Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. desember 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Teir 11 dagarnar Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fugla- fjørð vóru 2500 akfør og 8855 ferðafólk SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt hagtalsyvirlit fyri tíðina, tá danska ferjan, Ane Læse, var avloysara- skip á Lorvíksfjarðaleiðini. Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð, meðan Dúgvan var á sleipi- støð. Í tíðarskeiðinum frá 24. november til 4. desember flutti Ane Læsø 1097 akfør og 2416 bilar. Størsti flutn- ingurin í ein dag var 137 akfør og 298 ferðandi. Samstundis sum Ane Læsø sigldi millum Klaks- vík og Fuglafjørð, røkti gamla Ternan siglingina millum Klaksvík og Lor- vík. Tey bæði skipini fluttu samanlagt hesar 11 dagar 2499 akfør og 8855 ferð- andi. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør var talan um 1218 fleiri ferðandi og 82 fleiri akfør. Strandferðslan var sum heild væl nøgd við Ane Læsø. Mánakvøldið vóru nevndirnar í Klaks- víkar býráði valdar. Steinbjørn Jacobsen er nú formliga valdur til borgarstjóra KLAKSVÍK Eyðun Klakstein Mánakvøldið savnaðist nýggja býráðið í Klaksvík fyri at skipa seg. Fyrstvaldi býráðslimurin, Jógvan við Keldu, hevði kallað býráðið inn, og á fundinum segði Jógvan við Keldu farvæl til borgar- stjórasessin, sum nú verður yvirtikin av Steinbjørn Jacobsen. Steinbjørn Jacobsen varð valdur til borgarstjóra við teimum seks atkvøðunum hjá samgonguni. Torleif Sigurðsson varð valdur til varaborgarstjóra, og hann fekk átta atkvøður. Broyta nevndirnar Nevdirnar í Klaksvíkar býráði vórðu eisini valdar á fundinum, men tað verða gjørdar onkrar broytingar á næsta býráðsfundi. Samgongan hevur avtal- að at býta mentunar- og sosialu nevnd sundur í tvær nevndir, og heilsunevndin skal framyvir kallast um- hvørvis- og menningar- nevndin. Borgarstjórin er sambært lógini formaður í Fíggj- arnevndini, og afturat honum fara Torleif Sigurðsson, Karl Heri Joensen, Jógvan við Keldu og Hilmar K. Danielsen at sita í nevndini. Í mentunar- og sosialu nevnd var Eyðgunn Samu- elsen vald til formann, og afturat henni Jórun Høgne- sen, Karl Heri Joensen, Betta Joensen og Erik Andreasen. Í januar verður hendan nevndin býtt sund- ur, og tá skal Eyðgunn Samuelsen verða formaður í sosialu nevnd og Jórun Høgnesen í mentunar- nevndini. Nýggj heilsunevnd Karl Heri Joensen verður formaður í teknisku nevnd, og í hesa nevnd vórðu eisini valdir Rani Nolsøe, Torleif Sigurðsson, Erik Andre- asen og Kristian Fríðrik Olsen. Í Havnanevndina vóru vald Torleif Sigurðsson, sum skal vera formaður, Karl Heri Joensen, Jórun Høgnesen, Kristian Fríðrik Olsen og Hilmar K. Daniel- sen. Rani Nolsøe skal verða formaður í heilsunevndini, sum fram yvir skal rópast umhvørvis- og menningar- nevndin, og saman við hon- um fara at sita Eyðgunn Samuelsen, Magnus Magn- ussen, Betta Joensen og Hilmar K. Danielsen. Sambært kunngerð skal ein av limunum í hesi nevnd verða lækni í komm- ununi, og tað er Magnus Magnussen. Fólkaflokkurin í andstøðu Seinastu átta árini hava Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin havt sam- gongu í Klaksvíkar býráði, men Fólkaflokkurin fer nú í andstøðu saman við Sam- bandsflokkinum og Kristil- iga Fólkaflokkinum. Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt nýggja samgongu, og tað hevur millum annað við sær nýggja leiðslu í býráðn- um. Steinbjørn Jacobsen hev- ur verið varaborgarstjóri síðani 1998, og hann tekur nú seinasta stigið upp eftir stiganum. Nú verður seinasti parturin av arbeiðnum upp á skýlið við fótbólts- vøllin í Klaksvík gjørt KLAKSVÍK Eyðun Klakstein Mánadagin var reisigildið fyri skýlinum við fótbólts- vøllin í Klaksvík. Um vikuskiftið var skýl- ið reist, og nú verður sein- astu parturin av arbeiðnum gjørdur. Farið er undir at gera almenn toilett í niðaru hæddini, og benkur skulu eisini setast upp. Skýlið fer at standa klárt, tá fótbóltskappingini byrjar aftur í apríl mánaði, og tað verður fyri fyrstu ferð síð- ani í áttatiárunum, at klaks- víkingar kunnu sessast í einum skýli. Gamla skýlið fór í luftina í eini ódn seint í áttatiárunum. Fitt av fólki var til hátíð- arhaldið mánadagin. Bygginevndin, borgarstjór- in, umboð fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, byggiharrin og onnur við tilknýti til skýlið. Nýggja býráðið skipaði seg Nýggja samgongan í Klaksvíkar býráði. Mánakvøldið skipaði nývalda býráðið í Klaksvík seg. Mynd: TS Munandi størri ferðsla Skýlið er reist Mánadagin var reisigildið fyri nýggja skýlinum í Klaksvík. Mynd: TS Nr. 245 - 20. desember 2000 5 4 Nr. 245 - 20. desember 2000 Bygdaráðið við Gjógv hevur samtykt at lækka kommunu- skattin, men Lands- stýrið sigur nei KOMMUNUSKATTUR Áki Bertholdsen Ósemja hevur nú tikið seg upp ímillum Gjáar Komm- unu og kommunala eftir- litið hjá landsstýrinum um skatt. Bygdaráðið við Gjógv hevur nevniliga samtykt at lækka skattin, men tað vil landsstýrið ikki. Fáar kommunur í landin- um eru so væl fyri, sum Gjáar kommuna og tað heldur bygdaráðið, at fólk- ið í kommununi skal fáa gleði av. Tí samtykti bygdaráðið mánakvøldið at lækka skattaprosentið niður í 13%. Men tað vil kommunala eftirlitið ikki góðtaka. Eftirlitið sigur, at eftir kommunulógini, skal kommunuskatturin verða minst 16% og tí hevur eftirlitið ásett, at skatturin við Gjógv skal verða 16% næsta ár. Sofus Johannesen, bygdaráðsformaður við Gjógv ásannar, at í eini lóg, sum kom í gildi í 1993, stendur, at kommunuskatt- urin skal vera ímillum 16 og 23%. – Men nú er ein nýggj lóg samtykt, sum kemur í gildi nú 1. januar í 2001. Og í henni stendur, at lógin, sum ásetur lægsta og hægsta skattaprosent, fer úr gildi samstundis. Samstundis hevur løgmaður minst eina- ferð á fundi í Kommunufe- lagnum víst á, at tá ið av- talan um kommunuskuld- ina gekk út í ár, fór lógin um hægsta og lægsta kommunuskatt úr gildið. – Og tá ið skattaprosent- ið, sum vit áseta nú, er galdandi fyri 2001, má tað verða ásett eftir teirri nýggju lógini. Tí hava vit fullan rætt til at lækka skattin og at áseta hann til 13%. Sofus Johannesen sigur, at kommunala eftirlitið hevur hinvegin boðað frá, at av tí at nýggja lógin ikki kemur í gildi fyrrenn 1. januar, má bygdaráðið fylgja teirri gomlu lógini líka til tá. Og skatta- prosentið fyri næsta ár skal ásetast nú, ímeðan tann gamla lógin enn er í gildi. Sostatt ber tað ikki til at lækka skattaprosentið næsta ár. Tað kann ikki gerast fyrrenn í fyrsta lagi í 2002. – Og kemur tað til skarp- skeringar, uttan at kommu- nala eftirlitið kemur við eini frágreiðing, sum sann- førir lógfrøðiliga ráðgev- aran hjá okkum, fara vit at royna málið í rættinum. Annars verður barnafrá- drátturin við Gjógv 6.000 krónur næsta ár og tað er tann hægsti í landinum. Fær kommunan eisini viðhald í málinum um kommunuskattin, verður hann samstundis tann lægsti í landinum. Í ár er skatturin 16% og barna- frádrátturin 5.000 krónur. Men Sofus Johannesen sigur, at kommunan hevur ráð til at lækka skattin og at hækka skattaprosentið. – Vit hava onga skuld og eiga einar 750.000 krónur á bók. Samstundis eru ikki ætlanir um útbyggingar av týdningi tey komandu árini. Tí halda vit, at hetta kann akkurát tað sama koma fólkinum til góðar. Gjógv bjóðar Tinganesi av – Fær landsstýrið ikki at sannført okkum um, at tað hevur rætt, og at vit hava órætt, fara vit at royna málið í rættinum, sigur Sofus Johannesen, bygdaráðsformaður við Gjógv Bygdarráðsvalið á Eiði er ikki av enn. Kæran um óreglu- semi, sum send varð bygdarráðnum, er viðgjørd og avvíst av bygdarráðnum. Men hon er nú send Landsstýrinum til støðutakan KOMMUNUVAL Edvard Joensen Kommunuvalið á Eiði er ikki avgreitt enn, ein mán- að eftir sjálvan valdagin. Kæran, sum send varð bygdarráðnum um óreglu- semi, er nú endað í Tinga- nesi. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, váttar, at kæra er send landsstýrinum um valið á Eiði. Kæran snýr seg um, at ein atkvøða er komin i atkvøðukassan, eftir at val- bókin er skrivað. Eftir at tað er komið fram, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, hevur hann sjálvur, saman við tí borgaranum, sum sendi fyrstu kæruna til bygdar- ráðið, skrivað undir kær- una, sum nú er send lands- stýrinum. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at kæran, sum send varð bygdarráðnum, hevur verið til ummælis hjá valnevnd- ini. Nevndin sendi sítt um- mælið aftur til bygdarráðið, sum hevði málið til við- gerðar á bygdaráðsfundi tann 12. december. Á tí fundinum vísti bygd- arráðið kæruni frá sær. Men tað var kærarin ikki nøgdur við og gjørdi av at kæra víðari til landsstýrið. Kærufreistin er úti tann 26. december, sigur hans Jákup í Kollsbyrgi. Hann sigur, at hann er av teirri áskoðan, at har eru ov nógv ivamál viðvíkjandi valinum. Eitt er, at fýra ro- keringar hava verið í sam- band við fínteljingina. Men staðfest er, at ein atkvøða er meira í atkvøðukassanum, enn valkort eru til. Og hon er heldur ikki førd í val- bókina, sigur bygdarráðs- formaðurin á Eiði. Tað kann geva fólki grund til at halda, at hon kann vera komin í atkvøðu- kassan, eftir at valið er endað, og valnevndin hevur latið bygdarráðnum at- kvøðukassa og valbók. Bygdarráðsformaðurin sigur, at fyri at sleppa und- an gitingum, sum av sær sjalvum koma, tá soleiðis er, hevur hann valt at almannakunngera fundar- úrslitið frá 12. december við uppslagi á Eiði. Heldur ikki vil hann hava sitandi á sær, at hann sum bygdarráðsformaður hevur verið við til at gingið frá einum ivasomum valúrsliti. Hann hevur tí gjørt av, saman við øðrum borgara á Eiði, at skriva undir kær- una, sum nú er send lands- stýrinum at taka støðu til. Munurin sum avger, um listi A fær seks mans vald- ar, og listi B fær tveir, er bara ein einsamøll atkvøða. Í løtuni er støðan tann, at tann atkvøðan er til fyri- muns fyri lista B. Eitt dømi, sum saman- berast kann við støðuna á Eiði í dag, er kommunu- valið í Oyndarfirði seinast, vísir Hans Jákup í Kolls- byrgi á. Tá var fólk inni í valhølinum, meðan stongt var, og legði atkvøðuseðlar í atkvøðukssan. Har varð tó nágreiniliga greitt frá á skjali, sum lá á borðinum, hvør hevði verið og valt, og nær valt var. Kæra varð send landsstýrinum um val- ið, og avgjørt varð tá, at umval skuldi verða. Á Eiði er eingin slíkur seðil, men ein atkvøða meira enn innførd er, sigur bygdarráðsformaðurin. Hann metir tí, við valinum í Oyndarfirði sum dømi, at rætt er at kæra valið til landsstýrið. Valið kært til landsstýrið Eiðisfólk sleppa ikki burtur úr kommunuvalinum. Valúrslitið er nú sent landsstýrinum at avgera Mynd: Edvard Joensen