Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 4. januar 2001 15 14 Nr. 2 - 4. januar 2001 Ein hin glæsiligasti leikvøllurin í Europa verður karmurin, tá Føroyar um knappar tríggjar mánaðir skulu royna seg móti Russlandi FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hóast røddir hava verið frammi um, at útidysturin hjá føroyska landsliðnum ímóti Russlandi skuldi spælast uttan fyri høvuðs- staðin, soverður hetta tó av ongum. Russiskir fjølmiðlar skriva í øllum førum, at teir báðir heimadystirnir hjá Russlandi í mars mánaði báðir verða leiktir á Lusjniki stadion. Tað er sama stadion, sum áður æt Lenin-stadion. Umframt dystin móti Føroyum, sum verður leikt- ur hin 28. mars, er talan eisini um dyst móti Slo- venia, og er hesin ásettur til 24. mars. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at tað í Russlandi ongan tíð hevur verið roknað við, at dyst- urin móti Føroyum skuldi spælast aðra staðni enn í Moskva. Dystir verða vanliga spældir á vøllinum longu frá byrjanini av januar mán- aði, og harumframt hevur russiska liðið ongantíð spælt undankappingardyst uttan fyri Moskva, síðani 1992, tá gamla Sovjetsam- veldið varð upployst. Und- an hesum vórðu einstakir dystir spældir í eitt nú Ukraina, men eisini tá, vórðu teir allar flestu dystirnir spældir í Moskva. Nýggjur vøllur Føroyar hava eina ferð áður leikt á hesum vøllinum, nevnliga tá okkara menn í 1995 taptu 2-0, men talan er ikki á nakran hátt um sama leikvøll, nú føroy- ingar fyri aðru ferð fara til russiska høvuðsstaðin. Síðani 1995 er stadionið nevnliga fullkomuliga um- bygt, og stendur í dag sum eitt hitt besta í europa. UEFA hevur eisini góðkent hetta á jøvnum føti við aðrar kendar leikvøllir, og millum annað varð UEFA- Cup finalan leikt her fyri tveimum árum síðani. Risa stóri leikvøllurin, sum millum annað varð nýttur til olympisku leik- irnar í 1980, hevur rúmd fyri 90.000 áskoðarum, og er hetta sostatt størsti leikvøllur, sum føroyska liðið hevur verið á. Til altjóða dystir er markið sambært heimasíðuni hjá UEFA 79.135 áskoðarar, men tað má so eisini metast sum ríkiligt eftir okkara mátistokki. Felagið er um at gerast ov stórt, nú verða uppgávur í Parkini lætnar øðrum at umsita FCK Jákup Mørk Heimasíðan hjá danska høvuðsstaðarfelagnum, FCK, skrivaði týsdagin, at felagið nú hevur gjørt av at lata nøkur av virkisøkjum felagsins til onnur at umsita. Flemming Østergaard, stjóri, sigur við heimasíð- una, at talan er um FCK- handilin við Parkina um- framt Sports-caféina og bwling sentrið. Orsøkina til hetta sigur Østergaard vera, at hesi virkisøki í dag eru vorðin somikið stór, at ein framhaldandi vøkstur er treytaður av eini enn neyvari stýring, og tí metir hann tað vera lættari, um økini verða latin øðrum at umsita. Sølustjórin fer Annar av nýggju sam- starvsfelagunum. Mathia- sen Management A/S, er eitt felag, sum verður stýrt av Svend Mathiasen, sum higartil hevur virkað sum sølustjóri í Parkini. Í hesum sambandi fer hann nú úr hesum starvi, og nýggjur maður í hansara stað er 37 ára gamli Dan Hammer. Felagið hjá Mathiasen yvirtekur søluna av FCK skreytlutum úr handlunum í Parkini. Hin samstarvsfelagin er X-large A/S. Eitt felag, sum varð stovnað í 1998, og sum síðani hevur samstarv- að við nøkrum av heimsins størstu fyritøkum so sum Coca-Cola, Daimler- Chrysler, IBM og Oracle. Báturin av Toftum vann innandura- kappingina fyri sjómenn, eftir spenandi finaludyst ímóti Christiani í Grótinum. 39 lið vóru við í kappingini í KÍ- høllini FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Millum jóla og nýggjárs skiftu 312 sjómenn og kvinnur gummistivlarnar út við innanduraskógvar, ar- beiðsklæði við ítróttarklæði og sjómansskapin við fót- bóltsførleikan. Og burtur úr hesum kom ein undirhaldandi innan- durakapping í fótbólti, sum fór fram í KÍ-høllini í Klaksvík hósdagin 28. de- sember. Hendan kappingin varð hildin fyrstu ferð í fjør, og tá vóru 20 lið við í kapp- ingini. Í ár var undirtøkan munandi størri, tí heili 39 lið vóru við í kappingini, og ein partur av hesum liðum kom millum annað úr Eysturoynni. Tað var eisini eitt lið við sjómonnum úr Eystur- oynni, sum endaði sum vinnari av kappingini. Um- boð fyri Maskot vunnu finaluna, sum var ímóti Christian úr Grótinum úr Klaksvík. Finalan varð jøvn og spennandi og varð av- gjørd við sonevndum gylt- um máli. Kláraðu ikki at verja heitið Í fjør var tað línuskipið Jákup B úr Klaksvík, sum vann kappingini, men hesa- ferð máttu teir lúta fyri júst Maskot í eini spennandi hálvfinalu, har toftamenn- inir fingu einasta málið. Í hinari hálvfinaluni vann Christian í Grótinum á Akraberg, sum síðani vann dystin ímóti Jákup B um triðja plássið í kappingini. Liðið hjá formanninum í Fótbóltssambandinum gjørdi framstig í kappingini hesaferð. Torleif Sigurðs- son er reiðari á Pison, og liðið hjá hesum bátinum fekk í fjør eitt mál, men einki stig. Í ár fingu teir tó eitt stig og eitt mál burtur úr kappingini. Eitt av merkisverdu úr- slitunum var, at kvinnurnar, sum mannaðu eitt av lið- unum hjá Næraberg, vunnu ímóti liðnum hjá Turið, sum var mannað mann- fólki. Eisini stórt borðhald Vinnarin av kappingin fekk eitt ognarsteyp, sum Klaks- víkar kommuna hevur latið, umframt eitt steyp til ognar frá Skipalistanum. Tvey tey bestu liðini fingu eisini heiðursmerki, sum Norð- oya Bjargingarfelag hevði latið. Eftir kappingina var borðhald í Skálanum, og har vóru 180 av luttakar- unum við. Kappingin í ár gekk so mikið væl og undirtøkan var so góð, at fyrireikarar- nir longu hava tikið avgerð um, at kappingin verður hildin aftur komandi ár. Aftur til Føroya Katrin á Neystabø og Jacklin Djur- huus venda nú aftur til barn- dómsfeløgini Eftir at tær í gott og væl hálvt ár hava roynt seg í Slagelse undir leiðslu av navnframu Anju Andersen, koma tær báðar føroysku hondbóltsgenturnar nú aftur á klettarnar. Líkt er sostatt til, at VÍF nú hevur styrkt sær enn meira um hóp- in, áðrenn endaspælið fer í gongd, og gull- stríðið fer at harðna. Somuleiðis tykjast møguleikarnir hjá Neistanum fyri aftur at røkka einum heiðurs- merkjaplássi at vera betraðir, nú tær aftur hava Katrin í hópinum. jm VÍF fær helst góðan styrk, nú Jacklin Djurhuus aftur verður at síggja í felagnum Maskot vann sjómanskappingina Føroyar spæla í Moskva FCK bara veksur FSF-bossurin og reiðarin á Pison, Torleif Sigurðsson, handar her vinnarasteypið til ein fegnan liðformann hjá M/S Mascott Michael Jensen Ungmannafelagið Samband Ungmannafelagið Sam- band gjørdi í seinastu viku vart við tips-holini í reglugerðini hjá FUR við tí vón, at FUR fór at gera nakað við málið. Men for- kvinnan á FUR, Andrea Eldevig, og aðalskrivarin, Kári Olsen, tosa uttanum, tá tey fríggjadagin senda eitt lesarabræv til fjølmiðl- arnar. Eftir at hava lisið við- merkingarnar, er tað harmi- ligt at ásanna, at stjórnin í FUR saman við aðalskriv- aranum ikki ynskir at skilja tað, sum Ungmannafelagið Samband roynir at vísa á. Einki álit Andrea Eldevig og Kári Olsen vilja vera við, at Unga Samband ongantíð hevur gjørt vart við trupul- leikan. Hetta er beinleiðis lygn! Felagið hevur gjørt vart við trupulleikan á landsfundi, og tað var gjørt muntliga av undirritaða fyri 2 árum síðani. Eisini hevur felagið gjørt vart við trupulleikan hjá aðalskriv- aranum, men tað er rætt at vit ongantíð hava lagt uppskot fram. Tey leggja afturat, at fe- lagið átti at komið við einum broytingaruppskoti, um tað metti verandi reglu- gerð at vera skeiva. Men hví skuldi felagið lagt broytingaruppskot fram, tá eingin ynskir at skilja trupulleikarnar í tips- reglugerðini? Ungmannafelagið Sam- band ásannar at aftursvarið frá FUR, sum ikki hevur umrøtt inngjaldingar-trup- ulleikan, vera greið tekin um, at vit í dag hava ein fe- lagsskap, sum ikki torir ella ynskir at gera eina reglu- gerð, sum vit og onnur kunnu hava álit á. Ungmannafelagið kennir síni rættindi innan FUR, og takkar fyri, at FUR nýtir høvi at upplýsa felagnum, hvussu FUR kundi hugsað sær, at Unga Sambandið viðgjørdi tips-holið. Stjórnin hevur valt ikki at skilja áheitanina frá Unga Sambandinum, og tað er støðan í dag. Skeivur bygnaður í felagnum Trupulleikin er ikki so nógv reglugerðin – tað er heldur ein spurningur um bygnaðin í felagnum. Tað tykist løgið, at vit í ”FUR- klubbanum” sjálvi skulu gera okkara egnu reglugerð fyri fíggjarligum stuðli. Hetta er uttan iva ein størri spurningur, og tí mugu vit spyrja tann politiska mynd- ugleikan, um tað er rætt ella skeivt. Tí er tað ikki skeivt, at eitt felag í FUR í teori’ini kann senda uppkrav til 8000 tilvildarligar føroy- ingar, og á henda hátt fáa eina rúgvu av peningi, sjálvt um teir tilvildarligu føroyingarnir ongantíð gjalda limagjald? Menta- málaráðharrin hevur ábyrgdina á hesum øki, men hann hevur møguliga longu fingið munnkurv á, tá stjórnin í FUR gjørdi hann til verja fyri felagið. Eina greiða leiðbeining Reglugerðin, sum Ung- mannafelagið Samband vil broyta, skal framyvir verða ein heilt greið leiðbeining til felagsskapirnar, grann- skoðarar og FUR. Eisini ynskir felagið, at fólkið skal hava sítt fulla álit á FUR og á øllum sínum fe- lagsskapum. Eisini skal samvitska og rættvísi gerast felagsnevnarin í tips-um- sóknini hjá FUR, og um stjórnin ella nevndin, ið forrestin fer avstað við nógvum fundarpeningi, er ov dovin til at broyta reglu- gerðina, so er Ungamanna- felagið Samband ikki bang- ið fyri at seta seg í samband við hinar felagsskapirnar í FUR og saman smíða eitt broytingaruppskot til reglu- gerðina. Í hesum sambandi kann nevnast, at vit longu hava tosað við nógvar av hinum felagskapunum í FUR, og hugaligt er at vita, at teir eru samdir við okkum í hesum máli, umframt at teir øtast yvir reaktiónina hjá stjórnini i FUR. Dánjal J. Hansen Norðoyri 10/12 2000 Formaður Javnaðarflok- sins, Jóannes Eidesgaard, hevur fingið sær fyri javnan at siga í fjølmiðl- unum at hann er skelkaður, bilsin, ovfarin o.a.m. av bæði einum og ørðum, fyri síðan at greiða okkum frá hvussu tingini veruliga hanga saman, ella eiga at hanga saman. Tað er sum hann einafer fyri langari tíð síðan gjørdist alvitandi fyri síðan at leggja seg at sova. Tá so onkur sigur okkurt við ongum høpi í, vaknar hann sum við kaldan dreym, bilsin, ovfarin, skelkaður osfr., og skundar sær í fjømiðlarnar at rætta brekið. Nú er vísmaðurin enn einaferð vaknaður, púra skelkaður av at vit ikki eru ein tjóð, men ”et selv- styrende folkesamfund” í danska kongaríkinum. Eis- ini er hann púra forfardur av at løgmaður, forsæt- isráðharrin og embætisverk teirra, ikki kenna enska týdningin av orðinum tjóð, og ikki vita at tað kann skiljast uppá tveir mátar. So hann ger ikki mætari enn stíga niður úr sínum høga sæti at geva okkum eina neyva málsliga greining av týdningunum og so er brek- ið rætta. Í einari handavend er allur tann knúturin sum gjørdi enda á fullveldis- samráðingunum loystur. Hann skal bara umseta greinina í Meinigheitsblað- num 8. desember til danskt og senda hana til Nyrup, so kan § 11 í heimastýrislóg- ini broytast við einum pennastroki. Harvið kann mál okkara verða viðurkent sum tjóðmál og ikki bara sum høvuðsmál hjá einum minniluta í ríkinum. Og so er spurningurin um ikki leiðin liggur opin fyri at broyta § 1 og løgfrøðisliga staðfesta at vit eru ein tjóð. Annars heldur Jóannes ikki at tað hevur stóran týdning at útlendingar, eisini við altjóða rætti í hondini, kalla okkum eina pirru á reyvini á Danmark. Vit vita sjálvi at vit eru ein tjóð, og tað er nóg mikið. Javnaðaruppskotið um at fáa føroyskt viðurkent sum tjóðarmál í Føroyum má sigast at vera frálíkt. Tað munnu flestu føroyingar kunna taka undir við. Men tað kom mær fyri at Jó- annes ljóðaði heldur enn ikki ovfarin (aftur nú) tá løgmaður í tíðindunum mikukvøldið 6. desember tók væl ímóti uppskotinum. Tað ljóðaði sum hevði hann væntað (og ætlað?) eina konfrontatión. Tað fekk hann ikki, so nú má røkka ella støkka. Uppskotið fær helst breiða undirtøku á løgtingi, og so fáa vit at síggja hvussu væl Jóannes hevur fingurin á pulsinum í fólkatinginum. Kann javn- aðarflokkurin nú fáa donsku stjørnina og fólka- tingið at sleppa sínum tvíhaldið um føroyska ”fólkasamfelagi” eftir at landsstýrið mátti gevast? Jú, Jóannes veit hvussu tað kann gerast; vit skulu halda saman, tí fólkatingið fer ikki at avvísa einum samd- um løgtingi. Og nú er tað eg sum eri ovfarin, bilsin osfr. Alla tíðina meðan fullveldissamráðingarnar fóru fram, arbeiddi javnað- arflokkurin av kraft fyri at undirgrava samanhaldið. Hevði tað ikki veri, hevði landsstýri kanska havt eitt brúkiligt úrslit at leggja fyri løgtingið og fram um alt fyri føroyskar veljarar. Tað hevur undra meg stórliga hví tað var so umráandi fyri javnaðarflokkin at løgting- ið og veljarnir ikki skuldu fáa høvi til at taka støðu til best møguliga samráðing- arúrslitið. Hví var tað so umráandi at gera donsku stjørnini greitt at hon hevði fullan stuðul frá føroyska j av n a ð a r f l o k k i n u m ? Kanska hóma vit her eina ætlan um at spilla spæli hjá landsstýrinum, fyri síðan at koma við einum útspælið ið fyri føroyingum kann tykjast sum ein ætlan um broytingar stig fyri stig, og fyri danskar polittikkarar kann kennast sum eitt kær- komið høvi til at bloyta eina heldur stirnaða støðu. Jóannes hevur annars fyrr havt møguleika fyri gera danir varar við sín alsk til føroyska málið, men tá fólkatingið fyrr í ár stað- festi at okkara mál er eitt landspartamál, helt hann ikki tað var ómakin vert at møta upp í fólkatingssalin- um fyri at mótmæla hesum. Í øllum førum má sigast, at kemur uppskotið til við- gerðar í fólkatinginum við einari breiðari undirtøku í løgtinginum aftan fyri seg, so er sannleikans tími upp- runnin fyri Jóannes Ejdes- gaard. Ein veljarakanning í summar sum gav sitandi samgongu eina heldur laka undirtøku, fekk Jóannes og Edmund Joensen at krevja nýval. Seinni løgdu teir uppskot fram um hetta, men um sama mundi sum uppskotið var til viðgerðar í løgtinginum, vístu tvær veljarakanningar at sam- gongan var styrkna mun- andi, og at javnaðarflokk- urin misti undirtøku, hetta hóast hansara støðu sum mest markanta andstøðu- grenj. Kanningin vísti eis- ini at veljarar vilja ikki vita av Edmundi, og sjálvt um hann við sínum sermerkta logikki fekk vent tí til ein sigur, er spurningurin um ikki nývalsborði átti at fanga og Edmund lagt frá sær. Førir nýggja uppskotið hjá javnaðarflokkinum til at danir fara at viðurkenna føroyska málið sum tjóð- armál, er rættiligt hol komi í sjógvin og leiðin løgd opin fyri viðurkenning í bæði einum og ørðum týdningi av enska orðinum ”nation”. Fellur uppskotið haraft- urímóti, eigur borði at fanga hjá Jóannesi Ejdes- gaard. VIÐMERKINGAR Vísmaðurin Ein seinkað heilsan Pápi áttati! Lag: Kristina fyri handan á Á ungum árum ferðaglaður til Havnar skuldi hann avstað. Hann fattur sum ein vaksin maður til gongu fram við vatnalag. Við Vesturleið um fjørðin og kósin so varð sett. tá kendist bringan løgin tá Vágoyggin varð slept. Og Havnin bleiv so næsti staður sum leikpallur á tíni leið. Sum prentari og sølumaður úr oyggj í oyggj tú fótin steig. Í leiki fólk teg kendi í FølvablaðIð við, og jólamaður sendi har heilsu út á Lið. Tú altíð minnist barnadagar Og øll tú átti har so kær. Við borðI mangar søgur lagar vit lurta spent har eftir tær. Um túrar burt í haga og leikin fram við á, og fiskin mundu draga í árabáti tá. Sum traðarmaður var tú knáur har eplir, seyð tú baldist við. Í grindarakstri altíð klárur í Fliðu sótu lið um lið. Tað eru nógvar løtur at minnast aftur á, ja, túr um hagagøtur vit vóru stór og smá. Sum pápi altíð verið góður tú altíð hevur staðIð hjá. Tann størsta hjálpin nú hjá móðir tú víkir ikki henni frá. og barnabørn tey elska hin gamla abba sín, og síggja vinin reysta tey rópa abbi mín. Tú er nú blivin fýrsinstjúgu og líka fattur er tú enn. Sum tá tú fór um mýrutúgvu enn roknast kann ímillum menn. Vit ynskja alt tað besta at eydnan verður sæl, og heilsuna so treysta tey ár tú liva skal. Hjartaliga tillukku og gleðilig jól Mourits Uttanumtosið svarar fyri seg