hósdagur 28. desember 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 28. desember 2000
17
16
Nr. 249 - 28. desember 2000
Pløgg
TROYGGJA
til før. mannfólkabúnan til sølu.
Tlf. 441226
TIL SØLU FYRI HÁLVAN PRÍS
Gul blusa, svartur, síður niðurdeilur,
std. 44, bert brúkt eina ferð.
Feilkeyp.
Tlf. 313569, e. kl. 12
Súkklur
SUZUKI GSX 1100
til sølu.
Tlf. 211235
MODEM
US Robotics Sportster flash 56k til
sølu fyri kr. 350.
Tlf. 320828
Teldur
PLAYSTATION
við tveimum vanligum joystikum,
eitt memery card og 15 spølum til
sølu fyri prísuppskot kr. 3.000,00.
Tlf. 318120 aftaná kl. 18
FARTELDA
Toshiba Pentium MMX, 200 MHz, 2
GB harddisk, 32 MB ram, 56K
modem og 10 M bit netkort til sølu
fyri einans 7.000 kr. Taska fylgir við.
Tlf. 210860
EITT TELDUSPÆL
sum eitur The X-Files, til sølu fyri
bert 200 kr.
Jákup - 316606
NINTENDO 64
við trimum joystickum og einum
Super Mario spæli til sølu fyri 700
kr. Lítið brúkt.
Tlf. 311873
PLAYSTATION
við tveimum demo-diskum, 2 vanl.
joystickum, memory-card, rumble-
joystick, Xplorer og 12 spølum
bíliga til sølu. samlað ella hvørt sær.
Tlf. 316625, Heini
Tónleikur
SURROUND ANLEGG
NAD 2700 effekt forst. 150 W,
400W dynamic power, NAD 906
effektforst. 6x30 W eller 3x90W,
NAD 414 digital tuner, AMC AV
8IHT forstærker med sourround-
dekoder, sælges for 8.500 kr.
Tlf. 319868
BILHÁTALARAR
SONY XS 6951, 120w,6x9", til sølu
fyri kr. 650.
Tlf. 320828
BILHÁTALARAR
JBL TM 420, 80w, 4", til sølu fyri kr.
500.
Tlf. 320828
BILFORSTERKARI
Longmill JX-200, 2x100w, til sølu
fyri kr. 850.
Tlf. 320828
Ymiskt
NOKIA 3210
GSM fartelefon til sølu fyri 1000
krónur, 1/2 ára gomul. Ladari og
tvey cover fylgja við.
Tlf. 223332
TIL SØLU
Te- og døgurðastell, 37 deilir, til
sølu f yri 200 kr.
Tlf. 316016
TIL SØLU
Philips »personsøger« við vibratori
til sølu fyri 400 kr.
Tlf. 319868
TELEFONKORT
Eg havi telefonkort frá uml. 80
londum og býti um við føroysk
telefonkort. Eg keypi fegin nýggj,
føroyskt, brúkt telefonkort. Góður
prísur verður latin.
Tlf. 86150140
BORTENNISBORÐ
Stiga borðtennisborð til sølu fyri
1.500 kr.
Tlf. 317338
SNOWBOARD
Eitt óbrúkt Rossignol 164 cm við
bindingum, og eitt Rossignol 149
cm við oxygenebindingum.
Tlf. 220199
ISOLERAÐ BINGJA
bíliga til sølu.
Tlf. 217083
HÚS TIL SØLU
Mál nr. 183
Adr.: Sandur
Stødd á húsum: 91 m2 x 2 + loft (eisini
fylgir eitt úthús við)
Stødd á grundøki: 2900 m2
Byggiár: 1972
Kostnaður: Kr. 400.000,- ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 188
Adr.: 416 Signabø
Stødd á húsum: 76 m2 x 2 (í góðum
standi) (Køkur, baðirúm og gólvið í
stovuhæddini gjørt av nýggjum)
Stødd á grundøki: 1335 m2
Byggiár: 1942
Kostnaður: kr. 875.000,- ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 194
Adr.: 900 Vágur
Stødd á húsum: 70 m2 x 2 + kjallara
Stødd á grundøki: Uml. 150 m2
Byggiár: 1950 (ymiskt nýbygt í 1969)
Kostnaður: Kr. 450.000,- ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 201
Adr.: Traðargøta 26, 100 Tórshavn
Stødd á húsum: Uml. 135 m2 x 2
Stødd á grundøki: 904 m2
Byggiár: Uml. 1968
Kostnaður: Kr. 1.800,00 ella hægsta boð
yvir
Mál nr. 204
Adr.: Onnugøta 3
Stødd á húsum: 178 m2 + 59 m2
Stødd á grundøki: 550 m2
Byggiár: Uml. 1986
Kostnaður: Kr. 1.650,00 ella hægsta boð
yvir
Ætla tygum at selja ella keypa hús,
vilja vit fegin hjálpa tygum
GRUNDØKI og JØRÐ:
Mál nr. 609
Adr.: 440 Haldarsvík
Vídd á jørðini: 2 gyllin + innangarðs
Kostnaður: Kr. 60.000,- ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 531
Adr.: 430 Hvalvík
Vídd á grundøkinum: 763 m2 (við
ástandandi smáttu)
Kostnaður: Kr. 70.000,- ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 538
Adr.: Sevmýri
Vídd á jarðarøki: 2.972 m2
Kostnaður: Kr. 150.000 ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 541
Adr.: 435 Streymnes
Vídd á jarðarøki: 11.300 m2
Kostnaður: Kr. 200.000 ella hægsta
boð yvir
Mál nr. 542
Adr.: 494 Innan Glyvur
Vídd á jarðarøki: 610 m2
Kostnaður: Kr. 52.000 ella hægsta
boð yvir
Húsamekling
Sp/f Protek, Vaglið, Postsmoga 331, 110 Tórshavn,
Tlf. 319321, Fax 319331, E-mail: protek@post.olivant.fo
Avgreiðsla kl. 9-12 og 13-16.
Keyp og søla av fastari ogn
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði Fróði!
Tillukku við 18 ára føðingardegnum. P.S. Her eru tit fittir.
Heilsan vit
Góðu Joan og Rannvá
Hjartaliga tillukku við føð-
ingardøgunum 28. og 30.
desember.
Heilsan omma
Góði kjeri Haftór!
Tillukku við 12 ára degn-
um 28., tú ert so fittur. Tú
sært so errin út her.
Heilsan frá Abbanon,
ommune og Niels
Fólkaflokkurin er
átøkur Winston
Churchill – altíð
tøkur, tá eitt hvørt er
áfatt.
Eftir at hava sitið við leiðsl-
uni í Klaksvíkar kommunu
í 16 ár av seinastu 20 árun-
um og samráðingarnar um
nýggjan
býráðsmeiriluta
hava ført til, at vit fingu
eina aðra samanseting við
Steinbjørn Jacobsen sum
borgarstjóra, havi eg sjálv-
andi staðfest, at vit koma
ikki at sita við leiðsluni
komandi 4 árini. – Eg fari
at ynskja honum tillukku
við starvinum.
Hendan setan sum ný
byrjar, er 26. setan frá tí at
Klaksvíkar Kommuna í
1908 gjørdist kommuna
fyri seg saman við Árna-
firði, Skálatoftum, Strond,
Ánunum og Oyrum.
Steinbjørn
Jacobsen
verður 24. borgarstjóri í
røðini.
Tað er at siga, at Klaks-
víkin hevur verið bygd upp
av sjáldsama góðum fólki
innan vinnulívið, av menta-
fólki, samstundis sum her
hava verið verkafeløg við
ábyrgd. – Samstarv saman
við áræði og hugsjónum
hevur verið lykilin til fram-
gongdina, ið verið hevur
síðani 1908.
Símun Hansen tekur til í
einari av bókum sínum, at
»seinnu árini hevur verið
betri
samstarv
millum
vinnulívið og kommun-
una«. – Tað hevur uttan iva
sína orsøk í, at krøvini bæði
til kommunur og vinnulívið
hava verið týðiliga økt sein-
astu árini.
Hesi 92 árini síðani
kommunan gjørdist komm-
una fyri seg, hava mangar
upp- og niðurgangstíðir
verið, men hvørja ferð hev-
ur fólkið her tikið tess
dyggiligari til, tá myrku
skýggini hava hómast í
havsbrúnni fyri seinni at
leggja seg yvir okkara lítla
og viðbrekna pláss.
Ábyrgd at bakka
borgarstjóran upp
Lat meg her leggja herðslu
á, at tá ein borgarstjóri er
valdur, er tað okkara á-
byrgd at bakka hann upp. –
Borgarstjórin er –
sum
nevnt undir mongum viður-
skiftum – borgarstjóri fyri
alt býráðið og ikki bert fyri
meirilutan. Tað eigur hann
at leggja sær í geyma frá
fyrsta degi. – Tí skal hann
eisini hava uppbakking frá
øllum býráðnum. Hetta
kann tykjast eitt sindur
mótsigandi, tá tað kanska
ofta ikki er semja um
hvussu ávís mál skulu loys-
ast. Men hetta er partur av
nátúrligari menning.
Orðið andstøða
skal burtur úr
býráðspolitikki
Eg fari tí so vítt sum eg
sjálvur kann, at gera eina
roynd í at avskaffa orðið
»andstøða« í býráðspolit-
ikki.
Vit kunnu tosa um at vera
í andstøðu til nakað sum vit
konsekvent eru ímóti eitt
nú, tá Soltzinitsyn var í
andstøðu til kommunism-
una, ella tey mongu, ið
vóru í andstøðu til nasism-
una og fasismuna o.s.fr.
Í einum býráði sum í
Klaksvík kunnu vit ikki
kalla tað »andstøða«.
Vit, sum sita í minniluta
eru ikki í andstøðu til
meirilutan ella til Klaksvík-
ina, nei vit eru so sanniliga
ein partur sum er við í upp-
byggingini av Klaksvíkini
og serliga Fólkaflokkurin
og eg, sum vóru nógv
størstur til hetta valið, og tí
hava serliga ábyrgd fyri
fólkinum
í
Klaksvíkar
kommunu.
Tí fari eg at heita á allar
býráðspolitikarar frá fyrsta
fundi, at kalla tað meiri- og
minniluti og ikki samgonga
og serliga ikki andstøða
Vit eru ein skapandi
minniluti – kanska ikki al-
tíð so sjónligur – sum onk-
ur hevur tikið til.
Hetta verður so, men vit
fingu ein sosialistiskan
meiriluta og ein borgar-
ligan minniluta.
Serliga er hetta álagt
okkum við teim mongu at-
kvøðunum Fólkaflokkurin
fekk og altíð fær, og at eg
einaferð enn kann fegnast
um 5. ferð á rað at gerast
toppskorari.
Lat tað eisini verða sagt,
fyri tað ikki skal vera ósagt,
at umframt at hesir sosial-
istisku flokkar hava ein
býráðslim í meiriluta, hava
hesir flokkar ein lítlan
meiriluta
í
atkvøðum,
nevniliga góðar 100 at-
kvøður í meiriluta. – So her
er sum so einki forgjørt í
hesi samanseting.
Ikki altíð so
lætt at skilja
Bæði lands- og kommunu-
politikkur kunnu verða eitt
sindur torskildir. Tað kunnu
vera mál, sum fólk uttan-
fyri politikkin kundu hugsa
sær øðrvísi. Tað er tí ikki
altíð so lætt hjá okkum at
koma við einum logiskum
og greiðum svari.
Tá eg læs bókina hjá
fyrrverandi
forsætisráð-
harranum Schlüter »Sikken
et liv« – har hann m.a. eis-
ini skrivar um og fegnast
um ferðina, tá Klaksvíkar
kommuna beyð honum til
95 ára haldið greiðir hann
frá, at mitt í 1985 var
stjórnin nakað slitin, so teir
skiftu fleiri ráðharrar.
Tá ið teir komu út, var
sjálvandi ein rúgva av
tíðindafólki samlað. Eitt av
tíðindafólkunum
legði
beinanvegin á Thor Peter-
sen sum var heilt nýggjur
og setti honum ein sera
fløktan spurning, sum Thor
Petersen svaraði líka fløkt
aftur, og sum hann síðani
spurdi tíðindamannin »var
det et klart svar«. Tá svar-
aði Schlüter kvikur til »Det
var ikke et klart svart, men
et godt svar«. So torført er
tað mangan at svara upp á
ymist, og tað fer Steinbjørn
Jacobsen eisini at merkja.
Býurin ikki
at kenna aftur
Broytingarnar hava verið
stórar síðani eg kom inn í
kommunustýrið – sum tað
tá æt – í 1970, men eg havi
ikki ætlað mær at komið
inn á alt tað, ið fingist er av
skafti hesi mongu árini,
men sum fremmanda fólk
siga so ofta: »býurin er ikki
at kenna aftur«.
Hinvegin má eg siga, at
tað er eitt sum ikki er
broytt, vit hava eitt gott lið
av embætis- og starvsfólki
og av fólki í ymisku deild-
unum uttanfyri sjálvt bý-
ráðshúsið, og eg fari at
takka teimum hjartaliga
fyri at hava staðið við mína
lið hesi mongu árini og
eisini sagt til, tá tey hava
havt aðra meining enn eg.
Hjartaliga tøkk fyri tað. Eg
fari at sakna tykkum.
Til seinasti fari eg at
ynskja býi okkara alt tað
besta í framtíðini við Harr-
ans signing. Eg fari eisini –
sum eg nevndi á seinasta
fundinum nú fráfarandi bý-
ráðið hevði – at royna at
læra og venja meg til at
ynskja meirilutanum alt
gott.
Og lat meg til heilt sein-
ast leggja afturat, at stóra
fyrimyndin hjá so mong-
um, Churchill, var altíð til
reiðar í torførum tíðum, og
soleiðis sum hann kom
fram at aftur ferð eftir ferð
og seinastu ferð, tá hann á
næstan 70 ára aldri saman
við USA bjargaði øllum
heiminum undan undir-
gangi. Soleiðis eri eg – um
lív og heilsa er – og Fólka-
flokkurin til reiðar, at taka
við ábyrgd aftur, tá borgar-
ar okkara í Klaksvíkar
Kommunu hava brúk fyri
okkum.
Hesi mongu árini hava
bæði verið spennandi og
mennandi, men tey hava
eisini slitið.
Røða hildin 18.12.00 av Jógvani við Keldu á fyrsta fundi hjá býráðnum 2001-2004,
tá hann fór frá sum borgarstjóri
Vit eru tilreiðar
at taka við aftur
Lastbilur til s¿lu
Lastbilur til s¿lu
Merki: Nissan Eco-T v/krana
çrgangur 1997
Km. 70.000
6 tons totalvekt
Prsuppskot kr. 170.000,-
v/MVG
Merki: Nissan Eco-T v/krana
çrgangur 1997
Km. 70.000
6 tons totalvekt
Prsuppskot kr. 170.000,-
v/MVG
Takstir 2001
Frá 1.januar 2001 eru fylgjandi prísir galdandi:
Burturkast bólkar
Burturkast sum skal brennast:
Kr/m3
Vanligt burturkast
160,00
Háorkuburturkast,dekk,trol o.t.
700,00
Lívrunnið burturkast
640,00
Burturkast sum skal endurnýtast:
Jarn og metall
120,00
Háorkuburturkast,dekk,trol o.t.
120,00
Burturkast sum skal tyrvast:
Asbest,rotviðgjørdur viður o.t.
180,00
Umframt nevndu prísir skal roknast 25% í MVG.
Tað er týdningarmikið, at burturkastið er skilt í
einsháttaðar bólkar. Eykagjald verður tikið fyri at
skilja burturkast,eftir at tað er komið til IRF.
Nágreiniligur takstfaldari fæst við at venda sær til
IRF,tlf.443343.
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjørður
Tlf. 444405
Fax444629
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666