningssøga Hetta ljó›ar sum ein spenn- ingssøga, og ta› er ta› eisini. Men hetta er ikki ein av teimum spennings- søgunum, sum kunnu bólk- ast undir fagrar bókmentir. Vit tosa um bókina »SOS Knúkur«, sum Grækaris Magnussen hevur skriva › um flogvanlukkuna í Myki- nesi í 1970, tá íslands- flogfari› datt ni›ur á veg úr Bergen til Føroya. Bókin er heilt greitt eitt si›søguligt avrik. Men hon er skriva› solei›is, at hon kann lesast sum ein fiktiv spenningssøga. Tá tú fyrst ert farin at lesa, gevst tú ikki, fyrr enn tú ert li›ugur vi› bókina. Grækaris byrjar bókina meistarliga »in medias res« - mitt í gongdini. Íslands- flogfari› glí›ur smidliga ni›ur millum sk‡ggini vestan fyri Vágoynna, og lívliga frásøgnin ger, at lesarin kennir ta›, sum hann er vi› umbor› á flog- farinum. Sum lesari kennir tú næstan vanligu ristingarnar, sum eru í einum flogfari, i› flygur inn til Vágar, tá tú lesur samskifti› millum flogskiparan og torni› á flogvøllinum inni ímillum frálíkar l‡singar av huglag- num umbor›. Bókin grei›ir eisini ógvuliga livandi frá ymsu persónunum, sum eru vi› í flogfarinum, og teimum, sum eru vi› at bjarga. Mongu frásagnirnar, sum høvundurin hevur fingi› frá fólki, eru settar saman til eina væl l‡sta søgu- gongd yvir mongu tímar- nar, tey særdu liggja og slø›ast í haganum í Myki- nesi, uttan at vita hvar tey eru stødd. Somu mynd fáa vit av bjargingararbei›- inum. Hendan fyrsta bókin hjá Grækarisi Magnussen er heilt greitt ein bók, sum er verd at lesa. Hugtakandi at lesa føroyska si›søgu í búnanum hjá eini spenn- ingssøgu. SOS Knúkur Stø›an undir Knúki var hættislig leygardagin 26. september 1970 kl. 10.59, tá íslandsflogfari› sorla›ist sundur í haganum Fari› var› beinanvegin undir at hjálpa ney›støddu fer›afólkunum Tá teir fóru inn í vraki›, sóu teir, at líti› var at gera vi› tey, i› sótu kíla› føst, fyrrenn ambo› vóru komin ni›an úr bygdini at loysa tey vi ›