fríggjadagur 29. desember 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2000
21
gult cyan magenta svart
20
Nr. 250 - 29. desember 2000
gult cyan magenta svart
BILAR
Magnus Gunnarsson
Lexus er luksusmerkið hjá
Toyota, sum í USA kappast
við bilar sum BMW og
Mercedes. Hóast Lexus
RX300 er ein dýrur bilur, er
hann sera væl móttikin í
USA, har hann hevur verið
at fingið síðan januar 1999.
Nú fæst bilurin eisini í
Evropa.
Lexus RX300
Lexus RX300 er gjørdur til
beinleiðis kapping við eitt
nú BMW X5, Audi A6
Allroad og Mercedes M-
Klassan. Hetta er ein luksus
frítíðarbilur í fyrsta floks
gjøgnumførdum kvaliteti,
og góðum koyrieginleikum
til góðar og vánaligar vegir.
Í Danmark kemur ein Lex-
us RX300 at kosta umleið
800 túsund krónur sum
persónbilur, og umleið 350
túsund, uttan moms, sum
vøruvognur.
Luksusbilur
Lexus RX300 hevur per-
manent trekk á øllum fýra
hjólunum. Eisini hevur
hann differentiali í miðjuni
og antispinn á bakhjólun-
um, eins og EPS stabilitet-
skipan, sum gevur bilinum
góðar off-road eginleikar.
Innan er hann ein sannur
luksusbilur, og hevur ein
sera framkomnum auto-
matgearkassa. Lexus RX
300 kann draga ein tungan
viðfestisvogn, og verður tí
nógv brúktur av fólki, sum
hava hestar.
Kelda: FDM / Motor
BILAR
Magnus Gunnarsson
Fyrsti VW Golf bleiv
framleiddur í apríl 1974.
Eftir at hava rundað 20
milliónir bilar kemur ein
nýggjur Golfur í 2003,
hóast nýggja modell røðin
byrjar í 2002 við eini
cabriolet útgávu.
Størri bilur
Hjá VW verður arbeitt av
øllum alvi við einum av-
loysara til núverandi Golf-
in, ið verður fimta VW
Golf modellið síðan 1974.
Bilurin verður nakað størri
enn forgangarin, við tað at
aksulfrástøðan
verður
longri og bilurin verður
breiðari. Væntandi
fær
hann eisini nýggjan undir-
vogn við nýggjari fjaðra-
skipan.
Fyrst sum cabriolet
Nýggi Golfurin kemur fyrst
sum cabriolet, við toy
galesju, í 2002. Samstundis
kemur væntandi eisini ein
Golf MPV, í stødd við Opel
Zafira, við sjey sitiplássum.
Hóast Golf kom sum av-
loysari fyri VW Bobluna,
hevur hann verið ov dýrur
til at verða ein beinleiðis
Fólkavognur, ein bilur til
alt fólkið. Men hann hevur
verið ein slóðbrótari í so-
kallaða Golf-klassanum, og
tann bilurin sum flestu
bilmerkini kappast við. Eis-
ini er VW Golf ein tíðar-
leysur bilur, sum er kendur
fyri at halda góðan brúkt-
bilaprís.
Kelda: FDM / Motor
Jaguar
X-Type
Nýggi Jaguar við loyni-
navninum X400 kemur
á marknaðin í summar
sum Jaguar X-Type. V6
motorarnir verða ávika-
vist 2,5 ella 3,0 litrar og
permanent
fýrahjóls-
trekk sum standard.
Kelda: Bilen Motor & Sport
V6 diesel
til Saab
Komandi heyst kann
Saab 9-5 TDI leverast
við einum 3,0 litur V6
turbodiesel motori við
comon rail innspræning.
Tað er GM-Isuzu, sum
hava staðið fyri menn-
ingini av motorinum.
Kelda: Motor Magasinet
Design
virðisløn
til Seat
Amerikanska bilblaðið
“Automotive News in-
ternational” hevur kosið
Seat Salsa til ársins best
designaða konseptbil.
Samstundis fekk tekn-
arin av bilinum, Walter
de Silva, design virðis-
lønina “Eurostar 2000”
fyri at vera ársins besti
bildesignari í Europa.
Kelda: Motor Magasinet
ÚT AT KOYRA
Nýggjur og størri
VW Golf er á veg
Lexus RX300
– nú eisini í Evropa
Lexus RX300
Motorurin
3.0 litur V6 bensin 201 HK
0-100 km/t
9.2 sek.
Bensinnýtsla
7,7 km/l
Dekkstødd
215/70-16
Longd
4,58 m
Breidd
1,82 m
Hædd
1,66 m
Eginvekt
1700 kg
Totalvekt
2275 kg
Í 2003 fær núverandi Golfurin ein avloysara, sum verður størri og fær væntandi nýggjan
undirvogn.
Golf streymurin síðan 1974
Golf I 1974 - 1983
Golf II 1983 - 1991
Golf III 1991 - 1997
Golf IV 1997 - 2003
Golf V 2003 -
Nú eru meira enn 20 milliónir framleiddir
ÚT AT KOYRA
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tá nýggjasti Peugeot 607
alment varð sýndur fram á
bilaframsýningini í Frank-
furt í fjør, sást at designið
var avbera snøgt. Nú vit
hava bilin her, má ásannast
at hann fult út varð sum vit
væntaðu í allar mátar.
Stórur, ljóðleysur og
rúmligur
Peugeot 607 er sin stórur,
snøggur og rúmligur bilur,
ið er ein sonn fragd at
koyra. Hann er so ljóðleys-
ur, at tey, sum sita aftan og
framman, lættliga kunnu
tosa saman, hóast koyrt
verður við nógvari ferð.
Aircondition skipanin kann
regulerast, soleiðis at hitin í
kabinuni ikki nýtist at vera
líka hjá bilføraranum og
síðumanninum. Fyri at
tryggja støðugan hita í
kabinuni, mátar skipanin
ferðina á bilinum saman
við sólarljósinum, soleiðis
at bilurin í brennandi sól
kann koyra inn í eitt berg-
hol, uttan at hitin broytist.
Minst møgulig
dálking
Møguleiki er at velja ímill-
um tríggjar motorar, ein 2.2
litur bensinmotor við 160
hk, ein 3.0 litur V6 við 210
hk, og tann nógv umtalaða
2.2 litur HDI (High Density
Injection) common rail
dieselmotorin við 136 hk.
Bilurin, vit royndarkoyrdu,
var ein HDI, við tí nýggja
framkomna filtrinum, ið
við eini eyka forbrenning
reinsar teir smáu sótmolar-
nar burtur, og dálkingin
verður so lítil sum til ber.
Hetta saman við elektron-
isku stýringini av brenni-
evni og luftblandingini ger,
at bilurin altíð kraftar mest
møguligt og dálkar minst
møguligt.
Tiptronic
Bilurin, vit royndarkoyrdu,
hevði Triptronic gearkassa,
har til ber at koyra við
automatgearum
ella
at
skifta sjálvur við at koyra
undir gearstongina fyri at
skifta millum hægri ella
lægri gear. Bilurin er sera
væl útgjørdur og hevur alt,
sum ein kann vænta av
einum bili í hesum klassan-
um. Listin yvir útgerð er so
víðfevndur, at vit ikki
kunnu nevna alt her. Har er
til dømis dekktrýstsensorar,
airbag framman, síðuairbag
og síðugardinur til at verja
høvdið í einum síðusaman-
stoyti, blunkljósini tendra
við eina sera harða upp-
bremsing, regnsensorar til
viskararnar og fartpilotur.
Prísir frá kr. 289.000,-
Standardprísurin á 607
HDI
útgávunu
er
kr.
370.000,-. Men ein 607
fæst við 2,2 litrar bensin-
motori, ið kostar frá kr.
289.000,- við næstan somu
útgerð sum HDI útgávan.
Peugeot 607 verður fram-
leiddur eftir ein nýggjari
skipan, ið gevur kundanum
møguleika fyri at fáa bilin
uppbygdan eftir egnum
ynski.
Peugeot 607 HDI
– luksusbilur við tí minst dálkandi
dieselmotorinum
Peugeot 607 2.2 HDI
Motorurin
4 syl. 2,2 litur HDI 16V 136 hk
turbodiesel við common rail
innspræning
0-100 km/t
12,1 sek.
Oljunýtsla
13,9 km/l
Dekkstødd
225/50-17
Stødd og vekt
Longd
4,87 m
Breidd
1,83 m
Hædd
1,45 m
Eginvekt
1525 kg
Totalvekt
2125 kg
Prísur
kr. 405.000,-
við Tiptronic og 17” alufelgum
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v/Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tlf. 316161
Peugeot 607 sær gott út við
17” alufelgum
Peugeot 607 er sin stórur, snøggur og rúmligur bilur, ið er ein sonn fragd at koyra
Bilurin, vit royndarkoyrdu, hevði Triptronic
gearkassa