Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 2 - 4. januar 2001 Daniel Rápa, sum hevur gott innlit í bæði rumenskan og føroyskan hondbólt, sigur, at hóast rumenar nú byggja eitt nýtt lið, so verður uppgávan hjá føroyska liðnum stór LANDSDYSTUR Jákup Mørk Eftir at landsliðsarbeiðið í hondbólti hevur verið í dvala síðani seinast í áttati- árunum, hava vit nú aftur fingið flaggskipið upp at standa, og einki er at taka seg aftur í, at hetta er harð- liga tiltrongt hjá bæði leik- arum og áskoðarum. Kvinnurnar hava longu fingið sín elddóp, og hóast hesin varð samansettur av tveimum tapum móti Svø- ríki, so sýndu okkara í løt- um, at tilfarið at byggja víðari á so avgjørt er til staðar. Nú verður verri Menninir hava longu leikt fyrstu dystir sínar, men hóast hesin elddópurin eis- ini var væl eydnaður, so kemur fyrsta veruliga styrkisroyndin ikki fyrr enn nú, tá teir trý vikuskifti á rað skulu royna seg móti hondbóltstjóðum, sum á pappírinum eru væl sterkari enn okkara lið. Rumenia, Sveis og Litava tykjast í øll- um førum sterkari enn Grønland, hóast grønlend- ingar nú fyri fyrstu ferð skulu royna seg í HM- endaspæli. Fyrsta mótstøðuliðið av hesum verður sum kunnugt Rumenia. Vanliga teljast eystureuropeisk lið millum tey sterkastu í heiminum, og hóast rumenia nú er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, so er einki at ivast í, at talan er um eitt sera sterkt lið. Rumenia hevur í fleiri ár talst millum heimsins sterkastu tjóðir, tá yngru landsliðini hava roynt seg, og tað eru í stóran mun leikarar frá hesum liðum, sum nú manna rumenska liðið. Sterkt lið Tá tað ræður um at finna upplýsingar um eystureuro- peisk lið, er ofta ein trupul- leiki at fáa fatur á røttu per- sónunum, og í so máta er rumenska liðið einki und- antak. Hinvegin eru vit før- oyingar júst í hesum føri somikið hepnir, at vit í nøk- ur ár hava havt eitt ru- menskt hondbóltspar í landinum, og vit hava eisini sett okkum í samband við hesi, fyri at vita, hvønn kunnleika tey hava til rumenska landsliðið. Talan er sjálvandi um Daniel og Ioana Rápa, sum hava búleikast í Vestmanna seinasta árið. Umframt at hava verið virkin innan VÍF, hava tey eisini arbeitt innan hondbóltssambandið, har Daniel er hjálparvenjari á landsliðnum. Um rumenska liðið sigur Daniel, at hetta er eitt lið við eyðkendu eystureuro- peisku dygdunum. Víðari sigur hann, at talan er um eitt lutfalsliga nýtt lið, men at talan kortini er um leikarar við nógvum royndum. - Allir spælararnir spæla so í bestu rumensku deild- ini, og felags fyri fleiri er, at teir spæla við Steua Bucharest, sum verður mett sum sterkasta liðið í kapp- ingini har, sigur Daniel. Sjálvur hevur Daniel spælt saman við onkrum av spælarunum í fleiri ár, og tí kennir hann eisini eitt sind- ur til einstøku leikararnar. Um hesar sigur hann, at tikið yvir ein kamb, er talan um eitt sterkt lið. - Teir hava góðar og skotsterkar bakkar, sterkan strikuspælara og nakrar skjótar vongspælarar, so talan verður í øllum førum um eina trupla uppgávu. Gera sítt besta Tá vit síðani tosa um, hvørji mál føroyingar skulu seta sær, ella hvat áskoðar- arnir skulu vænta sær av liðnum, er Daniel tó ikki so hugaður at seta sær nakað ávíst mið. - Fara vit út við tí hug- burðinum, at munurin mill- um liðini er so og so stórur, so er einki at ivast í, at vit tapa stórt. - Heldur eiga vit at fara út við tí fyri eyga at gera okkara besta. Í útgangs- støði er møguleikin í einum landsdysti 50/50, og so er at fara út at gera sítt besta, er einasta viðmerkingin, sum Daniel hevði til hendan seinasta spurningin. Rumenski hópurin kemur annars til landið í dag, og framgongur hesin aðra staðni á síðuni. Føroyski hópurin er enn ikki endaliga úttikin. Tá vit mikumorgunin tosaðu við landsliðsvenjaran, Palla Joensen, var enn okkurt einstakt ivamál, men miku- kvøldið roknaði hann við, at alt skuldi verið klárt í so máta. Nr. 2 • hósdagur • 4. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar eru nú nummar 117 á styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssam- gonguni, FIFA FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í mun til ársbyrjan er talan um eina afturgongd upp á fimm pláss. Tá vóru Før- oyar nevnliga á 112. pláss- inum á listanum. Í mun til november er talan um eina afturgongd upp á eitt pláss. Styrkislistin hjá FIFA verður uppgjørdur eina ferð um mánaðin, og eins og vanligt er Brasilia á odda, meðan Frakland er nr. 2. Sterkasta norðanland er framvegis Noreg, sum er at finna á einum 14. plássi. Hetta er tó væl lakari enn fyri ári síðani, tá Noreg var á sjeynda plássinum. Held- ur ikki hjá Danmark og Svøríki hevur árið hilnast serliga væl. Tey eru nú jøvn á 22. plássi, eftir at tey við ársbyrjan vóru ávíkavist nr. 11 og 16. Niðanfyri verða sterkastu londini og norðanlondini listað í styrkisrøð, og í klombrum er viðmerkt, hvar liðini vóru at finna í november mánaði. 1 Brasilia (1) 2 Frakland (2) 3 Argentina (3) 4 Italia (5) 4 Kekkia (4) 6 Portugal (7) 7 Spania (6) 8 Holland (10) 9 Jugoslavia (9) 9 Paraguay (12) 14 Noreg (14) 22 Danmark (24) 22 Svøríki (22) 50 Ísland (49) 59 Finnland (55) 117 Føroyar (116) Rumenski hópurin 1. LAUFCEAC Stefan 2. DRAGOMIR Florin 3. BARZA Sorin 4. MIHAILA Ovidiu 5. COSTEA Valeriu 6. GABREAN Ion 7. MURARU Mircea 8. FORTUNEANU Rares 9. PETREA Adrian 10. LUCA Florin 11. PURCAREA Dorin 12. ROSCA Ion 13. FILIP Marian 14. COJOCEA Mihai 15. NICA Cezar Paul 16. MUNTEANU Nicolea 17. POPESCU Traian 18. RADOI Dan 19. DRAGANESCU Remus Rumenar byggja nýtt lið Daniel Rápa hevur sjálvur verið liðfelagið við onkrar av rumensku landsliðsleikarunum, men um vikuskiftið verða teir í hvør sínum parti Eitt stig aftur Próvdómari Á Koyrikortsdeildini á Bileftirlitinum, er eitt starv sum próvdómari í koyrikortsmálum leyst at seta skjótast gjørligt. Starvslýsing: Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: • fyriskipan av koyriroyndum • próvdøming av ástøðis og verkligum koyriroyndum • dagføring og tilrættaleggjan av próvtilfari • dagføring og tilrættaleggjan av frálærutilfari • dagføring av lógum og kunngerðum á koyrikortsøkinum v.m. Førleikakrøv: Tann sum settur verður í starvið,skal: • hava góð samstarvsevni • hava evni og áhuga at arbeiða við fólki • kunna arbeiða sjálvstøðugt • kunna taka sjálvstøðugar avgerðir • helst hava royndir innan frálæru og námsfrøði • helst hava kunnleika til ferðslulógarøkið Setanartreytir: Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Vinnumálastýrið við til- hoyrandi stovnum, umframt Løgmansskriv- stovuna og onnur aðalstýri. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Sørensen, deildarleiðara ella Jákup Jacobsen,stjóra á tlf.350 400. Umsóknir saman við prógvum, starvsroyndum og viðmælum skulu vera Bileftirlitinum í hendi í seinasta lagi 10.januar 2001. Bileftirlit Føroya Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 110 Tórshavn –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálastýrinum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting og vegskatt. Stovnurin er skipaður í 3 deildir. Umframt høv- uðssæti í Tórshavn, hevur stovnurin sýnsdeildir um alt landið. Á Bileftirlitinum starvast 17 fólk. Bátur til sølu 15,3 tons, fiskiloyvi 4A, alla nautiska útgerð, 5 auto- matiskar snellur og línureiðskap. Tlf.424413 Til sølu Videoútleiging,nógvir filmar o.a.bíliga til sølu. Áhugað skrivið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill.mrk. 04.01. Skrivstovuleiðari Norrønt Atlantsamstarv, Nora Á skrivstovuni í Tórshavn verður starvið sum skrivstovuleiðari leyst 1.mars 2001. Arbeiðið fevnir serliga um: – Tøkniligar/búskaparligar metingar av um- sóknum um stuðul. – Samband við teir leiðslubólkar,sum standa fyri verkætlanunum,sum eru í gongd. – At taka stig til at seta nýggjar verkætlanir í gongd út frá langtíðarætlanini hjá NORA. – Seta avgerðir hjá NORA nevndini í verk. – Hava yvirskipaðu ábyrgdina av umsitingini mótvegis NORA nevndini og Norðurlanda Ráðharraráðið. Førleikakrøv: – Innlit í og kunnleika um vinnulív og vinnu- grundarlag í Norrøna Atlantsøkinum. – Hægri útbúgving og viðkomandi royndir frá arbeiði við verkætlanum. – Eggjandi og góð samstarvsevni. – At duga at samskifta bæði skrivliga og munn- liga á skandinaviskum og enskum. Setanartreytir: Sáttmáli verður gjørdur fyri upp til 4 ár við møgu- leika fyri at leingja. Setanarviðurskiftini eru ann- ars sambært galdandi føroyskum reglum. Løn eftir førleika og royndum og eftir avtalu við yrkis- felagið hjá søkjaranum. Setanarstaður er skriv- stovan í Havn.Arbeiðið ber í sær nakað av ferðing. Umsóknarfreist: 23.januar 2001. Umsókn: Umsókn á skandinaviskum við upplýsing um før- leika, skjalprógvan av týðandi próvtøkuúrslitum og C.V.verður stílað til: NORRØNT ATLANTSSAMSTARV att.:verkætlanarsamskipari Lis Hammer t-bræv:lis@nora.fo Bryggjubakki 12 Postbox 259 FO-110 Tórshavn Heimasíða:www.nora.fo –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– NORRØNT ATLANTSSAMARBEJDE, NORA, er eitt økissamstarv undir Norðurlanda Ráðharraráðnum,sum fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg. Endamálið er at styrkja og stuðla upp undir vinnumenning. Nýggj langtíðarætlan fyri árini 2001–2006 leggur dent á beinleiðis samvinnu millum vinnufyritøkur í teimum 4 londunum og nýskapan innan allar vinnugreinar við at fáa til vega sambond millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarumhvørvini í Norrøna Atlantsøkinum. Fyri samstarvinum stendur ein nevnd við 3 limum úr hvørjum limalandi. NORA arbeiðir undir Norðurlanda Embætismanna- nevndini fyri Økispolitikk undir Norðurlanda Ráðharraráð- num. NORA fer í næstum at taka upp samstarv við INTERREG III B samstarvið Northern Periphery, sum umframt NORAlondini,fevnir um Skotland, Svøríki og Finnland. NORA Nordisk Ministerråd SPINNING AEROBIC BALLETT Kom v¾l inn ’ taÝ nàggja ‡riÝ og leggiÝ leiÝina inn ’ YNDI.  Har kunnu tit f‡a ¿ll m¿gulig sl¿g av kropsvenjingum. Instrukt¿rarnir eru Èfit for fightÇ viÝ t’ nàggjasta innan aerobic, spinning, trimming og step, aftan‡ at hava veriÝ ‡ skeiÝi alt vikuskiftiÝ. SPINNING Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 18:00 Ð 18:55 Vand - EyÝun 12:00 Ð 12:50 Spinn - ¿ll Evald 19:00 Ð 19:55 Spinn - vand EyÝun 19:30 Ð 21:00 Trimm & Spinn Kirstin 12:00 Ð 12:50 Spinn - ¿ll T—rhalla 16:00 Ð 16:55 Spinn - ¿ll Ann 17:00 Ð 17:55 Spinn - byrjarar Evald 18:00 Ð 18:55 Spinn - vand Evald 17:00 Ð 17:55 Spinn - ¿ll Ann 19:00 Ð 19:55 Spinn - byrjarar Gunnar 19:30 Ð 21:00 Trimm & Spinn Ingrid 17:15 Ð 18:30 Aerobic - vand T—rhalla/Kristin 16:00 Ð 17:00 Trimmari - ¿ll T—rhalla 17:15 Ð 18:15 Low - kvinnur Oddv¿r 18:15 Ð 19:30 Stepp & Styrki ¿ll Kirstin 19:30 Ð 21:00 Trimm & Spinn Kirstin 20:00 Ð 21:00 Aerobic - menn EB 15:00 Ð 16:00 Trimmari - ¿ll T—rhalla/Ingrid 19:00 Ð 20:00 Aerobic - byrjarar EB 20:00 Ð 21:00 Rygghold Anna Maria, fysioterapeutur 18:30 Ð 19:30 Trimmari - ¿ll Kristin/T—rhalla 19:30 Ð 21:00 Trimm & Spinn Ingrid KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 1 t’mi um vikuna: 470 kr. 2 t’mar um vikuna: 770 kr. 3 t’mar um vikuna: 990 kr. Skúlanæmingar 20% avsl‡ttur 20% avsl‡ttur AEROBIC BALLETT TRIMM & SPINN er serliga ætlað teimum, ið vilja sleppa av við fita og at stramma seg upp aftur. Hetta er eitt lið, ið øll kunnu verða við. SPINNING Leggið til merkis: Nú er møguleiki at spinna í døgurðatímanum! RYGGHOLD Hevur tú trupulleikar við rygginum, so er hetta eitt hold fyri teg. Undirvísari er Anna- Maria Joensen, fysioterapeutur. 16:00 Ð 17:00 11-12 ‡r Rannv‡ 17:00 Ð 18:00 9-10 ‡r T—ra/V’gdis 18:00 Ð 19:00 Vaksin Rannv‡ 17:00 Ð 18:00 6-8 ‡r T—ra/V’gdis 18:00 Ð 19:00 Vaksin Rannv‡ 19:00 Ð 20:00 13-16 ‡r Rannv‡ Týsdag Hósdag KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Eina ferð um vikuna: 6-12 ár 13 og eldri 450 kr. 490 kr. Tvær ferðir um vikuna: 6-12 ár 13 og eldri 450 kr. 790 kr. Hugsar tú um Y, LUNGU ella tína vælveru sum heild, so kom út í Yndi! Ringið og tryggið tykkum pláss ella møtið til tíman. Tlf. nr. eru: 310025, 317671, 421095 og 312868 Sosialurin - 311820 Start 8. januar – slutt 7. apríl Dansað verður til 9. mai Lesið -tað loysir seg