Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 4. januar 2001 9 8 Nr. 2 - 4. januar 2001 Ásmundur Guðjónsson Tórshavn, 2 januar 2001 Fyrsta februar kemur í gildi avtalan við ES um heilsu- frøðilig (veteriner) viður- skifti. Okkara fiskavørur hava tá lættari atgongd til ES-marknaðin, tí innflutn- ingseftirlitið í ES verður lagt niður og hevur tað fíggjarligar og aðrar fyri- munir við sær fyri okkara høvuðsvinnu. Avtalan kemur eisini at hava nakrar broytingar við sær fyri okkara innflutning úr ES og 3.londum sum t.d Íslandi. Harafturat skapar avtalan møguleikar fyri at víðka samhandilin við ES til onnur dýr enn bara fisk. Fiskivinnan ynskti somu sømdir sum galda fyri Ísland og Norra Fyri nøkrum árum síðani, tá EØS avtalan millum Ísland, Noreg (EFTA) og ES kom í gildi broyttist útflutningsmøguleikarnir fyri íslendskum og norsk- um fiski rættiliga nógv. Okkara kappingarneytar fingu fíggjarligar fyrimunir av avtaluni, tá ES-innflutn- ingseftirlitið datt burtur. Føroyska fiskivinnan gjørdi landsstýrinum vart við hetta við umbøn um, at taka upp samband við ES- myndugleikarnar um at gera eina avtalu, sum gav okkara fiskivinnu somu sømdir sum kappingarneyt- ar okkara. Tað skuldi ganga drúgv tíð áðrenn ES-myndugleik- arnir svaraðu umbønini, men tá tað hendi, gekk skjótt at fáa avtaluna. Avtalan „limar“ Føroyar inn í ES á heilsufrøðiliga økinum Samráðingarnar við ES komu í fyrstu syftu at snúgva seg um sjálvan av- taluformin. Ísland og Noreg høvdu fingið sínar sømdir gjøgnum EØS av- taluna og hana kund sam- ráðingarfólkini av góðuum grundum ikki taka støði í, tí Føroyar ikki eru limir í EFTA. At gera ein serstak- an leist fyri eina avtalu bert galdandi fyri Føroyar, varð av ES umboðunum ikki hildið at verða politiskt skilagott at borðreiða fyri ES-komissiónini. ES um- boðini bjóðaðu afturímóti, at vit brúktu leistin, sum ES hevur brúkt í samráðingu- num við Andorra, San Marino og aðrar pinkutjóð- ir. Hetta varð lagt fyri landsstýrið, sum gekk við til henda leist. Avtalan hevur form av eini rammuavtalu um heilsufrøðilig viðurskifti og er sett sum ískoyti í handilsavtaluna millum Føroyar og ES. Tað er kanska vert at nevna her at veteriner viðurskifti í ES fevna um øll dýr – herí er eisini fiskur. Avtalan er bert um veteriner viðurskifti og hevur als onga ávirkan á aðrar tættir í handilsavtal- uni. Rammuavtalan gongur í stuttum út uppá, at føroysk- ir myndugleikar viður- kenna ta veterineru lóggáv- una og skipanina, sum er galdandi í ES. Ein undir- nevnd skal síðani gera upp- skot um lóggávu og skipan, føroyingar skulu seta í verk fyri tey økir partarnir semjast um. Í mars mánaða 2000 hevði undirnevndin fund í Havn, har samráðst varð um ynski føroyinga um at yvirtaka neyðuga ES lóg- gávu, soleiðis at fiskivinn- an skuldi fáa somu sømdir sum í Íslandi og Norra. Úrslitið varð eitt sokallað ”Viðmæli” til landsstýrið og ES kommissiónina at taka støðu til. Rammuavtalan og við- mælið gera, at Føroyar eru innanfyri ES í veterinerum høpi. Føroysku myndug- leikar eru undirlagdir ES- kommissionina og hava skyldu til at seta í verk veterinerar lógir og reglur, sum í framtíðini koma úr Brússel. Eftirlitsmyndug- leikin í ES, sum er ”Food and Veterinary Office” í Dublin, kemur at hava eftir- lit við, um føroyska skipa- nin virkar nøktandi og eftir ES reglum. Okkara fiskaútflutningur til ES verður í framtíðini at rokna sum samhandil eins og galdandi er millum tvey ES limalond. Vit koma har- afturat at virka sum ytra mark hjá ES og skal allur beinleiðis innflutningur úr 3. londum avgreiðast gjøg- num eina sokallaða mark- aðeftirlitsstøð, sum fult og heilt arbeiðir eftir ES-regl- um. Viðmælið – tann veteri- neri fiskapakkin – fevnir um 17 ES-direktivir. Ein kan býta hesa lóggávu í tvinnandar partar, ein sum greinar út tær almennu lóg- arreglur, sum skulu setast í verk og hin parturin snýr seg um serligu reglurnar, sum eru galdandi fyri fisk. Tann almenni parturin inni- heldur: • Reglur um beinleiðis innflutning úr 3. londum (lond uttan fyri ES, EFTA og Føroyar) • Reglur um skipan av eftirlitinum herí eisini av- gjøld fyri tænastur Tann serligi fiskaparturin inniheldur: • Reglur um framleiðslu av fiski • Reglur um framleiðslu av fiskmjøli, lýsi og fóðri • Reglur um viðger av burturkasti frá fiskivinnu og alivinnu (slógv, garnar ot) • Reglur um heilivágs- leivdir og onnur óynskt evnir í alifiski • Reglur um sjúkupro- gramm fyri alifisk • Reglur um aling av kræklingum, øðum o.t Fiskivinnan sparir tíð og pening Tað, sum tað heila snýr seg um, eru útflutningsviður- skifitini hjá fiskivinnuni. Fyrimunirnir hjá fiskivinn- uni eru fleiri og ymiskir og eru allir tengdir at niður- leggingini av marknaðeftir- litinum hjá ES. Hetta merk- ir at: • Vinnan sparir álagda avgjaldið fyri marknað- eftirlitið • Vinnan kemur at vinna tíð, tá eftirlitið verður tikið av (avgreiðslan fellur burt- ur). • Vanliga fyribrigdi við at vørupartíir verða send retur av eftirlitinum fellur burtur • Vinnan kann sjálv velja fyrstu havn í ES (skal ikki longur verða um eina marknaðeftirlitsstøð) • Heilsuváttanir Starvs- stovan flýggjar út fella burtur. Okkara innflutningsreglur verða broyttar. Tann stórsta prinsipiella broytingin, sum avtalan við ES hevur við sær, er broyt- ingin á okkara innflutning úr ES og eisini úr 3. lond- um, sum til dømis Ísland. Sum fyrr nevnt skal allur beinleiðis innflutningur úr 3. londum inn í ES (og Føroyar) avgreiðast av eini marknaðeftirlitsstøð, sum er innrættað og gjørd út alt eftir hvørju vørusløg og dýr støðin er ætlað til. Innflyt- arin ger sjálvur av, hvørja støð í ES hann velur til at avgreiða 3. landsvøruna. Skipanin í ES er soleiðis, at lond kunnu biðja um at fáa 3. landsstatus fyri ein- staka matvørur ella dýr. Tá skal myndugleikin í landi- num syrgja fyri at framleitt verður sambært teimum ES-direktivum, sum eru aktuel. Hesi virkir skulu síðani á ein lista, sum skal góðtakast av ES. Innflutn- ingseftirlitið í ES skal síggja til at bert vørur frá góðkendum virkjum koma inn í ES. Harafturat eru hesar vørur álagdar eitt ávíst og neyvt eftirlit áðr- enn tær hava frítt at fara í ES. Føroyar hava havt 3. landsstatus viðvíkjandi fiskavørum síðani 1993. Føroyskur innflutningur av vørum við dýrauppruna beinleiðis úr 3. londum snýr seg í høvuðsheitum um fisk frá russiksum skip- um, agn úr fjareystri ella f alklandsoyggjunum, feskt/fryst kjøt úr Íslandi, New Zeelandi, Brasilia og Australia umframt eitt sindur av viðgjørdum kjøt- vørum og eggum úr Íslandi. Burtursæð frá russara- fiskinum er tað bara við- víkjandi Íslandi at nýggju innflutningsreglurnar koma at merkjast eitt sindur fyri innflutningin úr 3. londum. Ísland hevur nevniliga trý sløg at status mótvegis ES: Á fiskaøkinum er tað samhandil, fyri feskt seyða- kjøt hevur Ísland 3. lands- status, meðan viðgjørdar kjøtvørur og egg als ongan status hava og kunnu sostatt ikki seljast á ES-marknað- inum. Tískil kunnu hesar seinast nevndu vørur heldur ikki seljast í Føroyum. Ísland er farið undir sam- ráðingar við ES um at víðka samstarvið á heilsu- frøðiliga økinum. Russiskur fiskur – ein trupulleiki í Norðurevropa Russiskur fiskur er ein serligur trupulleiki í inn- flutningsviðurskiftunum. Støðan er nevniliga hon, at størsti parturin av russiska trolaraflotanum í Barents- havinum ikki stendur á listanum yvir skip, sum er góðkend. Fiskur frá hesum skipum skal sostatt – eftir pappírinum – als ikki land- ast í ES, ei heldur í Norra, Íslandi ella í Føroyum. Hinvegin er tað eisini al- ment kent at veruleikin í ES, Íslandi og Norra er ein annar enn tað skrivað stendur. Hesin fiskur verð- ur nevniliga landaður alla staðni í Norðurevropu. Hetta sjálvt um eftirlits- myndugleikin í Dublin og tann hjá EFTA hava gjørt vart við hetta og kravt at tað heldur uppat. Veterineru myndugleikarnir í ES klára ikki tað politiska trýstið, sum er frá tí svanga markn- aðinum. Fiskiídnaðurin hjá ES og hinum londunum við hava harðliga brúk fyri hesum fiski. Avtalan við ES um heilsufrøðilig viðurskifti Avtalan við ES um heilsufrøðilig viðurskifti fer at lata upp fyri nýggjum vinnumøguleikum her á landi, metir Ásmundur Guðjónsson framhald á næstu síðu Í 1999 innfluttu vit umleið 8.000 tons av russiskum fiski (íroknað smærri nøgd- ir frá øðrum 3. londum). Av teimum fór størra helvtin til virkingar í Føroyum, með- an hin helvtin var flutt út- aftur uttan nakra virking – fiskurin var í transit. Nýggju innflutningsregl- urnar koma at hava við sær, at vit skulu broyta manna- gongdirnar viðvíkjandi transitgóðsi, tí okkara nú- verandi transithugtak er væl meira liberalt enn tað í ES. Fiskurin skal í fram- tíðini avgreiðast um eina marknaðeftirlitsstøð - fyrst skal hann inn í ES fyri seinni at fara útaftur. Samhandil bindur báðar Samhandilin við ES førur við sær, at báðir partar nið- urleggja sítt innflutnings- eftirlit. Vit kunnu ikki long- ur brúka innflutningseftirlit sum eina forðing fyri at loya vørum og livandi dýr- um til Føroya. Hevur eitt dýr ella ein vøra frítt at fara í ES, hevur hon eisini frítt at fara til Føroya. Tær reglur ella tær av- markingar vit seta skulu verða ”ikki-diskriminer- andi” sum tað eitur. Tað merkir, at sama krav skal verða sett til føroysku fram- leiðsluna, sum vit seta til vøruna, keypt úr ES. Men tað kann tykjast sum um avtalan ikki er í líkavekt, tá alt kann flytast til Føroya, men bert fiskur til ES. Vit hava álagt okk- um sjálvum forboð fyri út- flutningi av øðrum vørum ella dýrum enn fiski. Til tess at fáa loyvi til onnur dýr og vørur skulu vit yvir- taka regluverkið fyri tað dýraslagið vit meta er aktu- elt. Vit hava longu infra- strukturin kláran og íverk- setanin skuldi sostatt verið løtuverk. Í Føroyum hevur í nøkur ár verið ein innflutnings- kunngerð galdandi, sum hevur heimilað Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni at nokta innflutningi av ella at burturvísa vørur, sum eru fongdar við salmonellu. Samhandilin ger, at henda kunngerð verður sett úr gildi, tí hon virkar dis- kriminerandi. Ynskja vit framhaldandi somu salmo- nellaverju, skal onnur kunngerð gerast, sum ikki ger mun á føroyskum og út- lendskum vørum og har- umframt kunnu vit ikki longur leggja eftirlitið í innflutningsliðið, men skulu hava eftirlitið í sølu- liðnum. Hinvegin eru kortini møguleikar fyri at seta í verk innflutningsavmark- ingar, tá talan er um eina sjúku ella salmonellu til dømis. Men tá gera heilt serligar reglur seg galdandi. Vit skulu tá hava eitt vís- undaliga skjalprógvað nið- urberjingarprogram fyri salmonellu í Føroyum, sum fevnur um kanningar og at- gerðir fyri tey salmionella- viðbreknu økini. Í einum slíkum programmið kann sjálvandi eisini innganga innflutningsreglur salmo- nelluni viðvíkjandi. Eitt slíkt program skal góð- kennast av ES. Livandi dýr hava ”frítt” at fara Sum við mati soleiðis eisini við livandi dýrum (eisini t.d eygarognum og yngli), tey hava eisini frítt at fara. Før- oyar hava í longri tíð havt ein politikk viðvíkjandi liv- andi dýrum, sum hevur ver- ið bygdur á innflutnings- bann yvirhøvur, men lands- djóralæknanum hevur verið heimilað at gera undantøk frá banninum. Vit hava onki vísundaliga grundað sjúku- programm til tess at skjal- prógva sjúkustøðuna í Før- oyum alment, sum kundi verið brúkt til at hildi uppi einum møguligum fram- haldandi banni. Tað sum hevur verið er ítøkiligar at- gerðir til tess at avmarka og berja niður sjúku, har hon er komin í. Núverandi landsdjóra- lækni hevur verið meira liberalur í sjúkuáskoðan í sambandi við innflutningi av livandi dýrum enn undanfarnu landsdjóra- læknar og hevur brúkt und- antaksregluna ofta tá liv- andi dýr eru komin til landi. Í avtaluni við ES verður henda veterinera linja so at siga staðfest. Tað er tó ein sannleiki við modifikatiónum, tá ein sigur at dýrini hava ”frítt” at fara í ES. Tá eitt dýr hevur frítt at fara krevst at landaøkið (sonan), haðani dýri stavar, er frítt fyri sjúkuna, hugt verður eftir. Somuleiðis krevst, at dýra- hópurin heldur ikki hevur sjúkuna og at enda skal ein djóralækni váttað, at dýrið var frískt, tá tað fór avstað. Hetta er so tann tryggleiki myndugleikarnir kunnu geva. Men tað er tó onki til hindurs fyri at vinnan sjálvboðin setur í verk karantenuskipan- ir og líknandi ella kanska semist um als ikki at keypa livandi dýr úr útlondum. Avtalan gevur rúmd fyri fleiri nýggjum vinnumøguleikum At vit eftir 1. februar eru í felagsmarknaðinum á heilsu- frøðiliga økinum gevur okk- um nakrar møguleikar inn- an matframleiðslu, sum vit ikki hava havt sum 3. land. Hjá hesum londum skulu vørurnar góðkennast av ES eftir galdandi ES-krøvum fyri vøruna, tá tær koma til markið. Hetta er jú ikki galdandi fyri londini, sum eru innanfyri. Hetta skuldi so kunna skapt møguleikar fyri útflutningi av føroysk- um mati er hann framleidd- ur eftir andanum í ES-lóg- gávu. Vit eiga tí beinanvegin eftir 1. februar at kanna um føroyskt vinnulív og land- búnaður er sinnaður at seta í verk fleiri av direktivu- num í ES, sum til dømis innan kjøt (neyt og seyð), villini dýr (sjófugl), mjólk, egg, flogfenað og so fram- vegis. Hetta til tess at skapa neyuðugu karmarnar fyri útflutningsmøguleikum. Vit eiga somuleiðis kanna marknaðin fyri sølu av før- oyskum mati. Vit eiga beinanvegin at fara undir at gera okkara reglur fyri framleiðslu av røstum fiski, hóast hetta er ein vøra, sum er ókend í ES høpi. Fylgja vit andanum í fiskareglunum skulu vit syrgja fyri at henda fram- leiðsla fer fram í eini skip- an, sum Starvsstovan kann meta sum heilsufrøðiliga forsvarlig. Um vit yvirtaka seyða- lóggávuna hava vit møgu- leika fyri at gera brúk av okkara glæsiliga fram- leiðslutóli, nevniliga før- oyska hjallinum, til virking av røstum og turrum kjøti (og fiski) við útflutningi fyri eygað. Eitt sindur frítt hugsað kunnu vit í framtíð- ini møguliga eisini innflyta livandi seyð til slakt og hanga krovini til ræsingar fyri síðani at flyta kjøtið út- aftur. Áðrenn vit koma so langt eiga við at leggja til rættis eitt granskingararbeiði, sum kann tryggja at kjøtið hongt verður upp bæði bak- teriologiskt og teknologiskt er hóskandi til ræsing í Før- oyum. Seinastu tíðina hava vit hoyrt frá Útoyggjanevndini, Fiskivinnuskúlanum og Starvsstovuni, at arbeitt verður við at gera møgu- leikar fyri blandaðari fram- leiðslu á útoyggjunum, sum hevur støði í náttúrliga til- feinginum á staðnum. Hetta eru spennandi tankar, sum saman við ES-avtaluni kan- ska leggja lunnar undir størri lønandi virksemi á útoyggjunum. Tá avtalan við ES um heilsufrøðilig við- urskifti kemur í gildi 1. februar, fer tað millum annað at bera til frítt at flyta livandi djór úr ES londum til Føroya, uttan at hesi skulu í sonevnda karantenu fyrst. Men tað fer ikki at bera til at flyta føroysk djór til ES lond eftir somu reglum. Føroysku djórini skulu fram- haldandi hava undan- taksloyvi og setast í karantenu. ES-AVTALA Rúnar Reistrup ES borgarar, ið ferðast til Føroya, fara eftir 1. februar í ár ótarnaðir at kunna taka síni húsdjór við inn í landið, um teimum lystir. Føroyingar, ið ferðast til ES lond, kunnu eisini ótarnaðir taka ein fittan hund ella eina slangu heimaftur við sær. Einasta treyt er, at djórið fær eina sonevnda veterinærattest, ella djóralæknagóðkenning, í tí landinum, tað verður útflutt frá. Ikki er neyðugt at søkja um loyvi. Hetta er ein av avleiðing- unum av avtaluni við ES um heilsufrøðilig viður- skifti, sum fyrst og fremst er ætlað at geva føroysku fiskivinnuni betri sømdir. Men í Føroyum er fiski- vinnan tann einasti parturin av umfatandi økinum »heilsufrøðilig viðurskifti« ið fær fyrimun av avtaluni í fyrsta umfari. Fyri ES londini merkir avtalan hinvegin, at øll djór og djóraúrdráttir so sum kjøt, egg, fiskavørur og líknandi kunnu innflytast frítt til Føroya. Fyri Føroyar merkir avtalan í fyrsta umfari bert, at fiskur og fiskaúrdráttir kunnu flytast frítt úr Føroyum til ES lond. Við frítt verður sipað til at vørurnar sleppa undan innflutningseftirliti. Bøndur stúra fyri sjúkum Millum tey, sum ikki eru so fegin um hesar hjávirkning- arnar av at føroyska fiski- vinnan hevur fingð betri livikor á ES marknaðinum, eru bøndurnir, ið stúra fyri at sjúkur, sum ikki enn finnast í Føroyum, fara at koma til landið við inn- fluttu djórunum. Eftir galdandi lóg, sum er frá 1908, er altumfatandi forboð ímóti innflutningi av djórum til landið. Skulu djór flytast til landið, skal landsdjóralæknin veita undantaksloyvi fyri hesum. Harafturat skal djórið kannast og setast í karantentu, tá tað kemur til landið Men tá Bjørn Harlou tók við landsdjóralæknaem- bætinum í 1995, linkaði hann mannagongdini mun- andi, og síðan tá hava so at siga øll, ið søkt hava, fingið undantaksloyvi at innflyta djór. Hetta kemst sambært Bjørn Harlou, landsdjóra- lækna, av, at lógin ikki longur er tíðarhóskandi og at tað tíð stríðir beinleiðis ímóti sam- tyktunum hjá heimshandils- felagsskapinum WTO full- komuliga at bannað øllum innflutningi av djórum. Sambært landsdjóra- læknanum er tað tí ikki tal- an um stórt annað enn eina tillagan av lógini til gald- andi mannagongd, tá tað 1. februar verður frítt at flyta deyð og livandi djór úr ES londum til Føroya uttan innflutningseftirlit. – Nógv djór eru innflutt til Føroya farnu árini, og tað sær ikki út til at hava gjørt tann stóra skaðan. Mær vitandi er bert ein nýggj hundasjúka staðfest í Føroyum, sum helst er komin til landið við onkr- um innfluttum djóri, men talan er um eina óskaðiliga sjúku, sum er løtt at viðgera, sigur Bjørn Harlou, sum tí ikki heldur at óttin fyri sjúkum eigur at vera so stórur. Farnu fimm árini eru millum annað fleiri enn 100 hundar, einar 50 kettur og 50-60 hestar innfluttir til Føroya. Hesi djórini hava øll fingið undantaksloyvi frá landsdjórlæknanum, og eru kannaði og sett í karantenu, tá tey eru komin til landið. – Tá avtalan við ES um heilsufrøðilig viðurskifti kemur í gildi 1. februar, sleppa fólk undan at søkja um undantaksloyvi, og tá verða djórini kannað í tí landinum, har tey verða útflutt frá. Landsdjóralæk- nin skal tó framvegis hava fráboðan um hvørt einasta djór, sum kemur inn í land- ið, sigur Bjørn Harlou. Føroysk djór sleppa ongan veg Men hóast tað í roynd og veru fer at bera ES borgar- um til at taka kettur sínar við á summarferiu í Føroy- um eftir 1. februar, so fer tað framvegis at vera eins strilti at flyta føroysk djór til ES lond, og tað altíð hevur verið. Fyri at hetta skal broytast, skal avtalan við ES útbyggjast, og tað er sum skilst einki til hindurs fyri annað enn, at eitt meira umfatandi eftirlitsverk skal byggjast upp her á landi og síðan góðkennast av ES. – Tá tað hendir fer tað millum annað at bera hestaeigarum til at taka hestar sínar til kappingar uttanlands og tá verður tað sum heild eins lætt at flyta djór úr Føroyum til ES lond og tað verður at flyta tey úr ES londum til Føroya um ein lítlan mánað, sigur Bjørn Harlou, landsdjóra- lækni, sum tó ikki torir at gera gitingar um, nær um- støðurnar vera til hetta. Frítt at innflyta djór til Føroya Savnsmynd framhald