Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 12. januar 2001 7 6 Nr. 8 - 12. januar 2001 Skuldi Havnar Ar- beiðsmannafelag funnið uppá sett tiltøk í verk ímóti kollfirðingum, verða arbeiðsmenn úr Havn boykottaðir í øllum landinum, sigur Ingebortg Vinther. ÓSEMJA UM ARBEIÐSFÓLK Áki Bertholdsen – Skuldi Havnar Arbeiðs- mannafelag funnið uppá at sett tiltøk í verk ímóti koll- firðingum, verður tað sett hart ímóti hørðum. Tað sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. Kollafjarðar Arbeiðs- mannafelag er limur í Før- oya Arbeiðarafelag. Men nú Kollafjørður kom undir Havnina 1. januar, hevur Havnar Arbeiðsmannafelag kravt, at arbeiðsmenninir í Kollafirði melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og uppí Havnar Arbeiðs- mannafelag. Hann sigur, at tað ber ikki til at hava tvey arbeiðs- mannafeløg í somu komm- unu. Tað ber heldur ikki til, at arbeiðsmenn í somu kommunu skulu arbeiða undir ymsum sáttmálum, og sostatt eisini undir yms- um treytum - um so er, at tað skuldi hent, at sáttmál- arnir verða ymiskir. Karl Johansen, formaður í Havnar arbeiðsmanna- felag, hevur tvær ferðir áð- ur sagt í samrøðu við Sosialin, at tað fer at fáa av- leiðingar, um kollfirðingar ikki komu uppí Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann nevndi t.d., at tað bleiv trupult hjá arbeiðsmonnum úr Havn at fara til Kolla- fjarðar eftir ruski, at asfal- tera o.s.fr. Nú er kommunusaman- leggingin ímillum Kolla- fjørð og Havnina veruleiki, men enn hava arbeiðsmenn í Kollafirði ikki meldað seg uppí Havnar Arbeiðs- mannafelag og tað ætla teir heldur ikki at gera. Men enn gongur alt sum vanligt og enn eru ongi til- tøk sett í verk ímóti koll- firðingum. Hart ímóti hørðum Hendan royndin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag at fáa arbeiðsmenn í Kollafjørði úr Føroya Arbeiðarafelag, er ikki blivin væl móttikin í Føroya Arbeiðarafelag. Og svarið frá Føroya Arbeiðarafelag er rættiliga ítøkiligt. – Vit hava givið øllum fyritøkum í Havn greið boð um, at fer Havnar Arbeiðs- mannafelag at seta tiltøk í Kollfirðingum, fer Føroya Arbeiðarafelag beinanveg- in at svara aftur við at seta tiltøk í verk ímóti limunum í Havnar Arbeiðsmanna- felag, sigur Ingeborg Vinth- er. – Tað vil t.d. siga, at tað fer ikki at bera til hjá nøkr- um limi í Havnar Arbeiðs- mannafelag at fara út á bygd at arbeiða, eitt nú at koyra vøru út í handarnar við heilsølubilum. – Tað vil eisini siga, at øll vøra, og alt annað, sum verður uppskipað í Havn av limunum í Havnar Arbeiðs- mannafelag, sleppur ikki at vera ført út á bygd. – Sostatt fer tað ikki at bera til at lossa vørur í Havn og at koyra hana út á bygdirnar. Øll slík vøra verður innibyrgd í Havnini, sigur Ingeborg Vinther. Fyrsti sáttmálin hjá ein- um felag undir Føroya Arbeiðarafelag er nú uppsagdur. Tað er fe- lagið S&K, sum nú hev- ur sagt sáttmálan upp. Sáttmálin gongur til 31. apríl, men hann skal sig- ast upp í januar mánaða. Og tað bleiv hann í góð- ari tí, tí longu týsdagin varð brævið sent við uppsøgnini av sáttmál- anun hjá S&K. Men hetta verður neyvan tann einasti sátt- málin, sum verður upp- sagdur. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeið- arafelag, ivast ikki í, at sáttmálin ímillum Før- oya Arbeiðarafelag og Arbeiðgevarafelagið um tey tímaløntu, verður eisini uppsagdur. Hann skal verða uppsagdur áðrenn 1. mars. Annars er Ingeborg Vinther ikki samd í tí, sum Føroya Arbeiðsgev- arafelag bar fram í vik- uni um samráðingarnar. Fyrr í vikuni boðaði Føroya Arbeiðsgevara- felag á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum frá eini semju, sum skuldi vera ímillum Føroya Ar- beiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag um samráðingarnar, sum skulu vera í vár. – Vit hava ikki skrivað undir nakra sum helst semju um, hvussu mannagongdin skal vera í sambandi við samráð- ingarnar, sigur Ingeborg Vinther. Tað er serliga ein part- ur partur av hesi sokall- aðu semjuni, sum Inge- borg Vinther ikki vil kenna til. Tað er brotið um, at partarnir skulu vera samdir um at byrja samráðingarnar tann 13. mars. – Hatta kenni eg onki til, sigur Ingeborg Vinther. Og tað er púra greitt, at vit fara ikki at samráðast einsamøll, uttan at hini feløgini eis- ini fara til samráðingar. Vit fara ikki til samráð- ingar í mars mánaða, um hini feløgini í Klaksvík og og Havn ikki fara til samráðingar fyrrenn í apríl mánaða. Hon ásannar tó, at Føroya Arbeiðarafelag er samt við arbeiðsgev- ararnar í, at tað er rætt at leggja krøvini fram í góðari tíð og at byrja samráðingarnar í góðari tíð. – Vit hava eisini sagt, at vit eru til reiðar at koma til samráðingar í mars mánaða, men so skulu feløgini í Havn og í Klaksvík gera tað sama, sigur Ingeborg Vinther. Men vit hava ikki skrivað undir nakað sum helst, leggur hon dent á. Fyrsti sáttmálin uppsagdur Ingeborg Vinther kennur onki til, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag skulu hava gjørt eina avtalu um mannagongdina, tá ið farast skal undir samráðingarnar nú í vár Seta hart ímóti hørðum Allar fyritøkur í Havn hava fingið greið boð frá Føroya Arbeiðarafelag um, at setir Havnar arbeiðsmannafelag tiltøk í verk ímóti Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, verða allir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag boykottaðir um alt landið. Tað vil millum annað siga, at tað fer ikki at bera til hjá limum í Havnar Arbeiðsmannafelag at koyra við heilsølubili út á bygd – Hóast vit hava fingið sjey krónur uppá tímalønina hesi bæði seinastu árini, eru prísirnir hækk- aðir so nógv, at keypiorkan er mink- að. Samstundis hevur Landsstýrið lagt eyka byrðar á okkum, sigur Ingeborg Vinther SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Tað er onki at ivast í, at vit fara at krevja meiri í løn, tá ið samráðingar verða við arbeiðsgevararnar í vár. Ingeborg Vinther, form- aður í Føroya Arbeiðara- felag, væntar, at tað verða truplar sáttmálasamráðing- ar í vár. Skal sáttmálin ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag sigast upp, skal tað vera áðrenn 1. mars. Enn er hann ikki uppsagdur, men Ingeborg Vinther ivast ikki í, at hann verður uppsagdir. Og hon sigur, at tað er heldur onki at ivast í, at Føroya Arbeiðarafelag fer at seta fram krøv um lønar- hækking á teimum sátt- málasamráðingunum. –Tað er greitt, at hóast vit hava fingið yvir sjey krónur upp á tímalønina hesi bæði seinastu árini, eru prísirnir hækkaði so nógv, at keypi- orkan er minkað. Ikki minst eru oljuprísirnir hækkaðir sera nógv, umframt at sjálvt oljuavgjaldið er hækkað. – Harumframt ætlar landsstýrið at leggja enn fleiri byrðar á okkum við at álegga okkum at gjalda eini 8-10% av lønini í ein eftir- lønargrunn. – Tí er tað sjálvsagt, at vit fara at krevja meiri í løn, umframt at vit fara at krevja, at arbeiðsgevararnir betala ein part av eftirløn- ini, sum landsstýrið nú ætl- ar at leggja á okkum. Hon sigur, at tað fyri ein part landsstýrinum fyri at takka, at krøv verða sett fram um lønarhækking. – Landstýrið hevur lagt eyka byrðar á okkum. Og tað kann landsstýrið ikki gera, uttan at rokna við, at vit fara at krevja tað inn- aftur. Og vit hava onga- staðni at fara við hesum kravinum, uttan til arbeiðs- gevararnar. Tí sjálvt gevur Landsstýrið onki. Tann skattalætti, vit hava fingið, munar púra onki í hesum sambandinum, sigur Inge- borg Vinhter. Hvussu stór hesi krøvini verða, fær hon onki sagt um enn. Tað fer Føroya Arbeiðarafelag nú at rokna út. Fara at krevja meiri í løn Tá menn tosa um at leggja avgjald á fiskiloyvini, er tað annaðhvørt tí, teir hava misskilt okkurt, ella tí teir ikki vilja í sakligt orðaskifti um uppskotið um fiski- dagamarknað, heldur formaðurin í Búskap- arráðnum FISKIDAGA- MARKNAÐUR Edvard Joensen Tað hevur ongantíð verið upp á tal at leggja nakað av- gjald á fiskiloyvini, sigur Hermann Oskarsson, for- maður í Búskaparráðnum, í viðmerking til tað, Olaf Olsen og Osmund Just- inussen, reiðarar, hava sagt í samrøðum við Sosialin um hetta evnið. Eitt avgjald er eitt ávíst, fast gjald, sum lagt verður á eitthvørt. Tað leggur hetta uppskotið als ikki upp til, men til eina uppboðssølu, har keyparin avger prísin. Hermann Oskarsson sig- ur, at uppskotið, Búskap- arráðið er komið við, er ikki nakað avgjald, men ein marknaður, har fiskidagar- nir verða seldir á uppboðs- sølu. Hann sigur, at upp- skotið kom fram, áðrenn hann gjørdist formaður í Búskaparráðnum, men leggur tó dent á, at hann tekur undir við tí. Hildið hevur verið fram, at uppskotið er ikki brúk- andi, tí tað er komið frá fólki, sum ikki hevur skil fyri fiskivinnu. Til tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, at upp- skotið er komið frá búskap- arfrøðingum, men við teiri ætlan at fáa eitt sakligt orðaskifti í lag. Eitt orða- skifti, har ikki minst tey, sum dagliga hava við fiski- vinnuna at gera, kundu verið við. Men tað orða- skiftið kom ongantíð, og tað harmar Hermann Os- karsson, formann í Búskap- arráðnum. Ætlanin við uppskotinum var ongantíð at seta tað í verk bara soleiðis uttan víðari. Ætlanin var at fáa eitt breitt orðaskifti um tað fyri at vita, um tað yvir- høvur er møguligt at seta tað í verk í praksis. Men tað keðiliga hendi, sigur Her- mann Oskarsson, at ávisir partar, vinnulívsmenn og politikkarar, settu seg upp á afturbeinini og boykottaðu uppskotið fullkomuliga uttan at geva tí ein ærligan møguleika. Hann sigur um prísin á fiskidøgunum, at hann verður tað, sum vinnan sjálv metir seg at kunna klára. Negativur verður hann ongantíð, Tað vil siga, at tað fer ikki at bera til at fáa pengar útgoldnar fyri eitt fiskiloyvi. Men tað kann henda, at prísurin til dømis verður eitt oyra fyri kg., um boðini ikki verða hægri enn tað. Hugsanin við marknaðin- um er, sigur Hermann Os- karsson, at eitt ávíst tíðar- skeið verða so og so nógvir dagar bodnir út. So veðrur boðið upp á teir. Eitt reiðarí heldur seg til dømis hava brúk fyri ávísum tali av døgum og bjóðar so. Dag- arnir skulu so verða nýttir innan ávíst ásett tíðarskeið. Hermann Oskarsson er ikki bangin fyri, at tað ikki fer at bera til at umsita eina slíka skipan. Hann vísir á, at Fiskamarknaðurin á Toft- um hevur klárað rættiliga væl at umsita uppboðssøl- una, og tey kundu til dømis eisini tikið sær av einum fiskidagamarknaði. Eftir uppskotinum fer tað ikki at bera til at eiga fiski- loyvi um allar ævir, sigur formaðurin í Búskapar- ráðnum. Tað vil so aftur gera tað, at lættari verður hjá nýggjum fólki at koma inn í fiskivinnuna mótvegis nú, har menn hava sett seg á fiskiloyvini og kunnu handla við teimum fyri egnan vinning, sum teim- um lystir. Jú, ásannar Hermann Oskarsson. Tað kann tykj- ast eitt sindur møtimikið at fara undir at byggja skip, tá ein ikki veit, um ein hevur nakrar fiskidagar um eini tvey ár. Men ikki heldur hann tað vera so heilt galið kortini. Tann, sum dugir at fáa tað at bera til, eigur ivaleyst eisini at kunna klára seg við teirri nýggju skipanini, um hon kemur. Og gongur tað ikki, so er altso bara ein vegur, og tað er at gevast. Hinvegin hevur tað heldur ikki verið púra óvanligt at leiga skip. Og tað man eisini fara at bera til undir nýggju skipanini, um tað verður brúk fyri tí. So kann ein, sum keypir fiskidagar, og stendur og manglar eitt skip, leiga sær eitt, sum ongan dag hevur fingið tað ávísa tíðarskeið- ið. Akkurát hvussu tað skal avgreiðast í praksis er held- ur ikki avgjørt. Tað verður nakað, sum fer at koma, so hvørt støðan vísir seg. Hvat pengarnir, sum koma inn fyri slíka sølu, skulu brúkast til, hevur heldur eingin gjørt endaliga av enn. Kann vera, sigur Hermann Oskarsson, at teir fara í Búskapargrunnin. Kanska verða teir til ein ár- ligan kekk til allar føroy- ingar. Ella kanska til okkurt heilt annað. Eisini her er galdandi, at vit enn bara tosa um eitt uppskot, sum ongan veg er komið. Men aftur eftirlýsir for- maðurin í Búskaparráðnum einum breiðum, sakligum orðaskifti um málið. Orðaskiftið kom ongantíð Kommunuvalið á Eiði er ikki endaliga avgreitt enn. Kæran er nú farin aftur til kæraran til ummælis Kæran um kommunu- valið á Eiði, sum send varð kommu-nala eftir- litinum í landsstýrinum, er nú endað aftur hjá tí, sum upprunaliga kærdi málið. Úr kommunala eftirlit- inum í Tinganesi verður sagt, at eftir at kæran, sum send varð landsstýrinum, hevur verið hjá valnevnd- ini á Eiði til ummælis, og er hon nú send kæraranum aftur, so hann kann koma við sínum úttalilsum. Kommunala eftirlitið upplýsir fyri Sosialinum, at valnevndin á Eiði er komin við upplýsingum, sum ikki fyrr hava verið frammi í málinum. Nú hendan nýggja støðan er íkomin, helt eftirlitið tað vera rætt at senda kærar- anum kæruna aftur til ummælis einaferð enn. Kærarin hevur fingið stutta freist til at koma við sínum ummæli. Og tá tað er komið, sigur kommu- nala eftirlitið, verður endaliga støða tikin til, hvat henda skal við kær- uni, sum send er um kommunuvalið á Eiði. ej Kæran aftur send til ummælis Hermann Oskarssson, búskaparfrøðingur