hósdagur 4. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Løgmaður vísir frá
sær atfinningunum
frá donskum fjøl-
miðlum og føroysk-
um andstøðu-
politikarum, um at
hann í nýggjársrøðu
síni var ov harð-
rendur móti donsku
stjórnini
NýGGJÁRSRØÐAN
John Johannessen
– Okkara mótpartur nokt-
aði at fylgja vanligum sam-
ráðingarreglum og breyt
ferð eftir ferð tær avtalur,
vit gjørdu.
Millum annað soleiðis
lýsti Anfinn Kallsberg, løg-
maður, í nýggjársrøðu síni
leiklutin hjá donsku stjórn-
ini í samráðingunum um
føroyskt fullveldi.
Hetta brotið varð endur-
givið í donskum fjølmiðl-
um, sum søgdu, at løgmað-
ur var harðrendur móti
donsku stjórnini. Og hesa
somu fatan hava formenn-
inir fyri báðir teir stóru
andstøðuflokkarnar í Før-
oyum, Edmund Joensen og
Jóannes Eidesgaard. Ed-
mund Joensen segði við
Sosialin í gjár, at hann var
skelkaður av teirri viðferð,
sum danski forsætisráð-
harrin og danska stjórnin
fingu í røðuni, meðan
Jóannes Eidesgaard segði,
at hvøssu orðini skurraðu
eitt sindur í oyrunum.
Bert staðfestingar
Men løgmaður er ikki
samdur við føroysku and-
støðuleiðarunum
og
donsku fjølmiðlunum.
– Tað, sum eg segði í
nýggjársrøðuni um samráð-
ingarnar, vóru bert staðfest-
ingar. Og at danskir fjøl-
miðlar fáa tær til at vera
harðiligar útsagnir er ikki
annað, enn vanliga viðferð-
in, vit fáa frá donskum
fjølmiðlum, sigur Anfinn
Kallsberg.
Løgmaður vísir eisini á,
at eingin í Føroyum kallaði
røðuna fyri harðrenda, fyrr
enn
danskir
fjølmiðlar
høvdu gjørt hana harð-
renda.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
sigur í viðmerkingum sín-
um til nýggjársrøðuna, at
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin í veruleik-
anum eru innarliga fegnir
um, at samráðingarnar mis-
eydnaðust, so teir fingu
høvi at leggja kósina um.
– At løgmaður turkar
samráðingarúrslitið upp á
danir er ein lættur máti at
koma uttan um, at tað í
veruleikanum fer ein inn-
anhýsis telving fram í
samgonguni, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hesa viðmerking heldur
løgmaður vera púra burt-
urvið.
– Jóannes veit betur enn
so. Tað, sum er hent er, at
vit hava fingið staðfest, at
tað ber ikki til at fáa eina
nøktandi avtalu í lag við
donsku stjórnina. Tí hava
vit gjørt av at finna eina
aðra loysn, har vit sjálv
arbeiða okkum fram til full-
veldi, ger løgmaður greitt.
Greið ætlan
Formaður Sambandsflok-
sins, Edmund Joensen, sig-
ur í sínum viðmerkingum
til røðuna, at løgmaður
skyldar føroyingum eina
frágreiðing um, hvat tað er
fyri fullveldisætlan, sum
landsstýrið arbeiðir við.
Hann vísir á, at enn sita øll
púra óvitandi um ætlanina,
hóast tað bert eru tríggir
mánaðir til vit skulu til eina
fólkaatkvøðu.
At eingin fær nakað at
vita um ætlanina, heldur
Edmund Joensen vera or-
sakað av, at landsstýrið ikki
sjálvt veit, hvat tað er í ferð
við.
Men eisini hesum atfinn-
ingunum
vísir
Anfinn
Kallsberg, løgmaður, frá
sær.
– Innihaldið í fólkaat-
kvøðuni er púra greitt,
hóast vit enn ikki hava sett
nakra dagfesting á, nær
hvørt einstakt málsøki skal
yvirtakast. Vit hava eina
ætlan í trimum stigum.
Fyrsta stigið inniber, at vit
gera eina avtalu við donsku
stjórnina um at vit yvirtaka
øll málsøki, sum ikki eru
ríkismál. Næsta stigið er, at
vit niðurlaga blokkin, til
hann er burtur. Triðja stigið
er síðani ein nýggj fólkaat-
kvøða um føroyska grund-
lóg, sum staðfestir føroyska
suverenitetin, ger løgmaður
greitt.
Anfinn Kallsberg sigur,
at tað í løtuni tykist, sum at
andstøðupolitikarar
eru
ónøgdir við, at beinleiðis
dagfesting ikki er sett á,
nær hvørt málsøki verður
yvirtikið. Men hann vísir á,
at hetta ikki ber til, fyrr enn
ein avtala er greið við
donsku
stjórnina,
um
hvussu vit sleppa at yvir-
taka.
Hesa avtaluna roknar An-
finn Kallsberg at hava
fingið undir land í end-
anum av hesum mánaðin-
um, og tá kann farast undir
at fyrireika fólkaatkvøð-
una, staðfestir hann.
Anfinn Kallsberg, løgmaður:
Var ikki ov harður við danir
Anfinn Kallsberg var heldur harðrendur mótvegis dønum í nýggjársrøðuni
TÍÐINDASKRIV
Vegna tess, at peningur er
eftir at søkja fyri ár 2001,
verður freistin longd til
16. februar 2001.
Norðurlendska
tæn-
astumannaumbýtisskipan
in ger tað møguligt hjá
starvsfólk í landsfyri-
sitingini at fara til eitt av
norðurlondunum at ar-
beiða í eina tíð.
Stuðul verður veittur til
at gjalda ferða- og uppi-
haldsútreiðslur hjá luttak-
ara.
Endamálið við skipan-
ini er at fremja norður-
lendskt samstarv og geva
luttakarunum kunnleika
til m.a.fyrisiting og lóg-
gávu í hinum norðurlond-
unum.
Føroyar hava fyri ár
2001 fingið tillutað kr.
61.000,-. at nýta til hesa
skipan.
Umsóknarfreistin
er
16. februar 2001. Um-
sóknir, sum koma inn
aftaná hesa dagfesting,
verða bert viðgjørdar, um
peningur er tøkur.
Nærri upplýsingar um
skipanina fáast við at
venda sær til Løgmans-
skrivstovuna – nýskip-
anardeildina og fáast
eisini við at fara á
heimasíðuna hjá Nordisk
Ministerråd.
http: //www.norden.org
og hyggja undir Støtte-
ordninger og Nordisk
utbytestjänstgöring, sigur
løgmansskrivstovan.
Norðurlendskt tænastumannaumbýti
Freistin er longd til 16. februar
Nr. 2 - 4. januar 2001
7
6
Nr. 2 - 4. januar 2001
Í november mánaði
varð skipað fyri upp-
boðssølu á Børsen í
Keypmannahavn. Har
vóru fleiri føroysk
frímerki og penga-
seðlar til sølu. Ein
brævbjálvi, sum varð
sendur í 1919, fór fyri
30.000 krónur. Ann-
ars sóknast samlarar
eftir einum føroysk-
um stempli, har tað
stendur “RUTH”.
Eigari av einum slík-
um kann fáa góðar
100.000 krónur fyri
tað
FRÍMERKI
Stefan í Skorini
Nógvur peningur kann vera
at fáa, um tú hevur okkurt
gamalt og áhugavert bræv
liggjandi í óruddinum á
loftinum.
Onkur hevur í øllum før-
um gjørt kubbi við at selja
eitt gamalt føroyskt bræv.
Talan er um ein bræv-
bjálva, sum varð sendur til
Føroya Banka í Tórshavn
tann 23. januar 1919.
Brævið varð eisini sent úr
Havnini,
og
frímerkini
høvdu tá eitt virði á 22
oyru.
Tað, sum samlarar halda
vera áhugavert við brævin-
um, er, at tvey av frímerkj-
unum eru skrødd.
– At frímerkini eru
skrødd vísir, at hetta brævið
ikki er gjørt til samlarar,
men at tað veruliga hevur
verið í brúki. Hetta er or-
søkin til, at tað hevur so
stórt virði. Tá í tíðini vóru
tað bara Føroya Banki og
handilsmenn, sum fingu
hesi 2 oyru frímerkini, sig-
ur Suni Vinther.
Onkur hevur verið sinn-
aður til at lata 30.000 fyri
henda brævbjálvan.
Suni Vinther, filetelist
ella frímerkjasavnari, var til
staðar á uppboðsøluni í
Keypmannahavn, og hann
sigur, at har vóru fólk úr
øllum heiminum komin
saman at fregnast um nakað
áhugvert var til sølu.
Hann veit ikki, hvør hev-
ur átt júst hetta brævið,
men hann væntar ikki, at
tað er ein føroyingur, sum í
hesum førinum er vorðin
30.000 ríkari. Tey flestu
dýru føroysku frímerkini
eru í farin av landinum.
– Tað eru nógv fólk, sum
halda, at eitt skrætt frímerki
ikki hevur nakað virði, men
ein skal ongantíð tveita
nakað gamalt burtur, uttan
at onkur serkønur á økinum
hevur hugt at tí fyrst, sigur
Suni Vinther.
RUTH
Eitt annað sera áhugavert
føroyskt frímerki, sum varð
selt á uppboðssøluni, er eitt
við stemplinum »RUTH«.
Tað varð keypt fyri 17.000
krónur.
Hetta er bara eitt einstakt
frímerki, sum er tikið av
einum brævbjálva ella post-
korti. Hetta stemplið er sera
rárt.
Tað serliga við hesum
stemplinum er, at postbát-
urin »RUTH« hjá meiarín-
um fekk eitt stempul um-
borð í 1908. Hann sigldi
millum Havnina, Skála-
fjørðin, Kollafjørð og Kald-
bak.
Um eitt bræv skuldi
sendast millum onkrar av
hesum bygdunum, so varð
tað stemplað umborð á bát-
inum.
– Eingin hevur enn funn-
ið nakað postkort ella bræv
við hesum stemplinum,
men bara leys frímerki.
– Tann, sum í dag finnur
eitt bræv við hesum stempl-
inum, hevur vunnið í lotto.
Tað kann seljast í dag fyri
góðar
100.000
krónur,
heldur Suni Vinther.
Suni væntar, at tað eru
fólk kring Skálafjørðin,
Kollafjørð og Kaldbak,
sum hava besta møguleikan
at finna tað, tí móttakari og
sendari skal helst vera á
Skálafjørðinum. Um bræv
varð sent við postbátinum
til Havnar, so hevði tað ver-
ið stemplað á posthúsinum
í Havn.
– Um eitt bræv við
stemplinum »RUTH« verð-
ur funnið, so eru samlarar
óivað púra svakir eftir at
fáa hendur á tí, sigur Suni.
100 krónuseðil fyri
20.000
Á uppboðssøluni var eisini
nakað fyri numismatikar-
arnar ella mynt- og penga-
seðlasavnarar.
Ein føroyskur 100 krónu-
seðil frá 1940, varð seldur
fyri 20.000 krónur.
Tað áhugaverda við hes-
um seðlinum er, at Amt-
maðurin
Hilbert
hevur
prentað sítt navn á seðilin.
Annars var tað vanligari, at
hann signeraði seðlarnar
við hond.
Annars
vórðu
fleiri
áhugaverd føroysk bræv-
bjálvar og frímerki seld fyri
millum15-25.000 krónur.
– Tað er ómøguligt hjá
vanligum fólki at meta um,
hvat er virðismikið. Tað er
neyðugt at fáa ein serkønan
at meta um tað, sigur Suni
Vinther.
Sum dømi kann nevnast,
at eitt bræv, sum varð sent
frá Hvalba til Havnar um
Trongisvág, fór fyri 23.000
krónur.
Tað merkisverda við tí er,
at postverkið hevði trupul-
leikar við at fáa frímerki, tí
myndugleikarnir
høvdu
hækkað porto úr fimm upp
í sjey oyru, og kríggið forð-
aði flutningi av nýggjum
frímerkjum millum Føroyar
og Danmark.
Tí varð neyðugt at klippa
frímerki burturúr kross-
bondum, sum vórðu nýtt, tá
bløð skuldu sendast. Hesi
vóru ikki verulig frímerki
við takkum, men vórðu
bara prentað.
Suni Vinther var á upp-
boðssøluni og seldi fyri
fólk, sum eiga virðismikil
frímerki og brævbjálvar.
Tilsamans seldi hann fyri
góðar 10.000 krónur. Fólk
hava heitt á hann um at
selja frímerki fyri seg.
Hann sigur, at nógvir rík-
menn hava áhuga í at keypa
rár frímerki. Teir gera íløg-
ur í frímerki, og kunnu síð-
ani selja tey aftur seinni við
vinningi.
Í Føroyum er áhugin fyri
filateli ikki serliga stórur. Á
vanligum fundum hjá filat-
elistfelagnum møta eini
tíggju fólk hvørja ferð, men
felagið hevur eini 25 limir.
Brævbjálvi fyri 30.000
Hetta brævið varð selt fyri 30.000 krónur. Legg til merkis, at tvey av frímerkjunum eru skrødd,
og tað er ein av orsøkunum til, at brævbjálvin er virðismikil
100 krónuseðil fyri 20.000 krónur. Hesin føroyski pengaseðilin er virðismikil, av tí at
undirskiftin hjá amtmanninum er prentað og ikki skrivað við hond
Fyri jól sendi felagið
Sinnisbati almanna- og
heilsumálastýrinum
og
Landssjúkrahúsinum eitt
mótmælisskriv.
Sinnisbati
mótmælir
harðliga í skrivinum, at
psykiatiska deild 1 á
Landssjúkrahúsinum er
stongd í tíðarskeiðnum
22. desember til 8 januar.
Felagið hevur áður gjørt
vart við tær óhepnu og
ørkymlandi avleiðingarn-
ar, ið kunnu standast av, at
sinnisliga sjúk fólk verða
tvangsflutt á aðrar psyki-
atriskar deildir ella at fara
heim í úrtíð.
Sinnisbati
mótmælir
hesi mannagongd, fer
gjølla at fylgja við málin-
um og vónar, at hetta ikki
fer at endurtaka seg í
framtíðini.
Endamálið hjá felagn-
um Sinnisbata er, at bøta
um korini hjá sinnisbrek-
aðum, at útvega teimum
vardar íbúðir og at finna
teimum hóskandi arbeiði
og frítíðarítriv.
Sinnisbati
mótmælir
– Um onkur finnur ein brævbjálva ella postkort við
stemplinum »RUTH« so hevur hann gjørt kubbi, tí tað kann
seljast fyri 100.000 kr., sigur Suni Vinther, filatelist