Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. desember 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 29. desember 2000 23 gult cyan magenta svart 22 Nr. 250 - 29. desember 2000 gult cyan magenta svart VIÐMERKING Til kunningar Í sambandi við at Tórs- havnar kommuna og Kollafjarðar kommuna verða lagdar saman, fer Rás-Tórshavn at senda í Kollafirði frá 01.01.2001. Tó kunnu tey sum búgva Inni í firði og fram í dal ikki rokna við at síggja nøktandi. Rás Tórshavn sendir á UHF-rásum, og skal tí ein UHF-antenna nýtast fyri at kunna síggja Rás-Tórshavn í Kollafirði. Norrøn heiðurs- viður- kenning veitt Henningi Jacobsen, fyrrverandi landsverk- frøðingi Tvey ár eru nú runnin, síðan táverandi lands- verkfrøðingur, Henn- ing Jacobsen, upp und- ir jól fekk vakra jóla- kortið við bestu ynskj- um um eini gleðilig jól og alt gott í komandi ári, væl og virðiliga undirritað av Arna Poulsen, vinnu-mála- stjóra og Finnboga Arge, táverandi lands- stýrismanni, hetta sam- stundis sum hann við enn ókendari grund- geving fekk uppsøgn frá somu monnum. Sigast kann, at farið er farið, skaðin er hendur, og at einki gerst við tað, men nið- urløgd verður henda nú tiltiknasta, mest háð- andi og óinntonkta jólaheilsan í Føroya søgu so ongatíð. Eg skal við hesum bert ynskja Henningi Jacobsen hjartaliga til lukku við ærumiklu heiðursviðurkenningin i frá norrøna vegasam- takinum NORDISK V E J T E K N I S K FORBUND, íð fevnir um londini Finnland, Svøríki, Noreg, Dan- mark, Føroyar og Ís- land og sum nú sein- astu árini eisini hevur fingið tilknýti til balt- isku londini. Gleðilig jól. Heini Olsen Ivan Johannesen Miðvágur Bara ein stutt viðmerking til greinina hjá Sofusi Olsen í Dimmalætting 19/12-2000. Nú stundar so væl til jóla, so eg vil ynskja tær, Sofus, og øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Nú veit eg ikki, hvat tú vilt, við at kunngera ymist skjøl um Heygadrang, og hvat Heygadrangur kostaði landskassanum, tí talið av skipum ið landskassin mátti gjalda fyri er stórt. Eitt kann eg upplýsa Sofusi Olsen og øllum, at eg havi ongantíð tikið undir við at binda landskassan at fíggja Heygadrang og tí vil eg siga, at Búskaparráðið og eg vóru samd. Annars kann eg upplýsa, at tað var eg, sum und- irskrivaði sølusáttmálan, tá Heygadrangur var seldur av landinum. Mítt úttalilsi í gr. 19 nevndini (síða 268) um Búskaparráðið er eitt svar uppá ein spurning: “Hvussu vóru einstøku málini viðgjørd í Fíggjar- nevndini? Vóru krøv um at leggja mál fyri Búskapar- ráðið”? Mítt svar er eitt generelt svar, so sum eg metti støðuna í fíggjarnevndini, - at Fíggjarnevndin setti ikki so stórt virði í tað, sum Búskaparráðið segði. Eg haldi at nettup málið um Heygadrang, var eitt tíðuligt dømi um at so var, tí Búskaparráðið mælti so staðiliga frá, men málið bleiv samtykt. Heðin Mortensen, løgtingsmaður Tað er sanniliga ein drúgv frágreinging, sum grein 19 nevndin hevur handað løg- tinginum, um tað sum hendi í 80 árinum. Flestu okkara hava uttan iva lisið frágreiðingina, og hon er ein lemjandi at- finning at allari tí polittisku skipanini og einum stórum parti av umsitingini í 80- árinum. Nógv verður tosa um at vaska hendur, tað ætli eg mær ikki. Men lat meg beinanvegin gera vart við, at eg ikki var ein partur av løgtinginum hesi árini, og hevði hvørki ávirkan á førda politikkin í løgting- inum, ella í landstýrinum. So er tað sagt. Sum tað verður nevnt av fleiri embætisfólkum í sín- um frágreiðingum, so byrj- aði niðurteljingin, tá vit miðskeiðis í 70unum fingu nógv nýggj tingfólk. M.a. sæst á síðu 178, at polittikararnir fyri ta tí, bæði tað sonevnda sjálv- stýrislandsstýrið, og po- litikararnir sum komu beint aftaná, fáa nógv rósandi orð. Men síðani heldur mest- sum allur veruleiki uppat. Teir nýggju polittikararnir duga sær ikki hógv, og hóast landsstýrir og sam- gongur skiftu, so helt nið- urteljingin fram, og alt end- aði so við tí stóru vanlukk- uni í 1988, og tí veruliga skrædlinum í 1992. Nú er hendan frágreið- ingin soleiðis háttað, at tað ber til hjá fólki at lesa hana, og gera sær eina fatan av, hvat tað var sum veruliga hendi. Men sum sjálv nevndin sigur, so var ikki pláss fyri øllum, um frágreiðingin ikki skuldi verið munandi longri. Mær kemur í tí samband- inum til hugs ta sonevndu: ”Grønborg-frágreiðing- ina”, sum varð gjørd um bankamálið. Tað er ein frágreiðing í fleiri bindum, og tá tað sum hendi í 80-árinum fekk nógv álvarsligari fylgjur fyri Føroya fólk, so gjørdi ta einki, um hendan frá- greiðingin var størri,. Um ikki annað, so til ”skræk og advarsel” fyri komandi ættarlið og polittikarar. Fleiri polittikarar, bæði núverandi og fyrrverandi, hava givið sítt ískoyti til frágreiðingina um 80-árini. Eg má siga, at eg ikki eri stórvegis klókari av tí sum sagt verður, og hjá flest- øllum bera frágreiðingarnar brá av undanførðslum, og einum ella øðrum ”bera í bøtuflaka” boðskapi. Undantiknar eru kortini frágreiðingarnar sum politikararnir góvu í rætt- inum, í samband við tey nógvu skipamálini. Tað er lestur so tað forslær, bæði hjá polittikarum, embætis- fólki og øllum føroya fólki. Frá síðu 124 til 136 í frá- greiðingini stendur frá- greiðingin sum ein em- bætismaður gav Føroya rætti, tá skipamálini vóru til viðgerðar. Eg haldi at tann frágreið- ingin sigur somikið nógv um veruligu støðuna í 80- árinum, at neyðugt er ikki at lesa stórvegis meir. At so fleiri aðrir em- bætismenn eisini hava skrivað frágreiðingar, ger lesturin uppaftur áhuga- verdari. Tað kemur týðiliga til sjóndar, at embætismenn verri enn so altíð hava verið samdir, og hóast frágreið- ingar eru skrivaðar eini 10 ár eftir at hendingarnar hava verið, so býr eitt týðuligt ”agg” undir. Eitt gott dømi er um tað sum embætismaður skrivar á síðu 142 í frágreiðingini. At talan hevur verið um ósemjur er kanska ov veikt, tað hevur verið beinleiðis kríggj ímillum embætis- fólk. Hvussu frá polittiskari síðu var handlað, sæst á síðu 167, sum er brotið um Skála Skipasmiðju. Tað sigur rættiliga nógv um tann polittiska hugburðin sum var. Tað sama kann sigast um brotið á somu síðu, sum er um Fiskiskipaupphøgging.. Enn eitt talandi dømi um ”vanvitið”, sum ráddi á polittikska leikpallinum í Føroyum í 80-árunum. Tá var í øllum førum embætisverkið broytt mun- andi, men tað tykist ikki at hava stórvegis týdning fyri gongdina í samfelagnum. Aftast í frágreiðingini, frá síðu 331, eru grann- skoðaðu rakstrarroknskap- inir hjá landinum frá 1998 til 1999. Hesar frágreiðingar gera í øllum førum greitt, hvussu tilvildarligt alt var í 80-árinum. Og so er bert at vóna, at polittikararnir – vit, leggja okkum tað í geyma, og fara at royna at virka øðrvísi í framtíðini. Eg kann ikki lata vera við at taka tað fram, sum skriva er í frágreiðingini um yvir- tøkurnar sum framdar vóru í hesum tíðarskeiði. Um yvirtøkunar frá 1975 til 1988, verður nágreinliga greitt frá, frá síðu 33 til síðu 41 í frágreiðingini. Eftir tí sum har verður greitt frá, so var líkasum ein ”sportur” at yvirtaka so nógv mál sum gjørligt. Og tað var gjørt, uttan at neyð- uga játtanin fylgdi við. Aftur eitt talandi dømi um, at polittiska skipanin var út av lagi. Fleiri av polittikarunum sum framvegis mynda løg- ting og landsstýrið, eru framvegis virknir, meðan aðrir hava valt at taka seg aftur. Eg rokni við, at tit sum framvegis eru virknir hava ringan smakk í munninum, eftir at hava lisið frágreið- ingina. Tá atfinningar eru gjørd- ar at polittiska valdinum og umsitingarvaldinum í 80- arunum, so má eisini takast við, at peningastovnanir so sannliga høvdu sín stóra leiklut í tí sum fór fram. Tað verður fleiri ferðir nevnt um óansvarligan bú- skaparpolitikk frá pen- ingastovnunum, og at teir royndu at koyra meir ferð á, heldur enn at tátta í. Og so tey sonevndu spekulatións- lánini sum floymdu inn yvir landið. Har var nokk ikki nóg nógv togað í av landsstýrinum, tí hvørt einasta lán skuldi vera góðkent, men har hendi einki. Peningastonanir fáa av at vit, og teir vóru teir sum at enda taptu í dansinum um ”gullkálvin” Hvat ”showið” í 80-árun- um hevur kosta borgarun- um, er ikki til at fáa skil á, sigur grein 19 nevndin, men talan er um kanska einar 10 miljardir kr. tilsamans. So vítt eg minnist, var samlaða føroyska skuldin eitt skifti einar 14 miljardir kr. Tað hend eftir at veruliga uppgerðin, sum varð gjørd eftir valið 1988 kom fram. Tá øktist uttanlandsskuldin frá umleið 4 miljardir kr., upp í 8 miljardir kr. Tað sum so hendi árini aftaná, var orsøkin til, at uttanlandsskuldin vaks og vaks, til hon at enda ”kul- mineraði” uppi á umleið 14 miljardum kr. Eg kann í hesum sam- bandi ikki bara mær við at siga, at støðan er lítið broytt enn. Tit sum í dag mynda landsins stýri, tit hava ferð eftir ferð ført fram, at tað var ríkisstuðulin og heima- stýrislógin, sum førdu til vanlukkuligu støðuna í Føroyum. Soleiðis er veruleikin bara ikki, og tað verður víst aftur í frágreiðingini í 80- árini. Í frágreiðingini verður víst á, miðskeiðis á síðu 145, at polittikararnir í 60- árunum og til miðskeiðis í 70-árunum ikki vildu binda landið ov nógv. Har verður eisini sagt: at 80-árini settu landið í veð. Heimastýrislógin og stýr- isskipanin var óbroytt. Á síðu 181/82 verður sagt, at skilagóðu polittik- ararnir í 60-árinum og ein part av 70-árunum, stýrdu eftir somu fullfíggjaðu ella ófullfíggjaðu lógum sum polittikararnir í 80-árunum. Og so verður sagt: ”Tað nyttar einki við lógarverki, líka mikið hvussu tað er skrúvað saman, um tað við vilja verður brotið hvørja ferð tað passar valdsharr- unum, hvørja ferð tað er í vegin fyri teirra ætlan”. So mong eru orðini, og tey siga ikki so lítið. Eg kundi í hesum sam- bandi hugsað mær at nevnt tey dømir sum hava verið frammi. Tað hevði einki við heimastýrislógina at gera, at vit fóru útav eggini. Tað hevði einki við ríkisstuð- ulin at gera, tí bert í 1988 læntu vit tvær ferðir so nógv sum ríkisstuðulin tá var. Og fari eisini at loyva mær at vísa á nøkur dømi sum eru komin frá lands- stýrismálanevndini, um ymisk viðurskiftir hjá landsstýrisfólkunum. Og sum frágreiðingin um 80-árini sigur á síðu 184, loyvi eg mær at ávarða núverandi polittikarar, so ikki alt endar sum dømini á síðu 184 bera brá av. Til tykkum sum nú ar- beiða við at gera Føroyar til fullveldi. Tit verða kanska ikki mint um eina slíka gølu sum 80-árini vóru, men eg kenni meg sannførdan um, at tit uttan iva fara at verða kend fyri kanska tað sum er nógv verri. Tit mugu minnast til, at Føroya fólk skal gjalda uppá skuldina frá 80-árun- um líka til ár 2020. Í hesum sama tíðarskeiði hevur danska stjórnin eftirgivið okkum miljardir av skuld. Harvið hevur hon við- gingið eitt mistak í banka- málinum, men eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð frá nøkrum av teimum polittik- ararum, sum vóru við til at koyra landið á húsagang í 80-árunum. Og tað sigur ikki so lítið............ Hvør hevur skuldina Frágreiðing um áttatiárini Tríggjar mánaðir eftir væleydnaða ráð- stevnu er samskifti enn millum luttak- ararnar — um netið. Heimasíðan hevur frásagnir frá øllum arbeiðinum og slóð verður løgd til fleiri myndir av ráðstevn- uni RÁÐSTEVNA Tíðindaskriv Eftirmeting av ungdóms- ráðstevnuni í Grønlandi. Í september var sera áhugaverd ráðstevna skipa fyri ung úr norðurlendsku útjaðaraøkjunum. Ráð- stevnan var skipað í Ilulis- sat (Jakobshavn) í Grøn- landi. Skrivligu úrslitini, dagbøkur og annað eru til taks á internetinum. Føroysku luttakararnir vórðu úr ymsum økjum umboðandi børn og ung í Føroyum. Elin Mortensen úr ”Ung í MáF”, Anita Ottosen úr ”Ungdómshús- inum Margarinfabrikkin”, Fía Lindenskov fyri ”Sosi- alistiskt Ungmannafelag”, Karstin Olgar Lamhauge umboðandi ”Blá Kross Ungdóm”, Rúni Thomsen fyri ”KFUM-skótarnar í Føroyum” og Niklas Winther umboðandi ”Før- oya Ungdómsráð. Í fyrireikingarbólkinum var Jákup av Skarði fyri Føroya Ungdómsráð. Ráðstevnan Fyri umleið hálvum øðrum ári síðan byrjaðu fyrireik- ingarnar til hesa ráðstevn- una, ið hevði sum endamál at fáa fólk í útnorði at skipa fyri fleiri verkætlanum fyri ung. Eisini var ætlanin at geva luttakarunum møgu- leika at læra seg at finna fram ymsar grunnar, ið stuðlað kundu júst teirra verkætlan. Fyri at lýsa alt bakstøði undan ráðstevnuni er eisini at leggja afturat, at hendan var liður í røð av øðrum ráðstevnum. Fyrsta ráð- stevna var í Álandi, hon var ikki so væleydnað, men tó ein byrjan. Síðani varð ráð- stevna skipað í Føroyum, á Selatrað, ið luttakararnir og fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við. Fyri tveim- um árum síðan var ráð- stevna í Íslandi, har føroy- ingar eisini vóru við. Ráðstevnan í Grønlandi í ár, varð mest bygd á væl- eydnaðu ráðstevnuna á skótadeplinum á Selatrað. Nú vóru vit í Ilulissat, men hugsanin var, at vit kundu nýta nógv av skipanini úr Føroyum og harafturat vildu vit knýta teldusam- skifti uppí arbeiði. Luttakararnir og fyrireikararnir Fyri at fáa verkætlanar- arbeiðið út til stór øki og at royna at fáa allan útjaðaran umboðan, vóru fýra mans settir í fyrireikingarbólk: Joachim Clausen (Nordisk Ungdomskomié), Ivan Bur- kal (Børn- og Ungdoms- kultur), Roger Skarvik (umboð fyri Nordkalotten) og Jákup av Skarði (Føroya Ungdómsráð og í hesum eisini fyri Børn- og Ung- domskultur). Hesir fýra settu sær fyri at fáa luttakarar úr Nord- kalloten, Álandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Nordkalloten er somikið stórt øki, at miðjað var ímóti at fáa umboðan úr svenska, norska og finska partinum. Tilsamans var rúm fyri áleið 30 luttakar- um og skuldi fyrireiking- arbólkurin fyrireika luttak- ararnar í sínum øki og nýta alnótina, hagar frástøðan var ov stór. Fyrireikingarbólkurin hittist í Keypmannahavn, afturat at nógv samskifti var á alnótini. Væl gekk i hond við fyrireikingum og ætlanum til innihaldið í ráðstevnuni, men tíanverri rukku vit ikki út til øll. Úr Álandi vóru eingir luttak- rar, men av tí at øll hini londini/økini, vórðu um- boðað, var grund undir breiðum samstarvi og møguleika fyri innlit í flestu mentanirnar í útjað- araøkinum. Luttakararnir úr Føroy- um vóru Rúni Thomsen, Elin Mortensern, Niklas Winther, Fía Lindenskov, Karstin Olgar (Oggi) Lam- hauge og Anita Ottosen. Hesi fingu møguleikan at luttaka á ráðstevnuni, so føroyingarnir umboðaðu breiðan skarða innan ung- dómsarbeiðið í Føroyum. Bólkaarbeiði/verkætlanir Føroysku luttakararnir vóru væl fyrireikaðir til ráð- stevnuna. Bólkurin hittist nakrar ferðir at lærar hvønn annan at kenna og at ar- beiða við evnum, ið tey hugsaðu sær at fyriskipað - okkurt av føroysku evnun- um til verkætlan vann stóra undirtøku, tá ið vit komu til Grønlands. Alt tað skrivliga arbeiðið er til taks á heimasíðuni: www.ilulissat.gl/NordSemi nar - slóð er eisini av heimasíðu FUR’s www.fur.fo. Afturat dag- bókum og navnalistum, ber til at lesa um ymsu bólka- arbeiðini og verkætlanirnar, ið luttakararnir skutu upp og arbeiddu við. Trý evni, ið møguliga verða arbeidd áfram við, eru: Nordiskt ungdoms- træff – ið flest allir før- oysku luttakararnir ar- beiddu við. Hugsanin er at skipa fyri stevnu, har norð- urlendskur ungdómur hitt- ist at tosað/arbeiða við evn- um og trupulleikum vit hava í felag, t.d. dálking. Annað evnið var Teater- kursus - har skotið var upp, at trý úr hvørjum norður- landi hittust at samstarva innan leik. Triðja evni Radioprojekt - var ætlað at galda útvarpssendingar um ungdómsarbeiði í ymsu norðurlondunum. Bólkaarbeiðini og verk- ætlanirnar vóru beinan- vegin løgd út á alnótina, til almenningin at umrøða. Hvør luttakari sær hevði valt kontaktpersón heima, ið hevði til uppgávu at hyggja inn á heimasíðuna og møguliga at umrøða málini, ið stungu seg upp. Tíanverri eydnaðist hesin parturin ikki til fulnar, millum annað tí at inter- netsambandið til ráðstevn- una var heldur svikaligt. Nú er stóra avbjóðingin at fáa í lag fyriskipingar innan ymsu verkætlanirnar og at nýta alnótina til at skipa fyri at samskiftið millum luttakararnar ikki slitnar. Ein liður í hesum er heimasíðan og neyðugt verður, afturat at fleiri myndir skjótt eru til taks, eisini at fáa skipað fyri brævasamskifti — longu nú eru fleiri, ið javnan senda heilsanir millum sín og siga frá gongdini í ymsum verk- ætlanum. Um teldusamskiftið er væleydnað í eitt ár, verður møguliga ráðstevna skipað aftur um tvey ár, ið bein- leiðis byggir á ráðstevnuna í Grønlandi - ið bæði lut- takarar og fyrireikarar vórðu serstakliga væl nøgdir við. Upplivingar úr Grønlandi Fyrst er at nevna flogtúrin úr Kangerlussuaq (Syðra streymfirði) til Ilulissat. Vit flugu um innlandísin og flogskiparin gjørdi ikki mætari enn at fara í ógvu- liga lága floghædd, so vit sóu bygnaðin í ísinum - tað var stórsligið og sera undr- unarvert at síggja so nógv- an samanstúgvaðan ís, ið spakuliga leitaði sær út á hav. Flogskiparin greiddi frá, meðan vit flugu yvir fjørðin, hvussu dýpið varð og hvussu vandamikil ís- fjøll eru - samstundis sum vit næstan rukku niður á onkur ísfjøll, ið høvdu snarað sær á. At verða í Grønlandi er ein stór uppliving, og at vit høvdu møguleika at fara útferð í báti var framúr- skarandi. Tveir bátar lógu til okkum at fara umborð og vórðu vit á sjógvi einar tríggjar tímar. Vit sigldu millum ísfjøll, sóu menn á floti í smáum jollum - tveir komu aftur av veiði søkkla- staðir - og hoyrdu dunið frá ísfjøllunum, tá ið petti brotnaðu av. Nógvar myndir eru av ferðini, og verða tær á heimasíðuni í næstum. Men reiðiliga at skilja tað stór- sligna ber bert til hjá tí, ið var til staðar. Stuðlar Peningaligu útreiðslurnar til hesa ráðstevnu vóru goldnar av Nordiskt Ung- domskomité og Børn- og Ungdomskultur. Luttakar- arnir høvdu onga útreiðslu av ferðing, gisting ella mati - bert tað, teir høvdu fyri neyðini í lummapengum. Harafturat gjørdu vit í Føroyum nakað burturúr, at geva nøkrum fyritøkum møguleika at fáa navnið lýst á ferðini og ráðstevn- uni. Vit fingu vindjakkar frá Iveco/Toyota, taskur og skriviamboð frá Føroya Sparikassa, T-shirt frá Flog- felag Føroya, Jolly, Faroe Travel, Føroya Banka og Postverki Føroya, lykla- ringar frá Smyril Line og pennar frá Formula Føroy- um og Suðuroyar Spari- kassa. Pennar og lyklaringar góvu vit hinum luttakarun- um, men t-shirtirnar, task- urnar og jakkarnir vóru meira til “livandi lýsing”. Vit takka stuðlunum og ynskja øllum eini gleðilig jól og eynduberandi nýggj- ár. Blíðar heilsanir Niklas, Fía, Oggi, Anita, Rúni, Elin og Jákup Ungdómsráðstevnan í Grønlandi