Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 5. januar 2001 25 24 Nr. 3 - 5. januar 2001 Mazda í Kina Stutt eftir at avgerð bleiv tikin um at gera Mazda bilar í Evropa, eru nú ætlanir um at gera eina bilaverk- smiðju í Kina. Fram- leiðslan byrjar um eini tvey ár við at gera 20 túsund bilar árliga. Kelda: Motor Magasinet Twingo facelift Hóast Renault Twingo hevur sjey ár á baki, verður hann ikki út- skiftur enn, men kemur við einum nýggjum 1,2 litur 16V motori við 75 hk. Koyrieginleikarnir eru nógv betraðir, eins og 13" hjólini eru skift út við 14". Kelda: Motor Magasinet Honda Stream Í vár kemur ein nýggjur Honda Stream á mark- naðin. Talan er um ein 7 persónabil við trimum rekkjum av setrum, har tey aftastu kunnu leggj- ast niður í dúrkið. Kelda: Motor Magasinet ÚT AT KOYRA Fiat Doblo fer nú í beinleiðis kapping við Renault Kangoo, Peugeot Partner og Citroën Berlingo. Doblo hevur dragi- hurðar á báðum síð- um, og er ein bilur við góðum koyri- eginleikum BILAR Magnus Gunnarsson MPV og vørubilur Av tí at bilarnir, Dublo skal kappast við, hava verið sera væl móttiknir, kemur hann inn í eina harða kapping um kundarnar. Doblo verður einans gjørdur í einum modelli, sum fæst í nógvum ymiskum útgávum. Hann verður gjørdur sum ein fimm persóna MPV, og sum vørubilur í fleiri ym- iskum útgávum, við ella uttan síðurútar. Til dømis fæst hann við einari stórari baklúku ella við tveimum hurðum aftan. Rúmligur og praktiskur Fyrstu bilarnir, sum koma á danska marknaðin í vár, vera at fáa í tveimum mo- torstøddum, einum 1.2 litur bensinmotori við 65 hk, og einum 1.9 litur dieselmotori við 63 hk. Seinni í heyst kemur ein 1.6 litur bensinmotorur við 103 hk. og ein 1,9 litur turbodiesel við common rail innspræning og 105 hk. Bilurin er sera rúmligur við einum viðførisrúmi uppá 750 litrar undir hillini aftan fyri baksetrið. Danskir motorjournalistar, ið hava verið í Italien og royndarkoyrt Doblo, siga, at bilurin er lættur og smidligur at koyra, eins og hann er praktiskur og rúmligur í allar mátar. Kelda: FDM / Motor Fiat Dublo – ein rúmligur og praktiskur bilur Fiat Doblo fæst við stórari baklúku ella við tveimum hurðum aftan Motorjournalistar sum hava royndarkoyrt Doblo, siga at bilurin er lættur og smidligur at koyra, eins og hann er sera rúmligur ÚT AT KOYRA Tað at General Motors nú eigur allan partapeningin í Saab, fer nú av álvara at seta sín dám á svensku bilaverk- smiðjuna. Nú skula Saab bilarnir kappast við Volvo, BMW og Mercedes í USA BILAR Magnus Gunnarsson Framleiðast í Mexico Fleiri nýggj bilmodell eru á veg. Í 2001 kemur ein nýggjur bilur, sum skal kappast við Volvo 70 XC Cross Country. Hetta verð- ur ein Saab 9-7 Country Master. Næsta ár kemur ein 9-5 Country King, sum skal kappast við BMW X5 og Mercedes M-klassan. Hetta verður ein SUV (Sport Utility Vehicle), ið eftir ætlan skal framleiðast í Mexico. Ein prototypa av bilinum verður at síggja í Detroit í næstum. Epsilon plattformar Núverandi Saab 9-3, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1993, fær ein avloys- ara síðst í 2002, sum 2003 modell. Hesin bilur verður bygdur yvir Epsilon-platt- formin, sum verður ein felags plattformur hjá fleiri GM-bilum, sum til dømis Opel Vectra, Opel Omega og øðrum Chevrolet, Ponti- ac og Buick bilum. Hetta verður gjørt fyri at spara pengar. General Motors hevur í dag 28,7 prosent av marknaðinum í USA, ímóti 44,5 prosentum í 1980, so kappingin er hørð. Kelda: FDM / Motor Meðan General Motors gera Saab bilar til at kappast við evropeiskar bilar í USA, arbeiða teir eisini við at gera Cadillac bilar til at kappast við evrope- isku luksusbilarnar í Europa BILAR Magnus Gunnarsson Marknaðurin økist Útlit eru fyri at marknað- urin fyri luksusbilar, uttan fyri USA, fer at økjast við einari millión bilar innan næstu fimm árini, serliga í Evropa, Fjareystri og Latín- amerika. Konseptbilurin Cadillac Imaj, er teknaður á design- arasentrinum hjá Cadillac í Birmingham. Bretar hava siðvenju royndir í at gera stórar og fínar luksusbilar. Cadillac úr aluminium Cadillac Imaj er gjørdur úr aluminium, og hevur skarp- ar linjur, bæði uttan og innan. Tilfarið í kabinuni er gjørt úr ljósum leðri, poler- aðum ahorntræ og alumin- ium. Øll ferðandi í bilinum hava eina teldu við inter- net-sambandi og DVD- avspælara. Ístaðin fyri bak- spegl og síðuspegl, hevur Imaj smá fototól, sum á einum videoskermi vísa hvat rørir seg aftan fyri bilin. Hurðarnar latnast upp við at nerta við hurðahand- tøkini, sum síðan aktivera elektromotorar. Bakhurð- arnar glíða aftureftir sum dragihurðar. Kelda: FDM / Motor GM hevur stórar ætlanir við Saab Cadillac til Evropa Í 2003 kemur ein nýggjur Saab 9-3, ið verður bygdur yvir ein felags GM-plattform Hurðarnar verða drivnar av elektromotorum. Aftara hurðin fer aftur við síðuni, so tað verður lættari at koma inn í bilin Cadillac Imaj hevur ongi síðuspegl, men á einum videoskermi sæst hvat rørir seg rundan um bilin Imaj hevur ikki minni en fýra sóltak, sum tey ferðandi kunnu lata upp hvør sær Saab 9-5 skal kappast við BMW X5 og Mercedes M-klassan