hósdagur 4. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 4. januar 2001
5
4
Nr. 2 - 4. januar 2001
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
Tað kann ikki sigast annað,
enn at tað hjálpti, tá ið fak-
feløgini sutt fyri jól vístu
sína misnøgd við upp-
skotið, sum vinnumála-
stýrið hevði gjørt um
seming í sambandi við sátt-
málasamráðingar á arbeiðs-
marknaðinum.
Tað loypti rættiligt øði í
fakfeløgini, tá ið vinnu-
málastýrið sendi fakfeløg-
um og ørðum, uppskotið til
ummælis seint í heyst.
Feløgini átalaðu m.a.
harðliga, at uppskotið fór at
taka fakfelagsrættindi frá
fakfeløgunum og fór skerja
samráðingarrættin. Eitt nú
vildu tey ikki góðtaka, at
semingsstovnurin
eftir
nýggja uppskotinum fór at
fáa at kalla óavmarkaðar
heimildir at útseta eitt
verkfall.
Eftir hetta boðaði Bjarni
Djurholm frá, at hann var
sinnaður at laga uppskotið
til.
Annars helt hann, at sumt
av tí,sum fakfeløgini førdu
fram, var misskilt og yvir-
tulkað og hann helt, at
fakfeløgini høvdu skotið
honum motiv í skógvarnar,
sum hann ikki hevði havt.
Uppí part aftur
Síðani er tað hent, at
Vinnumálastýrið
kallaði
fakføløgini til fundar beint
fyri jól at tosa um um
uppskotið.
– Har greiddu vit feløg-
unum frá uppskotunum og
frá teimum yvamálum, sum
vóru, sigur Bjarni Djur-
holm.
Hann sigur, at eftir fund-
in heldur hann framvegis,
at fakfeløgini hava misskilt
og yvirtulkað partar í upp-
skotinum og at tey leggja
honum motiv í skógvarnar,
sum hann ikki hevur.
Men hann sigur framveg-
is, at tað skal ikki skorta
uppá vilja at orða upp-
skotið øðrvísi fyri at sleppa
undan hesum misskiljing-
um og yvirtulkingum.
Tí hevur hann nú boðið
fakfeløgunum at gjøgnum-
ganga uppskotið saman við
vinnumálastýrinum og at
laga tað til.
– Eg vóni, at fakfeløgini
taka av og vilja koma uppí
aftur arbeiðið at gera upp-
skotið liðugt.
Tá ið hann sigur at hann
vónar, at feløgini koma
uppí aftur, sipar hann til, at
fakfeløgini vóru uppruna-
liga við í einum arbeiðs-
bólki, sum varð settur at
gera uppskotið.
Men
arbeiðsbólkurin
syndraðist, tí ósemja tók
seg upp ímillum fíggjar-
málastýrið og fakfelagsum-
boðini um samsýningina til
nevndarlimirnar.
Tí endaði tað við, at
Vinnumálastýrið
gjørdi
lógaruppskotið
liðugt
einsamalt.
Bjarni Djurholm sigur, at
hetta er eitt uppskot fyri
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum, tí var tað eisini alla
tíðina ætlanin, at fakfeløg-
ini skuldu vera við til at
gera tað. Men feløgini tóku
seg burturúr arbeiðnum, tá
ið ósemja tók seg upp um
samsýningina.
– Mín uppgáva er at
dagføra eina elligamla lóg
sum varð gjørd mitt í tjúg-
unum. Tí vóni eg, at fak-
feløgini og vit kunnu halda
fram at viðgerða málið í
felag.
– Vilja tey tað, ivist eg
ikki í, at vit koma til eitt
skilagott úrslit, sigur hann.
Hann sigur, at fyri ikki at
standa á berum, um hetta
skuldi miseydnast, hevur
hann gjørt av, at til sam-
ráðingarnar, sum verða á
arbeiðsmarknaðinum í vár,
skulu semingsmenn veljast
eftir gomlu lógini.
–Fakfeløgini fara ikki
at taka arbeiðið
uppaftur, fyrrenn
semja er fingin um
samsýningina hjá
nevndarlimunum,
sigur formaðurin í
sjeymannabólkinum
hjá fakfeøgunum
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
Enn tað óvist um fakfeløg-
ini fara at taka av tilboð-
num frá Vinnumálastýrin-
um um at at taka arbeiðið
uppaftur at gera uppskotið
um seming á arbeiðsmark-
naðinum, liðugt.
Sum tað sæst í grein
aðrastaðni í blaðnum, hevur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
bjóða fakfeløgunum uppí
aftur arbeiðið at gera upp-
skotið um seming liðugt.
Upprunaliga varð ein
arbeiðsbólkur, har fakfe-
løgini vóru umboðað, settur
at gera uppskot um seming,
men tað arbeiðiåð helt
uppat, tí at ósemja tók seg
upp ímillum fakfeløgini og
Fíggjarmálastýrið um sam-
sýningina til nevndarlim-
irnar.
Men nú ætlar Bjarni
Djurholm, sum sagt, at fáa
fakfeløgini uppí aftur ar-
beiðið.
– Vinnumálastýrið kom í
tað løgnu støðu, at arbeiðið
at gera uppskot um seming,
steðgaði, tí at ósemja tók
seg upp ímillum fakfeløgini
og eitt heilt annað aðalstýri
- Fíggjarmálastýrið- um
nevndarsamsýningina.
Hvussu
verður
við
nevndarsamsýningini, nú
ætlanin er at taka arbeiðið
uppaftur, er ikki greitt.
Bjarni Djurholm sigur, at
Vinnumálastýrið
hevur
onki ímóti, at nevndarlimir,
sum ikki hava arbeiði, ella
sum hava lønarmiss av at
vera við í arbeiðsbólkinum,
fáa samsýning fyri nevnd-
ararbeiðið.
Men hann heldur ikki, at
tað er rímiligt, at nevndar-
limir, sum fáa løn framm-
anundan, eitt nú fakfelags-
formenn, eisini skulu hava
nevndarsamsýning fyri at
vera við í arbeiðnum.
– Tað halda vit er at fáa
tvær lønir fyri at gera eitt
og sama arbeiði.
Greiðar linjur
Joan Ziskason, formaður í
Sjeymannabólkinum
hjá
fakfeløgunum, vísir aftur,
at fakfeløgini tóku seg úr
arbeiðsbólkinum.
– Arbeiðið helt uppat, tí
at ósemja tók seg upp um
samsýningina.
Hon sigur, at síðani hevur
brævaskifti verður ímillum
fakfeløgini og Fíggjarmála-
stýrið um, hvussu nevndar-
limir skulu samsýnast.
– Men enn er onki av-
gjørt og ongin semja er
funnin.
Hon sigur, at fakfeløgini
hava boðað frá, at arbeiðið
verður ikki tikið uppaftur,
fyrrenn semja er fingin um
samsýningina.
– Og tað standa vit við,
sigur hon
Sostatt er tað enn ógreitt,
um, ella nær, fakfeløgini
fara at taka av tilboðnum
frá Vinnumálastýrinum um
at taka arbeiðið um upp-
skotið um seming uppaftur.
Hon sigur, at fakfeløgini
krevja ikki, at t.d. løntir
fakfelagsformenn,
skulu
fáa nevndarsamsýning eis-
ini.
– Men tey, sum hava løn-
armiss av at taka lut í
nevndararbeiði, og tey,
sum hava ferðaútreiðslur
ella aðrar útreiðslur, eiga at
fáa samsýning, sigur Joan
Ziskason
Hevur boðið fakfeløgunum
við til at gera arbeiðið liðugt
Taka ikki arbeiðið uppaftur fyrrenn
tey hava fingið greiðar linjur
– Taka fakfeløgini av, ivist
eg ikki í, at vit koma til eitt
skilagott úrslit, sigur
Bjarni Djurholm
– Vit hava roynt at fáa semju, men enn er onki hent, sigur
Joan Ziskason, formaður í Sjeymannabólkinum hjá
fakfeløgunum
Fleiri ferðafólk enn
nakrantíð fóru í fjør
um flogvøllin í
Vágum, og vøkstur
var eisini í farma- og
postflutninginum
loftvegis
FLOGFERÐSLA
Eyðun Klakstein
2000 var enn eitt metár fyri
flogvøllin í Vágum.
Ferðslan umvegis fløg-
vøllin økist støðugt, og
aftur í fjør toppaði ferða-
fólkaflutningurin.
143.208 fólk ferðaðust
samanlagt um flogvøllin í
Vágum í fjør, og hetta var
meira enn 14.000 fleiri
ferðafólk enn árið fyri.
Vøksturin er 11 prosent.
Flogvøllurin í Vágum
hevur hagtøl fyri ferða-
fólkaflutningin aftur til
1963, tá 946 fólk ferðaðust
um flogvøllin. Í 1979 kom
talið á ferðafólkum fyrstu
ferð upp um 50.000, og í
1988 rundaði talið fyrstu
ferð 100.000 fólk.
Næstu árini ferðaðust
færri fólk um flogvøllin, og
talið kom niður á 87.000 í
1993, áðrenn gongdin aftur
vendist, og nú nærkast talið
tí tvífalda eftir bara sjey
árum.
Tey flestu til
Danmarkar
Helst hava bíligu ferðaseðl-
arnir hjá Atlantsflog og
Maersk havt sína ávirkan á
ferðafólkatalið, tí summar
mánaðir er vøksturin sera
stórur.
Í apríl og mai mánaði í
fjør ferðaðust um 20 pros-
ent fleiri ferðafólk um flog-
vøllin sammett við 1999.
Vøksturin er eisini mun-
andi í summarmánaðum,
men í november eru aftur
20% fleiri ferðafólk stað-
fest í hagtølunum.
Tey, sum fara á flog úr
Vágum, fara fyrst og fremst
til Danmarkar. Heili 60.425
av teimum 71.996 fólkun-
um, sum fóru úr Vágum,
fóru til Danmarkar.
Síðani fóru 5.035 til
Íslands, 3.523 til Skotlands
og 1.190 til Noregs.
Eisini tá talan er um
ferðafólk, sum koma við
flogfari í Vágarnar, koma
nógv tey flestu úr Dan-
mark.
Nógv fleiri fráferðir
Tað er ikki bara ferðafólka-
talið, sum økist á flogvøll-
inum í Vágum. Vøkstur er
eisini á øllum øðrum økj-
um.
Fráferðirnar úr Vágum
fóru úr 4281 í 1999 og upp
í 4821, og tað vil siga, at
tað vóru meira enn 500 fleir
fráferðir úr Vágum í 2000,
enn tað vóru árið fyri.
Í 1980 vóru 1760 fráferð-
ir úr Vágum, so hetta talið
er næstan tríggjar ferðir so
høgt 20 ár seinni.
Ein lítil vøkstur var eisini
í
farmaflutninginum.
Í
2000 vóru 406,6 tons av
farmi flutt umvegis flog-
vøllin, og tað er eitt hálvt
prosent meira enn árið fyri.
Minni jólaflutningur
Bæði í byrjanini og í endan-
um av árinum var farma-
flutningurin minni enn í
1999, meðan til dømis aug-
ust mánaði royndist ser-
stakliga væl við einum
vøkstri upp á 28 prosent.
Jólaflutningurin av farmi
var sjey prosent lægri í
2000, enn hann var í 1999,
og eisini november og
oktober mánaðarnir vóru
munandi slakari í fjør.
Postflutningurin um flog-
vøllin vaks við tveimum
prosentum í 2000. Saman-
lagt vórðu 591,4 tons av
posti flutt um flogvøllin.
Heini O. Heinesen
hevur nú tikið við
aftur sum bygdaráðs-
formaður í Kunoyar
kommunu
KUNOY
Eyðun Klakstein
Nýggja bygdaráðið í Kun-
oyar kommunu hevur skip-
að seg.
Løgtingsmaðurin Heini
O. Heinesen verður nú
aftur bygdaráðsformaður í
Kunoyar kommunu, og
John
Damberg
verður
næstformaður.
Kunoyar kommuna um-
fatar Kunoyar bygd og Har-
aldsund,
og
bygdirnar
høvdu hvør sín lista til
kommunuvalið.
Listi A, sum var mannað-
ur við monnum úr Kunoy,
fekk trý umboð, og listi B
fekk tvey umboð á komm-
unuvalinum í november.
Heini flestar atkvøður
Heini O. Heinesen fekk
flestar atkvøður á valinum.
Hann fekk 21 atkvøður.
Harafturat vórðu eisini Atli
Vilhelm og Jaspur Kruse
valdir í bygdaráðið av lista
A, sum samanlagt fekk 48
atkvøður.
Listi B fekk 41 atkvøður,
og av teimum fekk John
Damberg flestar – 12 at-
kvøður. Afturat honum
kom eisini Hanna í Kongs-
stovu í nýggja bygdaráðið,
og hon er einasta kvinnan,
sum skal sita næstu fýra
árini.
104 fólk at atkvøðurætt
til valið í Kunoy, og av
teimum settu 89 fólk kross
á atkvøðuseðilin.
Nýtt met í flogferðsluni
Heini bygda-
ráðsformaður
Tað sæst aftur í
ferðafólkatalinum í
Vágum, at flogfel-
øgini høvdu stór
prísátøk í fjør. Bæði á
vári og á heysti vaks
ferðafólkaflutning-
urin um flogvøllin
munandi
FLOGFERÐSLA
Eyðun Klakstein
14.000 fleiri ferðafólk fóru
í fjør um flogvøllin í
Vágum sammett við 1999.
Stóri vøksturin kemst iva-
leyst av ymsum orsøkum,
men
kampanjurnar
hjá
flogfeløgunum hava havt
ávirkan.
– Flogfeløgini høvdu
prísátøk í fjør, og tey hava
fingið fleiri fólk at ferðast,
sigur Torfinn Jacobsen,
sum umsitir hagtølini hjá
Vága Floghavn.
– Í apríl og mai var ein
munandi vøkstur í ferða-
fólkatalinum, tá átøkini
vóru, og aftur fram móti
jólum, tá serlig tilboð vóru
á ferðaseðlum úr Føroyum
til Danmark, var stórur
vøkstur, sigur hann.
Roknar við vøkstri í ár
Torfinn Jacobsen vísir sam-
stundis á, at økingin av
ferðafólkum hevur verið
støðugur alt árið, og allir
mánaðirnir uttan september
vóru betri enn í 1999.
Hann heldur, at vøksturin
í ferðafólkatalinum eisini
skyldast, at tað er vorðið
meira vanligt hjá fólki at
flúgva, og hann roknar tí
eisini við, at ferðafólkatalið
í Vágum fer at økjast í ár.
– Í 2000 var vøkstur heili
11 prosent. So stóran
vøkstur kunnu vit ikki
rokna við, men eg vildi
mett, at tað verður ein
ávísur vøkstur í ár – kanska
serliga um oljuvinnan kem-
ur rættiliga í gongd, sigur
hann.
Farmur upp og niður
Lítil vøkstur var í farma- og
postflutninginum í fjør, og
summar mánaðir hongur
tað saman við, at tey
mongu ferðafólkini gera, at
minni pláss er fyri farma-
og postflutningi.
– Hetta er ivaleyst orsøk-
in til, at farmaflutningurin í
desember var minni í 2000
enn í 1999. Flogførini
kunnu ikki flyta eins nógv-
an farm, tá ferðafólkatalið
veksur nógv, sigur Torfinn
Jacobsen.
Stór skifti eru í farma-
flutninginum
gjøgnum
árið. Í mars mánaði í 2000
vaks farmurin við 50 pros-
entum, og í august var
vøksturin 28 prosent. Stór
minking var hinvegin í
oktober og november mán-
aði.
– Eg dugi ikki rættiliga at
siga, hví tølini eru so ymisk
fyri teir ymsu mánaðirnar,
men eg kann í hvussu so er
staðfesta, at slík gongd er
ikki óvanlig, sigur Torfinn
Jacobsen.
Prísátøkini gera mun
Flogferðslan um flogvøllin í Vágum vaks munandi í fjør. Serliga ferðafólkatalið var fyri stórum
vøkstri, og tað komst millum annað av nógvum tilboðum á ferðaseðlum
Løgtingsmaðurin fyri Tjóð-
veldisflokkin, Heini O. Heine-
sen, verður bygdaráðsformað-
ur í Kunoy næstu fýra árini