fríggjadagur 29. desember 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2000
27
gult cyan magenta svart
26
Nr. 250 - 29. desember 2000
gult cyan magenta svart
Ebenezer
Í dag verður barnafest.
Fyri børn 7 ár og yngri kl.
15 og fyri børn 8 ár og
eldri kl. 18.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Nýggjársaftan kl. 11: Møti.
Nýggjársdag kl. 19: Guds-
tænasta í Dómkirkjuni.
Mikudagin kl. 15: Bøn.
Nýggjársveitsla fyri sol-
datum og vinum 12. jan.
Tilmelding innan 7. jan.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í kvøld kl. 20 byrjar
nýggjársstevnan í Badmin-
tonhøllini.
Í morgin kl. 14 undirvísing
v/ Símun Absalonsen og
Jóan Petur Johannesen, kl.
20 møti v/ Paula Høj.
Nýggjársaftan kl. 11
morgunmøti v/ Tummas
Jacobsen, kl. 01.00 nýggj-
árskonsertin.
Nýggjársdag kl. 18 møti v/
Rúna Rasmussen.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
http://www.filadelfia.fo
KFUM og KFUK
í Havn
Í dag, 29. des., kl. 19.30 í
KFUK: Jólaveitsla fyri
vaksin. Inngangur við
Hans Jacob Joensen, bispi.
Meinigheitshúsið
í Havn
Nýggjársaftan verður møti
kl. 18 v/ Sverra Steinhólm.
Ørkin, Saltangará
Møti verður aftur í
Arbeiðarafelagshúsinum
Hæddini sunnudagin 7.
januar.
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Nýggjárskvøld verður møti
kl. 20 við Jens Vestergård,
Ebba og Nimrodd syngja.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Betel, Vágur
Leygardagin kl. 15. Nýárs-
veitsla fyri børn, kl. 19
vaksin.
Nýggjársaftan kl. 11 breyð-
bróting, kl. 23 bønarfundur.
Nýggjársdag kl. 18 evan-
gel. fundur.
Ó n s -
dagin 3. kl. 20 bønarfundur.
Betania, Skopun
30. des. nýggjársveitsla í
Betania kl. 19.
Nýggjársdag kl. 17 jóla-
veitsla í Zion. Verið væl-
komin.
Zion, Sandur
Nýggjársdag kl. 17 jóla-
veitsla. Verið vælkomin.
Missiónshúsið
í Leirvík
Jólafestin verður leygar-
kvøldið 30. des. kl. 19. Á
skránni verður m.a. jóla-
boðskapur, jólahugni,
sangur og Luciagongd.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Saron, Vestmanna
Nýggjársaftan kl. 18:
Evangeliskt møti.
Reyði Krossur
Føroya
Sorgarlinjan svarar mán-
adag, mikudag og fríggja-
dag kl. 19-21.00 á tlf.
212380.
Vágs Matmøðrafelag
Dagtilhaldið í Vági er opið
týsdag og tórsdag frá kl.
15-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Fundir verða í kvøld kl.
20-21 og kl. 22.30-23.30.
Al-anon
fundur er hvørt týskvøld
og hóskvøld kl. 21 á
Vaskarínum í Tórsgøtu 5.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hós-
dag millum kl. 13 og 17.
LFÚ-ráðgevingin hevur
opið týsdag og hósdag frá
kl. 16-18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geilsgøtu 1 er opin hvønn
hósdag frá kl. 14 til 20 og
annars eftir avtalu á telefon
320197. Teldupostur
lisa@lisa.fo – heimasíða
www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty
International
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands, tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiskimenn í Canada, Svø-
ríki, Danmark, Íslandi og
Noregi. Limagjald 200 kr.
um árið. Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
MBF-skrivstovan
Íslandsvegur 10c
Tlf. 317373 · Fax 310813
e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin hvønn
dag frá kl. 9-16. Viðtala
við sosialráðgevan fæst
eftir avtalu við skriv-
stovuna á tlf. 317373.
Javni
N. Finsensgøta 32
Mánadag stongt.
Týsdag, mikudag og
hósdag opið kl. 11-14
Fríggjadag kl. 11-15
Tlf. 314827 Fax 310557
e-mail:
javni@post.olivant.fo
Deyvafelag
Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá kl. 8.30
til kl. 15.30. Tlf. 31.7597,
skrivitlf. 31.6929 fax
31.3609 og teldupostadr.
deaf_fo@post.olivant.fo
Giktafelag Føroya
MBF Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tlf. 310237 fax 310813
e-mail:
gikt@post.olivant.fo
Opið týsdag og hósdag
kl. 10-13.
Fibromyalgibólkurin:
Telefonviðtala týsdag frá
kl. 10-12.
Foreldrabólkurin at gikt-
sjúkum børnum: Betty og
Noel Joensen, Klaksvík,
tlf. 457337 eftir arbeiðstíð.
Ungdómsbólkurin: Sára
Tummassardóttir, tlf.
373106 eftir skúlatíð.
E-mail:
sara@post.olivant.fo
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men sam-
band við felagið fæst við
at ringja til onkran av
nevndarlimunum:
Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Føroya
Astma/Allergifelag
MBF-húsið
Íslandsvegur 10c
Tlf./fax 311419
Skrivstovan er á niðaru
hædd og er opin hesar
tíðir.
Týsdag fyrrapart kl. 10.00-
11.30
Hósdagin seinnapart kl.
16.00-17.30.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 31 79 59,
telefax 31 57 27.
E-mail:
ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag
Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovu-
tíð, men samband við fel-
agið fæst á tlf. 313978,
Randfríð Sørensen, ella tlf.
319793, Mari Johannesen.
Sjómansheimið
Ørkin í Reykjavík
Møtini byrjaðu 1. oktober
kl. 16 og verða hesa
klokkutíð allan veturin.
Føroyska sendingin
»v/ Betesdabrunnin«
er at hoyra á FM 92,2
MHZ miðbýurin, FM
106,5 MHZ Aalborg suður,
og FM 107,4 Aalborg
norður, hvønn leygardag
kl. 10 og verður endursend
sunnukvøld kl. 20.30.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sending-
in frá Odense Radio
hoyrist hvønn mikudag kl.
16.40, danska tíð, á FM
107,1 MHz.
Føroyska nærvarpið
í Esbjerg
Føroyska sendingin
»v/Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 93,5 MHZ
hvønn leygardag kl. 11.00
og verður endursend kl.
16.00.
Føroyskt møti
í Ålborg
Føroysk møti eru fyrsta
leygardag í hvørjum mán-
aði kl. 19 í hølunum hjá
Bethania kirkjuni á Dag
Hammerskjølds Gade 2.
Drekkamuður er aftaná, øll
eru hjartaliga vælkomin.
Føroyskt barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er
føroyskt barnamøti í »Fæl-
les Fælleshuset« á C. W.
Obel kollegium á Herning-
vej. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at
koma í ein kristnan felags-
skap, ella ynskir tú at
hjálpa til í andaligum
arbeiði á fólkakirkjunnar
grund í Danmark, so kanst
tú ringja til: Hera Elttør,
Aulum, tlf. 97473786, Jan
Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112, Bir-
gir Johannesen, Køb. tlf.
35854159 ella Torleif Jo-
hannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld
kl. 19 í Eliaskirkjuni á
Vesterbro Torv, Vester-
brogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5
min. at ganga frá Hoved-
banegården, 2 min. frá
Føroyahúsinum. Bussarnir
1, 6, 14, 16, 28 og 550S
steðga nærhendis. Øll eru
vælkomin. Nærri fæst at
vita frá Atla Rasmussen,
tlf. 32 969995, ella Øssuri
Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thors-
gade 65, 2200 København
NV, eru hvønn 1. og 3.
sunnudag í mánaðinum kl.
14. (Kirkjan er skamt frá
Nørrebros Runddel). Prest-
urin er at hitta á tlf.
38796146.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyð-
bróting. Kl. 18: Evangel-
iskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar-
og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkom-
in til hesi møti. Eftir fund-
irnar bjóða vit ein drekka-
munn.
Kristnastova
Birmavej 36, København
S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt
fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er
hvønn sunnumorgun kl.
11. Sunnudagsskúli er
samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37,
38 steðga nærhendis.
Føroyingafelagið
í Odense
hevur opið hvørt fríggja-
kvøld frá kl. 20. Tú finnur
okkum á Rugårdsvej 21
(kjallarin), 5000 Odense C.
Teldupostur: ffo@post.gs
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48D
8000 Århus C
Tel. 86 18 06 04
Húsið er opið mánadag til
hósdag kl. 16-18 og
fríggjakvøld kl. 21-03.
Føroysku bløðini liggja
frammi. Kaffi er ókeypis.
Flogbóltur í Frydenlund-
skúlanum fríggjadag kl.
16-18. Sunnudagsskúli
annanhvønn sunnudag
(líka vikur) kl. 14.30.
Føroyskur barnaskúli ann-
anhvønn leygardag (ólíka
vikur) frá kl. 11-14.
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf.
75132747
Opið hvørt mánakvøld kl.
19–22.00, har tú ert væl-
komin at lesa bløðini,
spæla kort og keypa tær
ein kaffimunn.
Føroyingafelagið
í Svøríki
Vit hava tiltøk nakrar ferð-
ir um árið. Nærri upplýs-
ingar fáast við at venda
sær til Annu West fahl á
tlf. +46176269536 ella
Innu Törnroos á tlf.
+468853570.
Føroyingafelagið
Vesturskin, Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum
nakrar ferðir um árið.
Nærri upplýsingar við at
venda sær til Sørin Daniel-
sen, tlf. 56147684 ella
Elsebeth Reines, tlf.
55229049.
TILTØK
Í dag, 29. des., giftast Mariane Haraldsen úr Mið-
vági og Fróði Olsen av Argjum. Tey eru at hitta
heima í Viðargøtu 50 eftir kl. 21.00.
Leygardagin 30. des. kl. 16.00 giftast í Havnar
kirkju Hildur Debes Winthereig og Eyðun Linden-
skov Samuelsen, bæði úr Havn. Veitsla verður fyri
innbodnum í HB-húsinum.
Leygardagin 30. des. giftast í Avedøre kirke, Guðrið
Jákupsdóttir Joensen, Tórshavn og Jan Forná, Tvør-
oyri. Brúdleypsadr: Grønbækvej 4, 2650 Hvidovre.
Leygardagin 30. des. kl. 14.00 giftast í Hvalvíkar
kirkju Olga Joensen Dys, Hvalvík, og Steinar
Hansen, Toftir.
og
kl. 16.00 giftast í Fríðrikskirkjuni Annelisa Joensen,
Undir Gøtueiði, og Dan Hansen, Toftir.
Brúdleypið verður í Ítróttarhøllini í Runavík kl.
19.00.
BRÚDLEYP
GULLBRÚDLEYP
Leygardagin 30. des. hava Martha og Edvin Poulsen,
Tórshavn, gullbrúdleyp. Veitsla er í Karup Forsaml-
ingshúsi. Adressan er: C/o Petur Thomsen,
Madumsøyvej 4, Hellum, 9520 Skørping.
PRÓGV
Oddvá Nielsen úr Havn hevur lokið prógv sum
ídnaðarlaborantur á Laborantskúlanum í Keyp-
mannahavn. Læruplássið hevur verið Landbúnaðar-
háskúlin í Keypmannahavn.
Føroyingar í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða: http://www.n-
orden.no/foroyar
Norsk-Færøysk Lag skipar
javnan fyri tiltøkum fyri
føroyingum og fólki við til-
knýti til Føroyar. Tiltøkini
verða hildin í Oslo, og
nærri upplýsingar um tíð
og stað fáast við at venda
sær til felagið á tlf.
+4722674829.
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33239980
Fax: 33239234
Teldupostur:
fo.raadgivning@get2net.dk
Hjálp og vegleiðing í sosi-
alum, persónligum og lestr-
arligum spurningum. Opið
er: Mánadag, týsdag og
hósdag kl. 11.30-15.30,
mikudag kl. 14-18, fríggja-
dag stongt (donsk tíð).
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
E-mail:
ffaalborg@mail.tele.dk
Álaborg er opin soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá
17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá
22.00 til 03.00.
Álakórið venur hvønn
sunnudag kl. 18.00.
Kortkvøld er annaðhvørt
fríggjakvøld frá kl. 19.00
Føroyskur dansur er annað-
hvørt hóskvøld kl. 19.30.
Annars vera tiltøk, ið verða
á skránni, lýst í Túnatosi,
sum kemur út einaferð um
mánaðin.
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86,
sum sigur frá øllum tiltøk-
um. Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
postur@faroehouse.dk
Upplatingartíðir:
mánadag–fríggjadag:
kl. 16.00–19.00.
Fríggjadagin 29.12. kl. 1930
Fríggjadagin 29.12. kl. 2115
Leygardagin 30.12. kl. 1930
Leygardagin 30.12. kl. 2115
HAVNAR BIO
✰
Tlf. 311956
✰
www.in.fo/havnarbio
Fríggjadagin 29.12. kl. 1600
Fríggjadagin 29.12. kl. 1745
Leygardagin 30.12. kl. 1600
Leygardagin 30.12. kl. 1745
Fríggjadagin 29.12. kl. 2330
Leygardagin 30.12. kl. 2330
TILTØK
Fríggjadagin 29.12. kl. 1900
Leygardagin 30.12. kl. 1900
Fríggjadagin 29.12. kl. 2100
Fríggjadagin 29.12. kl. 2400
Leygardagin 30.12. kl. 2100
Leygardagin 30.12. kl. 2400
Fríggjadagin 29.12. kl. 1630
Leygardagin 30.12. kl. 1630
HAVNAR BIO ynskir øllum viðskifta-
fólkum sínum eitt gott nýggjár
Vika 52 – 27. desember
Vinnaratøl: 10 - 11 - 20 -
29 - 37 - 48
Eykatøl: 24 - 43
6 vinnaratøl:
0,- kr.
5 vinnarat.+ eykatal 520.651,- kr.
5 vinnaratøl:
3.820,- kr.
4 vinnaratøl:
126,- kr.
3 vinnaratøl:
32- kr.
––––––––––––––––––––––––
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av møguligum villum
VIÐMERKING
Bill Justinussen
Høgni Hoydal varaløgmað-
ur nevndi í talu síni um §
19
kanningina,
at
landskassin kom at hanga
upp á so at siga alla skuld í
samfelagnum, tá kreppan
rakti sum avleiðing av
áttatiárunum. Eg vil enn
einaferð minna á, at ein
bólkur í samfelagnum varð
meiri órættvíst viðfarin enn
øll hini, tá alt varð gjørt
upp,
nevniliga
sethúsaeigararnir.
Skuldarbundnu
sethúsaeigararnir
Hesir vóru fyri tí vanlagnu,
at teir av politikkarunum
fyrst í 90-unum ikki vórðu
viðgjørdir á jøvnum føti
við vinnulívið og bankan.
Og í veruleikanum vóru
hetta teir einastu, sum ein
landskassi kundi sigast at
hava
moralska
skyldu
mótvegis.
Hart
spentu
sethúsaeigararnir, sum yvir
eina nátt mistu helvtina av
virðinum í ogn síni orsakað
av einum pennastroki á
onkrum
donskum
skriviborði (hetta burdi
Høgni vitað alt um, tá
hugsað verður um víða-
gitnu sjónvarpssendingar
hansara) vóru veika liðið í
ketuni, men hesir fingu
onga hjálp. Hinvegin var
tað alt umráðandi at bjarga
bankunum, sum helst vóru
størsta orsøkin til krepp-
una. Og við teimum vinnu-
lívinum m.a. fiskavirkjun-
um.
Føroya Banki svíkur
Føroya Banki fekk um
landskassan frá føroyska
skattgjaldaranum
milli-
arda-stóra upphædd fyri at
kunna avseta til komandi
tap. Men hvat gjørdi bank-
in? Hann avskrivaði í stór-
um uppá vinnulívskundar,
meðan sethúsaeigararnir,
sum sjálvandi eisini áttu at
verið viðgjørdir eftir sama
leisti, framvegis tann dagin
ídag mugu knossast við
hesi gomlu lán. Nógv
standa framvegis í skuld
uttan at hava ogn aftanfyri.
Bankaroknskapirnir
í 90-unum
Hyggja vit at roknskapun-
um hjá Føroya Banka sein-
astu fimm árini, er tað heilt
merkisvert at staðfesta, at
høvuðsparturin av teirra
óvanliga góðu úrslitum
stava frá afturvunnum burt-
urleggingum, t.e. tap, sum
allíkavæl ikki eru tap. Hetta
merkir, at bankin, tá fólk
eru byrjað at fóta sær aftur,
so við og við hevur gjørt
nógv krøvi galdandi, sum
hann annars við peningi úr
landskassanum (frá Palle-
ba) ætlandi skuldi strika.
Soleiðis
hevur
bankin
umframt hjálpina úr lands-
kassanum eisini fingið
innaftur pening, sum hann
upprunaliga hevði avskriv-
að. Við øðrum orðum hevur
kreppan
positivt
givið
bankanum dupulta inntøku
burturúr
sethúsafintuni.
Ikki løgið, at Føroya Banki
liggur
ovast
í
danska
kongaríkinum,
tá
mett
verður eftir eginpenings-
avkasti.
Møguleikin framvegis
tilstaðar
Møguleikin fyri at hjálpa
hesum, sum enn eru í
trongstøðu, er framvegis
tilstaðar. Tí í nógv tey kom-
andi árini eru hesi jú dømd
til at gjalda niður uppá
skuld fyri sethúsini, sum
onkur annar nú eigur og
hevur rindað helvtarprís
fyri. Dømini eru fleiri um,
at bankin seldi hús fyri 4-
500.000, sum stóðu í
knappari millión. Eigarin
misti húsini og sat eftir við
nøkrum hundrað túsund í
skuld. Nðggi eigarin flutti
inn fyri hálvan prís og situr
í dag við húsum, sum aftur
hava eitt virði uppá 1 milli-
ón. Var tað ikki rímiligt, at
bankin strikaði skuldina hjá
fyrrverandi húsaeigaran-
um, tá bankin jú framman-
undan hevur fingið fult
gjald fyri lánið umvegis
landskassan??
Hvat ger landsstýrið?
Landskassin
er
størsti
partaeigarin
í
Føroya
Banka. Hvat gera teir fyri at
hjálpa hesum, sum so
órættvíst vórðu viðfarin?
Onki higartil.
Skal bankin hjá Palleba
nú seljast?
Jú, eitt ger landsstýrið. Teir
hava nú sett ein arbeiðsbólk
niður við tí arbeiðssetningi
at meta um virðini av ogn-
um landskassans við sølu
fyri eyga. Føroya Banki,
sum Palleba hevur goldið í
dýrum dómum fyri, og sum
í dag er størsti einstaki
inngjaldari í landskassan
við skatti og vinningsbýti,
skal nú seljast til tey ríku.
Og helst til onkran, sum í
síni tíð skyldaði so nógv, at
hann tað sama kundi saner-
ast og setast í gongd aftur,
sum um onki var hent. Hví
skal landskassin avhenda
hesa ogn alra føroyinga?
Hví ikki lata bankan vera
almennan, tá ið tað nú
gongur so væl, sum tað
ger? Tá sleppa vit møguliga
undan, at alt ov nógv svans
tekur seg uppaftur. Verður
bankin nú seldur, er tað
bert talan um fullkomið
svik móti øllum føroying-
um. Nú eiga vit hann øll, tí
vit hava øll goldið fyri
hann.
Palleba við skerdan lut sum vanligt