Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 243 - 16. desember 2000 23 22 Sosialurin Nr. 243 - 16. desember 2000 Birgir Kruse Ta› er nógv i› bendir á, at Útvarpi› setir tankar og virki í gongd hjá menta- fólki her á landi. Og ta› er frálíkt. Her hugsi eg ikki einans um metsølubøkur- nar hjá Jógvani Arge. Tær standa sterkar nokk uttan mína umtalu. Nei, her hugsi eg um ymisk onnur mentanarlig avrik, sum fram eru komin seinastu dagarnar. Smæ›in og lítil- látin, men kann henda at eitt ver›ur stórverk av al- frø›iligum slagi. Upphavs- fólkini eru Ella Smith Clementsen, Marianna Debes Dahl, Jónhe›in Tróndheim og Kári Sverr- isson. Øll hava tey fingist vi› útvarp. Vi› útvarps- leikir og ljó›myndir fyri børn og vaksin, teknikari og programmedarbei›ari og hin fjór›i sum lokalur heimsvertur fyri stevi, lagi og ásláttarfrøi, vi› og uttan ›. F‡ra fólk, sum hava ta› til felags, at tey hava gjørt útvarp og eru aktuell á før- oyska mentapallinum. EITT TYSSI AV TONKUM Hetta er heiti á lítlari bók, sum Ella Smith Clement- sen (f.1952) gevur út á egna forlagnum M‡rifípan. Ikki vanlig "skaldsøga", men heldur samansettur tekstur vi› yrkingalíknandi brotum innímillum. Evni›, i› kn‡tir tekstin saman í eitt tyssi av tonkum, er sjúka og óttin fyri dey›a. Søgan sn‡r seg um vinar- lagi› millum tvær vinkon- ur, tá i› álvarslig sjúka kemur uppí. Ta› skínur í- gjøgnum at sumt eru upp- livingar, me›an sumt iva- leyst er funni› uppá. Ein roynd, at skriva seg ígjøg- num svára kreppu. Rithøv- undurin leggur upp til, at fólk sjálvi mugu taka stø›u til hvussu bókin skal enda. Ta› stendur opi›, um sjúka vinkonan klárar ta›. Ella Smith Clementsen vil lata vónina liva allan veg- in. Bakgrundina til bókina finna vit í ljó›mynd í Út- varpi Føroya vi› sama heiti ”Eitt tyssi av tonk- um”, har Jóhannus á Rógvu gjørdi tónleikin, leg›i til rættis og tók upp. Sjónleikararnir Elin K. Mouritsen og Nora Bæren- tsen lósu tekstin í ljó›- myndini, sum var› send langa fríggjadag. Bókin, sum telur 61 bla›sí›ur, er solei›is ljó›myndin, sum nú er komin á prent. Ella fekk í 1994 barnabóka- hei›ursløn Tórshavnar B‡- rá›s. Umframt at hava t‡tt hópin av bókum, hevur hon skriva› eina rø›a av jólasøgum, eisini til útvarp og sjónvarp. ME‹AN LØTUR L Í ‹ A Hetta er heiti á fyrstu bók í eini rø›, sum Marianna Debes Dahl (f.1947) er farin undir og forlagi› Fannir gveur út. Vi› práti um gerandisvi›urskifti sum botni, hevur hon hitt tjúgu fólk runt um í land- inum. Ta› serstaka vi› hesum samrø›um er, at heimildarfólkini eru so til- komin. Práti› er so at siga gjørt í evstu løtu. Heimild- arfólkini eru fødd í tí›ar- skei›num 1906 - 1924. Henda fyrsta bókin í rø›ini er útskrift av níggju út- varpssendingum, sum høvundurin á›ur hevur gjørt og sum sendar eru í Útvarpi Føroya. Tilsamans gjørdi Marianna 28 út- varpssendingar yvir henda sama leist. Í bókini eru 40 myndir, sum aloftast vísa heimildarfólkini á barna- árum. Umframt at gera út- varpssendingar, hevur Marianna skriva› hópin av bókum, bæ›i til børn, ung og vaksin. Nakrar av søg- um hennara eru eisini komnar út á ø›rum mál- um, eitt nú donskum, svenskum og enskum. Í 1978 fekk hon barnabóka- hei›ursløn Tórshavnar B‡rá›s fyri ”Burtur á hei›i”. KRISTMESSA Hetta er heiti› á fløgu, sum Jónhe›in Tróndheim (f.1966) gevur út á Heima- missiónsforlagnum vi› stu›li frá teldufyritøkuni Formula Føroyar. Jónhe›in sigur sjálvur, at útgávan er ein roynd at eftirgera ein klang frá barnaárum, tá jól vóru í hondum. Tá var plátuspælarin snúningsás- urin, í dag er ta› fløgan og fløguspælarin. Tí hesa dagførdu útgávu. Tí í veruleikanum er søgan gomul. Tann søgan, sum fjalir seg í jólaevangelii- num. Í níggju pettum hev- ur Jónhe›in fingi› Henry D. Joensen at lesa annan kapitul hjá Lukasi. Ímill- um er urguleikur og sálma- sangur. Og urgan er ikki gamla, heimliga Phili- chorda, men urgan í Fugla- fjar›ar kirkju vi› hennara seregna klangi. Max Høj- gaard er ta›, i› tre›ur hana, me›an Leila Høj- gaard syngur sálmarnar, sum hoyra jólunum til. Fyrst Brorson-sálmin Mítt hjarta tilhald hevur, sum Axel Tórgar› t‡ddi. Og nú vit tóku stevi› í Útvarp- inum, so er vert at gáa um, at júst hann var fyrsti út- varpsstjórin, Axel. Av ø›r- um skreytum í hesari fløgu er vert at nevna, at lista- ma›urin Ingálvur av Reyni medvirkar í sálminum Eg rósu upp sá næla. Sum heiti bendir á, er hetta ein messa vi› inngangsbøn og útgangsbøn, preludium og postludium. So nú kann ein fara til jólamessu – á fløgu og alt ári›. NINA, NINA, NÁI Hetta er heiti› á tvífløgu, sum Kári Sverrisson (f. 1971) gevur út á plátufel- agnum Tutl. Tvífløgan fevnir um ikki færri enn 145 skeringar. Men veri› bara sinnilig; hvør einstøk skering er stutt, í flestu førum ørstutt. Kári, sum í hesum føri má metast sum granskari, hevur veri› á Fró›skaparsetrinum og leita í tí savni, har er vi› ljó›upptøkum av si›søgu- ligum slagi. Heilt nágreini- liga tí partinum av før- oyska sanginum, vit rópa skjaldur, ramsur og vísur. Harafturat hevur hann eis- ini gjørt upptøkur sjálvur. Tá eg fekk fløguna upp í hondina, leita›i eg beint til ljó›upptøkurnar vi› før- oyskum ljó›førum. Jú rætt er, føroyskum ljó›førum. Her er ikki talan um Strat- ovarius hjá Eriki, men um gásafjø›ur, fja›urlás, láti- pípu, snurru og græsstrá. Úti undir Gu›s opna før- oyska himni. Og beint inn- an rendi eg meg í eina skering vi› Bjarna Mohr (1912-1988), sum í eini upptøku frá 1969 kvø›ur ”Húgvutátt”. Ljósklárur stendur Ei›isskúli fyri mær og pallurin í tá n‡ggju fimleikarhøllini, har øll stó›u á ra›. Vev- konur, fjallmenn og sey›a- menn. Kanska gera tey ta› enn. Ársins húgvu-show. Teksturin til táttin er prent- a›ur og allir smálutir kring upptøkuna. Skilji, at svenska Birgitta Hylin sála hevur gjørt júst hesa upp- tøku í Havn hin 2. mai hetta ári›. Tøkk fái hon fyri ta›. Og Kári fyri savn- ingararbei›i, sum byrja›i vi› útgávuni ”Flúgvandi bi›il” fyri trimum árum sí›ani. Skilji, á útgevara- num, at hann longu er far- in undir tri›ju útgávuna. Hesin arbei›sháttur at savna si›søguligt, vir›is- miki› tilfar og geva ta› út á fløgu vi› teksti og ná- greiniligum uppl‡sing er ein sjálvsøgd mentanar- uppgáva. Eitt nú í Svøríki. Har hevur plátufelagi› MNW givi› út savni› ”Föregångare” (1993), sum tekur stø›i í fólkatón- leikarasavninum hjá svenska útvarpinum. Sum yvirskriftin bendir á, so er ta› ikki einans Fró›skap- arsetri›, men sanniliga eis- ini upptøkusavn Útvarps- ins, i› her hevur áhuga. ”Nina, nina, nái” og virk- semi hjá Kára og bólkinum Enekk er so stórt arbei›i, at kønur ummælari eigur at vi›gera hetta verk burt- urav, tá jólini eru farin aft- ur um bak. Nú eisini Axel Tórgar› er aktuellur vi› ikki færri enn trimum Shakespeare- t‡›ingum er hóskiligt at leita fram or› útvarps- stjórans í innganginum til ”Morgunlestrar” Tórgar›s, sum komu í 1987: ”Me›an Axel hevur skriva›, hevur Útvarpi› savna› sangupp- tøkur av allari sálmabók- ini, og solei›is hevur alt veri› hond í hond at gera lurtararnar kunnugar vi› øll sálmaløgini í okkara ungu sálmabók. Axel hevur broti› upp úr n‡ggj- um, og mong eru tey, sum hava ynskt sær at átt hans- ara morgunlestrar. Nú fáa tey teir”. Solei›is skriva›i Niels Juel Arge táverandi útvarpsstjóri. Eitt frálíkt mentunars‡ni. Hond í hond. 4 x útvarp Jólatrøll Stjørnurnar vísa veg Líkst inn í handlarnar »Eg skal hava eini kynsliga Eggjandi undirklæ›i: Einar langsokkar vi› lykkjum Og einar brósthaldarar stødd ›-skál Alt í rey›um liti« Seg›i málføringurin vi› krambakvinnuna »Vit eiga bara c-skálir eftir« Svara›i hon Stjørnurnar vísa veg Til ta seinastu jólaveitsluna Dagin eftir vakna›i hann Sum ein nakin fjølrita› reyv Oddfrí›ur Marni Rasmussen Kári Sverrisson syngur fyri børnum Carl Johan Jensen ummælir: Joanne Rowlings: »Harry Potter og Vitramannasteinurin« Gunnar Hoydal t‡ddi Bókadeild Føroya Lærarafelags Helst eru ta› fá bókmenta- verk, i› fáa so brá›a og al- fólkaliga undirtøku so vítt um heimsins lond, sum bókarø›in hjá enska rit- høvundanum Joanne Row- lings, um gandaskúlanæm- ingin Harry Potter. Og sum vera man ver›ur nógv gitt um, hvussu ta› kann bera til, at lesarar – og ikki bara teir sum bøkurnar eru mi›a›ar eftir og ætla›ar til, børn og ung, nei eisini tilkomnir lesarar – mest sum falla í burturrykking uppi yvir hesum søgunum, á hvørjum máli tær so koma út. Tí teir tíggja› sær, sum vóru teir trøll- bundnir, ja hetta minnir ikki sørt um Bitlaø›ina, sum leyp í ungdómin í tr‡ssunum, so stórt er komersi› um bøkurnar. Hvørja fer› ein n‡ggj Pott- erbók kemur í bókabú›ir- nar umgongst ikki, at høv- undurin gerst umrø›uevni í vir›iligum kjaksendingun á vir›iligum sjónvarps- stø›um, har bert vir›iligt álvarsfólk sleppur framat, i› sjáldan vir›ir anna› or› enn ta›, sum hevur vi› vir›iligar spurningar at gera sum búskap og mill- umlandavi›urskifti. Í vir›i- ligum blø›um royna vir›i- ligir ritstjórar somulei›is, ja enntá bla›stjórar vi›, at loysa gátuna um Potterfyri- brigdi› og huglei›a í vir›i- ligum oddagreinum um, hvørji tey gandará› eru, sum hava dára› teir so at teir rúka í teldurnar at kunngera fyri høgum og lágum, hvat teir halda um eitt evni, sum upp á seg, sjálvandi, einki hevur upp á seg. Ummælarar í vir›i- ligum tí›arritum og dag- blø›um, bera høvundin saman vi› kendar og klass- iskar barnabókahøvundar sum Lewis Carrol (hann i› skriva›i Alice í undra- landi), Roald Dahl o.fl. Men hvat, i› ta›, námt sagt, er, sum ger gandin í Harry Potterbókunum, i› tryllir børn sum hálvvaksin í øllum hera›shornum, ta› eru flest á ójøvnum máli um. Men eitt er vist og ta› er, at hesar bøkurnar sláa sum er øll sølumet, so fjøl- mi›laáhugin man valla fara at minka enn um sinn. Nú hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givi› út fyrstu bókina í Harry Potterrø›ini Harry Potter and the Philosopher´s stone í føroyskari t‡›ing. T‡›ingina, i› ber heiti› Harry Potter og vitramann- asteinurin, hevur Gunnar Hoydal gjørt. Harry Potter og Vitramannasteinurin er ein bók, sum breg›ur aftur í hevdbundna frásøgn bæ›i so og so, men høvundurin dugir at brúka gomul pret í frásagnarlistini á hegnis- ligan og einskila›an hátt. Joanne Rowlings veit út í odd og egg, hvat i› ein gó› søga er og hvussu hon skal sigast. Hon evnar til eina fjølbroytta og krevj- andi søgutilgongd, i› kort- ini er fast skipa› og grei› vi› ongum óney›ugum slankum og burturvikum. Søgan um Harry Potter og vitramannasteinin er bygd upp sum ein spennisøga, i› fer fram í einum heimi, sum í senn er handan okk- ara og mitt í honum eins og heimurin hjá teimum fornisku er í søgnum okk- ara og ævint‡rum. Søgu- heimurin í bókini, Hog- warts skúli fyri ganda- kynstur og galdralist, er í mongum upp á skjøns vi› hesumeginheimin. Hesu- meginheimurin er eftir l‡s- ingini hjá Joanne Row- lings, ein skynsemisborin betriborgaraheimur, sum stundar eftir reglusemi, eftir at gera seg so streym- linja›an og skilvísan sum gjørligt, ja andliga forpilk- a›an. Tískil er hann líti› móttøkiligur fyri ella bart út ræ›ist og sk‡ggjar ta›, sum er ø›rvísi ella óreglu- skipa›, sum er ófast ella hevur bara ein evarska lítl- an misvísning. Henda betr- iborgara-lyndskan kemur í bókini skilligast fram í Dursley-hjúnunum Vernon og Petuniu og syni teirra, tí hálvb‡tta og illa vanda og spilta Dudley. Tey hata alt, i› eróvanligt. Alt sum kemur á óvart. Til teirra ver›ur Harry Potter sendur at vera ársgamal eftir at foreldrini eru dey› undir sera gátuførum umstø›um. Ta› er tó synd at siga, at Dursley-hjúnini hava hjart- arúm fyri dronginum og enn minni húsrúm, tí hann noy›ist øll síni barnaár at búleikast í einum skápi undir loftstrappuni hjá teimum. Dursley hjúnini eru ímyndin av einum serligum slag av hampilig- heit, sum er so gudsná›i- liga hálvblint, at ta› bara sær helvtina av øllum heimsins skeivleikum – ta helvtina, sum mispr‡›ir hini. Me›an Harry Potter er hjá Dursley fólkunum ver›ur hansara sanna nat- úr, gandurin, hildin ni›ri vi› øllum rá›um. Harry má harumframt tola bæ›i órætt og mismun í heimi teirra. Dudley, son sín, lata tey sleppa alt og fáa alt, men frá Harry tola tey ikki hálvdrigi› or› og so saftar- leys eru tey vi› hann, at tá i› hann fyllir tíggju ár fær hann bert eitt akslatræ og einar gamlar hosur hjá stjúkpápanum í fø›ingar- dagsgávu. Søgan í bókini um Harry Potter og vitramannastein- in, er skift sundur í tveir meginpartar. Fyrri parturin er um tí›ina, sum Harry er hjá Dursley fólkunum. Seinni parturin er um lív hansara á gandaskúlanum. Gandaskúlin er ein í mongum og mørgum ensk- ur kostskúlaheimur, har fastleiki og agi rá›a, men har i› rúm eisini er fyri tí óvanliga, tí sum br‡tur frá reglu og skynsemi – ella vi› ø›rum or›um hugflogi og skapan. Í ein ávísan mun kann og er bókin ó- iva› ætla at ver›a lisin sum ein uppvakstrarsøga. Ein søga um at koma til vits um seg sjálvan sum menniskja. Ein samanblandingur av royndskygni og ævint‡ri, ey›kennir, sum nevnt, bók- ina. Men her eru a›rir træ›rir bregda›ir saman enn í teimum sokalla›u ævint‡raskaldsøgunum. Á- virkan frá tí frásagnarstíli, sum sermerkir ta sonevndu magisku realismuna í verkum, sum eitt nú su›ur- amerikanskir rithøvundar sum Gabriel Garcia Mar- ques lótu úr hondum í tr‡ssunum og hálvfjersu- num, men sum vit eisini kenna úr eldri verkum t.d. Meistarin og Margarita, i› russin Michael Bulgakov skriva›i í tretivunum. Ta› er kortini ikki djúp speki ella søguligar, polit- iskar og tilverufrø›iligar hugsanir, sum eru driv- fjø›urin í skrivingini hjá Joanne Rowlings, men harafturímóti hugurin at siga søgur, søgur sum fanga hugan, fyrst og fremst, tí at tær eru væl sagdar. Hetta sæst eisini aftur málsliga. Máli› hon n‡tur er mi›víst og skila- liga einfalda› ni›ur til ta› at dríva frásøgnina fram, men er ikki fyri tann skyld fátækt ella ke›iligt. Tvørt- urímóti. Ta føroysku t‡›ingina hevur Gunnar Hoydal eins og nevnt gjørt. Sum heild haldi eg at henda t‡›ingin er á heilt gó›ari lei›, li›i- lig og ikki yvirføroyska›. Tó er hon í stø›um merkt av, at hon helst er gjørd í skundi, tí ymsar lei›iligar gáloysisvillur koma fyri. Eitt nú ver›ur frú Dursley, sum í enska tekstinum ver›ur kalla› aunt Petunia, vi›hvørt nevnd mostir og vi›hvørt fastur. Javnan kemur eisini heldur óhepp- i› or›abrúk fyri. T. d. stendur á bls. 132, at Harry “lá og lurta›i, hvussu Dean og Seamus (tveir skúlafelagar hjá hon- um) sovna›u burtur”. Mó›urmálsor›abókin skil- markar tiltaki› “at sovna burtur” vi› or›unum: at doyggja, andast, slokna, og ta› man vera dekan og rív- an tiki› til her. Fleiri fer›ir er afturbenda fornavni›: seg, sær, sín brúkt á ein hátt, sum ger, at ilt er at vita, hvønn ta› sipar til. Á bls. 143 stendur t.d. hesin setningurin: Harry sveiggj- a›i bólttrænum at for›a fyri, at gartlan skuldi bróta sær nøsina. Ta› er ikki lætt at vita um ta› er nøsina á Harry ella gartluni, i› meint ver›ur vi›. Summi or› eru skilliga misskilt í enska tesktinum eitt nú merkir or›i› pudding (bls. 93 í upprunatekstinum) yvirhøvur ta› sum eti› ver›ur omaná døgur›a ella desert, men ikki buding (bls. 107 í t‡›ingini), hóast ta› eisini kann hava ta merkingina. Or›i› neck á enskum (bls. 92 í uppruna- tekstinum) merkir hálsur ikki nakki (bls. 107 í t‡›- ingini). Or›i› excitedly kann ey›vita› t‡›ast upp- østur í onkrum høpi, men tá er ta› vi› kynsligum undirtónum, sum eru óvi›- komandi her. Or›ingar í upprunatekstinum sum “he asked excitedly” (bls. 113 í upprunatekstinum) áttu at veri› t‡ddar “spurdi hann spentur” ikki uppøstur (bls. 130 í t‡›ingini). At t‡›a l‡singaror›i› shabby n‡tt um ein handil (á bls. 63 í upprunatekstinum) vi› or›inum ni›urundirkomin (bls.72 í t‡›ingini), haldi eg eisini vera ivasamt. Rættari hev›i veri› at sagt eitt nú ónossligur ella okkurt tannvegin. A›rar kiskur í t‡›ingini eru helst somulei›is íkomnar, tí at ov skjótt er fari› um, eitt nú tá i› setningar standa eftir á enskum í t‡›ingini, hóast or›ini eru føroysk- a›i. Ein or›ing sum I couldn´t help overhearing (bls. 115 í upprunateksti- num) ver›ur t.d. t‡dd: Eg kundi ikki lata vera vi› at hoyra (bls. 132 í t‡›ing- ini). Or›alag í uppruna- tekstinum sum the low rolls of thunder that started near midnight (bls. 38) ljó›a í t‡›ingini: toran, sum fór at rulla út móti midnátt (bls. 41). Vi›hvørt ver›ur eisini ligi› á somu or›unum, hóast uppruna- teksturin ikki gevur høvi til ta› t.d. á bls. 133 har sagnor›ini snapped og hissed í upprunatekstinum bæ›i ver›a t‡dd vi› or›i- num físti. Hesir gekkirnir og onnur smábrek og skeivleikar undantiknir, so er henda t‡›ingin hjá Gunnari Hoydal tó yvirhøvur væl brúkilig og serliga dámar mær væl, hvussu samrø›urnar í bókini eru t‡ddar solei›is, at tær eins og í uppruna- tekstinum eru ein avger- andi táttur í persóns- l‡singunum. Samanumtiki› haldi eg, at ta› er eitt gott og til- trongt tiltak hjá Bóka- deildini at geva eina slíka bók sum Harry Potter og Vitramannasteinin út á før- oyskum og eg vóni, at for- lagi› hevur fíggjarligar umstø›ur til at geva alla Harry Potter rø›ina út sum hon er komandi árini. Gandur her og handan Teir tríggir høvu›sleikararnir í fyrsta Harry Potter-filminum, sum ver›ur frums‡ndur næstu jól. Teir eru frá vinstru Emma Watson, sum Hermione, Daniel Radcliffe, sum Harry Potter og Rupert Grint sum Ron