týsdagur 29. august 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2006
13
Í sambandi við, at kistan við Karl Anton Klein
úr Vestmanna, fer úr stóra kapellinum á Glostrup
Sjúkrahúsi í dag 29. august klokkan 13, verður
bønarhald hildið við Bergi Jacobsen. Kistan
kemur við flogfarinum í kvøld klokkan 20, og
fer í kirkjuna í Vestmanna. Jarðarferðin verður
úr Vestmanna kirkju hósdagin kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Karl Anton, kunnu lata eina gávu, á konto
í Føroyabanka.
Hans Petur Djurhuus, Selatrað andaðist í
heiminum 28. august, 65 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Í morgin, mikudagin 30. august, verður
Dora Nielsen í Vatnsoyrum 95 ár. Dora
er framvegis frísk og hevur áræði at
taka lut í tí, sum fer fram kring hana, og
hon býr framvegis í heiminum í Vatns
oyrum, sum hon og maðurin bygdu fyri
knappliga seksti árum síðani.
Dora er ættað úr Leirvík. Foreldrini
vóru Kristianna fødd Hansen og ætt
að av Kinn í Lamba og Johannes
Johannesen, skipari og keypmaður
í Leirvík. Børnini hjá teimum vóru
Georg, sum var handilsmaður í Leirvík,
Andrea Hansen í Søldarfirði, Dora,
Hanna Eliassen í Leirvík og Kristian.
Nú er Dora einsamøll eftir á lívi.
Kristianna, sum hevði lært til lærar
innu og arbeiddi í nøkur ár, doyði av
sjúku longu í 1922 bert 46 ára gomul.
Dora var tá ellivu ára gomul.
Kristian doyði á sumri í 1941. Við
Kristiannu, sum var annað av skip
unum hjá pápanum, vóru teir á veg til
Bretlands at selja, tá ið einki hoyrdist
aftur til teirra. Pápin, Jóannes, sum
annars var lagstur upp fleiri ár framm
anundan, var eisini við henda túrin.
Dora hevur verið eitt konubrot. Barna
heimið var eyðkent av nógvum lívi og
virksemi. Har vóru fyrstu setningarnar
settir henni at útinna í handlinum og
fiskaarbeiðnum. Hon hevur arbeitt
nógv alla sína tíð, og tað hevur ligið
væl fyri.
Sum ung genta var Dora hjá Harald
sen í Fuglafirði, í húsplássi í Jyllandi
1930-1932, í húsplássi hjá læknanum í
Vestmanna, hjá Jóhannesi úr Hvalvík í
Klaksvík og í húsplássi í Charlottenlund
nakrar mánaðir í 1938.
22. oktober í 1938 giftist Dora Dáni
ali Nielsen úr Vatnsoyrum, sum hon
hevði hitt í Vestmanna. Tey búsettust
í Klaksvík, har Dánial hevði lært til
skipstimbrara hjá Kjølbro. Undir
krígnum flutti Dánial út á Skála at
arbeiða á skipasmiðjuni, sum Kjølbro
átti. Tá búðu tey á Skála. Tað var tá, at
Dánial fór at arbeiða sum kavari. Hetta
yrki hevði hann roynt frammanundan.
Eitt dømi um hetta var, tá ið hann í
1933 var við at fáa motorin úr Hannu,
deksbáti hjá verfaðirinum, ið lá sokkin
á Buginum í Leirvík.
Eftir kríggið fluttu tey bæði vestur
í Vatnsoyrar, sum eingilsktmenninir
høvdu havt fyri seg sjálvar krígsárini. Í
1948 fluttu Dora og Dánial í teirra egnu
hús, og har býr Dora framvegis. Dánial
doyði í 1994. Tey eiga fýra børn: Kirstin
(1939), Karl Johan (1942), Jórun (1945)
og Marjun (1947). Kirstin, sum er gift
Hans Elmari Poulsen frá Ljósá, býr í
Vatnsoyrum, Karl Johan, sum er giftur
Lydiu Thomsen úr Keypmannahavn,
býr í Vatnsoyrum, Jórun, sum var gift
Finni Lómstein úr Gøtu, býr í Havn.
Finnur doyði í 2003. Marjun, sum er
gift Charles Fríðberg úr Fuglafirði, býr
á Argjum. Dora eigur 17 ommubørn og
45 langommubørn.
Lívið og heimið hjá Doru og Dánial
hevur verið eyðkent av gudsótta, arbeiðs
semi og gestablídni. Dorusa partur lá
ikki eftir. Tey fyrru árini høvdu tey
eina og við hvørt tvær kýr, ungneyt
og høsn. Dora hevði gott hegni. Hon
seymaði og bant til familjuna, og í fleiri
ár seymaði hon madrassur – serliga til
skipsmenn.
Tíðliga í tíðini fór hon at handla.
Fyrstu árini var sølubúðin í aðrari
stovuni. Seinni flutti handilin í kjallaran,
har tey frammanundan turkaðu fisk.
At búgva í Vatnsoyrum var ikki altíð
so høgligt. Dánial fekk sær tíðliga bil.
Hesin stóð í túninum, tá ið Dánial var
aðra staðni og arbeiddi. Men tað gjørdi
hann ikki so leingi. Dora mundi vera
ein tann fyrsta kvinnan, sum fekk sær
koyrikort. Tað var í 1947.
Saman við manninum var Dora trú
føst í samkomuni Kedron í Sørvági.
Síðani 1967 hevur Zarepta verið í
Vatnsoyrum. Brynleif Hansen, sáli, átti
hugskotið og var undangongumaður.
Dánial stóð fyri byggingini, og Dora
stuðlaði honum væl. Doru hevur dámt
væl í Zarepta, tá ið bíbliuskeiðið hevur
verið.
Dora fylgir væl við, hvussu tað
gongst familjuni og í samfelagnum
annars. Okkurt ellisbreðgið hevur
hon. Men stokkarnir ganga framvegis.
Tvær ferðir um vikuna vitjar hon í dag
tilhaldinum á Ellisheiminum í Miðvági.
Tað dámar henni stak væl.
Føðingardagin, sum er í morgin,
verður Dora at hitta á Hotel Vágum
frá klokkan 17 til 21.
J
Á palli lívsins broytast umstøður rætt
sum er. Fyri stuttum var eg suðuri í
Vági ein sunnudag og setti inn nýggj
fyristøðufólk fyri samkomu Frelsunar
hersins har.
Mánamorgun bar leiðin til Tvør
oyrar. Tað var eins og tey tungu
skýggini ávirkaðu lyndislag mítt.
Komin undir Akurgerði fór eg inn í
kirkjugarðin og stóð har við grøvina
hjá Poulu Oluffu saman við manni,
dóttur, syni og konu hansara.
Sorgin og saknurin var aftur veru
leiki fyri okkum øll, men gott var tað
henda gráveðursdag saman at biðja
góðan Gud um at signa minnið eftir
okkara elskuligu Poulu Oluffu. Hon
var fødd í Havn 25. februar 1925. For
eldrini vóru Helena f. Debes av Oyri
og Johannes Hansen (hjá Gynnu) úr
Havn.
Sum ung arbeiddi hon hjá faðir
sínum, men tey flestu árini í Havnini
starvaðist hon í Sápuhúsinum.
Í oktober mánað 1951 giftist hon
við Kaj Meyer, og tey settu búgv á
Tvøroyri.
Børnini vóru trý: Herfríð ið býr í
Froðba, Vilhelm ið býr í Trongisvági
og Katrin íð býr í Keypmannahavn.
Tey eiga 8 abba- og ommubørn.
Kaj sigldi úti í nógv ár, meðan
uppgávan hjá Poulu Oluffu var at
fjálga um heimið og familjuna. Hon
var ein serstøk kvinna, gestablíð og
hjartagóð. Hon dugdi alt og var góð
at heita á. Ein hevur mangan sitið væl
í teirra heimi.
Kona mín, systurin Erna, og eg
hava búð í Noregi í mong ár. Altíð
var tað hugnaligt og hugaligt at fáa
vitjan av hjúnunum. Mangar góðar
løtur minnast vit aftur á.
Vit ið kendu Poulu Oluffu vita, at
heilsan ikki var hin besta. Mong vóru
tíverri árini hon stríddist við sjúku. Nú
sjúkan rættiliga fór at gera um seg,
hevur Kaj verið trúfastur, hjálpt og
fjálga um hana.
Teir síðstu 11 mánaðir hevur hon
verið á Ellisheiminum. Felagar mínir
úr Frelsunarherinum í Vági vóru javnan
og høvdu andakt har. Ein teirra segði
mær at Poula Oluffa við skelvandi og
veiku rødd síni segði:”Jesus er hin
besti og trúfasti vinur eg eigi, og nú
fari eg skjótt heim til Hann!”
Týskvøldið 6. juni var lívsskeiðið
at enda komið. Øll familjan var um
hana.
Sjálv takkaði hon teimum fyri, at
tey høvdu verið so góð við hana. Nú
var hon reiðubúgvin og stutt eftir
andaðist hon.
Sálamo skrivar so vakurt um skilnað
arstundina:” Silvurtráðurin slitnar og
menniskjan fer til teir ævigu bústaðir.
Dustið fer aftur í moldina og verður
som tað var áður, men andin fer aftur
til Gud ið gav hann.”
Nú Poula Oluffa er farin, drýpa vit
hjúnuni høvur í takksemi. Fyri konuna
var hon ein góð systir, og vit bæði
takka fyri tað hon var fyri okkum.
Gud vælsigni minnið og alla fam
iljuna.
Erna og Njál
Minningarorð
Poula Oluffa Meyer
f. 25.02.25 - d. 06.06.06
Dora Nielsen 95 ár
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á
silvurbrúdleypsdegnum takka vit hjartaliga.
Hjørdis og Edmund, Hirtshals
Dagurin í morgin
30. august. Benjamin. Dagsins navn sipar til yngsta
son Jákups við Rakul, (1. Mós. 35,18). Navnið merkir
eydnusonur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara kæri vinur, pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Olivur Veihe Sundberg
Rude, ættaður úr Porkeri
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll fyri heilsanir og til tykkum,
sum ringdu, takk fyri blómur og kransar.
Vegna tey avvarðandi
Elma, Naomi og Leo við familju
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801