Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Verður Helena Dam á Neystabø leygardagin vald til ovasta politiska leiðara Sjálvstýrisfloksins, lovar hon, at Sjálvstýriflokkurin fer at verða marknaðarførdur betur. Eingin skal ivast í, hvat hann stendur fyri FORMANSVAL John Johannessen Helena Dam á Neystabø ætlar sær at leggja stóra orku í, at Sjálvstýrisflokk- urin verður meira sjónligur fyri veljarafjøldini, verður hon vald til fyrsta politiska formann floksins á fundi í Havn leygardagin. – Eg ætli mær at leggja dent á, at vit fáa ein virkn- ari flokk, sum eisini fær størri ávirkan. Vit skulu fríska upp ímyndina av flokkinum eitt sindur og syrgja fyri at marknaðar- føra flokkin væl, sigur Helena Dam á Neystabø. Ynskt til formann Helena Dam á Neystabø sigur, at Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag ynskir, at hon skal gerast formaður í flokkinum. Felagið hevur heitt á hana um at stilla upp til formansvalið, og tað ger hon fegin. – Eg havi sjálv verið virkin í politikki floksins síðani 1990, og eg haldi, at tað er áhugavert og avbjóð- andi at hava ein virknan leiklut. Hetta er eisini nak- að, sum hevur givið úrslit í fullveldismálinum, har vit hava fingið ein nýggjan leist, sum er júst tað, sum Sjálvstýrisflokkurin vil í ríkisrættarliga spurningin- um, sigur Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø vil ikki svara, hví hon held- ur seg vera eitt betur val- evni til formanssessin enn Sámal Petur í Grund, sum stillar upp ímóti henni. Hon vísir á, at spurningurin er ikki at vera betur. Tað eru lokalfeløgini, ið hava heitt á tey bæði um hvør í sínum lag at stilla upp, og tað heldur hon vera í lagi. Men Helena Dam á Neystabø dylur kortini ikki, at hon heldur, at hon er væl egnað sum formaður. Hon vísir enn einaferð á, at hon hevur verið virkin í polit- iska lívinum í tíggju ár. Helena Dam á Neystabø vísir á, at hon var virkin í nítiárunum, tá tað leikaði hart á í Føroyum, og hon er virkin nú, tá stórar avbjóð- ingar standa fyri framman á ríkisrættarliga økinum. Og í hesum sambandi vísir hon aftur á, at tað hevur eydnast henni at førka fullveldis- ætlanina til stig fyri stig loysnina hjá Sjálvstýris- flokkinum. Men væntar Helena Dam á Neystabø at vinna for- mansvalið? – Eg havi ikki verið úti og kannað, hvør atkvøður fyri mær, men eg veit, at eg fái fullan Stuðul í Suður- streymoyar Sjálvsstýrisfel- ag, sigur Helena Dam á Neystabø. Verður Sámal Petur í Grund valdur til formann í sjálvstýris- flokkinum, lovar hann, at flokkurin fær eitt betri samstarv innanfloks, so fólk sleppa undan at hoyra ymsar mót- stríðandi útsagnir í fjølmiðlunum FORMANSVAL John Johannessen Sjálvstýrisflokkurin skal vera ein miðflokkur, og hann skal ikki koma við ymsum útmeldingum í sama máli. Hetta er nakað av tí, sum Sámal Petur í Grund lovar, verður hann valdur til ovasta politiska leiðara Sjálvstýrisfloksins á fund- inum í Havn komandi leyg- ardag, tá politiskur formað- ur skal veljast fyri flokkin á fyrsta sinni. – Verði eg formaður, verður fyrsta broytingin tann, at flokkurin fer at tala við einari tungu. Hetta er nakað, sum Sjálvstýris- flokkurin hevur brúk fyri. Hann má savnast, sigur Sámal Petur í Grund. Sámal Petur í Grund harmast um, at Sjálvstýr- isflokkurin ofta, til dømis í fullveldismálinum, kemur við útmeldingum, sum stríða ímóti hvørjari aðrari. Hann er ónøgdur við, imir floksins koma ofta sam- stundis við viðmerkingum, sum hella meira sambands- vegin og viðmerkingum, sum hella meira fullveldis- vegin. – Hetta er nakað, sum eg ætli mær at gera nakað við. Flokkurin skal vera ein miðflokkur, ger Sámal Petur í Grund greitt. Fær góða undirtøku Sámal Petur í Grund hevur eitt sindur ilt við at svara uppá, hví hann heldur seg vera betur egnaðan til polit- iskan formann í Sjálvstýr- isflokkinum enn mótval- evnið, Helena Dam á Neystabø. Men eftir at hava dvølt á spurninginum eina løtu, sigur Sámal Petur í Grund, at hann heldur seg hava betur stuðul millum veljar- arnar enn Helena Dam á Neystabø. – Til seinasta fólkatings- val fekk eg heilar 1.119 at- kvøður, meðan Helena Dam á Neystabø fekk mill- um 3 og 4 hundrað, vísir Sámal Petur í Grund á. Helena Dam á Neystabø: Flokkurin skal vera sjónligari Sámal Petur í Grund: Ætlar sær at savna flokkin Helena Dam á Neystabø Sámal Petur í Grund Nr. 8 - 12. januar 2001 5 4 Nr. 8 - 12. januar 2001 gult cyan magenta svart Danski forsætis- ráðharrin hevur enn einaferð gjørt landsstýrinum greitt, at tað í seinasta enda eru danska stjórnin og Fólkatingið, ið gera av, um Føroyar skulu fáa SJÁLVSTýRIS- ÆTLANIN John Johannessen Poul Nyrup Rasmussen er sinnaður at gera eina avtalu við føroyingar um at broyta heimastýrislógina og gera eina nýggja skipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Men samstundis stendur danski forsætisráðharrin fast við, at fólkarættarliga og ríkisrættarliga støða før- oyinga ikki verður broytt. Føroyingar skulu sambært Poul Nyrup Rasmussen ikki vænta sær, at tað á ein- ari fólkaatkvøðu skal bera til at samtykkja eina grund- lóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldisríki og so vera fullveldisríki. »Hvis den færøske be- folkning på et tidspukt i fremtiden træffer beslut- ning om at træde ud af ri- get, vil det således efter grundloven være nødven- digt med et samtykke fra regeringen og Folketinget. Den ændring af hjemme- styreordningen, som der nu indføres forhandlinger om, vil naturligvis ikke kunne ændre herpå.« Soleiðis skrivaði danski forsætisráðharrin í brævi til løgmann 14. desember í fjør, og hetta staðfestir hann aftur í fáorðaðum brævi 2. januar í ár, eftir at Anfinn Kallsberg 18. des- ember í fjør svaraði fyrra brævinum og greiddi frá nýggju sjálvstýrisætlan landsstýrissins. Sostatt staðfestir Poul Nyrup Rasmussen einaferð enn, at Føroyar eru ikki tjóð, og hava vit tískil ikki rætt til sjálv at gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ei. Ein føroysk fólkaat- kvøða, sum sigur ja til full- veldi, er einki verd fyrr enn danska stjórnin og Fólka- tingið hava góðkent hana. Halda fram við koyriætlanini Tað hevur ikki borið til at fáa viðmerkingar frá løg- manni ell Høgna Hoydal til nýggjasta brævið frá danska forsætisráðharran- um. Tá Sosialurin royndi at fáa fatur á teimum, sótu teir á týdningarmiklum lands- stýrisfundi og kundi ikki órógvast. Men sum skilst, tekur brævið ikki mótið frá landsstýrinum. Landsstýrið miðar framvegis eftir at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti, niðurlaga blokkstuð- ulin og so leggja eina koyri- ætlan fram móti føroyska fullveldinum. Danski forsætisráðharrin er sinnaður at gera eina líknandi avtalu, men hann tekur kortini ikki undir við, at talan skal vera um eina avtalu, sum er ein liður í einari skipaðari fullveldis- ætlan. Í brævinum frá 14. des- ember 2000, sum Poul Ny- rup Rasmussen aftur stað- festir fyri landsstýrinum í brævi 2. januar í ár, ger danski forsætisráðharrin greitt, at endamálið við samráðingunum nú er at broyta heimastýrislógina, soleiðis at vit fáa eina nýggja skipan millum Dan- mark og Føroyar innan fyri ríkisfelagsskapin. Poul Nyrup Rasmussen ger púra greitt, at talan ikki verður um samráðingar um fullveldi. Samráðingarnar skulu ikki fatast, sum at tal- an verður um nakra broyt- ing í ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað ber ikki til at fáa at vita frá landsstýrinum, um ætlaðu samráðingarnar millum ebætisfólk hjá báð- um pørtunum eru byrjaðar. Men mangt bendir á, at tað eru tær ikki. Tí hevur landsstýrið skund, skal tað eydnast at fáa í lag eina avtalu um at broyta heimastýrislógina í januar, eins og løgmaður hevur lovað. Men hetta ætl- ar landsstýrið. Meiningin er framvegis, at føroyingar skulu til eina fólkaatkvøðu í apríl um eina koyriætlan fram ímóti fullveldinum. Tá komið er til endan av koyriætlanini, er framvegis meiningin, at føroyingar skulu til fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg, sum staðfestir Føroyar sum fullveldisríki. Landsstýrið er framvegis sannført um, at Føroyar eru tjóð, og at vit hava sjálvsav- gerðarrætt, sum merkir, at vit sjálv kunnu gera av at taka fullveldi. Poul Nyrup Rasmussen: Danmark skal avgera føroyskt fullveldi Danski forsætisráðharrin leggur aftur upp til rok um fullveldismálið. Í nýggjum brævi til landsstýrið staðfestir hann brævið frá 14. januar, har hann sigur, at danir gera av, um Føroyar fáa fullveldi ella ei Íbúgvarnir í danska býnum Skovlund hava á einum borg- arafundi í fjør av- gjørt, at býurin skal finna sær vinarbýir í Føroyum. Benny Drewsen, fyrrver- andi handilsmaður í Havn, nú búsitandi í Skovlund, er í løtuni í Føroyum og leitar eftir hesum vinar- býum BÝARSAMSTARV Rúnar Reistrup Benny Drewsen, sum í tredivu ár var búsitandi í Havn, er komin til Føroya á einum av sínum mongu ferðum aftur. Men hesaferð hevur hann eina heilt serliga uppgávu. Hann skal nevniliga royna at finna danska býnum Skovlund, har hann hevur búð síðan 1995, ein ella tveir vinarbýir í Føroyum. Hann er longu væl á veg at fáa samband í lag við eina bygd í norðara parti av Føroyum og leitar nú eftir einari bygd í Suður- oynni ella Sandoynni. Skovlund, ið liggur 43 kilometrar norðan fyri Es- bjerg millum Varde og Grinsted hevur 650 íbúgv- ar og kundi hugsað sær samband við føroyskar bygdir á umleið somu stødd. At Skovlund skuldi finna sær vinarbýir í Før- oyum bleiv avgjørt á ein- um borgarafundi í fjør. Fýra føroyingar búgva í býnum, og hetta var beinleiðis orsøkin til at tað júst er í Føroyum, at býur- in leitar sær eftir vinarbýi. Benny Drewsen skuldi kortini til Føroya um jól- tíðir, og bjóðaði sær til at royna at fáa samband í lag við onkra føroyska bygd. Og tað hevur hann so roynt. Fjølbroytt samband Benny Drewsen gjørdist noyddur at fyta úr Føroyum vegna sjúku fyri fimm árum síðan. Tá hevði hann búð her í landinum í tredivu ár. Og hóast tað var hugtungt at flyta, so trívist hann væl í Skovlund, sigur hann. – Býurin hevur eitt ríkt mentunarlív og har er øgi- liga pent, sigur Benny. Ynski hjá íbúgvunum í Skovlund er at sambandið við vinarbýin í Føroyum skal knýta persónlig, ítróttalig og mentunarlig bond millum íbúgvarnar í býunum báðum. – Harafturat ynskti borgarstjórin eisini at fáa samband í lag við komm- unalpolitikararnar í býun- um báðum, sigur Benny Drewsen. Føroysku býirnir ella bygdirnar, ið eru áhuga at vita meira um vinarbýar- tiltakið, kunnu venda sær beinleiðis til Benny Drew- sen, annaðhvørt á telefon (+45) 75 29 22 03 ella við at skriva til hann á adress- uni Borgergade 6, 6823 Skovlund-Antager. – So kunnu tey fáa tilfar sendandi og fáa meir at vita um býin, og hvat hann hevur at bjóða, sigur Benny Drewsen. Leitar eftir vinarbýi í Føroyum